týsdagur 1. september 1998síða 11
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
nn
|
Nr. 163 — 1. SEPTEMBER 1998
sosialurin, box 76, 110 tórshavn - tlf 31 18 20 - fax 31 47 20 - teldupost til ítróttin: e
- + rfi
ítróttar SOS
ÍTRÓTTUR
1&sosialurin.fo
11
Lesið eisini
Hrottin á
Internetinum
www. sosialurin.fo
22 I FP
Nú er eldur í botninum
Fótbóltur: Spenningurin, sum er eftir í landskappingini, snýr seg um nidurflytingina og um hvør skal spæla i UEFA Cup
kappingini
Tað leikaði mangan h
rammanfyri VB-málið sunnudagin . Her fær Bjarni Johansen fótin á eitt
nærgangandi skot frá Magna á Lakjuni
Munurin millum fýra tey bestu
liðini og so øll hini varð staðfestur
í vikuskiftinum. HB vann stórsig-
ur á heimavølli, har teir ofta áður
hava havt tað torført móti VB.
Sigurin var stórur, men hann
kundi havt verið nógv stórri, um
roknað verður í misnýttum mál-
møguleikum.
HB er við nógvari ferð á veg
móti FM heitinum, meðan vág-
bingar ikki tykjast hava styrki til
at endurvinna plássið í Intertoto
Cup, heldur ikki sjálvt um teir eru
væl betri á heimavelli, enn teir
eru á útivelli.
Urslitini í fjúrtanda leikumfar-
inum staðfestu annars, at tað er
stórur munur á botninum og fýra
teimum fremstu. HB og NSI
vunnu sera sannførandi á åvikavist
VB og Sumba, og hóast B36 var
eitt sindur kroyst í torføra úti-
dystinum á Toftum, so drógu teir
longra stráðið. Toftamenn vóru
raskir og høvdu rætta hugburðin,
men úrslitið var ein undirstriking
av, at B36 hevur so nógvar ferðir
stórri breidd, hvat spælaratilfari
viðvíkur, enn B68 hevur.
Tað hevði ikki verið rætt at sagt,
at KI vann móti einum botnliði.
Men eftir at málmaskinan hjá GÍ
av álvara tóktist vera farin í gongd,
tá teir í fyrsta umfarinum eftir
summarsteðgin vunnu stórt móti
NSÍ, eru teir meiri ella minni
steðgaðir upp.
Tað er samstundis sjón fyri
søgn, at luttøkan í Europa Cup og
tøttu dystirnir í tí sambandinum
hava kostað nógv í heimligu kapp-
ingini.
Tey fremstu
Millum liðini í ovara partinum á
stødutalvuni er tað eftir hetta viku-
skiftið uppaftur nærri veruleikan-
um, enn tað var fyri viku síðani,
at HB í ár fer at vinna FM heitið.
(Mynd: Birgir Sondum)
Tað er kapping um næstfremsta
plássið og harvið silvurkrónurnar,
men nú tá FM heitið hjá HB so at
siga er tryggjað, er tað ein veru-
leiki, at KÍ skal spæla í Europa
Cup kappingini fyri steypavinn-
arar.
B36 er framvegis eitt gott boð
uppá næstfremsta plássið og har-
við atgongd til UEFA Cup, men
um NSI fær øll trý stigini, tá teir
20. september (sama dag sum HB
skal til Klaksvíkar) skulu spæla
móti B36 í Gundadali, so fara teir
at hava møguleikan at koma fram-
um B36 og harvid vinna sær plåss
i UEFA Cup. |
Tad er næstan greitt, at NSI
komandi summar fyri fyrstu ferð
sleppur at royna seg í altjóða
kapping, um enn tað kanska verð-
ur í Intertoto Cup.
