Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-29, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. august 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 152 — 29. AUGUST 1998 tíðindablaðið SOS—alun Bæði Jens Martin Knudsen og Uni Arge eru lyklaspælarar á Leiftur- liðnum hjá Páll Guðlaugsson Emil L. Jacobsen og Álvur Haraldsen av Ólavsfirði Í hesum døgum verður tað alsamt vanligari, at feløg í eitt nå Onglandi styrkja seg við spælarum úr øllum møguligum londum, bædi i Europa, Afrika og aðra- staðni frå. Hetta er ikki heilt so van- ligt f Islandi - enn - men eitt felag hevur eftirhondini so nógvar útlendingar á lid- num hjá sær, at tað hevur fingið eyknevnið "lið sam- eindu tjóða", og tað liðið er Leiftur av Ólafsfirði. Um- framt íslendingar spæla í løtuni tveir føroyingar, ein dani, ein skoti, ein slovaki og ein nigerianari við Leift- ur. Og venjarin Páll Guð- laugsson hevur eitt íslendskt navn, men hevur búð í Før- oyum í 19 ár. Teir ellivu, sum byrja í finaluni í morg- in, eru: Jens Martin Knud- sen (Føroyar) - Peter Ogaba (Nigeria), Andri Marteins- son, Steinn Vidar Gunnars- son, - Kåri Steinn Reynis- son, Baldur Bragason, Påll Gudmundsson, Paul Kin- naird (Skotland), John Ni- elsen (Danmark) - Rastislav Lazorik (Slovakia), Uni Arge (Føroyar). Við ødrum orðum eru seks av teimum ellivu ikki- íslendingar. Tað er kortini loyvt at hava allar hesar við á liðnum ísenn, tí spælarar úr ES-londum verða ikki mettir sum útlendingar í fót- båltshøpi, og tað verða før- oyingar heldur ikki. Nigerianskur lands- liðsspælari og skotsk- ur steypavinnari Peter Ogaba hevur fyrr roynt seg í millum annað spanska felagnum Compo- stela og var í portugisiskum fótbólu, áðrenn hann kom til Leiftur. Harumframt hev- ur hann spælt átta A-lands- dystir fyri Nigeria og var eisini við í HM-finalu bæði sum U16- og U21-lands- liðsspælari (tapti báðu ferð- irnar). John Nielsen kom úr enska felagnum Southend, og Paul Kinnaird, sum er ein tann týdningarmesti maðurin á liðnum, hevur eina fortíð í skotska felag- num St. Mirren, sum hann tríggjar ferðir hevur verið skotskur steypavinnari sam- an við. Umframt føroying- arnir eru tveir av íslending- unum eisini landsliðsspæl- arar. Teir eru Andri Mart- einsson, sum hevur um- boðað land sítt 22 ferðir, og Baldur Bragason, sum hevur 5 "landsleikir". Tað hevur verið trupult at fingið allar hesar at spælt saman sum eitt lið, ikki minst tí Leiftur seldi heili átta spæl- arar til útlendsk feløg í fjør. Sostatt hevur Páll Guð- laugsson verið noyddur at bygt eitt spildurnýtt lið upp, og til tað hevur hann fingið 13 nýggjar spælarar til fel- agið. Føroyingarnir eru lyklaspælarar Jens Martin Knudsen og Uni Arge, sum Påll jå kenn- ir væl år Føroyum, eru tveir av lyklaspælarunum saman vid skotanum Paul Kinnaird og aftasta manninum Andri Marteinsson. - Tað var sera trupult í byrjanini, tf allir spælararnir ikki vóru samladir. T.d. kom Uni Arge ikki fyrr enn kappingin longu var byrjað, og Baldur Bragason høvdu vit leigað út til eitt grikskt 1. deildarlið fyri veturin, so hann var heldur ikki tøkur frá byrjan, greiðir Páll frá. - Sum juni gekk, komu spælararnir at kenna hvønn- annan eitt sindur betur, og síðani byrjanina av juli mánaði hevur framgongdin verið stødug, og nú eru vit so komnir fram til finaluna í steypakappingini og liggja hampuliga væl fyri í lands- kappingini eisini, sigur Páll. Eftir at 14 umfør eru spæld av landskappingini, lá Leiftur á fjórða plássi við 21 stigum. Ovast