týsdagur 1. september 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 163 — 1. SEPTEMBER 1998
Fótbóltur: NSÍ átti dystin á Krossinum
við húð og hár og kundi við eitt sindur
meira hepni vunnið nógv meir
SVEINUR TRÓNDARSON
Undan leikumfarinum hetta
vikuskiftið vóru tað TB og
Sumba, sum lógu niðast í
fyrstu deild hjá monnum og
tað gera tey enn, men tey
bæði Suduroyarlidini hava
nú býtt um pláss, soleiðis
at tað nú er Sumba, sum
liggur allar niðast.
Tó so, teir liggja ájavnt
við tvøråmenn í stigum og
IF er bert tað eina stigið
frammanfyri, men tað er
tungt at reisa seg, tá ein hev-
ur tapt 6-1 og so á heima-
velli enntá.
Óhepna byrjan
Byrjanin av dystinum á
Krossinum í Sumba var tó
ikki so heilt ring kortini.
Í fyrsta minuttinum av
dystinum hevði NSI eina
næska roynd, sum sumbing-
ar tó fingu vart fyri. Teir
fóru í mótálop og Jóan Lis-
berg varð sendur avstað.
Hann setti beina kós móti
málinum og tá hann kom
inn í brotsteigin knallaði
hann til.
Men, sum tað so ofta er
hjá liðum, sum hava mót-
gang, so rakti bólturin trý-
kantsamankomingina og fór
út av vellinum.
Tað gekk ikki so long tíð
áðrenn runavíkingar rættu-
liga fótaðu sær, tí tað vóru
bert 15 minuttir farnir tá
NSI legði seg á odda við
einum málið, sum danski
leikarin Kasper L. Jacobsen
gjørdi.
Sumbingar vid aftur
Ni var sumbingum greitt,
at skuldu teir hava nakað
burtur úr dystinum, so var
neyðugt at fáa skil á spæli.
Og tað eydnaðist. Sumba
kláraði at halda tørn tað sum
eftir var av fyrra hálvleiki
og gott og væl tað.
Tí tá góðir 43 minuttir
vóru farnir av fyrra hálv-
leiki fingu sumbingar eitt
fríspark stutt uttanfyri brots-
teigin hjá NSI.
Danski leikarin hjá
Sumba, sum tað sum farið
var av dystinum næstan
einki hevði fingið burturúr,
varð settur at skjóta og tað
gjørdi hann væl. ;
Hann lyfti upp um NSI-
múrin og í málið. Á vegnum
inn rakti bólturin ein av
NSI-arunum og snýtti mál-
mannin, men tað er eisini
ein máti at gera mál uppá.
Nú var 1-1 og hålvleikur
og tískil sá alt bjartari út hjá
sumbingum.
Stokkutur hiti
Men tað var lítil uggi. Tí
hóast tað gekk eitt korter
áðrenn NSÍ aftur kom fram-
um í dystinum, so høvdu
runavíkingar alt spælið og
teir trýstu sumbingar í botn.
Triðja málið í dystinum
átti NSÍ - teir áttu tað sum
eftir var - og tað kom tá 13
minuttir vóru farnir av
seinna hálvleiki.
Hesaferð var tað verju-
leikarin Sjúrður Jacobsen,
sum átti seinasta fótin á
Jóltinum.
Hetta er annað málið hjá
Sjúrða og hann hevur skotið
tey bæði á útivelli.
Longu tveir minuttir
seinni var aftur galið hjá
sumbingum og nú var túr-
urin komin til Eyðstein
Skipanes.
Hann skjeyt bóltin í málið
ítróttar
SKO
Eins og á hesari myndini, so vóru NSÍ-ararnir flúgvandi á Krossinum í Sumba. Eingin ivi var um at NSÍ fór at
Runavikingar vundu burtur úr
sumbingum á Krossinum
vinna dystin, spurningurin var bara um hvussu nógv. Høvdu NSI-leikararnir verði meria nærlagdir framman-
fyri Sumba-målinum, so gjørdist sigurin uppaftur nógv størri (Savnsmynd)
tá eitt korter var farið av
seinna hálvleiki.
