mikudagur 2. september 1998síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Minningarorð um lgga
tíðindablaðið S082lun
Kristian Eirik Højgaard
f. 15.7.53, d. 13.8.98
Kristian Eirik, ella Iggi, sum vit
vanliga róptu hann, var sonur Olgu
og Samson Højgaard í Vestmanna.
Sjálvt um farleiðin millum Vest-
manna og Rituvík var drúgv og
long, tá ið Iggi var smádrongur, var
ikki sjáldan at vit sóust: Í Vest-
manna, í hugnaliga heiminum hjá
Samson og Olgu, ið altíð var nakað
serligt at vitja. Ella at Iggi saman
við systkjum og foreldrum komu til
Rituvíkar at vitja abba og ommu har.
lggi og eg vóru javngamlir, og
hava spælt saman, siðan vit dugdu
at ganga — og eisini í vaksnamanna-
árum sæst av og á. Deyðsboðini um
hann vóru tí tung at taka. Vit búðu
eitt skifti saman í Lucas Debesar-
getu, hjá Katrinu og Pola í Havn.
Hetta var meðan vit gingu í skúla í
Hoydølum. Sum so ofta var Iggi
eisini her í ferð við okkurt spennandi
og sjáldsamt. Eitt skifti galt tað um
at konstruera rakett-motorar, m.a.
við hydrazin sum brennievni. Ein-
asta, ið restaði, var at fáa elektro-
magnetirnar at loysa rættstundis. -
Frá hesum døgum og til hansara
seinasta dag á lívi, galt um at ar-
beiða, finna loysnir, uppfinna. Hug-
flog og dugnaskapur hansara førdu
hann sum tíðin leið inn í arkitek-
toniska heimin, har hann fann sítt
lívsstarv. Kemur tú framat einum
prýðiligum, bláum bygningi í Vest-
urbýnum í Havn, er talan um
Blindaheimið, sum Iggi legði nógva
arbeiðsorku í at tekna funktionelt
og samstundis so vakurt sum gjør-
ligt. Eitt annað stórverk hansara er
Ld. hangar-bygningurin í Vága
Floghavn. Í Danmerk var hann t.d.
eisini við til at tekna Ítróttarparkina
Nýggju í Keypmannahavn.
Sum Marjun Bæk prestur so væl
segði tað í talu síni yvir Igga í Vest-
manna Kirkju, so var Iggi eitt heilt
menniskja og samvitskufullur um
alt, ið hann lat úr hondum. Hann
hevði nógvar dygdir og var bæði
hugnaligur og stuttligur at vera sam-
an við. Einhver, ið hitti hann, kundi
vera vísur at fáa okkurt serstakt
upplivilsi saman við honum.
Iggi fekk saman við Heidi sonin
Hjalgrím, ið var hansara eitt og alt.
Eg minnist, hvussu stoltur hann alla
tíðina hevur verið av honum. Eisini
nú Iggi stríddi seg gjøgnum eina
harða og langa sjúkralegu, hjálpti
tað honum ómetaliga nógv, at Hjal-
grím títt og ofta vitjaði hann, antin
tað var í Danmark ella í Føroyum.
>Verðins besti pápi<, segði Hjalgrim
á síni seinastu heilsan til Igga - og
hetta vóru vælvald orð.
At síggja og hoyra um, hvussu
systkin hansara Una, Petur, Ólavur,
Gunvør, Jórun, svágrar og svigar-
innur, børn teirra, móðirin Olga,
Heidi, Hjalgrim og onnur hava tikið
sær av Igga dag og nått hesi seinastu
tvey árini, fyllir ein við gleði, takk-
semi, undran og stoltleika. Tað er
torført at hugsa sær, at nakar ger
tykkum hetta eftir. Takk fyri, at tit,
saman við sjúkraverkinum annars,
gjørdu líðingarnar hjá Igga lættari
at bera.
Iggi kláraði at liva tveir dagar
longri enn eina stórhending í lívi
mínum. Eg eri vísur í, at hann eisini
hevði sín lut í hesum við sínum
stálsetta lívsvilja.
Hvil í friði, góði Iggi, til vit síggj-
ast aftur, har sjúka ikki kann níva
meir. Enn einaferð kunnu vit sanna
orðini hjá Kingo:
Sorrig og glæde, de vandre tilhobe,
lykke, ulykke de ganger pá rad.
