týsdagur 1. september 1998síða 16
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
16
ítróttar S
> ri
Rkal
Nr. 163 — 1. SEPTEMBER 1998
TB sendi hálvhjartaðar |
fuglfirðingar i golvid
Fótbóltur: Botnliðið lá undir og var illa fyri, men teir stríddu seg afturiaftur og
vunnu
Tvøråmenn fegnaðust sum
um teir høvdu vunnið FM,
og fuglfirðingarnir hingu
við høvdinum, tá Bergur
Magnussen hevði bríkslað
fyri síðstu ferð í Fuglafirði
Og báðar reakt:ónirnar
vóru væl skiljandi. Teir í
Fuglafirði høvdu tikið fyri-
reikingarnar í tí álvara, sum
skal til, tá tað stendur illa
til. Teir høvdu verið saman
leygarkvøldid, og teir høv-
du givið hverjum ødrum
hondina uppá, at tað skuldi
stríðast
Men á vellinum sást lítið
til hugburðin, sum teir so
fegnir vildu vísa. Teir á
heimaliðnum fluttu seg lítið
fyri hverjum øðrum, send-
ingarnar vóru óneyvar, og
teir vóru sera lítið sannfer-
andi, tá teir fóru í nærdyst-
irnar
Tvøråmenn vóru óhepnir,
tá miðvallarin Tórður Holm
í fyrsta minutti rakti í stólp-
an, og mótgongdin var stór,
tá Pól F. Joensen, sum hevur
verið smáskaddur, noyddist
at taka seg úr stríðnum, tá
fyrra umfarið var minni enn
hálvleikt.
IF vildi fegið leggja trýst
á frammarlaga á vellinum,
soleiðis sum teir gjørdu, tá
teir vunnu stórt á Sumba.
Teir høvdu í itgangsstøduni
tríggjar menn á toppinum,
og tað komu onkrir hálvir
møguleikar burturúr. Næst
vid at skora i 1. hålvleiki
vóru teir, tå Aslakur R. Pet-
ersen eftir horna sendi móti
málinum og Rolf Chr.stian-
sen fekk sligið á tvørtræid,
og tá TB málverjin sera
hegnisliga megnaði at sláa
dúkkandi fluktskot frá Egili
Zachariasen á tvørtræid.
Málini
Í seinna umfarinum noydd-
ist TB at flyta sítt spæl long-
ri fram á vøllin, tí tað var
neyðugt hjá teimum at vinn-
a.
Tí var tað sum at fáa pøs
av køldum vatni í andlitið,
tá Bárður á Lakjuni, sum
hesa ferð hevði útgangs-
stóðu í álopinum, legði
heimaliðið framum. Upp-
spælinum stóð Mariniak
fyri. Hann hevði roynt móti
málinum, og fekk bóltin aft-
ur og legi tvørturum, eftir
at Rolf Christiansen hevði
hálvbjargað.
So stóð illa til hjá TB,
men hvørki teir ella Egil
Steintórsson á síðulinjuni
vildu gevast. Einar Petersen
var vongverji í høgru. Hann
var serstakliga illa ansaður,
og tað gjørdu hann og TB
sælr dælt av tvær ferðir.
Fyrra ferðin var, tá tað
restaðu 20 minuttir. Vagnur
Nolsøe, sum saman við Dan
Mortensen var hangandi
miðvallari, fekk tveir verj-
umenn við sær út í borði,
og so var frítt hjá vongverj-
anum at fara sjálvur og prik-
a framvið Erlingi Joensen.
Og bara sjey minuttir
seinni endurtók søgan seg.
Einar Petersen spældi eitt
tvey samanspæl við Sasha,
sum til stóra gleði fyri TB
vildi halda fram at spæla,
hóast landsmaður hansara
var hildin uppat sum venj-
ari. p
Einar Petersen sneiddi
Torkil Hansen, sum var aft-
astur i verjuni til Piotr kom
inn av, og so var aftur mål.
