Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. september 1998síða 12

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

12 ítróttar SUS) Målrikur og frið- arligur nyklass- íkari í Klaksvík Fótbóltur: John Hansen og Arnold Joensen vóru í hopla, tá skerdir gøtumenn vórðu sendir um fjørdin við ongum KI heldur fast um møgu- leikan at enda næstovast, og gøtumenn hava sligið seg til tols við, at í ár vinna teir Tað er veruleikin, eftir at KI sendi GI um Leirvíks- fjørð við einum 4-2 tapi Síðani GI í 1980 kom í 1 deild hava tað ofta verið tættir og spennandi dystir millum tey bæði grannalið- ini. Hesa ferð var tað eisini undirhaldandi, og tað var eisini spennandi, men tað kundi illa dyljast, at nervin og intensiteturin, sum so ofta hevur kenst bæði á vellinum og uttanum, var ikki tann sami Æran telur nógv, og tað kemur altíð væl við at enda so ovarlaga á endatalvuni, sum tað ber til, men FM møguleikin er fokin, Kl hevur tryggjað sær luttøku i Europa Cup, og GÍ kann an dyst KÍ skal ansa sær ikki røkka nøkrum sum helst. Tað er veruleikin, og tað merktist á spælinum og eisini á veldugu áskoðara- fjøldini, sum í dýrdarveðr- inum hevði leitað sær til fót- bóltsdyst. Málríkt og døllut Klaksvíkingarnir fóru í góð- um hýri til hús, tí teir høvdu verið vitni til eina rúgvu av málum, og tí teirra lið hevði vunnið Summir áskoðarar vóru ikki komnir til vøllin, tå teirra lið hevði sett hol á. Í hátalaranum varð sagt, at Kurt Mørkøre hevði skorað málið, men eygnavitnini, sum vit hava tosað við, siga øll, at tað var John Hansen, sum hevði síðstu tonna á, og gøtufélk leggja afturat, at tey halda, at dugnaligi vongverjin var rangstaddur. Í fyrsta álopinum kom bleytur bóltur í brotsteigin, Sunvard Joensen og verjan drálaðu, Kurt Mørkøre, sum hesa ferð var í álopinum saman við Heðini á Lakjuni, stútaði uppá tvørs, og so var John Hansen á rætta staðn- um. KI verjan snorksvav, og venjarin ringdi seg úti á beinkinum, tå GI javnadi. Símun Petur Justinussen, sum er plágaður av skaða í lærkrikanum og seinni í fyrra hálvleiki noyddist at lata aftasta plássið í verjuni frá sær og til Samson Nesá, lyfti fríspark innfyri, bólt- urin fór uppá tvørs til Søren Skov Jørgensen, ið var púra leysur, hann smekkadi til, og bólturin rakti í ein upp- aftur leysari Henning Jarn- skor, ið fekk tíð til at stýra bólinum um strikuna. Tíggju minuttir fyri hálv- Klaksvíkingar vóru omaná í dystinum í moti GÍ og John Hansen spældi ein góð- (Mynd: Norðlýsið) Ý Europa-Cup dysturin hevu num móti klaksvíkingum leik fekk Kurt Mørkøre mál. Allan Joensen sendi horna- spark úr høgru og returin innfyri, bólturin trillaði framvið sovandi verjuni, og í typiskum miðframherja stíli fekk Mørkøre maðurin stýrt bóltinum um strikuna. Vakrasta málið hesa ferð og kanska eitt tað vakrasta í Klaksvík í ár stóðu tveir av stórspælarunum og upp- løgdu evnunum til lands- liðshópin fyri. Arnold Joen- sen fekk tak á frammanfyri KI brotsteigin, setti ferð og smoygdi sær framvið tveimum í vinstru, dró inn móti Gl brotsteiginum og legði uppá tvørs til John Nr. 163 — 1. SEPTEMBER 1998 Hansen, sum var komin