Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. august 1998síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

————— SR —"—"——. ÉT Nr. 162 — 29. AUGUST 1998 tidindabladid 15 ITROTTUR søstalurin, box 76, 110 tørshavn - tlf 31 18 20 - fax-31 47 20 TB hevur skift venjaran ut Fótbóltur: Egil Steintórsson skal standa á odda í bjarg- ingarroyndini hjá tvøråmonnum Tvgrámenn skulu í morgin norður til Fuglafirdar at spæla fyri lívinum í bestu deildini, og teir fara norð- urum við nýggjum róðurs- manni. Zoran Pavlovic, sum hevur verið spælandi venj- ari í fjør og í år, er ikki vid í ferðalagnum. Nýggjur venjari er Egil Steintórsson, sum í 1987 var spælandi venjari, tá TB vann FM heitið. — Hetta er ein keðilig stóða, men vit kendu okkum noyddar á onkran hátt at loysa upp. Vit kunnu íkki liggja lægri, enn vit gera, og tí hevur nevndin gjørt av at taka hetta stigið, sigur Finn Thomsen, formaður í TB, og hann útgreinar: — Vit hava ongantíð vunn- ið í ár, og vit eru trý stig frá næstaftasta plássinum. Vit halda nógv av venjaranum, Zoran Pavlovic, sum vit hava verið sera glaðir fyri bæði í fjør og í år, men vit kendu á okkum, at akkurát nú var neyðugt at taka okk- urt stigið. Tað eru framvegis fimtan stig eftir at spæla um, og tað ber framvegis til at bjarga okkum undan nið- urflyting, og tí hava vit heitt á Egil Steintórsson um at hjálpa okkum. Finn Thomsen sigur, at uppleggið frå nevndini var, at Egil Steintórsson skuldi sita á beinkinum sunnudag og saman við Pavlovic leggja taktikk og at Egil Steintórsson skuldi hava endaliga ábyrgdina. Ætlan- in var at Pavlovic skuldi standa fyri venjingini gjøgnum vikuna og spæla við, men venjarin vildi íkki ganga undir hesa loysnina. — Og tað skilji eg innast inni væl, ásannar TB for- maðurin, sum eisini veit at síga, at á Tvøroyri eru tey sera hørm um, at nú missa tey nógv avhildna ung- dómsvenjaran, ið hevur ver- ið avbera væl dámdur. Aleksander Radosavlje- vic skuldi í gjár geva boð um, um hann heldur fram sum spælari. Tað hevði hann ikki, tá vit tosaðu suð- ur. — Vit missa ein og kanska tveir góðar spælarar, og tað er harmuligt, men vit kendu, at nú var neyðugt at taka hetta stigið. Spælararnir vórðu kunnaðir á fundi hós- kvøldid, og teir góðtóku uppskotið hjá nevndini, sig- ur Finn Thomsen. Hjá TB er annars Jón Tórður Holm leikbannaður. Dan og Tórður Mortensen vóru ikki við seinast, men teir eru báðir tøkir aftur. IF fleiri leikbann Fuglfirðingar ásanna, at teir so langt í frá eru íkki leysir av niðurflytingarvandanum, men teir halda, at um teir ikki tapa í morgin, so er sannlíkið fyri beinleiðis nið- - teldupost til ítróttin: emile sostalurin.fo Å XI Lesið eisini ítróttin á Internetinum www.sosialurin.fo I Egil Steintórsson var í 1987 spælandi venjari hjá TB og tá vunnu teir meistaraheitið. Nú skal hann aftur royna seg sum venjari hjá sama liðið urflyting mest sum burtur. Einki er at ivast í, at upp- gávan í morgin verður ser- liga torfør, nú TB roynir at vaska talvuna og so at siga at byrja av nýggjum. IF noyddist at skifta bæði Jazek og Piotr út úr mið- verjuni í 1. hálvleiki, tá teir vóru í Gundadali sunnudag- in. Jazek, sum hevur havt trupulleikar við knænum, var til venjingar aftur hós- kvøldid, og teir rokna við, at hann verður við. Piotr hevurframvegis trupulleik- ar í hælsinuni, men tað er sannlíkt, at hann fer at spæl- a. Høgni Hansen var leik- bannaður síðsta vikuskifti, og í fyrradagin fekk IF boð frá FSF um, at hann er eisini leikbannaður i morgin. Mortan Thomsen fekk gult kort móti B36 og er leik- bannaður. Eyðálvur Peter- sen var leikbannaður sein- ast, men er tøkur aftur Tá IF og TB spældu á Sevmýri var úrslitið 2-2 Hetta var eisini úrslitið, tá hesi bæði liðini síðst spældu landskappingardyst í Fugl- afirði. Tað var í 1996. Í 1994 vann TB 2-1 í