mikudagur 2. september 1998síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið S0S2/U7
Nr. 164 — 2. SEPTEMBER 1998
Stødan á Landssjúkrahúsinum
í brúkara- og starvsfolkahøpi
»Same procedure every year< á Landssjúkrahúsinum? - ella verður jólamaðurin fyrr á fótum í ár?
Guð forlåti mær, men nú
byrjar tann árligi, aftur-
vendandi gysarin aftur á
Landssjúkrahúsinum, hesu
ferð bara eitt sindur fyrr á
árinum, tá sjúklingar í jóla-
gávu frá politiskum og har-
av fyrisitingarligum mynd-
ugleikum hava fingið
tvingsulsflyting, tvungna
útskriving ella annað tílíkt
jólagóðgæti og starvsfólk í
sínum lagi hópuppsagnir,
sum so hokus pokus, snipp,
snapp, snude elegant eru
vorðnar tiknar aftur sjálvan
lítla- ella jólaaftan. Jú, víst
er jólamaðurin til, og so
blivu tað eisini tey árini
rættuliga jól >i de smá, kære
hjem«. Trúði satt at siga, at
slíkur formur fyri tortur og
niðring var farin tíð hjá fólki
fjart av landi skotin.
Hvussu slíkur afturvend-
andi ágangur virkar inn á
sjúklingar, næstrafólk, per-
sonalið og sínámillum klim-
aði alt, nýtist hvørki serligt
vit ella hugflog at ímynda
sær, men tað tykist, sum at
>the show must go on<, og
at stýrandi aftur sleppa at
sýna, hvar skápið skal
standa, og hver ið hevur
hvenn í síni hulu hond.
Tað er samstundis hug-
vekjandi at líta aftur á, at
tann av øllum, sum í sínum
orðabraski á tingi seinru
árini hevur hølvad Lands-
sjúkrahúsið og tess starvs-
fólk mest av um somu tíð
uppá seg hevur verið nógv
størst: atkvøduslåkur mill-
um føroyingar seinastu 20
årini.
Hugsandi orsøkir til
afturvendandi
Hvi hendir so hetta, og hvi
hevur higartil ikki eydnast
at loysa trupulleikarnar var-
andi
1. Tað kann vera, tí at
Landssjúkrahúsinum er
álagt ella sjálvt hevur átikið
sær alsamt fleiri uppgávur
og tænastur, uttan at neyð-
ugar játtanir samstundis
hava fylgt við. Sjúkur
kunnu jú fjólgast, sam-
stundis sum hond verður
tikið um sjúkur, sum áður
eru farnar aftur við borð-
inum.
2. Fólk liva yvirhevur
longri, og við aldrinum
fylgja vanliga sjúkur við
bæði til líkams og sálar.
Fólkasamansetingin broyt-
ist, og eru fleiri stórir ár-
gangir av eldri fólki, til
dømis krigsårgangirnis-
ávegis inn i eldrahópin,
samstundis sum fólk í besta
aldri, 60- og 70-åra árgang-
irnir eru lutfalsliga færri og
enntá lutfalsliga nógv flutt
burtur.
Gomul og veik og harvið
ofta sjúklig, sum við tógvið
stríð hava bygt upp hetta
vælferðarsamfelag, tey eiga
at fáa trygt lívskveld, men
tað gerst altso ikki gratis
fyri tann burðar- og vinnu-
føra partin av fólkinum.
3. Og so eru tað tey meiri
tilvildarligu umskiftini, sum
kunnu órógva roknskapar-
tøl og seta grå hår í skallan
á fólki, sum tykjast øllum
hava starað seg blind uppá
kunstin at dividera og
mangan illa síggja skógin
fyri berum trøum.
Nekur hugsað, men
lýsandi dømi, sum
hvert mansbarn átti
at fata
Sum er, er røktarpeningurin
nokkso oyramerktur, byttur
út á hvørja deild ella sjúkra-
húseind sær, men hver sig-
ur, at ein sjúkrahúsdeild er
eitt maskinarí, sum koyrir
við føstum, åsettum snúðn-
ingum dag út og dag inn og
orkubrúkið hareftir støðugt
ella sum eitt strandferðslu-
skip ella ein bygdaleiðs-
bussur í heilt fastlagdari
rutu, har tað frammanundan
nokk ber til at leggja rættu-
liga neyvt upp fyri mann-
ingar- og oljuútreiðslum?
