mikudagur 2. september 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 164 — 2. SEPTEMBER 1998
Lesarabrøv
tíðindablaðið SOSZMIMT
Hugleidingar um døming
og føroyskan fótbólt
Almikið kjak í blødunum í
farnu viku um føroyskan
fótbólt og einamest um
dómaran í dystinum NSÍ-KÍ
og KI-TB.
Lat tad verda sagt bein-
anvegin, at FSF ikki er sera
heppid vid at senda sama
dómaran til fótbóltsglaða
Klaksvík tvey fylgjandi
vikuskifti. Oansæd um
dómarin eitur Birgir Sond-
um, Petur Erhard Kjærbo
ella danski topdómarin Pet-
er Mikkelsen, kann tað vera
ein trupuleiki at dóma sama
lið vikuskifti eftir vikuskifti.
Trúgvi eisini at trupulleikin
er, at tað eru ikki ov mikið
av dómarum til 1. deild, og
tí er neyðugt hjá dómarun-
um at dóma vikuskifti eftir
vikuskifti, og at traðka til,
tá ein hevur frí, vegna sjúku
o.a. Teir fáa tí ikki staðið
uttanfyri og eygleitt avrikid
hjá ødrum dómarum og
samanborið tiltiknu linjuna,
tvs. sama dóm fyri somu
gerð.
Tað eru umstødurnar,
ið skapa demingina
Lat verða sagt beinanvegin,
at Birgir Sondum er ein av
bestu dómarunum, vit eiga.
Trupulleikin hjá honum er
bert, at hann hevur lagt linj-
una hjá sær ov høgt í mun
til aðrar dómarar. Sagt á
annan hátt, hann gongur
høgt upp í at gera sær ómak
við tí, hann ger á vellinum.
Tað kann ikki vera skeivt,
ella? Men tá ein gevur kort
fyri tey smáu tingini tíðliga
í dystinum, verða kortini tað
litríkari og fleiri, sum dyst-
urin líður. Hvussu kann tað
henda ella bera til?
Tað, sum vit venjarar tosa
mest um, tá vit tosa um
dómarar, er, um hesir dóm-
arnir hava >sitatiónsfor-
nemmilsi<, t.d. í dystinum
millum KI-TB fer Heðin
sjálvur fgjøgnum í síðuni.
Linjuverjin sær Kurt offside
í hinum borðinum og veittr-
ar, sum skeivt er. Dómarin
floytar, og Heðin argast um
avrikið hjá linjuverjarnum,
og sigur: Eg eri ikki offside!
við dómaran. Úrslitið er
gult kort. Her eigur dómarin
at bera yvir við leikaranum.
Sama er við Kurt í sama
dysti. Áðrenn Kurt fær
seinna gula kortið, eigur
hann fríspark, tá TB leikari
kleyrar niður á hælin. Hetta
fær hann ikki, men fær so
fríspark ímóti sær beint aft-
aná. Sjálvandi ilnast leik-
arar, tá so er. Tað er tó eing-
in umbering fyri at leypa
framav, og skal Kurt sjálv-
andi, sum rætt er, út. Men
umstødurnar eru ikki hepn-
ar fyri dømingina, tá so er.
Dómarin má dema
eftir sínum hjarta, og
Ikki eftir linjuni
Stuttligt er at síggja ensku
dómararnar. Teir gera stórar
villur, ja stórri enn vit síggja
her heima, men måtin teir
leiða dystin uppá, er ein
fragd at síggja. Teir liva við,
tosa við leikararnar og gera
sær ómak við at leiða dyst-
in, ístaðin fyri at »døma«
dystin. Hetta kundu vit
kanska lært av. Haldi tí
heldur ikki, at tað hevur so
stóran týdning, um dómar-
arnir halda eina felagslinju,
ella dóma eins. Tað ber
snøgt sagt ikki til, tí dómar-
arnir síggja ikki støðurnar
eins. Úrslitið av hesum áset-
ingum og tosið um felags
linju kann bara gera dóm-
ararnar Otryggar, tí tá dóma
teir ikki av >sínum hjarta«.
