týsdagur 1. september 1998síða 23
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 163 — 1. SEPTEMBER 1998
korini hjá sinnissjúkum
tíðindablaðið 5052
Stridist fyri at bóta um
Um vikuskiftið hittust óll tey norðurlendsku feløgini fyri fólk við sinnissjúkum
á fundi á Sjómansheiminum í Havn. Føroyska felagið Sinnisbati var vertur, og
óll hini londini — Danmark, Svøriki, Noregi, Finnland og Ísland — høvdu sín
umboð á fundinum
NICLAS JOHANNESEN
Formaður fyri øll hesi
feløgini tilsamans er finski
doktarin Ilka Taipale. Og
sambært hann er nógv at
stríðast fyri hjá feløgunum,
ið skulu verja og stríðast
fyri rættindunum hjá sinn-
issjúkum.
Hann vísir á, at enn er
langt á mál.
— Í bíbilini finnast trý sløg
av sjúku. at vera spedalskur,
hava epilepsi, og at vera
sinnissjúkur. Í verður tú
lektur móti spidalskusjúku,
fordómarnir móti epilepsi
eru at kalla ongir longur, tú
fólk eru væl kunna um hesa
sjúku. Men sinnissjúka er
framvegis stórt tabu í okk-
ara samfelag. Okkara upp-
gáva er, at broyta hetta og
bøta um korini hjá sinnis-
sjåkum.
Á lægstu rok
Iika Taipale sigur rætt og
slætt, at sinnisjúk ferðas á
lægstu rókunum í samfelag-
num. Teirra rættindi eru
skerd, hóast lóggávan í
prinsippinum er fyri øll, so
eru sinnissjúk ofta við
sviðusoð.
— Fyri at bøta um hetta,
so krevst, at tey sum umsita
lóg og vald skilja, at sinnis-
sjúka er eitt brek og at sál-
arliga brekað hava rætt til
somu tænastur, sum onnur
menniskju við likamligum
brekum, sigur Ilka Taipale.
Hann nevnir bústaðar-
møguleikar. Ítróttur er
somuleiðis at gott dómi um,
at sinnisjúk ikki sleppa upp
í part. Tað finst OL fyri
rørslutarnadi, sum hevur
verið við til at bróta niður
múrar av fordómum — men
Umboð úr felógum úr øllum norðurlondum vóru á fundi á Sjómansheiminum um vikuskiftið
Mynd: Jonhard Hammer
Ilka Taipale, doktari: Sinnissjúk fáa ikki somu rættindi sum onnur í samfelagnum —
heldur ikki sum onnur menniskju við likamligum brekum. Fordómar móti sinnissjúku
ráða framvegis millum fólk og tey ráðandi
tað finst onki OL fyri sinn-
issjúk, tey sleppa ongantíð
upp í part, tá kappast verður
f ítrótti.
— Hetta hendir enntá,
sjálvt um vit síggja, at sinn-
issjúk menniskju klára seg
ofta ótrúliga væl í kapping-
um innan ítrótt, um tey fáa
kjansin at luttaka, sigur Ilka
Taipale.
Tegn fee
Ilka nevnir eisini, at fólk,
ið sita við valdi, eitt nú inn-
an politikk ofta velja at tiga,
um tey hava sinnissjúku
nær at sær í familjuni. Hetta
er framvegis tabu.
— Men komandi ár skal
Finnland hava ordførara
leiklutin í ES, og tá ætla vit
sum tey fyrstu í ES-høpi at
seta á sálarheilsurgkt á
dagsskránna.
Ilka Taipale, doktari, hev-
ur góðar vónir um, at stríðið
fyri rættindunum hjá sinn-
issjúkum fer at bera åvøkst.
— Vit eru sterk. Í Finn-
Mynd: Jonhard Hammer
landi eru 14.000 limir, Riks-
førbundet for Social och
Mental Hælsa í Svgríki hev-
ur 10.000 «limir, danska
SIND og Mental Helse
Norge hava hvgr sínar
6.000 limir. Og Sinnisbati í
Føroyum hevur eisini sín
stóra leiklut í hesum arbeið-
num hjá norðurlendsku
feløgunum at bøta um rætt-
indini hjá sinnisjúkum, sig-
ur Ilka.
Springarar
23
løgdu beinini
í Húsavík
12 springarar vóru býttir millum
30 mans í Sandoynni leygarkvøldid
JONHARD HAMMER
Um 19.00 tíðina leygar-
kveldið løgdu 12 spring-
arar beinini í Húsavík.
Tað byrjaði sum grinda-
boð, men tað vísti seg
skjótt, at talan var um
springarar. Ikki er so
vanligt, at springarar
um.
Maturin á einum
springara hevur heldur
ikki nær námind so nógv
kjót á sær, sum ein
grindahvalur. Og spik er
einki av á springara. Tað
verður als ikki etið. Kjøt-
ið sigst hinvegin at vera
nakað av tí besta, tú
kanst fáa í tín ráka — ein
springarabúffur er ein
sonn delikatessa.
Einir 30 mans vóru við
til drápið, og hesir býttu
matin millum sín — tað
vil siga, at nakrir havn-
armenn, sum høvdu
snikt seg við til drápið,
måttu hyggja langt eftir
teirra parti. Partarnir
vóru bara byttir millum
lokalu veidimenninar.
Fyrsti fundur um rikisrættarligu stoðu
Føroya, um framtíð Føroya sum sjálv-
stødug tjóð og um fólkaatkvoðuna,
sum skal seta framtíð Føroya út í kortið,
verður á landsbókasavninum í Havn
mikud. 2. september 1998 kl. 19.30.
Qll, sum hava áhuga fyri málinum eru
vælkomin.
Við á fundinum verða Helena Dam á
Neystabo og Jákup Sverri Kass.
Sjálvstýrisflokkurin
Eyðkvæmislinjan
svarar alt samdegrið á tlf. 18820.
Mikudagar kl. 19.00-21.00 fæst personlig ráð-
geving og serligir spurningar verða svaraðir.