stunandi framvid og sum hevði orku og yvirblikk til at skora. Magni Jacobsen minkaði um munin og fekk spenning í aftur mitt í 2. hálvleiki, tá hann við handara stólpan var leysur og stútaði vinst- rabeinsinnlegg úr høgru frá Jóan Peturi Olsen í kassan, og Magni Jacobsen hevði lítla løtu seinni møguleikan at javna. Stødan var lík henni, tá Henning Jarnskor skoraði, men tað eydnaðist ikki miðvallaranum at stýra fløtu skotroyndini í opna málið. Síðstu løtuna flutti GI, Hóast Arnold Joensen einki mál fekk sunnudagin, so legði hann upp til eitt teirra og spældi annars sum ein brandur Fótbóltur: Eftir eina góða byrjan er 2. deild hjá KÍ steðgað upp og sunnudagin taptu teir 1-4 á heimavølli móti GÍ Eftir eina hampuliga góða byrjan tykist næstbesta liðið hjá KÍ vera steðgað upp. og fýra tey síðstu umførini sku- lu teir ansa sær, at teir ikki koma í niðurflytingarvanda Fyri góðari viku síðani taptu teir 6-0 í Gundadali móti B36. Tá var lítið skil á, og tá teir á heimavelli sunnudagin spældu móti GI var lítið skil á í 1. hálvleiki Eftir fýra minuttum mið- skeiðis í umfarinum eydn- aðist tað GI at skora tríggjar ferðir, og so var avgjørt, hvar stigini skuldu fara. 1 2 hálvleiki var betri skil á heimaliðnum, sum hevði bóltin meiri enn útiliðið, sum sjálvsagt tóktist vera nøgt við at halda tørn um 4-1 leiðsluna frá fyrra hálv- leiki, og tað var sjáldan vandamikið frammanfyri Rúna Joensen í GÍ málin- um. Hans Pauli Petersen, sum hevði sitið á beinkinum i 1. deild, setti hol á fyri GÍ. Heini Heinason sendi uppá tvørs úr vinstru, Jóhannes Petersen sendi fyrstu ferð víðari, og Hans Pauli rann í bóltin og skoraði. Alopsmaðurin Jóhannes Petersen skoraði bæði til 0- 2 og 0-3, og íkki minst seinna málið var eitt satt stríðsmál. Eftir at Leivur Hansen hevði lagt innfyri úr vinstru rann og kempaði GÍ maðurin í brotsteiginum millum einar fýra verju- spælarar við hálvhjartaðum hugburði, og endin var, at bólturin fór í netið aftanfyri Meinhard Joensen. GI kom upp á 0-4, áðrenn heimaliðið svaraði aftur. Tummas Magnussen skor- aði besta málið, tá hann staddur uttanfyri brotsteig- in, snaraði ein av og smekk- aði í kassan ; Ove Nysted, sum var í KI ålopinum og hevði biðið um at sleppa út, tí hann var darvaður av skaða, pyntaði um, áðrenn hann fór av vøll- inum. Talan var um eitt gott langskotsmál. Klaksvíkingarnir hava vant millum lítið og einki tær síðstu vikurnar, men nú góðu teir lyfti um, at tað skal vera frægari, og so fáa vit at síggja, hvussu tað verður við årtøkuni, tá teir leygardagin fara til torføra útidystin í Miðvági. jh (Mynd: Norðlýsið) sum saknaði Magna og Pau- la Jarnskor og Sámal Joen- sen, fólkið fram, og tá tað restaðu fimm minuttir var púra opið í GI verjuni. Mar- ek spældi lítið sjálvsgkið uppá tvørs, og Jóhan Liit- zen, sum hevði avloyst All- an Joensen, 10 plågast av skaða í lærkrikanum, smekkaði í kassan. Klaksvíkingar saknadu Harley Bertholdsen, Rógva Jacobsen og Soran Mancic, sum allir vóru leikbannaðir, men tað bilti ikki, staðfesti stóra åskodarafjøldin í góð- veðrinum. jh (Mynd: Norðlýsið) Fylg við tí foroyska ítróttinum i Sosial- inum