Úrslitið er ein mongd av
gulum kortum á skeivum
stað til skeivu tíð, kanska
óneyðugt og serliga tá
dómarin hevur takið á
dystinum. Hetta skal íkki
skiljast soleiðis, at dómarar
skulu dóma ymiskt, tvs.
broyta fótbóltslógina.
Eingin ivi er um, at hesar
ásetingar og tos um eina
felagslinju at dóma eftir, er
eitt haft um beinini á okkara
bestu dómarum. Lat teir
dóma útfrá sær sjálvum, t.d.
kann eg ikki krevja, at
Heðin á Lakjuni skal spæla
júst sum Allan Joensen. Tað
letur seg ikki gera, og tað
kann ein heldur ikki krevja
av einum dómara. Tak til
dømis Petur Erhardt úr
Sumba. Hann dømur, sum
bert ein Petur Erhardt ger.
Hann hevur stíl - nevniliga
sín egna máta, at gera tað
uppá.
Eins væl vit hava góðar
fótbóltsleikarar, hava vit
vánaligar dómarar og øvugt.
Askodararnir kunnu so
frøast, skelda og deila bæði
til vinstru og høgru bæði um
leikarar og dómaraavrik.
Tað er partur av spælinum.
Men ikki er loyvt nøkrum
at ákæra dómara fyri
forfylging. Tað er undir
lágmarkinum.
Dómarin duga lógina,
men mugu eisini
kenna spælið
Kann ikki lata vera við at
tríva í onnur dómi - frá í ár.
Steypafinala millum B71-
HB gentur. Eitt tilvildarligt
frispark á miðum vølli gev-
ur sandsgentu reytt kort, tå
S min. eru leiktir. Hvat vil
dómarin vid tí avgerðini?
Ella steypafinaluni í
dreingjadeildini = millum
HB-B36, har dómarin gevur
eina málmanninum reytt
kort aftaná 5 min. fyri at
taka beinini undan
álopsleikara, sum dettur um
málmannin, sum er á veg
út.
Her er eingin målmøgu-
leiki. Strangt tikið reytt
kort! Ja, men hvar er >situ-
ationsfornemmilsi«? og
kanska serliga í seinna hålv-
leiki, tá málmaðurin jarðar
útileikara, uttan at fáa nakað
kort. Og eins og ein minni
heppin leikari, eigur dóm-
arin at fara út á bonkin at
sita.
At tað í dysti verður settur
dómari, sum bert og bert
dømir eftir bókini, verður
ongantíð góður dómari.
Hann má kenna spælið!
Tey stóru
eta tey smáu ;
Farið nú á annan bógv. I
hesum tíðum, tá stóru fót-
båltsfeløgini eta tey smáu
feløgini. Ikki sørt, at hetta
tykist at ørkymla tey smáu
feløgini, sum ikki hava
somu møguleikarnir at
keypa fólk innundir seg,
sum HB og B36. Tað er
eingin ivi um, at tey mongu
næstu árini verða tað tey
bæði feløgini, sum fara at
keypa sær meistaraheitið.
Um so venjarin eitur Sivic,
Johan Nielsen, Jóannes Jak-
obsen, er rumeni ella dani
er líkamikið. Tað man ikki
hevur, ella ikki hevur tol at
menna, tað keypir man
bara. So kanst tú halda um
tað, tú vilt, men eingin ivi
er um, at fótbólturin á smá-
plássunum verður hart rakt-
ur. Vónið tó, at ein kanning
niðri um júst sama evni, fer
at vísa tað sama her í Før-
oyum: Nevniliga at ung-
fólkið fer at stødast og trív-
ast betur í småfeløgunum
Annars fer ein virðismikil
partur av trivnaðinum ella
mentanini fyri bakka í
smærru bygdunum. Vit
hava sæð, at samanlegging-
in millum EB og Streymur,
hevur gjørt at vøllurin og
fótbóltsspælið í Hvalvík og
Streymnesi er søga, í øllum
fórum fyribils, og uttan at
seta navn á nakra bygd ella
feløg, eru onnur feløg i
sama vanda.
