mikudagur 2. september 1998síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
28
Nr. 164 — 2. SEPTEMBER 1998
TIL SOLU
Sega Mega Drive II Six
pack + tvey onnur spøl til
sølu fyri 1500 kr
Tlf. 315745
Tonleikur
30 ARA GAMAL
kontrabassur til sølu fyri
15.000 kr
Tlf. 310721
Ut- & Sjonvarp
BILANLEGG TIL SØLU
Pioneer forsterkari, 4x100
w. ella 2x300 w. ella 2x100
w + 1x300 w. Pioneer hå-
talara 200 w. Pioneer
subsoofer, 400 w
Tlf. 444571
TIL SØLU
Ein parabolskermur v
høvdi og beslag til solu fyri
ca. 1.000 kr
Tlf. 320285 ella 283019
TIL SØLU
1 dupultur Sharp kassettu-
bandupptakari til sølu fyri
500 kr
Tlf. 314384
TIL SOLU
1 Magnasonic videomask-
na til selu fyri 500 kr
Tlf. 314384
Ymiskt
ROKKJALLARIN
Vit åtaka okkum at selja
i Yy OM
| Eisini keypa vit deyðs-
9 390
Tinghúsvegur 42 - 100
| Torshavn
| Opið: månad -friggjad. |
«
Norðoya Gassøla |
FR-700 Klaksvík
Heil- og Småsøla
Nyheimkomi6 |
Fiskireiåskapur |
Seiðatráður frå 39,- |
Toskatráður frá 549
Ring og bílegg príslista |
AC 74?
8i. 43/33 Þax 45/0
E-Mail dsj & post olivant.fo
Lr meme)
YNSKIST
Hevur tú eitt sítibaðikar,
sum tú vilt av við, so ring til
tif. 422292
LEGUBORD
Stort leguborå vid 5 siti-
plássum biliga til sølu
Tlf. 288260
TRONGISVAGUR
Grundstykki 844 kvm. til
sølu um hóskandi boð
fæst
Tlf. 372166
YNSKIST
Gamiar nr. plåtur til motor-
súkklu, svartar Fo
Ring tf. 312915 ella 311990
UM TÚ EIGUR
eina vikuskiftisbiliet ið tú vil
selja, so ring
tf. 312915 ella 311990
VESTMANNA
TALVFELAG
Byrjað verður aftur at telva
mikukvøldiå 2.9. Børnini
byrja kl. 18.30, og tey
vaksnu kl. 20.00. Nyggir
limir eru vælkomnir
EIN MINOLTA
AF Zoom Lens 75-300
mm 1:4,5 (32) 5,6 við lens
soft Case LS- 1300 til sølu
Bert brukt fyra ferdir, sum
nýggj.
Tlf. 282935, eftir kl. 16
TIL SØLU
Góður radiatorur, dupultur,
stødd 200x55 cm.
TIf. 447547
YNSKIST
15-20 |. emalieret ella stål-
ye. ønskes at købe
W. 422297
TIL SØLU
Ein Texas roknimaskina v/
strimli til skrivstovubruk, til
sølu fyri 400 kr
Tlf. 320285 ella 283019
TIL SØLU
Ein Televikar telefonsvar-
ari til sølu
Tlf. 320285
ella 283019
TIL SØLU
Dancall digital cordless
telefon v/ 2 telefonum og
telefonsvarara, telefonbók
0.a. til sølu
Tlf. 320285 ella 283019
TIL SØLU
Canon kopimaskina við
borði til sølu.
Tlf. 318569
TIL SØLU
2 gyllin i Husadalshag-
anum til sølu
Tlf. 422146 ella 287146
TIL SØLU
Traðarstykki vid Alvheygg
til selu. Stykkið er 9.125
kvm. til viddar
Tlf. 423048
FRIMERKIR
Hevur tu gomul postkort,
brøv, frimerkir, barnahjálp-
armerkir, adressukort, inn-
gjaldingarkort, postkvitter-
ingar við > føroyskum
poststempli o.a. føroyskt
frå 1890-1995. Tó ikki
FDC brøv, havi eg møgu-
liga keyparan
Tlf. 313025, Gunnar. Best
millum kl. 16-18
HEVUR ONKUR
eina vikuskiftis- ella Apex
feråasedil at selja okkum
til rimiligan pris, ringið tlf
312853 til kl. 16, aftanå kl
17 tlf. 318899
Charlotta
FARTELEFON
Lítið brúkt Nokia 232 NMT
900 fartelefon. Tvey batta-
riir, teakfront, avladara, bi-
ladara 0.a., til sølu
Tlf. 284585
TIL SØLU
Nógv Barbir v/ tilhoyri og
mangt annað leikutoy
Tlf. 456320
MALNINGUR
av Jóannes Kristiansen, til
sølu.