Guð forbjóði tí, men
hugsar ein sær, at onkur um-
fatandi ólukka og/ella um-
farsjúka skuldi komið fyri,
so vildi tað væl og virðiliga
sprongt eina og hverja per-
tentliga fíggjarætlan, snøgg-
aða til á tryggum skrivara-
borði við logiskum teldum
og ødrum tøknifrødiligum
ísinkrammi. Ordnung muss
sein!
Ja, men hava tit á Lands-
sjúkrahúsinum veruliga
nakrar óvæntaðar arbeiðs-
byrðar og harav figgjartørv-
ir at vísa á? Nei, ikki altíð
alment, og í aðrar mátar er
arbeiðið á einum sjúkrahúsi
jú bundið at tagnarskyldu,
og kunnu starvsfólk tískil
ikki fara út at skilta við
óvæntaðum peningakrevj-
andi arbeiðsbyrðum, og for-
holdini eru jú frammanund-
an ivaleysa smá.
Men, lat meg taka bara
eitt eittans dømi av egnum
arbeiðsplássi uttan at bróta
tagnarskyldu.
Sálarsjúkur versna og
batna og kunnu koma fyri í
tørnum, sum krevir eyka-
røkt her og nú, og sum tað
er trupult at leggja upp fyri
frammanundan við fíggjar-
ætlan, sum partú skal hald-
ast.
Lat okkum til dømis siga,
at tað í røktini á eini deild
starvast fast 5 fólk á hvgrjari
vakt á 8 tímar. Tað gevur í
døgndrift íalt 15 starvsfólk.
Hugsa vit okkum nú til, at
ein sjúklingur gerst so ring-
ur, at hann/hon má festast,
kanska í fleiri dagar ella lut-
víst í vikuvís, so býður sinn-
issjúkralógin í tílíkum før
heilt greitt, at (eyka) starvs-
fólk skal sita hjá sjúkling-
inum alla tíðina, sum vil
siga 3 eyka dagsverk pr.
samdøgur til bara henda
eina sjúkling, og so kemur
tað enntá ikki so sjáldan
fyri, at tað gerst neyðugt at
festa ella hava annað serligt
fyrilit við fleiri sjúklingum
um somu tíð.
Sostatt átti hvørt mans-
barn at skilt at tað meira enn
so kann henda, at tað gerst
neyðugt at dupla og kanska
fleirdupla starvsfólkatalið
eina tíð av ávum, sum eing-
in er harri yvir, og verður
slíkt ikki framt til stuttleika,
men eina og aleina tí at
sjúkan, umstødurnar og har-
av lógin krevja tað. Og eg
ivist ikki í, at slíkar óvænt-
aðar eykaútreiðslur eru
neyðugar eisini á deildum
við illa likamssjåkum fólki,
ella har umfarssjúkur kunnu
taka seg upp.
Sjúkrahúsið skal í hvussu
er nøkta brådfeingistørv á
røkt og viðgerð og roynir at
gera tað forsvarliga, men
tað kann altso lýta ta
frammanundan løgdu fíggj-
arætlan, sum í politikaranna
eygum tykist vera vorðin
heilag kúgv.
Hvat kann gerast
Sjålvur meti eg hendan eina
trupulleikan onkursvegna
botna í manglandi innliti
ella forståilsi. Tad er alsamt
vordid alt ov langt millum
skipara og kokk, samstund-
is sum kokkarnir (starvsfólk
og innanhysis leidandi) enn
ikki hava megnað nóg væl
at gera peningajáttandi pol-
itíkarum greitt, at skal
sjúkrahúsverkinum verða
álagt eina altíð tøka, for-
svarliga tænastu, samstund-
is sum tað alsamt fær álagt
fleiri og fleir uppgávur, so
kostar tað bæði pening og
manning, og bæði skulu
fylgja við gktum arbeiðs-
byrðum.
