leygardagur 29. august 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
DAGNY JOENSEN
JONHARD HAMMER
Millum tær nógvu tónleika-
sendingarnar í Utvarpinum,
er ein, sum øll hava hoyrt
onkuntíð, og nógv dáma
serliga væl
Tað er sendingin > Á
Sanganna Veingjum> hjá
Gunnver Poulsen, sum nú í
samfull trý ár - bæði summ-
ar og vetur - hevur verið á
skránni hvert mikukveld
Hóast røddin er vælkend,
so eru tað ivaleyst nógv,
sum ikki kenna andlitið aft-
anfyri røddina
Gunnver Poulsen er 43
ára gomul, gift og eigur ein
son. Dagliga arbeiði henn-
ara er at starvast á Próv-
stovuni í Undirvisingar- og
mentamálastýrinum
Tað var rættiliga ulvildar-
ligt, at hon fekk uppgávuna
at skipa sendingina. Í fyrst-
uni var tað bert fyri einu
ferðina, og hóast hon ikki
helt seg til, tá hon varð
spurd, avgjørdi hon kortin:
at royna
Aðrenn hetta hevði verið
ein sending við sama inni-
haldi, sum kórleiðarar skift-
ust um at leggja til rættis
Hon kallaðist >Chorus>,
sum merkir kór
— Tað var Ove Olsen, pro-
gramleiðari í Utvarpinum,
sum ringdi ul mín. Hann
helt, at tað hevði verið å-
hugavert at vita, hvat kór-
sangarar høvdu at bjóða í
slíkari sending, sigur Gunn-
ver Poulsen
Hon hevði onkuntíð verið
í útvarpsstovuni, til prát
saman við ødrum kórsanga-
rum, og í sambandi við
upptøkur av kórsangi, men
visti als ikki, hvussu send-
ingar annars vórðu gjørdar
— Eg tosaði við Ova Olsen
og spurdi, hvussu og hvat
eg skuldi gera. Just tá høvdu
vit verið á kórferð í Riga
Letlandi. og Ove spurdi, um
eg ikki kundi greiða frá tí
— So fór eg ul verka, og
fyrsta sendfingin gjørdist tí
ein ferdafråsøgn, sigur
Gunnver Poulsen
Fleiri sum vóru við høvdu
keypt fløgur í Riga, og hes-
ar, saman við teimum eg
sjálv hevði keypt, gjørdist
grundarlagið undir fyrstu
sendingini í 1995, sigur
Gunnver Poulsen
Tað var kortimi ikki sum
at siga tað, at fáa fyrstu
sendingina frá hondini, tí
Gunnvør visti ikki, hvussu
nógvan tekst hon skuldi
skriva, og hvussu nógv tón-
leikabrot skuldu til, fyri at
fylla tann hálava tíman, sum
sendingin varir
Gloymdi heitið
eyðkennislagið
og Johansen, teknikari
í Utvarpinum hjålpt mær
Heitið í sendingini varð
avgjørt í síðstu løtu, og eg
hevði heidur ikki hugsað
um eyðkennislag. Ove
Olsen kom við hugskotinu
at kalla sendingina »A
Sanganna Veingjum>, og
eg valdi „Gloria“, er brot
úr messu eftir Bartules, ið
varð føddur í 1954. Mess-
una hevur hann skrivað
einaferð í 80 árunum, og er
nútíðar tónleikur, meira rút-
miskur enn tær gomlu
messurnar.
tíðindablaðið SOSU
xF
Nr. 162 — 29. AUGUST 1998
Gunnvør Poulsen, sum leggur útvarpssending til rættis hvørja viku, hevur sungið i kóri síðani hon var 11 ára gomul,
og er framvegis virkin í fleiri kórum. Dagliga starvast hon á Próvstovuni í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum. Hon
heldur sjálv, at hóast hon hevur nógv at gera, so hevur tað góða ávirkan á bæði størvini, at tey eru so ymisk
Gunnvór Poulsen, skipar sendingina
»A Sanganna Veingjum»:
- Tú byrjar ikki við
kvøldsangi og endar
Við morgunsangi
Nógv kenna røddina, men andlitið aftanfyri sendingina, sum nú í samfull trý
ár hevurverið at hoyra hvøja viku bæði vetur og summar, er ikki so kend. Við
væl valdum orðum og mildari ródd, sigur verturin frá ymsum í sambandi við
tónleikaúrvalið, og tað hevur gjórt sendingina ógvuliga væl umtókta
— Er tað ikki krevjandi at
gera slíka sending hverja
viku ár um ár?
— Tað er ið hvussu so er
tidarkrevjandi. Tú hugsar
um tað hvønn dag, lurtar
eftir øðrum sendingum, og
hevur alla tíðina í tonku-
num, hvat tú skalt bjóða
næstu ferð, sigur Gunnvør
Poulsen.
Hon tekur fram teir før-
oysku sangirnir, sum tað
tekur serliga drúgva tíð at
finna, av tí at so lítið er
komið úr á fløgu ella plát-
um.
— Útvarpið hevur kortini
frálíkt savn av eldri og
nýggjari upptøkum, og har
eru fólk, sum ganga mær til
handa, og eru ógvuliga
beinasom at heita á.
— Serliga nógv geri eg
burturúr at finna raðfylgj-
una í tí, sum skal vera inni-
haldið í sendingini. Eitt nú
byrji eg ikki við einum
kvøldsangi og endi við ein-
um morgunsangi, sigur
Gunnvør.
Tad mesta av tekstinum
skrivar Gunnvør út frå ti,
sum er greitt frå å hylkinum,
men hon spyr eisini vitandi
fólk.
Tað hendir kortini, at okk-
urt kemur skeivt fyri, og so
gera lurtarar vart við tað.