Fugla- firði, og í 1993 vann IF 3- 2. I 1997 var TB í 2. deild, og i 1995 var IF í 2. deild jh Troyttir Glarar moti skerda Kl Fótbóltur: Bæði liðini hava fleiri leikbann at dragast við Í dag koma gøtumenn aftur úr Ungarn, og í morgin fara teir um Leirviksfjørd at dystast móti klaksvíking- um. GÍ hevur mist møgu- leikan fyri Europa Cup lut- tøku komandi år, men teir royna at billa sær inn, at teir hava møguleika at røkka Intertoto Cup. KÍ hevur framvegis ein lítlan møguleika at vinna FM, og tað spæla teir fyri, og undir øllum umstødum vilja teir hava næstfremsta plássið, sum B36 hóttir teir á. Brødur leikbannadir Pauli og Magni Jarnskor fingu gult kort, tå GI tapti móti HB, og tað rakti meint, tí báðir fara at sita uttanfyri við leikbanni í morgin. Tá GI knøpp tvey' sam- døgur eftir fyrra Europa Cup dystin tapti í Vági var tað týðuligt, at fleiri spæl- arar ikki vóru komnir fyri seg eftir altjóða stíðið. Við hesari royndini í huga kann tað hugsast, at Johan Niel- sen velur at gera onkrar broytingar eftir mødsomu ferðina og stóra tapið í Bud- apest. Kortini svíða Kurt Mørkøre var leikbann- aður, tá KÍ var í Runavík, men hann er við aftur. Tað er John Hansen, sum hevur drigist við ein lærskaða, eis- ini, og Jan Joensen verður helst við í hópinum og kans- ka á vøllinum. Hann hevur vant við brotnum kjálka- beini, men nú skuldi tað verið samanaftur voksið. Allan Joensen hevur verið smáskaddur, men hann verður við. Harley Bertholdsen og Soran Mancic fingu reyða kortið í Runavík og eru tí- skil leikbannaðir. Rógvi Jacobsen fekk gult kort og er eisini leikbannaður. Tað hevur ljóðað, at onkur klaksvíkingur skuldi fáa reyða kortið í umklæðing- arrúminum, men frá FSF hava vit fingið at vita, at hetta er ikki so. Tá KÍ var í Gøtu endaði tað 2-2. Í fjør vann GÍ 5-4 í Klaksvík, og minnisríka stríðið í 1996, tá Jens Mart- in Knudsen varð rikin av vølli, og Kurt Mørkøre lat seg skifta út, endaði við 1- O sigri til Kl. jh Vågbingar skerdir moti havnamonnum Fótbóltur: Magni á Lakjuni verður nú fastur fúsur hjá HB Lagið er gott í HB. Fleiri av viðhaldsfólkunum eru farin at rokna uppá, nær FM heitið teoretiskt verður vunnið, og um tað skuldi hent, at B68 og GÍ í morgin vinna móti ávikavíst B36 og KÍ, ella um hesir dystirnir enda við javnleiki, so er HB í hvussu so er níggju stig undan teimum næstbestu, og tå vera fýra umfør eftir at spæla, og so er ikki torført at rokna seg fram til, at tað fer at bera til at fegnast um FM, tá B68 13. september kemur í Gundadali. Teir, sum spæla við HB og annars hava við liðið at gera, eru meiri sinniligir, og tað er væl skiljandi, tí vág- bingar hava ofta gjørt um seg í Gundadali. Síðst teir gjørdu tað var í fjør og í fyrraárið, tá teir báðu ferð- irnar vunnu 2-1, og at vág- bingar hava gott tak á HB sæst eisini í, at VB var fyrs- ta liðið, sum í ár tók stig frá oddaliðnum. Tá var úrslitið -1. HB vann í 1995 2-0 móti Sumba/VB. Síðst HB vann móti VB í Gundadali var í 1993 (VB var í 2. deild í 1994), tá teir vunnu 2-0. Ymiska manning Tað eru ymiskir trupulleik- ar, sum tey bæði liðini hava at dragast við. Hjá VB, sum framvegis heldur seg hava hampuligar møguleikar fyri at røkka Intertoto Cup plåssinum, sum teir høvdu í summar, eru Eyðun Kjær- bo og Milan Culjic leik- bannaðir. Magni Mohr fekk eisini gult kort móti B68, men hann er ikki leikbann- aður og kemur heim aftur úr Danmark at hjálpa skerd- u lidfeløgunum. Jón Pauli Olsen var leikbannaður móti B68, men hann er tøk- ur aftur. Trupulleikin hjá HB venj- aranum er meiri positivur. Hann hevur nógv fólka at velja ímillum. Eingin er leikbannaður og eingin er skaddur. Magni á Lakjuni var ikki við móti GI, men i hesi vikuni er hann fluttur heim úr Danmark, og spurn- ingurin er so, hvussu venj- arin velur at blanda kortini jh Meir fotboltsupptakt å sidu 18