Ikki tí at Landssjúkrahús-
ið av løgtingsfiggjarl6gini
skal hava ein blankokekk at
brúka til forgodtbefinnandi,
men eina lidiligari brúks-
jåttan enn higartil f hvørt
fall til frammanundan ikki
væntadar eykaiitreidslur,
spidsbelegningar, teknisk
brek, niðurslitið personali
sovæl sum materiali og
onnur serlig fyrilit. Áður
hava lutfalsliga heilt småar
peningaupphæddir verið
nóg mikið til at fáa alt upp
at kóka og enntá fingið ting-
ið uppí.
Ikki fyri at samanbera, tí
ólíkir stovnar og upphæddir
kunnu ikki samanberast, og
sjálvur havi eg bert lítið
fíggjarskil, men einaferð
umsat eg í yvir 20 ár ein
pinkustovn undir landinum,
sum hevði lógarásettar ar-
beiðsuppgávur, tvs. at brúk-
ara- og samfelagstørvurin
skuldi avgreiðast. Arbeiðs-
uppgávurnar skuldu variera
nógv frá ári til ár, samstund-
is sum føst frammanundan
mett upphædd var til taks
yvir fíggjarlógina.
Onkur virkisár var talan
um uppá seg munandi yvir-
trekk, og tá kom sjálvsagt
landsgrannskoðanin straks
upp í leikin, men kortini var
altíð besta forstáilsi og
eykajáttan fingin av tí heilt
einfaldu orsøk, at man
kundi skjalprógva eykaút-
reiðslurnar við øktum ar-
beidskrøvum. Og afturfyri
bar so onnur ár til at bera
lutfalsliga munandi upp-
hæddir aftur í landskassan,
tey árini tá minni var at
gera. Har var roynt at húsast
upp á gamlan máta sum í
einum vanligum húsarhaldi.
Skipanin bygdi í sínum
miniformati á sínámillum
álit um reiðiligheit, og sjálvt
um Landssjúkrahúsið er
hópin meira kompliserað og
við heilt ødrum tølum, so
átti tað onkursvegna at
borið til at vunnið fatan fyri
hjá játtandi politiskum
myndugleikum um, at
óvæntaðar eykaútreiðslur
skulu játtast uttan tað sum
higartil árligu afturvendandi
og lítið mannsømiligu ball-
aduna fram ímóti ársenda
ella jólum.
Manningartrot og
arbeidsvidurskifti
Og meðan vit eru við
manningarspurningin,
hava so játtandi politikarar
hugsað um, hvussu tað kann
ávirka starvsfólk, og teirra
arbeidsføri at virka undir
slíkum áhaldandi trýsti og
so trongum og persónliga
ótryggum viðurskiftum,
sum leingi hava verið, og
man tað ikki eisini ávirka
bæði sjúklingar og næstr-
ingar teirra skeiva vegin og
enn víðari í óneyðugan mun
belasta aðrar skyldar heilsu-
og almennar stovnar, kom-
munulæknar, heimargkt,
skúla- og almannaverk?
Seinru árini hevur tað víst
seg at verið alsamt truplari
og truplari at útvega mann-
ing til eitt nú Landssjúkra-
húsið, tíansheldur fáa
starvsfólk at stødast. Alt
hevur sína orsøk, og fyri
læknanna viðkomandi hev-
ur einamest verið nevnt, at
Føroyar fyri slíkar skal vera
alt ov lítið tillokkandi í vís-
indahøpi, at tað skulu vera
ov fáir granskingar- og eftir-
útbúgvingarmeguleikar.
Hatta er nokk ein partur,
men als ikki allur sannleik-
in, sjálvi arbeiðsviðurskift-
ini, til dømis løn, umstødur
og trygd ikki fyrst heilt i
lagi, so kemur møguligur
granskingarhugur als ikki
uppå tal.
Trygg og rimilig ar-
beidsvidurskifti er greitt tað
mest fundamentala í tí per-
sónliga tilknýtinum til eitt
arbeiðspláss.