er ÍBV av Vestmannaoyggjunum við 29 stigum, KR hevur 27 og IA 25 stig. Tíggju lið eru í bestu íslendsku deildini, so har eru fýra umfør eftir at spæla. Uni Arge og Jens Martin Knudsen eru tveir av lykiaspælarunum á Leiftur-liðnum hjá 17 Reykjavík í morgin „Jens Martin Knudsen fer at gera sítt til, at Leiftur fer at vinna steypafinaluna, sum verður á vøllinum í Laugardali í Tveir føroyingar á „liði sameindu tjóða:- - Men eg má siga, at tað hevur gingið skjótari enn væntað at fingið spælarar- nar at virka saman sum eitt lið, sigur Páll, sum vísir á, at liðið í byrjanini av kapp- ingini tapti fleiri dystir, tí teir tá enn vóru ov óskipaðir og ikki kendu hvønn annan nóg væl. Leiftur-venjarin torir utt- an at blunka at siga, at hevdi alt liðið verið savnað frá byrjan, høvdu teir verið fremst í kappingini nú. Og tað er eisini málið fyri 1999. Hetta skal gerast við somu spælarum sum í ár - Jens Martin og Uni íroknaðir - umframt eini tveimum gðr- um sterkum íslendingum, sum í løtuni spæla niðri á europeiska meginlandinum. Eitt reint Bábelstorn Páll Guðlaugsson setir stórt álit á teir báðar føroyingar- nar, og hann veit eisini, hvat teirra dygdir eru. Páll Guðlaugsson. Og teir eru eisini partur av framtíðarætlanunum fyri liðið hjá Pålli - Fyri Una hevur tað verið eitt sindur trupult, tí hann og hin áleyparin eru ngku- lunda sama slag av fótbólts- spælarum. Teir eru báðir rættiliga sjålvsøknir - tå møguleikin lúrir, royna teir sjálvir, hóast tað kanska onkuntíð hevði verið ein betri loysn at spælt hin. Eg ivist ikki í, at Uni hevði ver- ið enn betri fyri Leiftur, hevði hann havt ein makk- ara, sum ikki var júst tann sama typan sum hann, sigur Páll Guðlaugsson. - Fyri Jens Martin hevur størsti trupulleikin verið, at spælararnir í verjuni hjá honum eru úr fleiri ymsuri londum og tosa ymisk mál. Serliga í byrjanini gekk tað striltið, eisini tí Jens Martin sjálvur tosaði sítt egna mál. Men tað er eisini so gott sum komið upp á pláss nú, sigur Páll. Stórur áhugi Føroyingarnir eru sera væl umtóktir á Olafsfirði, og serliga nú steypafinalan stendur fyri framman, snýr tosið í bygdini seg so at siga bert um fótbólt. Spælararnir hitta javnan fólk á gøtuni, sum vilja pråta um finaluna, /sum stendur fyri durum? bg å- hugin er øgiligur. - Vit fáa ein ótrúligan stuð- ul frá bygdarfólkinum, og ætlanin er nú eisini at stovna eitt stuðulsfelag fyri Leiftur, sigur Páll Guðlaugsson (Olafsfjørdur) Beint áðrenn Leiftur skuldi spæla hálv- finaluna í íslendsku steypa- kappingini móti Grindavík, lovaði Jens Martin Knudsen liðfelaganum og lands- manninum Una Arge, at um Leiftur vann, skuldi Jens Martin spæla steypafinal- una í tí eftirhondini víða- gitnu húgvuni, sum annars ikki hevur verið so nógv at sæð seinastu árini. Leiftur vann dystin 2-0, Uni Arge gjørdi annað mål- ið, og sostatt hevur hann lagt trýst á Jens Martin nú áðrenn finaluna. Húgvan hevur ikki verið at sæð á knokkinum hjá før- oyska landsliðsmálmanni- num í skjótt nógv ár, men hon er framvegis til, og Jens Martin hevur hana við til hvønn dyst - men hann fer ikki f hana, medan hann spælir Men í morgin kann húgv- an, sum gjørdist heimsgitin í Landskrona fyri átta árum síðani, altso gera "come- back" á Laugardalsvølli- num í Reykjavík. Húgvan tikin fram aftur Um Jens Martin Knudsen heldur lyftið, hann gav Una Arge, verður víðagitna húgvan aftur at síggja í morgin Vælkenda húgvan hjá Jens Martini er framvegis til, og kanska verður hon at síggja á vøllinum í morgin