Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. september 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

: | Blaðfólk: Ljósmyndari k uppseting og prent: 110 Tórshavn — Jan Mú Dagny Joensen, Jens Kristian Vang talu Telefon: 311820 Aki Bertholdsen, Telefax. 314720 B i: Emil L. Jacobsen Lýsingar og sola: Bústaður: É : Tunå Kjølbro Postadr: Postsmoga 76, posts fo Í farnu viku varð skjøtil settur á tað, sum vónandi kann blíva til eitt gott og uppbyggjandi samstarv við eitt av grannalondum okkara, Noreg. LOGMAÐUR og landsstýrismaðurin í oljumálum vóru bodnir at vitja Noreg av forsætisráðharranum Kjell Magne Bondevig. Vitjanin fall so eisini saman við stóru altjóða oljuframsýningini ONS 98 í Stavanger. Á hesi framsýningini vóru eisini fleiri føroyskar fyritøkur, sum so smátt eru farnar at gera seg út til at vera við í eini komandi oljuvinnu her á landi. VITJANIN hjá legmanni í norska hevuðsstaðnum mánadagin var mikið áhugaverd. Lagt varð upp til frá norskari síðu, at Føroya løgmadur, sum her varð javn- settur við ein statsleiðara, skuldi hitta bæði Harald Kong, forsætisráðharran, uttanríkisráðharran, olju- málaráðharran, fiskimálaráðharran og kommunu- og samstarvsmálaráðharran. Við undantaki av uttanríkis- ráðharranum, sum varð upptikin av vitjan Arafats og Peres, hitti legmaður allar hinar ráðharrarnar Í uttan- ríkisráðnum hitti hann so ístaðin vararáðharran. NÚ er slík vitjan fyrst og fremst ein kurteisisvitjan, har ein nýggjur legmaður fær høvi at hitta umboð fyri eina stjórn. Men vitjanin var eisini meira enn tað. Tað er greitt, at norðmenn veruliga síggja Føroyar og allan tann føroyska landgrunnin, sum eitt stað, har tað er vert at gera iløgur í í framtíðini. Her verður serliga hugsað um meguleikarnar at finna olju og gass. Tað var tí eisini ein liður í „marknaðarferingini“ av norsk- um oljuídnaði, at landsstyrismadurin í oljumålum eisini varð boðin til Noregs. KJARNIN í boðskapinum frá norðmonnum má í stuttum sigast at vera hesin: vit hava trý stór oljufeløg og ein stóran ídnað annars, sum tæna og servisera oljuvinnuna sum heild - og sum fegin vilja vera við í einum føroyskum oljuútviklingi. HETTA er ein týðuligur boðskapur, og eiga vit for- oyingar eisini at vísa hesum ynski stóran áhuga. Tað kann bara vera gott, tá aðrar tjóðir og fyritøkur í drum londum, halda tað vera skilagott at gera ílogur her hjá okkum, ílegur, sum skulu fjøltåtta okkara vinnuliv og annars geva landinum nýggjar inntøkumøgleikar og fólkinum nýggj arbeiðspláss. Men vit eiga ikki at læsa okkum fest til bara at samvinna við ávís lond og ávísar fyritøkur. Vit eiga at hava marknaðin so frían sum til ber. Allar dyr eiga at standa opnar. Tvs. at her er talan um fría kapping, har kappingarførid er ein týðandi partur av málinum. Harvið verður ikki sagt, at vit for- oyingar ikki eisini at viga onnur viðurskifti eisini, tá vit gera samstarvsavtalur við aðrar. Umframt Noreg eiga vit so eisini at hava eyguni eftir Danmark og Bretlandi, sum náttúrligir partnarar í menningini av eini kor1- andi oljuvinnu. HÓAST einki itøkiligt varð lagt fram undir Noregs- ferðini um samstarv, so vita vit, at tað longu er í gongd samstarv millum føroyskar útbúgvingarstovnar og norskar. og har eisini norsk oljufeløg eru við sum týð- andi sponsorar. Áhugavert kundi verið at vita, í hvenn mun feroyingar hava sett fram ynski um, at foroyskar fyritøkur longu nú kunnu sleppa upp i part, tá ræður um at framleiða og lata tænastur til ta stóru oljuvinnu, sum longu er í Noregi. Tað hevði gagnað øllum, um tað longu nú vóru føroysk virki, sum knýttu samstarv við norskar fyritøkur og harvið fingið know how og kunnleika, sum aftur kann vera góð barrlast, tá hesi somu feroysku virkini einaferð í framtíðini skulu til at lata verur og tænastur til eina oljuvinnu her um okkara leiðir. Tað hevði eisini verið hugaligt, um tað onkurs- vegna kom eitt itøkiligt norskt útspæl um, hvussu teir kunnu hugsa sær eitt útbygt samstarv á oljuøkinum. Og tað hevði heldur einki gjørt, um ynski og vónir teirra til samvinnu viðferoyingar á oljuøkinum, eisini smitt- aði av til samvinnu á eðrum økjum