Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. august 1998síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

16 tidindabladid SOS! Størsta trýstið er å teimum Leiftur-venjarin Påll Gudlaugsson vaks upp i ÍBV, sum í morgin spælir steypafinalu móti júst Leiftur. Emil L. Jacobsen og Alvur Haraldsen av Olavsfirdt Tað er eingin ioyna, at ÍBV av Vestmannaoyggjunum er favorittur at vinna íslendsku steypafinaluna, sum verður spæld á Laugardalsvølli- num í Reykjavík klokkan 16.00 føroyska tíð Leiftur-venjarin Påll Guðlaugsson er eisini greið- ur yvir hetta ÍBV er í løtuni á odda í landskappingini, og hetta er triðja árið á rað, at teir eru í steypafinaluni, sigur Páll Men tað ger eisini, at mesta trýstið liggur á teim- um, sigur fyrrverandi før- oyski landsliðsvenjarin, sum kennir sítt mótsteðulið í morgin sera væl. Páll er sjálvur ættaður av Vest- mannaoyggjunum, og tað var í ÍBV, at hann í sínum ungu døgum vaks upp og fekk sín grundleggjandi lær- dóm sum fótbóltsspælar: Men í morgin heldur hann sjálvandi við Leiftur Ikki bangin fyri toppskjútta Vandamiklasti maðurin hjá ÍBV er Steingrímur Jóann- esson. Hann er áleypari og hevur higartil í ár skotið 16 mál í úrvalsdeildini. Metið er 19 mál, og í Íslandi verð- ur roknað við, at hann fer at taka hetta metið. Jens Mart- in Knudsen hevur eisini spælt móti hesum Stein- grími Jóannesson, og hann hevur sína hugsan um ís- lendska toppskjúttan: - Eg dugi illa at skilja, hvussu hann hevur fingið so nógv mál. Tá vit spældu móti teimum her á heima- velli, sást hann næstan ikki á vellinum, sigur Jens Mart- in Men Leiftur-verjan man ivaleyst fara at ansa væl eft- ir hesum vandamikla mann- inum, og Jens Martin roknar eisini við einum jøvnum og spennandi dysti í morgin. - Tað verður allarhelst ein javnur dystur millum tvey jøvn lið. Vit fara ivaleyst at royna at lokka teir fram, og so royna vit at fáa okkurt burtur úr okkara kontraá- lopum, sigur føroyski lands- liðsmálverjin, ið sum vera man er spentur til dystin, men ikki ovurspentur. Tað sama heldur Uni Arge, sum heldur ikki hevur havt svøvnleysar nætur hesa vikuna. Báðir hava royndir frá landsliðnum og hava verið við í fleiri føroyskum steypafinalum, og tí er ein íslendsk steypafinala við eini 5.000 áskoðarum á tjédarleikvøllinum hjá ís- lendingum ikki keilt so ræð- andi, sum ein annars kundi trúð. Jens Martin og Uni sjålvskrivadir Páll Guðlaugsson kann stilla upp við nærum sterk- asta liðið, hann eigur. Men verjuspælarin Julius Tryggvason er skaddur og verður neyvan við. Hann er vanliga liðskipari, so tað er sjálvandi ein smeitur fyri Leiftur. Páll hevði annars longu sett liðið hóskveldið, og bæði Jens Martin og Uni eru sjálvskrivaðir millum teir ellivu, sum byrja inni. Jens Martin verður mettur millum tríggjar teir bestu málmenninir í Íslandi í løt- uni, og sjálvur sigur hann, at hann ongantíð hevur ver- ið so væl fyri sum júst nú. Og Uni er millum málsókn- astu spælarar í landinum í løtuni og er sterkasta álops- vápnið hjá Leiftursmonn- um. Leiftur vandi héskvøldid, og fyrrapartin fríggjadagin var aftur venjing, áðrenn liðið í dag fer til Reykja- víkar Vanliga tá Leiftur spælir í Reykjavík, fara teir avstað sama dag til Akureyrar og so víðari við flogfari til høv- uðsstaðin, men