leygardagur 29. august 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 162 — 29. AUGUST 1998
13
Ed
fremst eftir Th. M. Strøm,
sum var fakligur undan-
gongumadur og politiskur
slóðari.
Hesa ásannan av tí týdn-
ingi, felagin á lívsleiðini
hevur, vil eg nýta høvi til at
vátta, hóast Sólvá ikki fær
verið her fyrr enn seinna-
partin. Politiskt arbeiði
kundi eg ikki røkt, var ikki
fatan fyri tí í familjuni.
Tolsemi og toleransa
Annars mugu vit systkin |
sanna, at ein serligan eg-.
inleika átti pappa langt út
yvir tað vanliga, nevnliga
tolsemi.
Hann hevði altíð tol og
átti eina toleransu, sum
gekk longri, enn ein kundi
vænta av vanliga kærligum
foreldrum. Ja so nógv
longri.
Ein ótrúligur vilji til at
fata tað, sum bylgdist í okk-
um børnum og roynd at
stuðla, tá vit kendu mót-
gang, og vilji til at liva við í
okkara tiltókum. Gekst ikki
eftir vild, eggjaði hann til
at leggja á aftur.
Eitt lítið privat dómi:
Tit sum kendu eftirnglaran
Berg sum ein lítlan "Provo”
- onkur sigur stóran - við
longum hári, argandi fram-
ferð og víðgongdari uppfat-
an, minnast kanska, at hann
keypti sær sera trongar
buksur. Tær vóru orangsju-
littar á høgru frambrók og
turkis å vinstru, medan bak-
brøkrurnar vóru øvugt littar.
Mamma var um at sålast, ti
slíkt kundi ein ikki fara í
dans í, og appelleraði til
pappa um hjálp.
Men hann visti sum var,
at forboð dugdu ikki og
segði:
“Skal eg siga mína mein-
ing, eru hasar buksurnar
andskræmiliga ljótar, men
torir tú í tær í dans, so taki
eg hattin av fyri tær"
Bergur fekk eina grumma
lagnu í dansinum, tí onkur
fekk gott tak í hetta langa
hárið og dragsaði hann
tvørtur um klubbagólvið.
Politisk sambond
Samferðsluviðurskiftini
vóru ógvuliga lítið útbygd
fram til sekstiårini, ti fórt
tú millum bygdir við Smirli,
Mjólkabátinum ella gekk
yvir fjøll. Hetta gjørdi, at
nógvir álitismenn floksins
vóru nógv hjá okkum, og
summir gistu stytri ella
longri. -
Hetta gjørdi, at vit komu
at kenna n6gvar partamenn
aðrastaðni frå og politiska
pråtid gekk uppå livid, mest
í dagligstovuni, tann stovan,
ein gekk beint innar í frá
úthurðini.
Pappa skapti sær á henda
hátt eitt álitismannanet, sum
gagnligt var, tí organisati-
ónin - floksskipanin - var
veik og lítið útbygd tá.
Hetta kom m.a. mær tilgóða
so seint sum í 7Oúnum, tá
mangir teirra, sum Dam
hevði neyvt sambandi við,
tóku meg til sín, og av sín-
um eintingum góvu góð ráð
og viðmerkingar til kjakið,
sum tá ígjógnum útvarpið
rakk skjótari og longri út í
samfelagið.
Partar av hesi skipan
blivu uppbygdir við stødi í
teirru stóru familjúni.
Fyri okkum, sum ídag
aldri hava eina løtu tøka og
nærum ongantíð vitja skyld-
fólk og vinir, er tað ófatu-
ligt, at ein so sterkt upptikin
maður, sum P.M.Dam,
kundi geva sær tíð til at við-
líkahalda øll hesi sambond.
Var hann heima bara
nakrar agar, so vitjaði hann
í mongum heimum m.a. tey,
har avvarandi av Fylking og
Fiskepigernes Fagforening
búði, men eisini hjá mong-
um partafólkum og vinum.
Tann serliga rutan byrjaði
ofta á Trødini hjá Jens í
Skorti, síðani á Brekkunum,
í Skorti, hjá Agnas, á Tang-
anum, hjá Hjalgrím og Fíu,
í nøkur ár Martin Joensen
og Linu, hjå Honnu å Myru.
Hetta vóru við mínum aln-
amáti langir gongutúrar.
Meðan Dam so var inni,
t. d. á Brekkunum vitjaðu
mong inn at práta ella lurta.
Aðrir túrar gingu út undir
Skorðar, har nógvir parta-
menn búðu, ja sjálvt niðan
í fólkafloksháborgina á
Hamri, tí har búði Dánjal í
Gerðinum, upp aftur aðrar
túrar mong hús í Valinum.
Hesar túrar fór hatturin av
áteljandi ferðir, ja vit plagdu
at flenna at, at tá dunnurnar
nikkaðu fram við vegnum,
fór hatturin automatiskt av
sum svar, tí hann var al-
oftast í djúpari og sterkari
samrødu við onkran, hann
fylgdist við.
Slíka gongd hevði hann
eisini í tey ávísu húsini í
Havn, har hann fekk vent
sínum hugskotum og talað
fyri nýggjum útbyggingar-
ætlanum, sum altíð vóru
fleiri í huga.
Ahaldandi agitation
Petur Mohr Dam var ein
ótrúliga íðin agitator. Ikki á
ein ágangandi og indoktri-
nerandi hátt. Men í tí dulda
ávirkaði hetta, tí tóku so
mong av hansara skúla-
næmingum undir við polit-
isku hugsjónum hansara.
Tey tøkniligu amboðini
vóru fá til slíka agitatión,
ongar teldur, men heldur
ikki fotokopiering ella dupl-
ikatorar.