Hvørji tey feløg verða,
fåa vit at siggja, tå eitt til
tvey år eru farin. Tå fer at
siggjast hvørji feløg klåra
at fylgja við. Oivad fer at
verða torført at manna
nevndir onkursvegna, tí
bogin er hart spentur fíggj-
arliga í fleiri feløgum. Tá
er tíðin búgvin at lækka tal-
ið av líðum í 1. deild, men
avleiðingina av tí kenna vit
ikki - enn.
Stýra broytingunum?
Tú kanst ikki stødga broyt-
ingunum, enn verri stýra
teimum, hon er har, og verð-
ur har. Ein møgulig avleið-
ing kann verða, at smærru
feløgini fáa ein niðurtúr, til
ein superliga verður gjørd,
og smærru feløgini sleppa i
1. deild og øll hesi eykalid-
ini í 2. og 3. deild verða flutt
longur niður ella burtur,
men so vænti eg eisini at
smærru feløgini fara at stød-
festast aftur. Haldi eisini, at
FSF hevur skyldu mótvegis
smærru feløgunum, nú
størru feløgini kappast um
UEFA pengar, at studla
teimum smærru figgjarliga
og geva teimum aðrar
sømdir, t.d. fyri gott ung-
dómsarbeiði.
Síggi eisini at B36 leik-
skráin spyr TB og Sumba
>Hvor vader vi hen<, men
vandi er sanniliga á væl-
ferðini hjá havnafelggun-
um. Hvat vilja teir við sín-
um tgna ungdómi? Tað má
verða ein rúgva av leikar-
um, sum ongantíð fáa
møguleikan í sínum egna
felagi. Vit síggja enn fá
andlit fara úr Havn til bygd-
irnar at spæla. Men tað
verða helst fleiri, tá áhugin
fyri at spæla á 2. og 3. líði
hjá barnafelagnum fellur
burtur.
Felagskenslan burtur
Í øllum fórum er vist, at
felagskenslan er burtur. Hon
verður so ikki røkt til lítar.
Havi verið í Havn, tvær
reisur við liði til dyst í ár,
har flestu dystirnir í Fer-
oyum verða leiktir og
dømdir. Herfyri møtti dóm-
arin ikki til dreingjadyst í
Havn. Ein nevndarlimur
dømdi istadin, og tad bædi
væl og virdiliga. Fyrr i år
møttu linjuverjarnir ikki til
ein dreingjadyst. Her
vinkaðu piltar so ístaðin, og
tað var ikki heppið, tí tá tú
hevur leikarar í álopinum,
sum ferðast skjótari enn
lósið, kann verða ilt at
fylgja við offside hjá einum
pilt. Hesin undirmetti tí eitt
klokkureint mál. Í einum av
fyrstu dystunum í ár dómdi
ein smáðrongur landskapp-
ingardyst hjá A-smádreingj-
unum hjá Kl. Hetta eru
dystir í meistarabólkinum,
við leikarum sum leggja
nógv fyri til venjing, og eiga
betri viðferð uppibornað.
Helst kenna øll feløgini
hesar trupulleikar, men
felagskenslan, at arbeiða í
felagsskapi, hon sæst ikki
aftur í dómingini í yngru
deildunum, og hvussu
kunnu vit tá krevja so nógv
av okkara bestu dómarum,
tá áhugin er so lítil?
Við ítróttarheilsu
Annfinn Danielsen,
venjari
Tað er ikki altíð so lætt at vera fótbóltsdómari. heldur
ikki í Føroyum. Annfinn Danielsen hugleiðir um dóming
og fóroyskan fótbólt og sigur m.a., at tað ikki er nóg
mikið hjá dómarunum at duga lógirnar
eisini kenna spælið
(Tilvildarlig mynd)
teir mugu