Og so skulu vit eisini
minnast til, at fyri ikki so fá
starvsfólk er sjálvt dags-
arbeiðið og arbeiðsavrik-
ini nóg mikið til egin nøgd-
semi og virðing manna
millum. Fyri ikki at seta
nakran núlivandi slóðbrót-
ara og arbeiðsjarn eftir, skal
eg bert loyva mær at minna
á farnar úrmælingar innan
sovæl heilsu- og skúla- og
forsorgarverk, har fáur ger
teimum arbeiðsavrikið eftir,
og tískil vælaverk, tykist
hava við teimum nóg mikið
eisini til seinri gott eftir-
mæli og virðing millum
manna.
Tískil gerst á Lands-
sjúkrahúsinum neyðugt við
fyrst og fremst góðum og
stabilum arbeidsumstødum,
sum givið fer at virka gagn-
ligt aftur á bæði sjúklingar,
næstrafólk og samfelagið
alt.
Latið starvsfólk fáa náðir
at gera tað arbeiðið, tey
hava lært seg og veruliga
duga til: Tað er bæði synd
og skomm at plága læknar
og onnur á sínum gki væl
útbúgvin, dugnalig og virk-
in fakfólk við hopleysum
umsitingarligum uppgáv-
um, sum tey ikki hava lært,
tíansheldur tíma ella duga
til.
Men tað kostar altso, og
»riget fattes penge«. Her er
tad, at eg ådur millum annad
í blaðgrein sjálvan valdagin
í ár havi mælt til eitt aðal-
orðaskifti á tingi, so væl
sum í pressuni um heilsu-
og almannapolitikk.
Føroyska samfelagið må
og skal gera upp vid seg
sjålvt, hvat tad å heilsu- og
almannagkinum hevur ráð
til og ikki, vil hava og ikki,
hvussu og hvat møguliga
skal takast fram um annað,
uttan neyðvendigvís at
draga orðaskiftið niður á eitt
stødi, har tunlar/vegir ella
ítróttarhallir verða settar
skarpt upp ímóti heilsu- og
almannagkinum, skúlanum,
barna- og ellisforsorgini
0.s.fr.
Halda politikarar borgar-
anna og veljaranna vegna
framvegis fast vid åhald-
andi skerjingar å Lands-
sjúkrahúsinum, so skulu
somu politikarar um somu
tíð út at fortelja sínum velj-
arum heilt greitt, hvørjar
tænastur samstundis skulu
minka og/ella takast heilt
burtur, og hvør røkt og hvør
viðgerð skal fara niður um
markið fyri forsvarligheit,
alt annað er beinleiðis
óreiðiligt. Tað verður frá
ávísari politiskari síðu javn-
an júkað upp í saman um,
at heilsu- og sosialverkið
skal lagast til føroyskt (les
vinnilívsins) orkuføri.
Gaman í, men so skulu tit
eisini lýsa spurningin heilt
ftøkiligt fyri fólki.
Og ávegis ætlanum fyri
einum frælsum og sjálv-
stødugum Føroyum, so
kundi tað longu nú verið
uppá pláss at fingið somu
politikarar at melda heilt
klárt út við, um tað tá verður
talan um eitt samhaldsfast,
sjålvstødugt >fólkaheimið
Føroyar« ella eitt supernati-
onalt innantómt skal, tíans-
heldur Runsival, har tað
verður >nakað hjá ngkrum
at fá< og so restin må skjøtta
sær sjálvum sum frægast.
Men, men nú í allarevstu
stund - sjálvur havi eg áður
mett sjóvarfallið vera farið
- so rgkist fyri, at tað er
rivað fyri eygunum á nú-
verandi åbyrgdarhavandi
landsstýriskvinnu í heilsu-
og almannamálum og gðr-
um við, og vónandi fer tað
at eydnast at skapa nóg
frægt politiskt forstáilsi fyri
at kunna varðveita heilsu-
og almannaverkið á einum
manssømiligum stødi fyri
tad vælferdarsamfelag, sum
vit so fegin á nógvum gðr-
um gkjum vilja teljast mill-
um.
25.8.1998
Eyðun Joensen,
psykologur
sjúkrahúsverksins