við. Tíðin vil vísa í hvenn mun norðmenn eru hugaðir til tess. Sosialurin Tónleikurin í útvarpinum Fjórða hvort lag er foroyskt Á ovasta bredda friggjadag- in visti Sosialurin at siga at Útvarp Feroya treyðugt vil spæla føroyskan tónleik. Boðskapurin er, at bert 10. hvert lag, ið verður spælt í ÚF, er føroyskt. Men grein- in ber brå av, at yvirskriftin er skrivad fyrst, og so er sum frægast roynt at fåa roknistykkid at ganga upp. Øll sum lurta eftir útvarp- inum vita, at hetta sjálvsagt ikki er rætt. Síðan orðaskift- ið um gjaldið fyri nýtslu av føroyskum tónleiki tók seg upp í síðsu viku, hevur út- varpið kannað, hvussu stór- ur partur av tónleikinum er føroyskur. Urslitid er, at 24 prosent av tónleikinum, ið UF spældi i 1997, var før- oyskur. Hetta er samsvar- andi rapporteringini til Koda, ti UF skal geva Koda upplysingar um hvørt ein- asta lag, 10 verdur spælt. I greinini í Sosialinum friggjadagin er ikki rokna vid, at umsitingargjaldid hjå Koda og annað fer burtur av, áðrenn peningurin verð- ur býttur millum teir, sum eiga rættindini, og hetta man vera um 20 prosent av hvørjari krónu. Í Sosialinum herfyri segði Kristian Blak, at teir kundu hugsað sær, at Koda-gjaldið í Føroyum var á sama stigi sum í eitt nú Danmark. Hetta sjónarmið havi eg ilt við at skilja. Koda-gjaldið fyri útvarpspartin hjá Dan- mark Radio er stórri enn øll fíggjarætlanin hjá UF, men sammett við lurtaragrund- arlagið rindar UF í dag fleiri ferðir gjaldið hjá DR. UF segði upp sáttmálan við Koda í 1992, tí vit m.a. hildu tað vera órímiligt, at Koda-gjaldið varð vektað eftir senditíðini. Settu vit fleiri = talusendingar á skránna, skuldu vit gjalda meira í Koda-avgjaldi. Vit mæltu til ein sáttmála, har gjaldið fyri tónleik varð ásett eftir tónleikanýtsluni og eftir lurtaragrundarlagn- um. Men Koda vildi bert tingast um ein sáttmála eftir sama leisti sum sáttmálin við DR. Eftir honum letur DR eitt gjald, sum er eitt ávíst prosent av samlaðu inntøkunum, vektað eftir hvussu stórur partur av senditíðini er tónleikur. Úrslitið varð, at UF skuldi gjalda 3,29 prosent av inn- tøkunum fyri rættindini at spæla tónleik. Í løtuni er upphæddin um 600.000 kr. árliga. Samráðingarnar við Koda vóru torførar. UF segði såttmålan upp í apríl 1992, og ikki fyrr enn í aug- ust 1995 eydnaðist at fáa semju um ein sáttmála, sum báðir partar kundu góðtaka. Eg kann vissa føroysku lim- irnar um, at Koda sanniliga røkir teirra áhugamál. Sammett við lurtara- grundarlagið fáa føroyskir tónasmiðir og ténaskøld munandi meira, tá eitt lag hjá teimum verður spælt í UF, enn donsku starvsfel- agar teirra fáa, tá eitt lag verður spælt í DR. Utrokn- ingar okkara i 1992 vistu, at UF rindadi umleid 15 ferðir so nógv fyri at spæla eitt lag, tá senditíðin og lurt- aragrundarlagið verða tikin við í roknistykkið. Hetta tal- ið er møguliga eitt sindur lægri í dag, men ikki stór- vegis lægri ÚF rindar eisini til Gra- mex, ið umsitir rættindini hjá teimum, sum framleiða og spæla. Í fjør var henda upphæddin 270.000 krónur, og her er skipanin, at helvtin av peninginum kemur aftur til Føroya, t.v.s. at føroyskir framleiðarar og tónleikarar fáa tað dupulta av tí, sum teir lutfalsliga eiga. Okkum kunnugt verða tær 135.000 kr. frá Gramex fyri árið í fjør lutaðar sundur við eini helvt til Framleiðslufelagið og eini helvt til Tónleikarafelagið. Peningurin frá Framleiðslu- felagnum ella Gramex- grunninum verður lutaður út sum stuðul til útgávur. Ein ávís upphædd verður latin til hvørt útgivið eintak, og hesin studul er ein hjålp td. í teimum førum, har talan er um bíligar endurútgávur av gomlum tilfari. Hvussu peningurin, ið fer til Tónleikarafelagið verður lutaður út til tónleikarnar, er okkum ikki kunnugt ; Samanumtikid hevur UF sostatt såttmålar vid Koda og Gramex um gjald fyri rættindini at spæla tónleik. Harumframt skal UF senda felagsskapunum upplýsing- ar um hvørt e'asta lag, sum verður spælt. Hvussu tann lítla milliónin, ið UF rindar fyri rættindini, verður luta út, hevur UF onga ávirkan á. Hetta er eitt mál millum hesar felagsskapir og teir, ið eiga rættindini. Útvarp Føroya Jógvan Jespersen