Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. september 1998síða 20

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

20 ítróttar S Nr. 163 — 1. SEPTEMBER 1998 Uni Arge og Jens Martin Knudsen heilsa upp á teir mongu Leiftur-áskoðararnar, sum hendan dagin høvdu leitað s á. TS biða eitt ár afturat Fótbóltur: Bikarið fór til eyja, tá Leiftur við Jens Martini Knudsen og Una Arge á liðnum ikki megnaði at vinna sína fyrstu íslendsku steypafinalu sunnudagin. Men parturin hjá fóroysku spælarunum lá ikki eftir REYKJAVÍK) Tá Leiftur átta minuttir fyri hálvleik mistu ein mann, sum tók bóltin við hondini inni á málstrikun:, var tað byrjan- in til endan hjá liðnum, sum fyri fyrstu ferð í søgu fel- agsins var annar parturin av eini íslendskari steypafin- alu. Við tíggju monnum móti teimum ellivu hjá ÍBV av Vestmannaoyggjunum misti Leiftur tamarhaldið, teir fram til tå høvdu havt á støduni. Nú fingu eyjamenn yvirtakið. Dysturin hevði fram til tá verið javnur við einstøkum tilboðum til báðar partar, men hvørki av liðunum hevði megnað at fingið bólt- in framvið ávikavist Jens Martini Knudsen og Gunn- ari Sigurðssyni. Størstu møguleikarnar hevði ÍBV havt - Kristinn Lárusson átti at havt fingið meira burturúr í 18. minutti, tá nigerianarin Peter Ogabe misti á egnari hálvu, og bert tveir minuttir seinni bjarg- aði Jens Martin síni verju, sum ta løtuna var fullkomi- liga úti at koyra, tí eingin visti júst hvar bólturin var. Askoðararnir hjá Leift- uri høvdu fyrireikað seg væl til steypafinaluna - og litirnir eru teir somu sum Páll og Jens Martin eru vanir við í GÍ - gult og blátt ær suður til Reykjavíkar Jens Martin og Uni mugu Mynd: Álvur Haraldsen Størsti kjansurin hjá Leiftur fall til Baldur Brag- ason, ið royndi seg við fri- sparki, men IBV-målverjin fekk fatur á bóltinum, sum kortini mundi sníkt seg inn undir hann. „ Men í 37. minutti fekk IBV so brotssparkid, sum broytti dystin fullkomiliga. Jens Martin tveitti seg til vinstru, men gitti skeivt, og skotið hjá Steingrími Jó- hannessyni fór næstan mitt í málið. Uni lítið við Uni Arge hevði fram -til hetta verið rættiliga ano- nymur. Leiftur-miðvallarar- nir royndu at spæla upp á hann, men á tí váta vellinum stikladi bólturin bert inn til IBV-målmannin, tå roynt varð at stinga framímillum til Una. ; Beint eftir IBV-målid hevði Uni Arge sína fyrstu veruligu roynd á málið - eitt skot úr 35 metrum, sum fór við síðuna av. Bjartskygt at skjóta so langt útifrá, men hann var einsamallur, og ein