Sumbingar flatir
Henda yvirskrift skal íkki
misskiljast so, at sumbingar
eru klænkaðir ella smælri
um herðarnar enn teir vóru,
men tá NSÍ fekk sítt næsta
mál, var útselt hjá sumbing-
um.
Teir vóru púra flatir.
Konditiónin er út av lagið
vánalig og teir halda íkki
nær í námind av einum heil-
um dysti í tí tempo, sum
NSÍ legði yri dagin á
Krossinum.
NSI gjørdi akkurát sum
teimum lysti og sumbingar
vóru hepnir at runavíkingar
vóru so skjøtisleysir framm-
an fyri málinum.
Høvdu NSI-ararnir kent
sina vitjunartid, kundi stød-
an verdi bædi 6 og 7-1 tå
60 minuttir vóru farnir.
Ungt fólk
Spælið hjá Sumba hongur
slett ikki saman og ein av
frágreiðingunum er óiva
tann, at nógvir av spælar-
unum arbeiða og búleikast
í Havn gerandisdagarnar og
tí fær liðið ikki vant saman
nóg ofta.
Spurningurin um ítrótt og
arbeiði er altíð nakað, sum
er torført at fáa eitt endaligt
svar uppá, men sum stødan
er í Sumba í løtuni, so má
álvarsligt spurnartekin set-
ast við, um teir hava nakað
at gera í fyrstu deild yvir-
høvur.
Tad er sjålvsagt gott klår-
að av so litlari bygd at hava
lid i fyrstu deild, men av ti
at nógv av fólkinum er ungt,
so skal lítið til áðrenn teir
missa mótið, og tað sær út
til at vera væl á veg nú,
verður sagt úr Sumba.
Onkrir einstakir góðir
spælarar eru, sum klára seg
væl, men tað er verri enn so
nóg mikið til at kunna halda
seg í fyrstu deild.
NSI bart
Tá NSÍ nú hevði fingið tvey
mál uppá tveir minuttir
smokkaði alt spæl saman
hjá sumbingum og NSÍ-ar-
arnir sunnu teir bæði sundur
og saman.
Men kortini gekk næstan
eitt korter áðrenn NSÍ fekk
næsta málið.
Mortan Hansen, sum júst
er komin aftur úr summarfrí
hevði bert verið á vellinum
í tríggjar minuttir tá hann
legði NSI fram um 4-1.
Henda stødan helt sær i
til triggir minuttir vóru eftir
av dystinum.
Tá fekk Kári Hansen ein
møguleika at leggja NSÍ
fram um 5-1 og hann svíkti
ikki álitið.
Nú skuldi ein trúð, at run-
avikingar høvdu fingið nóg
mikið, men so var íkki.
Sumbingar vóru kroystir
sunnudagin. Her er tað
Páll Magnar Kjærbæk,
sum er »umringadur« av
tveimum NSI-arum og
tad hendi ofta i dysti-
num, sum NSI vann 6-1
NSI fekk ein møguleika
afturat og aftur hesaferð var
tað Mortan Hansen sum var
upp á spæl, tá hann skoraði
til 6-1 tá 89 minuttir vóru
farnir.
- Lættur sigur
Í Runavík eru menn sjálv-
sagt fegnir um dystin og
sjálvsagt gleðast teir um
sigurin. Men teir staðfesta
samstundis, at hetta var ein
lættur sigur.
— Sumbingar vóru alt ov
illa fyri. Teir kláraðu so dánt
at fylgja við í fyrra hálv-
leiki, men teir mistu púra
takið í seinna hálvleiki.
— Venjingarstødan hjá
teimum er út av lagið vána-
lig og vit kundu gera sum
vit vildu, verður sagt úr
Runavík.
NSI liggur nú rættuliga
trygt á fjórða plássi.
VB, sum er næsta liðið
hevur bert 19 stig, meðan
NSÍ hevur 24. Omanfyri teir
liggja B36 øg KÍ við 28
stigum og taðer tann vegin
NSI hyggur. Teir vilja óiva
fegnir hava fatur í einum av
plaseringunum, sum gevur
luttøku í eini av europeisku
kappingunum
Og sum stødan er i løtuni,
vid bert fyra dystum eftir at
leika, so sær bjart út hjá
fjarbúgvunum
- Sosialurin
- Vit við tí
foroyska
ítróttinum
www. sosialurin.fo