Endiliga bragdadi hjå TB og so var tad enntå å útivelli,
at teir fingu sín fyrsta sigur til heldar
Fuglfirðingar royndu at
koma afturíaftur, men tá
høvdu gestirnir, sum síðstu
fimm minuttirnar høvdu 16
ára gamla Teitur Rasmussen
á midvøllinum, fingið blóð
á tonna og sinniliga yvir-
skotið, sum gjørdi tað ikki
so torført hjá teimum at
stríðast og halda tætt, og so
frøddist teir. ,
Men sigurin kostaði. Oli
Johannesen, sum var ein
knassi á aftasta manni, fekk
(savnsmynd)
gult kort, og so verður hann
leikbannaður næstu ferð.
Men tað hugsaðu teir í TB
ikki so nógv um sunnudag-
in.
Fuglfirðingar hava fingið
nógv at hugsa um, millum
annað hugburðin, sum ikki
var nóg góður. Kanska vóru
teir darvaðir av nervu”n. Tað
verður ikki lættari, tá teir
um fjúrtan dagar skulu
royna seg í Runavík. jh
|
i
|
i
|
|
| SVEINUR TRONDARSON
í år gekst stak illa í
| hond hjá vágamonnum
Teir lógu eitt skiftið heilt
niðarlagað í aðru deild, og
tað sá einki út hjá teimum
Niðurflytararnir vóru í
vanda fyri at flyta enn
longur niður um teir ikki
tóku seg rættuliga nógv
saman
Og tað var júst tað teir
gjørdu
Síðan summarsteðgin
hevur gingist rættiliga væl
í hond hjá termum og nú
nærkast teir av álvara
toppinum
Seinasta vikuskiftid
vunnu teir dystin móti
leirvíkingum á heimavelli
og hetta vikuskiftið
skuldu teir um Vest-
mannasund at vitja EB/
Streym
Urslitid var vågamonn-
um til vildar
Júst sama úrslit sum
síðsta vikuskiftid, við
somu málskjúttum og
enntá í somu raðfylgju
Men tað tók sína tíð at
fáa hol á.
Fyrri hálvleikur gekk
rættiliga javnt á, EB/
| Streymur megnaði væl at
fylgja vid spælinum hjå
FS Vågum, og spælid var
| til tíðir heilt gott.
Men mál kom einki í
fyrra hálvleiki, og tað sá
Nú fekk FS Vágar
ikki afturhald
Fótbóltur: Tað er rættiliga komin glid á spælið hjá
FSVágum, meðan tað stendur í stað hjá EB/Streymi
enntá út til at dysturin skuldi
málleysur tí tá 20 minuttir
vóru eftir stóð enn 0-0
Men so fingu vágamenn
glið á
Eins og í dystinum móti
leirvíkingum var tað eisini
hesaferð John Johansen,
sum var fyrri málskjúttin
hjá vágamonnum
Hetta mál kom tá einir
fimtan minuttir vóru eftir at
leika, og stutt eftir kom tad
næsta.
EB/Streymur var so at
siga fallið úr dystinum í hesi
løtu og vágamenn áttu alt
spælið
Eina løtu eftir fyrra málið,
var tað Tór-Ingar Akselsen,
sum gjørdist leysur og hatt
setti bóltin trygt í kassan til
endaligu støðuna 2-0 til FS
Vágar.
- Nú sær út
Venjarin hjá FS Vágum, Al-
bert Ari Thomassen letur
væl at støduni.
— Tað stóð rættiliga illa
til einu tíðina, men spælar-
arnir hava tikið seg saman.
Hartil hava vit havt tað
hepnið, sum skal til fyri at
vinna teir dystirnar, sum
fyrr koppaðu hinvegin, sig-
ur hann.
Hann viðgongur, at tað
verður torført hjá FS Vág-
um at klára uppflyting í ár,
men sum hann tekur til:
— Vit fara í øllum fórum
at royna. Vit nava í hvussu
er ikki givið skarvin yvir
enn
Hann skundar sær at
leggja aftuat, at tað tó ikki
er realistiskt, at vænta sær
uppflyting í ár.
Stendur illa til
í Sundalagnum
Hinvegin stendur ikki so
væl til í Sundalagnum.
