Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. september 1998síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

kanst siss ólán ar 1 6 Yngd hevur hitt tvey ung, ávíkavist Studentaskúla og Handilsskúla, og spurt tey, hvussu tað er at skifta frá fólkaskúla til sum ganga a miðnámsskúla. Terji Nielsen Tað er ymiskt, hverja fatan fólk hava av at fara úr fólkaskúlan og so meguliga í ein miðnámsskúla. Hjá teim- um flestu er tað altíð eitt sindur keðiligt, tí at man skal iljast frá teimum, sum man hevur gingið í flokki saman (1 við í eini tíggju ár. Onnur eru kanska eitt sindur ivasom við at fara ur tryggu í fólkaskúlanum rammunu og so eitt nå nidan i studenta- skulan, sum kann ! tykjast rættiliga stórur og erkymlándi ð einari rúgvu av næming- sum ein als ikki kennir. Tey flestu eru tó av teirri fat- an, at tað er ein avbjóðing at fara undir Student, HF, FHS ella hvat tað nú eitir. Positivt skifti Yngd hitti tey bæði, Pætur Dahl og Elin Christiansen, í ávíkavist stu- dentaskúla og handilsskúla, og spurdi tey, hvussu sum ganga tað er at skifta til ein mið- tíðindablaðið námsskúla, eftir at hava gingið í fólkaskúla í mong ár. Pætur gongur í løtuni í 2.g. í málsligu deild í Hoydelum, meðan Elin júst er farin at ganga á FHS. Pætur, sum fór úr 9. flokki og beinleiðis niðan í Hoydalar, sigur, at tað vóru fleiri, sum ráddi honum frá at fara undir studentaskúla so ungur (millum annað onkur vin- maður, sum var farin aftur í fólkaskúlan aftaná stutta tíð í Hoydølum), men hann valdi tó at fara, og tað angrar hann ikki. Hann sigur, at hann hoyrdi ådrenn, at tad var øgiliga strævið at ganga á studentar- skúla, men hann heldur ikki, at tað er strævnari, enn hann hevði roknað við. Elin er, sum áðurnevnt, júst byrjað á handilsskúla, so hon kann ikki siga nakað um, hvussu strævið tað er í mun til fólkaskúlan. Yngd nr. 20 - 2. sept. 1998 Nr. 164 — Pætur og Elin vóru floksfelagar í fólkaskúlanum Verða mett sum vaksin fólk Eitt, sum tey bæði eru samd um, er, at tá tú kemur á ein miðnámsskúla, so er ein tann størsti munurin tann, at tú verður mett sum eitt vaksið fólk av lærarunum. Hetta eru tey ikki von við frá fólka- skúlanum, og er hetta eisini við til at stimbra samstarvið millum lærarar og næmingar. Haraftrat siga tey, at lærararnir mangan taka tey við upp á ráð, tá ið frálæran skal leggj- ast til rættis, og tað hava tey ikki upplivad áður. Alt hetta er við til, at tey kenna seg á líka fóti við lær- aran, og er samstundis við til at stimbra teirra lutteku í frålærvni. Í fólkaskúlanum er tad so, at um ein næmingur ikki er við í tímanum og bara situr og svevur, so vil lærarin royna at fáa hann við og eitt nú syrgja fyri, at hesin næmingurin ger allar uppgávur, heimaarbeiði og annað. Á miðnámsskúlunum er tað so, siga Pætur og Elin, at slik- ir næmingar, sum bara sita og hanga (teir eru fáir), sleppa at sita fyri einki. Lærararnir lata tað upp til hvenn einstakan at fylgja við og klára seg. Hetta krevur sjálvsagt nógv meiri sjálvdisiplin frá næmingunum, enn hvat tey eru von við frá fólkaskúlanum. Næmingarnir meiri seriøsir Ein tyduligur munur er å næmingunum í fólkaskúlanum og í studentaskúlanum, siga tey bæði Pætur og Elin. Tá ið tú gongur í fólkaskúla, eru rættiliga nógvir næmingar als ikki við í undirvisingini, og fleiri teirra lata ongar upp- gávur inn ella nakað. Á mið- námsskúlanum er tað so, at flestu næmingarnir eru rætt- iliga seriøsir og gera sími skúlating til tíðina. Haraftrat er tað mangan lívligt kjak um eitthvert evni í skúla- stovuni, og tað eru tey als ikki von við frá fólkaskúlanum. 2. SEPTEMBER 1998