týsdagur 1. september 1998síða 14
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
14 ítróttar stain Nr. 163 - 1. SEPTEMBER 1998
Meistaraspæl av oddaliðnum
Fótbóltur: Eitt sera vælleikandi HB-lid vísti í Gundadali sunnudagin, hví teir eru klárt fremsta liðið i føroysku lands-
kappingini. Gestirnir úr Vági blivu púrasta niðurspældir.
Teri NIELSEN
Eftir átta ára oyðimarkar-
gongd nærkast HB meira og
meira FM-heitinum, sum
teir møguliga kunnu vinna
á triðseinasta leikdegi, tá ið
teir fara til Klaksvíkar at
dystast við mest vinnandi
felagið í føroysku 1. deild-
ini, Kl
Tá ið HB seinast gjørdist
førovameistarar í 1990, var
tað júst á triðseinasta leik-
degi í Klaksvík hin 16. sep-
tember 1990
Ta ferðina vann HB 3-0 í
Klaksvík, og ein av núver-
andi HB-leikarunum, Rói
Arting, gjørdi tvey av málu-
"um 1 U dystinum
Legdu trýst á
beinan vegin
HB legði fyri sum eitt ódn-
arveður í dystinum sunnu-
dagin
Teir spældu skjótt og
neyvt, og verjan hjá VB
hevði stórar trupuleikar av
serliga Súna Fríða Johann-
esen, men eisini Magna á
Lakjuni, Jens Erik Rasmus-
sen og Allan Mørkøre
Tá ið sjey minuttir vóru
leikur av dystinum, fekk
HB hornaspark í vinstru
síðu
Jens Erik Rasmussen
skjýtur høgt og nær við mál-
inum, og við handaru stong
stendur Súni Fríði Johann-
esen og kann lættliga seta
pannuna undir bóltin og
beina hann í netmeskarnar
aftan fyri Bjarna Johansen
í VB-málinum
Fyrri hálvleikur var fyri
tað mesta eitt langt HB-á-
lop, og vågbingar vóru rætt-
iliga sjáldsamir gestir á HB-
hálvuni
Tá ið fyrri hálvleikur var
hålvrunnin var VB í álopi,
og tað endaði við, at teir
gjørdist tveir vágbingar
móti einum HB-ara
Jóan Pauli Olsen hevði
bóltin nakað úti í vinstru,
þa
Johannesen tvey mál
og tá ið Kaj Leo fór út ímóti
honum, trillaði Jóan Pauli
bóltin yvir til ein púra leys-
an Rógva Thorsteinsson,
sum hevði lætt við at seta
bóltin í netið til 1-1
Málið tóktist tó ikki at
nerva oddaliðið
Teir hildu fram við sínum
flótandi álopsspæli, og var
tað ikki fyri ein sera væl-
leikandi Bjarna Johansen í
VB-målinum, so hevði
heimaliðið fingið enn fleiri
mál hesa løtuna.
Beint áðrenn útjavnandi
málið hjá vágbingum, hevði
Bjarni eina fepurbjarging
eftir ein skallara frá Allan
Mørkøre
Stutt eftir málið hjá våg-
bingum, hevði Bjarni eisini
eina frálíka fótparadu, tá ið
Magni á Lakjuni royndi seg
úr stuttari fjarstødu
Stadionurið var júst farið
um hálva tíman, tá ið Magni
á Lakjuni slapp leysur í
vinstra borði
Hann trekti til bakliniuna
og sendi so inn fyri málið,
har bæði Súni Fríði Johann-
esen og Allan Mørkøre
komu stormandi. Tann sein-
ast nevndi fekk onkurs-
vegna trýst bóltin í málið,
og so var oddaliðið framm-
an fyri 2-1.
Fýra minuttir seinna er
aftur mál. Súni Fríði Jo-
hannesen snýtir ein verju-
leikara hjá VB, rundar
Bjarna Johansen og úr
spískum trillar hann bóltin
í málið ul hålvleikstøduna
3-1
Tvey mál fyrstu
ýra minuttirnar
B helt fram í seinna hálv-
leiki, har sum teir sleptu í
fyrra
Bara tveir minuttir vóru
leiktir av seinna hálvleiki,
tá ið einir fýra HB'arar
spæla ímillum sín inni í
brotsteiginum hjá VB. Bólt-
urin endar hjá Róa Arting,
og veteranurin smekkar
Allan Mørkøre var rættuliga í essinum móti vágbingum og gjerdi eins og Súni Fríði
bóltin í málið til 4-1.
Tveir minuttir seinni er
tað besti maður á vellinum,
Súni Fríði Johannesen, sum
aftur er upp á spæl.
Hann snýtir tveir vág-
bingar, og endin er at teir
taka beinini undan runavík-
inginum, og so var brots-
spark. Tað setti Allan Mørk-
øre Osvikaliga trygt í netið.
Heimaliðið kundi kanska
fingið eitt brotsspark aftrat,
tá ið Bjarki Mohr eitt korter
fyri dystarlok fór allan veg-
in fram í vinstru síðu, og tá
ið hann kom inn í brots-
teigin varð hann rendur um
koll, men dómarin lat ikki
við seg koma hesaferð.
Løtu seinni mundi Súni
Fríði Johannesen gjørt års-
ins mál, tá ið hann tamdi
eitt innlegg við bringuni,
áðrenn hann kastaði seg aft-
urav og saksaði bóltin móti
málinum, men royndin fór
beint oman fyri málið.