Tlf. 075529303
STOYPIFORMAR TIL
GARD
Ynskist til keyps.
Tlf. 316249
A SJOGVI OG LANDI
Vit hava materialir, sum
tetta allar lekar. Alt innan
reingerð. >Neyð<repera-
tionir av rørum, oljuslang-
um v.m. Glíðifrítt gólv bæði
til skip og virkir. Bíligt.
Tlf. 3117865 - 282165
Nær eru brøvini afturkalladi?
Tå leidarin å Heimarøktini
sigur í samrødu við Sosi-
alin, at brøvini viðv. spar-
ingum i Eysturoy av mis-
gávum vóru send út, og at
tey ikki eru galdandi, hví
hevur ein so sett hesar spar-
ingar í verk?
Fyri einari viku síðani
hóðu álitisfólkini í Eysturoy
um fund vid økisleidaran,
ti at tær høvdu frætt, at tær
skilaleysu sparingar, ið vóru
settar i verk i Eysturoy, ikki
vóru eins um alt landið. Á
hesum fundi fingu tær at
vita, at har var onki at gera
tí at ongir pengar vóru, og
at ongi útlit vóru fyri at ein
kom at fáa meiri pening.
Hendan nidurstøda, at ein
ikki kom at fáa nakra stór-
vegis meirjáttan er tann
boðskapur, ið leiðslan hevur
melda út við, at Heimarøkt-
in longu í juli fekk eina
meirjáttan uppá 3 mill. er
heilt nýtt fyri tey flestu.
Tá ein sigur, at tað ikki er
rætt, at sparingar hava rakt
skipanina sum heild, so
hava vit bert vidgjørt spar-
ingarnar innan okkara ar-
beidsøki og kundi eg hugsa
mær at frætt um bert eitt øki
í landinum innan heima-
hjálpararbeiði, ið ikki hevur
merkt niðurskurð hesi sein-
astu tvey árini.
Sum eg havi víst á fyrr,
so er arbeiði okkara broytt
frá at vera vanligt arbeiði
til akkord arbeiði hesi sein-
astu tvey árini. Tá starvsfólk
hava fingið álagt eina so
stóra eykaarbeiðsbyrðu, at
tey ikki klára at arbeiða 40
tímars arbeiðsviku, so er
nakað gali.
Tá stovnurin meldar út
við, at ein vónar at fáa ar-
beidsfrid, so er hettar eisini
nakað nýtt. Eg trúgvi neyv-
an, at nøkur heimahjålp
hevur uppliva eina slíka
øsing frá leidsluni sum i
summar, orsaka av spari-
uppskotum, ið eru send út
til álitisfólk og starvsfólk,
sjålvt um ein greitt hevði
fingið at vita, at landsstýrið
arbeiddi fyri at finna eina
loysn á trupulleikunum.
Vónandi verða vit spard fyri
slíkt í framtíðini.
At enda kundu vit hugsa
okkum, at Heimarøktin í
framtíðini byrjar at virða
tær avtalur og sáttmálar ið
verða gjørdar við okkara
felag, tí tá ein ger avtalur
og sáttmála við eitt felag,
so er meiningin, at báðir
partar skulu yvirhalda tað
og ikki bert felagið. Bert eitt
lítið dómi, sum at senda
okkum avrit av uppsagnar-
brøvum, ið eru send út her í
summar, so hava vit verið
noydd at rykkja eftir hesum
brøvum, uttan tó so mikið
sum at fáa svar.
Tórshavn 31.8.1998
Vegna Heimahjálparafelag
„ Føroya
Asa Djurhuus
Folkaatkvøda
Sambandsflokkurin vil hava fólkaatkvóðu at gera av, um broytingar skulu
gerast i rikisrættarligu vidurskiftunum
Eg skal enda vid at siga frå,
at Sambandsflokkurin fer at
leggja fram á løgting lógar-
uppskot, har mælt verður
til
At Føroya Løgting sam-
tykkir at senda spurningin
um Føroyar skulu gerast
fullveldi við egnari grund-
lóg út til félkaatkvødu
henda kann so verða hildin
áðrenn jan. 1999
Landsstýrisins ætlan er, at
einans limirnir á Feroya
løgtingi skulu taka avgerð,
uroyar skulu gerast land við
fullveldi við egnari grund-
lóg, eisini ætlar landsstyri
at sáttmáli skal gerast, um
avvikling av ríkisfelags-
skapinum, eina sokallaða
skipaloysing. Landsstýrið
biður løgtingið um undir-
tóku fyri at landsstýrið kann
føra hesar samráðingar.