Millumlagið
VB, GI og B68 hava ikki annað
enn æruna at spæla um. Tað skal
myndast heilt undarligt, um hesi
liðini skulu røkka fjórða plåssin-
um, sum hjá VB, ið er ovast av
hesum trimum, er fimm stig burt-
ur, og sjálvt um niðasti botnurin
kom nærri at GI, so er tað eingin,
sum hevur síni fullu fimm, ið fer
at rokna gøtumenn millum niður-
flytingarevnini
Men tað er langt frá støduni,
sum GI nú er í og til glæsiligu
úrslitini, teir hava rokkið fyrr í
nítiárunum
Eldurin
Og so er tað botnurin. Í blaðnum
leygardagin greiddi formaðurin í
TB frá, hví teir høvdu skift annars
væl dámda venjaran út. Okkurt
mátti gerast fyri at venda gongd-
ini, og skulu vit dóma út frá fyrstu
royndini eftir skiftið, so eydnað-
ist. Fyri fyrstu ferð í ár vann TB
Tað var í tí, sum verður rópt seks
stigs dysti móti ÍF, sum nú rætt-
uliga kennir niðurflytingina hótta
TB er fyri fyrstu ferð síðani eina
ferð í mai mánað ikki á aftasta
plássinum, men teir eru ikki
komnir úr neyðini. Tað er greitt,
at TB, Sumba ella IF skal bein-
leiðis niður í 2. deild. IF er eitt
stig undan suðuroyarliðunum
men líta vit eftir uppgávunum,
sum liðini eiga á, so sær tað
kanska torførari út hjá fuglfirð-
ingum og sumbingum, enn tað ger
hjá TB, og tað kann væl henda
seg, at endin verður, at ÍF skal út
í tvær drápiligar grannauppgerðir
móti LÍF, áðrenn tað er greitt,
hvort av hesum báðum liðunum
skal spæla í 1. deild komandi ár
Tá tú liggur í botninum, er hvør
royndin torfør og eitt stríð fyri
lívinum. Urslitini kunnu vera púra
óvæntað, men tað verður ikki
minni enn talan um sensatión, um
Sumba fær stig móti GI í Gøtu,
HB í Gundadali og KÍ suðuri á
Krossinum. Møguleikin er stórri,
tá teir 20. september fáa vitjan av
VB, men tað verður torført hjá
Sumba
Fuglfirðingar vunnu í Runavík
í fjór, men hesa ferð mugu teir
finna seg í at verða uppaftur meiri
undirmettir, enn teir vóru ta ferð-
ina. Hetta verður kanska bjarg-
ingin! IF fær síðani vitjan av GÍ
áðrenn teir skulu til Vágs. Í síðsta
umfarinum kemur HB til Fugla-
firdar, og tað er møguleiki fyri, at
stødan tá verður nett tann sama
sum hon var í fyrraárið, tá GI fekk
gull og skreyt á Sevmýri, meðan
TB, sum noyddist tungu leiðina
niður í 2. deild, hugdi at
Sum sagt er einki lætt, tá tú ert
so illa fyri, s hesi trý nevndu
liðini eru, men kanska hevur TB
á pappírinum ikki torførari upp
gávur, enn hini bæði liðir
mest um fyrsta EM undankap
ingardystin, sum verður
Kekkia á Sva
sunnudag. Fi
ngaskarði komandi
nda umiåarik
deild verður 13. september
Skála er uppi
og B71 er á veg
I 2. deild, har B71 í vikuskiftinum
styrkti um sína oddastødu, verður
spælt komandi leygardag. Tá
verður ikki minst spennandi at
fylgja við hvussu tað fer at
ganga, tá LÍF, sum — sjålvt um
teir meiri enn hålvkiksadu móti
NSI — er næstfremst, fær vitjan
av B71. Vinna sandoyingar leyg
ardagin so skal vilja meiri enn illa
til, um teir ikki flyta upp
Í m.a. tennis, badminton og
borðtennis plaga teir at tosa um
gummiarm, tá tað síðsta skal fáast
til høldar. Kanska kunnu vit siga,
at ungu menninir á Skála høvdu
gummibein, tá teir skuldu avgera
beinleiðis uppflytingina úr 3
deild. Men í síðstu løtu eydnaðist
teimum at vinna 2-1 móti væl
stríðandi FS Vágar. Vit ynskja
Skála tillukku við uppflytingini og
fara annars at hoyra meiri um hetta
seinni í vikuni