týsdagur 1. september 1998síða 19
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sense
Nr. 163 — 1. SEPTEMBER 1998
itrottar
19
(REYKJAVIK) Uni Arge
var sum vera man vónbrotin
eftir steypafinaluna sunnu-
dagin - eina steypafinalu,
har tad var langt millum
kjansirnar hjå Leiftur-åleyp-
aranum.
- Eg veit, at tað hevði ver-
ið ein betri og javnari dyst-
ur, um vit ikki fingu eitt
brotsspark ímóti okkum,
samstundis sum vit mistu
ein mann, segði Uni aftan á
dystin.
- Tá visti eg eisini, at tað
fó. at verða øgiliga trupult
hjá okkum, sigur Uni, sum
ikki megnaði at fáa mál í
finaluni og sostatt ikki
gjørdist søguligur í hesum
umfari.
Undan finaluni hevdi Uni
skorad f øllum steypadyst-
unum hjå Leiftur, og hevdi
hann eisini megnað tað í
finaluni, hevdi hann verið
tann fyrsti í íslendsku fót-
bóltssýguni, sum hevði havt
vunnið steypakappingina
og samstundis havt skorað
í gllum steypadystunum.
Men tað eydnaðist ikki, og
fyrrverandi HB-arin fekk
heldur ikki teir stóru møg-
uleikarnar fyri at fáa mál.
— Jú, tað var rættiliga
frustrerandi at spæla í álop-
inum hjá Leiftur í dag, tí vit
komu ikki fram til tað stóra,
og tað sum vit fingu, tað tók
málmaðurin. Teir høvdu
nógv fleiri kjansir, og tað
var eisini uppiborið, at teir
vunnu, ásannaði Uni Arge.
Uni ásannaði eisini, at tað
ikki var nakar ivi um brots-
sparkið og reyða kortið til
Páll Guðmundsson:
- Ein maður fer upp og
tekur hann við hondini og
fær reytt kort fyri tað, sam-
stundis sum teir fáa brots-
spark. Tú kanst kalla tað eitt
dupult slag av revsing, og
tað kostar, ikki minst í eini
finalu.
Og hann helt fram:
- Vit høvdu eisini tosað
i
Forsætisrådharri fslands, Dåvid Oddson handar Una Arge silvurmerkid
Uni: Teir voru
Mynd: Alvur Haraldsen
bara betri
Fótbóltur: - Eg visti beinanvegin, at tað fór at verða øgiliga torfórt hjá okkum, tá vit fingu eitt
reytt kort og brotsspark ímóti okkum ísenn, segði Uni Arge aftan á íslendsku steypafinaluna, sum
Leiftur tapti 0-2
um júst hattar har áðrenn
dystin, tí vit hava fingið
nógv sovorðin býtt kort fyrr
í ár, men so hendir júst tað
sama, og at tað skal henda í
eini finalu, er ótrúliga keð-
iligt.
Uni heldur, at burtursæd
frå reyda kortinum var
størsti trupulleikin hjå Leift-
ur-liðnum sunnudagin, at
teir ikki fingu tað framrætt-
aða spælið at hanga nóg væl
saman.
- Vit mistu nógvar bóltar
á veg uppeftir, serliga í fyrra
hálvleiki, og teir stóðu væl
plaseraðir í verjuni. Teir
vóru bara betri. Móti enda-
num av dystinum fekk Uni
sjálvur ein góðan kjans fyri
at skora, tá hann eitt sindur
heppið fekk bóltin við sær
framum ein ÍBV-verjuspæl-
ara, men tað eydnaðist ikki
at fáa mál.
- Eg kendi tað; sum um
eg ikki rættiliga var inni í
dystinum stóran part av tíð-
ini, men so kemur ein kjans-
ur - ja hevði eg skorað,
hevði eg fingið hatta søgu-
liga málið, men tað bleiv so
ikki.
Dagin eftir dystin (í gjár)
fór Uni við flogfari niður
til Danmarkar, har hann fer
undir seinasta partin av
blaðmannaútbúgvingini.
Leiftur er áhugað í at fáa
Una uppaftur til Ólafsfjørð
næsta ár, og onkur feløg í
Føroyum hava eisini roynt
at lokka hann til sín at spæla
komandi kappingarár
Sjálvur sigur Uni, at hann
ikki hevur tikið nakra stóðu
enn, annað enn at hann ætlar
sær at halda seg í venjing í
onkrum felagi niðri.
Páll: Vit megnaðu ikki at taka
kjansirnar, tá vit fingu teir
Fótbóltur: Leiftur-venjarin Páll Guðlaugsson helt, at bæði spælarar og viðhaldsfólk kundu vera errin av teirra avriki,
hóast Leiftur tapti steypafinaluna móti eyjamonnum 0-2
(REYKJAVIK) Íslendsku
fjølmiðlarnir vóru sera á-
hugaðir í at tosa við Páll
Guðlaugsson aftan á steyp-
afinaluna. Fyrrverandi venj-
arin hjá bæði mans- og
kvinnulandsliðnum hjá Før-
oyum hevur lyft Leiftur upp
á eitt stødi, sum eingin
hevði kunnað ímyndað sær
fyri fáum árum síðani, og
hetta var eisini fyrstu ferð
nakrantíð, at Leiftur var í
eini steypafinalu.
Nú bleiv dysturin ikki
vunnin, men sum Páll eisini
segði áðrenn dystin, so var
tað ikki nøkur fiasko, at
Leiftur ikki bleiv steypa-
vinnari hesaferð
- Eg haldi, at vit byrjaðu
dystin væl, men vit sløsadu
eitt sindur, tá teir komu inn
í dystin og fingu hatta mál-
ið, segði Páll við Sosialin
aftan á finaluna
- Eg sá ikki, hvat hendi,
tá teir fingu brotsspark, men
hóast vit spældu við tíggju
monnum móti ellivu, høvdu
vit so avgjørt okkara møgu-
leikar. Vit royndu at spæla
okkum fram til nakrar
kjansir og vera vid til at
mynda henda dystin, og tað
haldi eg, at vit gjørdu, segði
Páll Guðlaugsson, sum á-
sannaði, at hetta ikki var
teirra dagur, og at ÍBV
hevði eina sera góða verju,
samstundis sum miðjan hjá
Leiftur ikki riggaði eins væl
og hon hevur gjørt fyrr, fyrst
og fremst tí teir mistu henda
eina miðvallaran seint í
fyrra hálvleiki.
- Vit megnaðu ikki at taka
teir kjansirnar vit fingu,
bæði áðrenn og aftan á mál-
ið, og so endaði tað so sum
tað gjørdi, segði Páll.
Hann helt, at bæði spælar-
arnir Og viðhaldsfólkini
kundu vera errin aftaná, tí
Leiftur hevði verið við til
at skapt ein góðan og und-
irhaldandi dyst millum tvey
lið, sum bæði spældu posi-
tivan fótbólt.
Páll segði, at næsta málið
hjá Leiftur er nú at klára seg
í teimum dystunum, sum nú
eru eftir.
- Vit missa nakrar mans
nú, og vit skulu tí til at
spæla nakrar nýggjar mans
inn á liðið. Men tað havi eg
góðar vónir til, og nú fara
vit í holt við at fáa teir sein-
astu såttmålarnar upp á
pláss
Spurdur, um teir báðir
føroysku spælararnir eru
við í hesum framtíðarætlan-
unum hjá Pálli, svaraði
hann, at tað eru teir so av-
gjørt
Hóast ósigurin var Leifturvenjarnin, Páll Guðlaugsson væl nøgdur við årslitid