— Eg segði einaferð skeiv-
an tónaskrivara, men tá
ringdi tann rætti og segði,
at hann legði einki í tað,
men at tað var hann sum
hevði skrivað lagið.
— Tá vísti tað seg, at
skeivt navn var skrivað á
bandið hjá Utvarpinum,
men so fingu vit rættað tað,
sigur Gunnvør brosandi.
Hon fær nógvar viðmerk-
ingar frá lurtararum um
sendingina, og oftani eisini
hugskot um, hvat skal takast
fram í sendingini, eins og
fólk koma til hennara við
fløgum, sum tey halda eru
áhugaverdar at taka við.
Bert einar tríggjar- fýra
flýgur eru útgivnar við før-
oyskum kórsangi, men so er
stóra bandasavnið í Utvarp-
inum til at taka.
Gomul uppteka vakti
áhuga og glehi
Hóast nógvar eru gamlar og
als ikki á sama tekniska
stødi sum tónleikur í dag,
so hevldur Gunnvør, at hes-
ar upptøkur hava stórt viði,
og eisini stóran áhuga mill-
um lurtarar.
Fyri ólavsgku hevði
Gunnvør eina sending, sum
í innihaldi hóskandi var um
gamlar ólavsgkusangir. Hon
sendi m.a. eina gamla upp-
tóku av Havnar Manskóri.
Henda er so gomul, at bert
nøkur fá eru á lívi, sum
sungu í hesum kórinum.
— Tað vóru tey gomlu og
avvarandi teirra ógvuliga
fegin um at hoyra, og tað
var eg eisini, tí eg vil hava
sendingina so breiða sum til
ber. Bæði ung og gomul
skulu fáa gleði av sending-
ini, eisini fólk, sum annars
siga, at tey ikki hava skil
fyri kórsangi, sigur Gunn-
vør Poulsen, sum eisini vil
tosa um størsta áhuga sín -
nevniliga - at syngja í kóri.
— Við sangi er tað sum við
øllum ødrum: Tað broytist
við tíðini, og onnur og
nýggj krøv verða sett.
Hon hevur sungið í
nógvum kórum frá barns-
beini av. Tá hon var 11 ára
gomul leitaði Ólavur Hátún
eftir børnum at syngja í
Baurnaútvarpskórinum, og
hon slapp upp í part.
Síðani hevur kórsangur
verið størsta ítriv hennara.
Síðani hevur hon sungið
í Havnar Sangfelag, har
mamman eisini var við.
Kórið hevði tá einamest eld-
ri: sangarar, sum vildu ti
hava ungfólk við.
—Tá var eg ov ung at fara
í Útvarpskórið, men so varð
kvinnukór stovnað, tá eg
var 15 ára gomul, og har
slapp eg við, sigur Gunnvør.
Við í Kórum við breið-
fn tónleikainnihaldi
17 ára gomul fór hon at
syngja í Utvarpskérinum,
og síðan hava nógv kór og
serframførslur fingið stuðul
frá Gunnvør. Eitt nú »Cant-
us Borealis>, Havnarkórið,
Eisini var Gunnvør limur í
Suðuroyar Swingkvartett,
fyri nøkrum árum síðan, og
sum var ógvuliga vælum-
tókt. Seinast hevur hon
luttikið í >Carmina Marit-
ima, sum er blandað kór hjá
Paulia í Sandagerði stjórnar.
Kórið hevur júst givið út
fløgu.
— Vit hava seinast luttikið
á Festival í Tivoli í Keyp-
mannahavn, og har vísti tað
seg, at vit vóru væl á hædd
við tað, sum donsk kór hava
at bjóða, sigur Gunnvør
Poulsen.
Viðvíkjandi áhugan fyri
kórsangi, heldur Gunnvør
attað er enn meira stuttligt
at luttaka í dag, av tí nú
verður meira undirvíst enn
áður gjørt fyri at undirvísa
sangarar.
— Munur er á kórum í
Havn og á bygd. Her eru
fleiri kór til at taka, og tí
eru krøvini í summum kór-
um strangari enn í øðrum,
sigur Gunnvør.
Serliga áhugavert heldur
hon tað vera, at útlendskir
kórleiðarar seinastu árini
eru komnir hendavegin at
stjórna. Teir læra kórsang-
arar nógv, sum teir annars
ikki hava møguleika at fáa
kunnleika til.
Útlendskir kórleiðarar
mennandi fyri sangin
— Fremmandafólk eru eis-
ini meira krevjandi, men úr-
slitið hevur verið, at vit væl
kunnu vera við uttanlands.
— Eitt nú var tað hugtak-
andi at arbeiða saman við
m.ø. Willy Gohl, og í Verdi
Rekviem, sum Yacow Berg-
mann stjórnaði, eins og Jo-
hannes Rahe. Hesir hava
allir gagnað kórsanginum í
ríkiligt mát.
— Fyri at taka nakað fram
um annað, so vil eg nevna
Karl Clausen, kórleiðara,
sum hevur serlig evnir at fáa
okkum at syngja. Einaferð
græt hann av gleði, so væl
sangkórið ljóðaði, sigur
Gunnvør Poulsen.
— Hvussu leingi ætlar tú
tær at skipa fyri sendingini
> Á sanganna Veingjum»?
— Eingin hevur spurt meg,
sigur Gunnvør brosandi.
— Ber tað til frameftir at
finna nýtt tilfar?
— Jú, tað kann saktans
lata seg gera, tí eg syngi í
kóri, og ferðist eisini, keypi
flýgur o.s.fr., eins og fólk
geva mær hugskot, so tað
stendur ikki á at finna tilfar,
sigur Gunnvør Poulsen.