Ti strongdi hann skrivi-
maskinuna vid 13-14 gjøgn-
umsløgum h6ast bert 9 tey
fyrstu vóru væl nýtandi.
Tey politisku brøvini og
skrivini blivu soleiðis send
til álitismenn úti um landið,
og skuldi fleiri gjøgnum-
sløg nýtast, mátti skrivast
fleiri ferðir, og vóru ungfólk
sum dugdu væl at skriva
uppá maskinu, var hann
sera fegin - og framligur -
til at fáa tey at skriva. Her
hugsi eg serliga um Jákup
Lindenskov og Hans
Hendrik Strøm, men eisini
mong onnur t.d. starvsfólk-
ið á kommunuskrivstovuni
Anna, Poul Øster og Jaspur.
Hinvegin skrivadi P. M.
Dam so túsundir av brøvum
fyri onnur.
Alitismennirnir bóru boð-
ini frá Dam víðari, og hetta
skapti tjak úti um landið.
Indoktrinering?
Eg kendi ongantíð eina til-
vitaða indoktrinering fyri
sosialismuni, men vit fingu
náttúrliga at vita hvat var
uppi, hvussu gekst við teim-
um ymsu projektunum sum
tíðindablaðið SOSlaluFn
AT - Flakavirkinum - Koli-
num - Hvítanesi - Arup o.
s. fr. og teim mongu sosialu
ábótunum og lóggávu ann-
ars, sum hann samráddist
við partamenn í Danmark
og ødrum londum um.
Tey 21 árini, eg var burt-
uri, fekk eg hvønn Tjaldurs-
fart bræv um gll viðurskift-
ini hjá familjuni, men ofta
við onkrum ókommenterað-
um politiskum máli ella
virkisætlan.
So helst hevur hann
ynskt, at eg skuldi hava pol-
itiskan førning um brúk
bleiv fyri tí, men eg haldi
ongantíð hann beinleiðis
nevndi, at eg skuldi spæla
ein politiskan leiklut.
Kanska tí hetta umhvørvi
kundi vera nokk so beiskt.
At so var sannaðu vit
skjótt sum børn, men vit
treiskaðust móti ágangi og
lærdu at sletta tað av okk-
um.
Petur Mohr Dam hevði
eina ótrúliga arbeidsorku:
Túsundir av brøvum, nógv
fundarvirksemi saman við
starvsfólki og umboðum í
kommununi, AT, Fylking,
Fiskepigerne o.s.fr. Minnist
mangan hvussu Hans Hend-
rik varð spentur fyri, bæði
meðan pappa var burturi, og
tá hann var heima.
Hvussu hesi fólk hava
kent seg, veit eg ikki, men
mær kom tað fyri, at hann
bant alt saman í eitt net,
familjuna, vinfólk, samar-
beiðsmenn og kvinnur,
starvsfólk har hann virkaði
og sjálvandi partamenn um
alt landið.
Avrikið 1959-63
Ikki fyrr enn 60 ára gamalur
kom P. M. Dam í landsins
hægsta politiska starv, men
umsitingin í Tinganesi var
veik og lítið útbygd. Tá
komu hansara arbeiðsevni
til sín rætt. Tí frá 1959 til
1963 svaraði hann persón-
liga hvgrjum einasta brævi
við lítlari frásøgn um, hvag-
ar málið var sent til viðgerð-
ar og nær avgerð kundi
væntast.
Tað var eisini ótrúligt
hvat kundi skapast og bleiv
skapt hetta fýra ára skeið.
Tað kom okkum fyri, at
hann evnaði eini 3-4 ting
ísenn. Skriva, lurta, tala í
telefon, durva sekundir ell
eitt minut, men kortini svar Í
ella leggja uppí prátið, sum
var innandura. 7
Alt tóktist hann hava tíð
til, sjálvt at tala við heilt ung
fólk, sum tímdu at lurta,
vóru tikin í sama álvara.
Mótsteða - Vónbrot -
Nýggj åtøk
Skal enda vid at minna å, at
Petur Mohr Dam vóru nógv
vónbrot fyri.
M6tstødan var hørð og
ágangurin ræðuligur. Verk-
ætlanir brustu og virki, fing-
in á fótur við bit og slit, fóru
av knóranum. Í 29 ár av
hansara 40 tingárum sat
flokkurin í andstøðu, men
kortini haldi eg nógv stend-
ur eftir sum politiskir varð-
ar.
Tí hann fall ongantíð í
fátt. Kundi kennast tyngdur
stutta tíð, men var so aftur í
virki fyri nýggjum hugskot-
um og ætlanum. T.d. haldi
eg, at hann sama dag sum
Ragnhild og Petur Mohr Dam giftingarárið 1930
gjørt var av, at AT ikki
skuldi fåa studul, før undir
nýggja arbeidsskapandi ætl-
an.
Bert eitt bræv havi eg
funnid, har hann tosar um
at leggja frå sær, og tad er
aftaná eina órættvísa skuld-
seting frá partamanni, sum
ikki kundi taka undir við
eini tungari politiskari
semju, sum neyðug var í-
millum Javnaðarflokkin,
Sjálvstýrisflokkin og Sam-
bandsflokkin.
Har verjir hann sína
stóðu, men sigur, at tað lætt-
asta var um hann legði frá
sær.
Tað gjørdi hann tó ikki,
Øll børnini; verdøtur og versynir. Innfeld sæst Durita.
Aftanfyri úthurðin, sum Atli Dam nevnir i røduni
og teir bådir gjørdist væl
aftur seinni. Hann legði ikki
frå sæt, men kroppurin -
hylstrið.
Seinastu orðini
segði, vóru:
> — Eg havi gjørt mítt
besta — Eg elski tykkum
øll.«
hann