Medgang og modgang hinanden
anrábe,
solskin og skyer de følges og ad.
Jorderigs guld er prægtig muld.
Himlen er ene af salighed fuld.
Dånjal Petur
Nr. 164 — 2. SEPTEMBER 1998
Anfinn Kallsberg, lógmaður um marknatrætuna:
= =
— Vit arbeiða
iðvist
ið málinum
Lógmaður hevur fingið at vita niðurstóðu hjá Uttanlands-
nevndini uppá uppskot løgmans um, hvussu farast skal
fram í marknamálinum.
JAN MØLLER
Tað er sum lukkað land, tá
Sosialurin roynir at fáa nak-
að at vita um gongdina í
marknamálinum. Annars
hava verið fleiri fundir í
vikuskiftinum um markna-
trætuna við bretar. Undir
vitjan síni í Oslo í farnu
viku segði Anfinn Kalls-
berg, løgmaður við Sosialin,
at hann var komin til eina
niðurstøðu í málinum,
nevniliga um hvussu farast
skal víðari.
Heimafturkomin hevði
løgmaður fund við leiðaran
í føroysku samráðingar-
nevndini, Árna Olafsson og
Uttanlandsnevndina. Á hes-
um fundi varð nevndin m.a.
kunnað um um møguligt
komandi føroyska útspæl.
Mánamorgunin hevði
Uttanlandsnevndin fund um
útspælið frá løgmanni. Tað
hevur ikki eydnast okkum
at fáa nakað at vita, hvgrja
niðurstøðu Uttanlands-
nevndin hevur gjørt sær,
men hana hevur løgmaður
so fingið, men soleiðis sum
málið er háttað vil hann ikki
í løtuni siga nakað.
Løgmaður vil ikki siga,
hvat hann nú fer at fyritaka
sær. -Vit royna tað, sum
roynast kann fyri at fáa
gongd á aftur málið. Tað
skal ikki vera nakar ivi um,
at landsstýrið arbeiðir seri-
øst og miðvíst við hesum
álvarsmáli.
Tað hevur heldur ikki
eydnast okkum at fáa at
vita, um ætlanin hjá nýggja
landsstýrinum er at halda
fast um ynskið hjá undan-
farna løgmanni um at fáa
málið uppá hægsta politiska
stig ella um ein roynd verð-
ur gjørd aftrat at fáa antin
samrådingarnevnd ella
samráðingarleiðaran at taka
upp fund við bretar.
Soleiðis sum málið hevur
útviklað seg kann tað hugs-
ast, at uppgávan hjá sam-
rådingarnevndini sum so er
lokin í ov við, at undanfarni
løgmaður metti ikki, at hon
kundi gera meira og tók
politiska stigið, men tað er
ikki vist, at samráðingar-
leiðarin Árni Olafsson er úti
av spælinum fyri tað. Eitt
stig, sum altíð verður roynt
í endaspurtinum í torførum
samráðingum sum hesum,
er at lata leiðararnar í tveim-
um ymiskum samráðingar-
nevndum sondera gkið og
vita, hverjir møguleikar eru
fyri eini loysn, áðrenn enda-
liga stigið til politiskar
samráðingar ella dómstólin
verður tikið. Hetta er van-
ligur diplomatiskur fram-
gangsháttur, og tí kann ein
gita, at ein slík roynd kann
blíva gjørd.
Bretar hava so eisini víst
á fleiri ferðir í seinastuni,
at teir halda ikki, at málið
her og nú er búgvið til fund
millum politisku leiðararnar
í báðum londum. Teir halda,
at enn kann okkurt gerast á
embætismannastødi. Her-
fyri settu teir so eisini ein
diplomat i leidarasessin i
teirra samrådingarnevnd, og
burtur úr tí kann ein kanska
lesa, at teir vilja hava eina
loysn, sum ikki eins og áður
strandar í juridiskum iva-
málum.
Landsstevnan 9 8
A ———"——
verður í lærara-
skulahøllini
11.-12.sept.
FL
(7)
RP
Søkt verður eftir
fólki
til gerð og pakking av dogverðamati
og viðskera.
Fólk við royndum í hesum arbeiði hava *
fyrimun.
Meiri fæst at vita frá Jens Ingolf á tlf.
311161.
P/f Poul Hansen, heilsøla