leygardagur 29. august 1998síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
12
tidindabladid SOL
Nr. 162 — 29. AUGUST 1998
Atli Dam sigur frå påpa sinum:
— Eg havi gjørt mitt besta
eg elski tykkum øll…
Til JavnaGarstevnuna, sum var í Trongisvågi bað fyri-
reikingarbólkurin Atla Dam tala um pápa sín sum
privatpersón
Atli P Dam
Tað havi eg skilt soleiðis,
at tað minni er um politikk
Petur Mohr Dams, men
meir um hann sum privat-
persón og pápa. Um lívsins
gongd í einum so politiskt
merktum heimi, ja ein kann
siga burturav politiskum
heimi
Hvussu tað gekst hjá hon-
um at fáa stundir til av vera
pápi, og at hava ein ger-
andisdag saman við sínum
tandi kann eg
vegna øll okkum systkin
siga, at vit meta okkum at
hava haft ein góðan og
tryggan barndóm og ung-
dóm við ógvuliga nærum
ulknýti til heim og foreldur,
familjuna hjá teimum í
bæði borð, og hon var, sum
kunnugt, sera stór - 17
n fastrar, mommu -
og påpabeiggjar - og hon
vaks allatíðina
Harumframt blivu vit
knýtt at hópi av fólki, sum
familjuliga ella politiskt
vóru í umhvervinum hjá
foreldrunum, eisini vóru
nógvir sera góðir grannar,
har tilknýtið var út um tað
vanliga.
Mamma var fostrað í
Skorti hjá Jacobinu og Ced-
erfeldt, og pappa hevði
fyrstu árini á Tvøroyri til-
hald hjá Agnas, so alt tað
umhvervið gjørdist okkara,
hartil serligu vinir teirra.
Fyri meg var tað náttúr-
ligt at hava í minsta lagi 3
ommur, og tá var Såra Mar-
ia ikki íroknað, men omman
á Brekkunum, Binomman í
Skorti, Mýruomman á
Tanganum ella Agnas.
Eisini áttu vit Lisabeth
hjá Rudolf sum reserva-
mammu, hóast hon hevði
nóg mikið at síggja til við
sínum nógvu børnum.
Øll hesi fólk - nær tilknýtt
- komu til okkara nærum
sum húsfólk. Hartil hundr-
aðavís av fólkum í grindum
til P. M. Dam, politiskum
og privatum
Taðkundi tí ofta kennast,
sum livdu vit á "Fredericia
Banegaard" har, sum kunn-
ugt, flestu ferðafólk skifta
tok.
Miðdepulin í øllum hes-
um var sjálvandi Petur
Mohr Dam, sum fáar letur
kundi leggja arbeiði sítt ella
uppgávurnar fyri onnur til
viks og taka sær av lettum
Kortini kendu vit hver
sær, at hann altíð hevði tíð
til okkum, sum Th. Michael
segði ígjár. Vit kendu, at
hann hevði tíð til at lurta,
Á stevnuni á Tvøroyri legði Jóannes Eidesgaard. formaður
Javnaðarfloksins krans á grøvina hjá Petur Mohr Dam
tíð til at taka sær av okkara
trupuleikum, og var til reið-
ar at geva góð ráð.
Sum nevnt komu i hundr-
aðatali av menniskjum, sum
hildu, at Dam kundi hjålpa.
Fyri okkum, sum t.d. høvdu
glett okkum til at siggja
pappa, tå hann kom aftur av
ferd, var tad ofta skuffandi,
at beint sum Smiril var
komin, vóru tey flest í tali.
Sovorðnar letur lærði ein,
at okkurt kundi koma fram
um okkum og okkum
longdist eftir, at stovan
skuldi gerast tóm ella pappa
fáa stundir til at koma uttar
í køkin, sum sjálvandi so-
statt gjørdist miðdepulin í
húsinum.
Men ásett vitjunartíð var
ongin. Hon var tá Dam var
á Tvøroyri.
Tað er nokk so lýsandi,
at fyrstu orðini, Bjarma
systir dugdi at siga vóru:
“Dam inni!"
Heim okkara hevði soleiðis
eina breiða hurð úteftir, men
vit fingu eisini, sum tey siga
í dag, eitt stórt “input" ella
ávirkan uttan úr sam-
felagnum, lokalt, úr oynni,
nordaneftir og úr útheimi.