Sigurin kundi
verið sterri
Vóru HB 'arnir eitt sindur
neyvari og eitt sindur hepn-
ari, so vunnu teir kanska
eini 8-1.
Onkrir møguleikar blivu
misnýttir upp á tað skamm-
iligasta, og til tíðir var tað
so frálíkt málmansspæl frá
Bjarna Johansen, sum forð-
aði teimum í at fáa mál.
Oddaliðið er sterkt á flest
øllum plåssum. Tað er stað-
fest fleiri ferðir í ár, at verj-
an hjá HB við Hans Fróða
Hansen, Hans á Lag, Jo-
hannes Joensen og Bjarka
Mohr er tann stinnasta í
landinum.
Haraftrat var miðjan stak
góð, serliga eftir at Rói Ar-
ting kom á vøllin tidliga i
fyrra hálvleiki.
Í álopinum spældi Súni
Fríði Johannesen helst sín
besta dyst í ár.
VB liðið var langt frá
sannførandi. Tað skal tó
havast í huga, at vágbingar
(Mynd: Birgir Sondum)
Súni Fríði Johannesen gjørdi bart við tveimum málum móti VB. Her er hann á veg
inn um Bjarna Johansen i VB-målinum, og hann fær ikki gjørt nógv annað enn at
hyggja at, meðan Súni Fríði leggur HB uppaftur nærri føroyameistaraheitinum
noyddust at verða bæði
Coolio og Eyðun Kjærbo
fyri uttan, tí at teir vóru leik-
bannaðir.
TERII NIELSEN
Eftir seinasta vikuskifti
skrivaðu vit, at B71 heyði
sett beina kós ímóti 1.
deild. Hetta sama kann
sigast eftir hetta viku-
skifti, men tað skulu aðrir
bollar á súpanina, um
sandoyingar skulu gera
sær nakrar vónir um at
erða verandi í bestu
deildini komandi ár.
Tað var heimalíðið,
sum byrjaði best. Unga
manningin hjá heimalið-
num er væl samanspæld,
millum annað tí at meiri
enn helmingurin av spæl-
arunum spæla saman i
unglingadeildini.
Tá ið fyrri hålvlikur
var um hálvrunnin, legði
HB seg á odda, og tað
vóru tveir av unglinga-
leikarunum á liðnum,
sum syrgdu fyri tí máli-
num.
Høgri bakkur, Kristian
E. Andersen, streyk av-
stað úti í síðuni og spældi
síðani fram til evnaríka
áloyparan, Bárð Mort-
ansson, sum snýtti ein
Hetta rakar meint, serliga
hjá einum liði sum VB, sum
ikki hevur ein alt ov stóran
hóp at velja úr.
Tepur sigur til B71
Fótbóltur: Sandoyingar vóru ikki sannførandi, tá ið
teir vunnu ein tepran sigur á HB í Gundadali leygardagin
verjuleikara og síðani lang-
aði til úr spískum. Onkurs-
vegna so megnaði Valdemar
í B71-málinum ikki at forða
fyri, og bólturin smeyg sær
inn í málið.
Stødan í hålvleikinum var
eisini 1-0 til heimaliðið.
Brotsspark í gávu
Í seinna hálvleiki var tað
B71, sum var við yvirlutan.
Liðið menti seg so spak-
uliga, men tað skuldi ein
gávu frá dómaranum til, so
at liðið fekk javnað.
Eitt horna hjá B71 verður
sent inn fyri, bólturin kemur
í búkin á einum HB'ara og
fer út, men dómarin, sum
stendur aftan fyri HB'aran,
dømir brotsspark til B71.
HB'arnir eru, sum vera
man, sera misnøgdir og visa
á linjuverjan, sum allatíðina
veittraði fyri nýggjum horn-
asparki. Dómarin fer út til
linjuverjan, sum sigur seg
einki hava sæð. Hóast hetta
dæmir dómarin framvegis
brótsspark. Hetta var bert
ein av mongu óhepnu av-
gerðunum hjá Jens Peturi
Brattalíð henda dagin.
Tað er ilt at ímynda sær,
at HB verður tikið í ár, og í
løtuni sær liðið út til at
mennast fyri hvønn dyst.
Brotssparkið setti Eli
Hentze trygt í netið.
Ikki vóru meiri enn fimm
minuttir eftir at leika, tá
ið sandoyingar fáa leiðsl-
umál. Eitt hornaspark
verður sent inn úr høgru,
og har er Páll á Reyn-
atúgvu hægstur og stútar
ímóti málinum. Longur
inni í brotsteiginum kem-
ur bólturin í ein HB'ara
og snýtir tískil málverjan,
Carsten Andersen, og fer
í málið til 2-1 til B71.
f seinasta minutti av
dystinum fær B71 enn
eitt mål. HB roynir at fáa
eitt utjavnandi mål, men
ístaðin fer B71 i kontra.
Páll á Reynatúgvu sendir
ein góðan bólt inn um
HB-verjuna tl Elí
Hentze, sum gerst púra
leysur. Komin inn í brots-
teigin tekur verjuleikarin,
Hans Andreas Dahl,
beinini undan Eli. Reytt
kort til Hans Andreas og
brotsspark til B71, sum
Eli Hentze enn einaferð
setur trygt í netið til
endaligu støðuna 3-1 til
oddalíðið B71.