hesaferð fara teir dagin fyri, so teir kunnu vera heilt úthvíldir til tann stóra dystin. Men tað eisini tað einasta frávikið frá tí vanliga, hóast dysturin í morgin verður tann týdn- ingarmiklasti í søgu Leift- urs. Felagið spældi fyrstu ferð í bestu deildini í 1988, men flutti niður aftur nøkur få ár seinni. Men seinnu árini hevur liðið bitið seg fast í úrvalsdeildini, og nú er tað so komið í steypafinaluna fyri fyrstu ferð. 700 av 1.100 fara til dystin Og áhugin á Ólafsfirði er øgiligur. Tað búgva umleið 1.100 fólk í bygdini, og 700 av teimum ætla sær til Reykjavíkar at síggja dyst- in! Harumframt frættist um millum 400 og 500 ólafs- firðingar, ið búgva á Suð- urlandinum, sum eisini fara til dystin. Tað búgva eisini nógvir føroyingar í Íslandi, og bor- ið er so í bandi, at føroy- Nr. 162 - 29. AUGUST 1998 Páll Guðlaugsson er sjálvur ættaður av Vestmanna- oyggjunum, sum í morgin spæla íslendsku steypafinal- una móti Leiftur, har Páll í dag er venjari ingafelagið í Reykjavík hevur sent bræv út til allar sínar limir, har teir verða bodnir vælkomnir til dystin. Og væntandi koma eisini heilt fitt av føroyingum við flúgvaranum úr Vágum í dag, so stuðulin til Leifturs- menn neyvan fer at standa aftanfyri tann, ið eitt lið úr Reykjavík, sum hevur 130.000 íbúgvar, hevði fingið. Á Ólafsfirði verður eisini nógv gjørt burtur úr til tann stóra dystin. Fløgg og t- shirts eru gjørdar i sam- bandi vid finaluna, og skip- að verður fyri fleiri uiltøkum bæði í kvgld og í morgin. Klokkan 13.45 byrjar skrúðgonga við viðhalds- fólkum hjá bæði Leiftur og ÍBV, sum kemur til Laugar- dalsvøllin klokkan 14.00. Viðhaldsfólkini skulu vera í litunum hjá sínum liði, so karmurin um finaluna verð- ur uttan iva stórsligin. Før- oyingar halda ivaleyst við Leiftur, og tí loyva vit á blaðnum okkum eisini at siga: Leiftur framå! Uni Arge kann skriva seg inn í íslendsku fotboltssøguna Um Uni Arge ger mål i morgin, er hann tann fyrsti, sum hevur megnað at skorað i øllum dystunum i íslendsku steypakappingini ' ni Arge hevur i morgin møguleika fyri at avrika akað heilt serligt í is- lendskum fótbólti. Um hann megnar at skora móti ÍBV, verður hann tann fyrsti nakrantíð, sum hevur skotið mál í øllum steypadystu- num, sum liðið hevur spælt í einum kappingarári Tá Leiftur í fyrsta umfari av steypakappingini spældi móti Tindastóll, vunnu teir 5-0 á útivelli, og Uni skeyt tvey av málunum. Í 2. um- fari gjørdi Uni aftur tvey nál, tá Leiftur vann 4-2 á KVA. Fjórðingsfinaluna móti Víkingi vann Leiftur 2-1, og her var Uni Arge eisini annar av málskjúttu- num. Og tá Leiftur vann sera tøttu og spennandi hålvfinaluna móti Grinda- vík 2-0, gjørdi føroyski landsliðsáleyparin = eisini sína skyldu við at skora annað málið (málini hjá Leiftur komu í 84. og 8 minutti) Sostatt kann Uni, um hann eisini klårar at finna málið í finaluni í morgin gerast søguligur, tí so hevur hann skorað í øllum steypadystunum, og tað hevur eingin megnað fyrr Sjálvur sigur Uni, at tað tydningarmesta er, at Leift ur vinnur, men tað hevði ivaleyst gjørt sigurin enn søtari, um tað nú skuldi hent, at fyrrverandi HB- framherjin eisini fekk okkurt málið. Um Uni Arge megnar at skora í morgin, skrivar hann seg samstundis inn í islendsku føtbøltssøguna