Okkurt heilt privat
Kortini áttu vit ein part eftir,
sum bara var okkara. Tað
sum pappa nevndi “Reiðr-
10”, sítt reiður, okkara reið-
ur, har hann treivst ótrúliga
væl, og har vit meta, at hann
kendi seg veruliga lukku-
ligan. Hann var ótrúliga
stoltur av konu síni, og hon
hinumegin gjørdi tað, hon
var ment fyri at varðveita
“Reiðrið" fjálgt og gott, og
hevði - sum nógvar sjó-
manskonur - langar tíðir á-
byrgd einsamøll av hesum
reiðri, tí telesambandið ella
sambandið út hagar, sum
pappa var, var ikki nær
námind tað sama sum nú.
Eg haldi, at pappa kendi
seg nema styrki úr Reiðri-
num, inspiratión og kraft til
tað ótrúliga arbeiðsavrik,
hann framdi igjøgnum alt
lívið. Og her lá mammusa
partur ikki eftir. Húsini vóru
ikki eins stór tá, sum nú,
men rættuliga stór at halda
samstundis sum takast
skuldi ímóti so serliga
nógvum fólki, og hartil
longri tíðarskeið eiga á-
byrgd eisini av fíggjarviður-
skiftunum.
Undir krígnum var hetta
lættari sagt enn gjørt, tí lær-
arar stóðu lønarliga stórt
sæð í stað fram til 1948/49,
hóast eina dundrandi lønar-
inflatión krígsárini.
Pappa hevði tó fram um
aðrar lærarar nakað av
nevndarsamsyningum og
bleiv í 1947 fólkatingsmað-
ur, men kortini onki at vera
rúmmiskur við, og ofta var
ongin annar kassi at fara í
uttan hansara egni, tå ein
hjálpandi hond skuldi veit-
ast fyribils, ella tað kundi
blíva ein ella onnur kautión.
Hesi viðurskifti vistu vit
børn væl um, tí foreldrini
taladu rættuliga opid vid
okkum um slikt, og tad var
helst ikki vanligt tå.
Ti kann eg eisini fortelja,
at tað mangan bleiv gingið
nokk so nær fyri at fáa til
kostnaðin av at reka pol-
itiskt virksemi, og einaferð
manglaði 2 oyru í at fáa til
frímerkið, sum skuldi fáa
tilfarið til Sosialin norður.
Hver skuffa varð vend og
mamma fann 2 oyru.
Nú skal hetta ikki vera
mát fyri, hvussu vit sótu í
tí, tí í mun til so mong onnur
1939 í garðinum við sethúsini. Ragnhild, Signar,
Bjarma, Atli, Finngerð og Petur. Við síðuna av sæst
Bergur, sum er føddur 14 ár seinni enn Signar
æ
heim høvdu vit tad sosialt
og figgjarliga gott og trygt.
Og hinvegin vóru mong,
sum av sínum eintingum
stuðlaðu, tá val var í
hondum.
Legði merki til í einum
Sosiali frá sekstiárunum, at
eitt valstrid hevði kostað
29.000 kr. harav 21.000 kr.
vóru savnaðar inn ímillum
limir.
Hetta sigur nokk so nógv,
tá haft verður í huga, at fak-
rørslan ikki stuðlaði fíggj-
arliga, sum í ødrum lond-
um. Einaferð játtaði Fylking
tó nakrar hundrað krónur í
valgrunn.
Skyldfólkini
hjá Ragnhild
Sum viðurskiftini vóru, har
pappa ikki fekk gjørt stór-
vegis kropsligt arbeiði
vegna veikan rygg, so studl-
aðu abbin Th. Michael og
mammusystkini sera nógv
í slíkum málum.
Pappa var ótrúliga glaður
fyri verforeldur síni og
svograrnar og svigarinnur-
nar, hann fekk igjøgnum
Ragnhild. Hann var góður
við tey øll, royndi at gerast
teim líkur so hann - hóast
ikki sudringur - var góð-
tikin.
T.d. sigur Bergur, at hann
væl nøgdur lærdi seg at
salta spik og handfara tvøst-
ið, tí tað hevði hann frá Ola,
sum var formaður á grinda-
báti okkara, og hartil autor-
tetur í grindabýtinum.
Sjálvur haldi eg nú, at eg
lúrdi Ola kynsturin av longu
sum stórur smådrongur.
Tað eg vil siga við hesum
er, at ongin politikari er
virkisførur uttan eitt bak-
land, sum riggar, og vid
mammu fekk P.M.Dam sin
dyggasta studul og sam-
stundis eitt sterkt og ótrú-
liga vidfevnt bakland av
mentaðum fólkum vid hug-
sjónum, djørvum tankum
og vilja til at stríðast fyri
teimum, Hetta fyrst og