— Nei, sigur Magnus á
Stongunum.
— Tað gongur ikki so
væl í løtuni, men vit liggja
ikki á niðasta plássið.
— Vit kunnu ikki klaga
um viljan hjá mønnunum.
Teir hava verið raskir at
móta til venjingar. Serliga
eftir summarsteðgin. Men
årslitini hava bara ikki
okkum til vildar, tíverri.
— Vit eru komnir inn í
eina ónda ringrás, og hon
er ofta torfør at koma úr
aftur, sigur Magnus á
Stongunum.
Næsti dysturin verður
ein rættur lagnudysrut fyri
sundalagsmenninar.
Táskulu teir spæla móti
NSI og tað er júst tað liðið,
sum teir kappast ímóti fyri
at sleppa undan beinleiðis
niðurflyting.
— Vinna vit tann dystin,
so eru vit seks stig framm-
anfyri, og so sær betri út
endar Magnus
Bogi um Kring Føroyar kappingina:
— Henda kapping-
in hevur stóran
týdning fyri
súkklingina í Før-
oyum og tí mugu
vit halda fast við
hana og betra
hana. Kanska við
at bjóða nøkrum
dønum við næsta
ár. Tá gerst hon
meira áhugaverd.
SVEINUR TRÓNDARSON
Nú eru nøkur ár síðan Bogi
settist á súkklu við tíð fyri
eyga at kappast.
Hann hevur annars fingist
við nógvan annan ítrótt, m.
a. rógving og fótbólt,. men
tað er lagt til viks fyri súkkl-
ingina.
Um vikuskiftið gjørdist
hann ovastur á sigurskaml-
inum í Statoil Kring Før-
oyar.
Ein sera hørd kapping,
sum krevur sínar menn.
Og Bogi er glaður fyri at
føroyingar eisini hava fing-
ið eina slíka etapukapping.
— Eg legði mær summ-
arfrítíðina soleiðis til rættis,
at eg kundi verða við í hesi
kapping og um FM heitið.
— Hetta er ein sera spenn-
andi kapping, sum var stak
væl fyrireika og gjøgnum-
førd, sigur hann.
Hann er sjålvsagt nøgdur
við urslitid, hóast hann er
- Hon må hald
*
afram
Bogi Kristiansen saman vid påpanum Sigvaldi og ein-
um komandi súkklara?
eitt sindur keddur av at
Rógvi var noyddur at gevast
. Tað merkti, at tað bert var
Gunnar Dahl Olsen, sum
var at kappast ímóti, og har
heðvi Bogi tann fyrimunin,
at hann hevur súkkla í Dan-
mark seinasta árið.
— Hetta er komið bæði
mær og Rógva sera væl við.
Hartil er Bogi fegin um,
at Rógvi hevur fingið blóð
á tánna aftur.
— Hetta gevur okkum
góðar vónir til oyggjaleik-
irnar komandi, sigur Bogi.
— Bæði Gunnar, Rógvi og
eg sjálvur er væl fyri í løt-
uni, og nakrir av teimum
yngru eru á veg fram, so tað
skuldi verið møguligt, at
væntað heiðursmerkir.
Styrkja ring Føroyar
Næsta ár verður enn ein
Kring Føroyar kapping, tað
er eftir øllum at dóma vist.
Og um nakrar broytingar
skulu gerast, so heldur
Bogi, at so skal kappingin
styrkjast og feltið vaksast.
— Eitt hugskot hevði verið
at boðið trimum sterkum
dønum, sum eru potentiellir
vinnar við í kappingina til
næsta ár. Harumframt
kundu vit boðið nøkrum >í-
fyllusúkklarum< við, so
feltið gerst stórri til næsta
ár.
— Tað er ein trupulleiki,
at vit eru so fáir súkklarar í
Føroyum, og fyri okkum
hevði eitt slíkt uppskot havt
við sær eina meira spenn-
andi kapping. Tað hevði
hon eisini verið fyri áskoð-
ararnar, sigur vinnarin av
Statoil Kring Føroyar '98,
Bogi Kristiansen at enda vi&
Sosialin