Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. august 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 162 — 29. AUGUST 1998 Ove Olsen, tónleikastjóri: tidindabladid UF spælir meira SÆ foroyskan tónleik enn hagtølini visa Ove Olsen, tónleikastjóri í Utvarpi Føroya, sigur, at myndin av, hvussu nógv- an fóroyskan tónleik ÚF spælir, er meira samansett enn tólini í Sosialinum í gjár vísa. Sjálvur hevur hann skálkin við, at KODA ikki altíð avroknar tær rapporteringar, sum ÚF sendir til danska felagsskapin NICLAS JOHANNESEN Hagtølini tala. Men tala tey satt...? ; Tónleikastjórin í UF Ove Olsen er ikki so sannførdur um, at alt ruggar rætt við tølunum fyri 1997, ið vísa, at umleið 83% av tónleiki- num, UF spælir, er út- lendskur, meðan hini 17% er føroyskur tónleikur. Hetta visa annars hagtøl- ini frå KODA. Av teimum 574.084 krónunum ÚF rindaði fyri nýtslurættin til tónleik, endaðu 98.812 krónur aftur í Føroyum. Hetta eru 17% av samlaða gjaldinum og stjórin í KODA Nils Bak segði í Sosialinum hósdagin, at hetta á leið svarar til tað, sum UF spælir av føroysk- um tónleiki. Út frå hesum skuldi tú við gðrum grðum hoyra átta útlensk løg, áðr- enn eitt føroysk lag kom í føroysku luftina í 1997. Ove Olsen er ikki so vísur i, at so er. — Eg trúgvi myndin er meira samansett enn hasi tølini vísa, sigur hann og spælir bóltin víðari til KODA. Ove Olsen vísir á egnar royndir við, at hann hevur rapporterað føroyskar kompositiónir til KODA — men viðkomandi tónaskald hevur kortini ongantíð fing- ið avrokning fyri at verða spældur í UF. Og tað kann so útvarpið so ikki lastast fyri. Betri í Ove rar. at hann veit væl, at tað finnast út- varpsstødir, ið hava ávísa kvotu, tá tað snýr seg um heimligan tónleik. ÚF hev- ur ikki nakran líknandi mál- setning. — Vit hava higartil ikki ásett nakað sovorðið mark. Men líta vit aftureftir og so fram til dagin í dag, so í vist eg onga løtu í, at føroyski prosentsatsurin er stødugt vaksandi. Ove Olsen vísir á, at fyri tíggju árum síðani hevði tað verið ein trupulleiki, um ÚF setti eina ávísa føroyska kvotu. Utgåvurnar vóru tá nógv færri í tali, og tekniska stødi var ikki á somu hædd sum í dag. — I dag kemur hópur av føroyskum tónleiki út, og nøkur stig kunnu sjálvsagt takast. Vit hava fingið eina redaktiónsskipan, har tað er lætt at síggja, hvat verður spælt hvørja viku í ÚF, og har kundi tað verið ein møguleiki hjá okkum heilt tilvitað at sett eitt nú onkra nýggja føroyska útgávu á listan. Vil tað so siga, at pro- gramfólkini sjálvi avgera hvønn tónleik, tey spæla? — Ja, tað vil tað stórt sæð siga. Innihaldið í sendingu- num er teirra avgerð. Hin- vegin hava vit í ávísum av okkara sendingum lagt dent á eitt nú norðurlendskan tónleik — og harundir kem- ur føroyskur tónleikur eis- ini. Ove Olsen vísir tó á, at velur UF at satsa upp á eitt itøkiligt og ávíst tal av før- oyskum spælingum, so leggur hetta eisini óbein- leiðis eitt trýst á tey, sum spæla velja tónleikin til ymsu sendingarnar. Og hóast åbøtur eru hend- Finskar myndir í Norðurlandahúsinum Seinnapartin í gjár lat fotoframsýningin hjá finsku Britt- Mari Friberg upp í Norðurlandahúsinum Britt-Mari Friberg er út- búgvin lærari, men hevur eisini tikið nógvar myndir. Á framsýningin eru myndir av ein av teimum vøkru oyggjunum i Eystursjónum. Hetta er finska oyggin Jur- mo, sum merkir eitt riki av steini. Framsyningin, sum nå er komin til Føroyar, hevur eisini verið í Danmark, og eftir at hon hevur verið í Føroyum, fáa finnar høvi til at síggja hesa vøkru fram- sýning, sum telur 20 lit- myndir umframt svart/hvít- ar myndir. Myndirnar hevur Britt tikið, tá hon hevur verið og vitjað á Jurmo. Tær eru frá øllum árstíðum, og siga frá um avbera góðar nætur við mánalýsi, kavastor mar, og náttúru, sum yvirlivir í hørðum korum, men sum er kensluborin, litrík og vøkur. Britt-Mari Friberg er ein sera virkin fotografur, hon er limur í elsta fotoklubba- num í Finnlandi og hevur vunnið virdislønir í foto- kappingum í Finnlandi. Orð og mynd: jh ar innan redaktiónella um- sitingina seinastu tvey árini, so er UF enn ikki komið líka langt sum eitt nú Dan- marks Radio. Har er valið av tónleiki upp aftur meira automati- serað og koyrir eftir eini tekniskari skipan, sum ÚF ikki hevur enn. Teknikkurin ger tað sostatt lættari hjá DR at hava ein nágreiniliga skipaðan tónleikapolitikk, enn tað er hjá UF. Har er tað framvegis ein- stóku programmfólkini, sum hava at kallað allan av- gerðarrættin, tá ein fløga verður sett í spælaran — før- oysk ella íkki. Ove Olsen: Eg havi verið út fyri at rapportera føroyskan tónleik til KODA, uttan at viðkomandi fóroyska tónaskaldið hevur fingið útgjald fyri hetta frá KODA [fys FØROYA FORNMINNISSAVN 100 ÅR SERFRAMSYNING JULI-SEPTEMBER 1998 FØROYA FORNMINNISSAVN PO.Box I 155 FO-110 Tórshavn Tif. 31 07 00 Fax.31 22 59 www. sleipnir.fo/fms Sýningin er skipað i tveir partar. Við nøkrum urvald- um brotum verður sagt frá seguni og menningini hjá savninum síðani stovnanina, og eisini verður greitt frá ti virksemi, sum fer fram á stovninum í dag Hin parturin snýr seg um gripa- og myndatilfar. ið er innsavnað í Føroyum aftur til byrjanina av 19. eld. Gripir frá danska tjóðsavninum Tjóðsavnið hevur í dag í varðveitslu nakrar hundrað gripir, sum eru innsavnaðir í Føroyum síðani byrjanina av 19. eld. Fornminnissavnið hevur lænt umi. 100 av hesum gripum til Foroya í samband við okkara ser- framsýning, flestu teirra hava ongantíð verið sýndir Framsyningin: Brekkutún 6 FO-188 Hoyvík Tlf. 31 80 76 Upplatingartíðir |. juni — 30. september 1998: Mánadag-fríggjadag kl. 10-17 Leygar- og sunnudag kl. 14-18