Sambandsflokkurin held-
ur at hetta er at meta við
eima kolvelting, sum Føroya
fólk sjålvt má fáa loyvið at
taka stóðu til, við eini fólka-
atkvødu. Landsstýri skal
åseta sjålvan dagin, sum
kann verða hildin innan |
jan. 1999. Hetta verður hild-
ið at geva neyðuga skot
bráðið hjá øllum partum, at
gera neyðugar fyrireikingar
og kunningar, um hetta fyri
allar føroyingar so stóra og
avgerandi mál
Landsstýrið fær við eini
folkaatkvødu greitt at vita
um fólkaviljin er fyri hesi
ætlan ella hann er ímóti,
áðrenn farið verður í gongd.
Ríkisstjórnin fær somu-
leiðis greitt at vita hvar før-
oya fólk stendur í hesum
máli
Tað skuldi verið óneyð-
ugt at sagt, at tað mátti borið
til hjá landsstýrinum og
parti av løgtinginum at taka
avgerð yvir høvdinum á før-
oya fólki, í so grundleggj-
andi viðurskiftum, sum tað
er at fara í samráðingar við
Danmark, um avvikling av
ríkisfelagsskapinum (skipa
loysing) og sum hevur vart
í umleið 600 ár, uttan at
spyrja føroya fólk, um tey
taka undir við landsstýrisins
ætlanum
Hesi viðurskifti røra júst
við tað mest grundleggjandi
í einum hverjum fólkaræði.
Sum altíð stýrisskipanarvið-
urskifti og grundlóg eru fyri
fólkið, tí er fað eisini ein
sjålvfylgja at mál av slíkum
slag og týdningi mega fyrst
út til følkaatkvødu.
Sigast kann eisini at tær
veljarakanningar sum hava
verið um hesi viðurskifti,
vísa greitt at landsstýrið ikki
hevur heimild í fólkinum
fyri sínum ætlanum.
Sambandsflokkurin heitir
á øll tingfólk um at taka væl
ímóti uppskotinum, og at
vísa í verki at vit umboða
eitt fólkaræði, við at sam-
tykkja uppskotið einmælt.
Edmund Joensen
Fýra danskar kvinnur í Norðurlandahúsinum
Fríggjadagin 4. sept. 1998
kl. 16.00 letur upp ein
donsk framsýning í Norð-
urlandahúsinum undir heit-
inum »Identitet«.
Tær 4 kvinnurnar, sum
luttaka við verkum sínum á
framsýningini, eru:
- Anne Elisabeth
Østergaard
- Lea Brøgger
- Rikke Hindhede
- Lisbeth Damgaard.
Listakvinnurnar hava hvør
i sinum lagi arbeitt vid evn-
inum »identitet« og hava
vid hesum sum grundarlagi
skapt ymsar >installatión-
T«.
Anne Elisabeth Øster-
gaard er »modist« ella, sum
tað verður nevnt hattamak-
ari. Hon sýnir fram stórar
hattar, framleiddir sum
skulpturar úr tilfari, sum
ikki er heilt vanligt. Hon
stendur eisini fyri einum
rúmi fylt við klæðum, ætlað
børnum at lata seg í.
Lea Brøgger er professi-
onellur sjónleikari. Hon
hevur til framsýningina
skapt eitt rúm við ymiskum
>objektum<, sum ganga
saman í eini broyting. Hon
hevur eisini gjørt eitt video
um »identitet/endurminn-
ing<.
Rikke Hindhede er undir
útbúgving sum tekstildes-
ignari. Hon sýnir fram
stólpar, klæddir við ymsum
tilfari. Stólparnir verða
sýndir soleiðis, at tú kanst
fornema ein vørr av menn-
iskjaligum hendingum, sum
kunnu hugsast at fyrikoma.
Rikke Hindhede stendur
somuleiðis fyri eini telefon-
installatión, sum ikki verður
brúkt.
Lisbeth Damgaard er gra-
fikari. Hon fer á framsýn-
ingini at vísa fram 3 video-
filmar, seriugrafiir og foto,
baserað á arbeiðið og iden-
titetin hjá 3 ymsum lista-
kvinnum.
Sum tær sjálvar siga:
>Hetta er okkara fyrsta
framsýning sum bólkur, og
hevur hetta verið eitt læru-
ríkt og spennandi tíðarskeið
upp til framsýningina, tí at
onkur av okkum arbeiðir í
medium, vit ongantíð hava
brúkt áður. Vit uppfata okk-
ara framsýning sum ein
fund, ...ein fund millum
ymsar mentanir, tankar/
idéir, objekt og bílgt. Før-
oyar gjørdust okkara fyrsta
mål sum framsýningarstað-
ur. Vit vóna at koma til onn-
ur norðurland. Men vit
halda, at Føroyar er okkara
næsti, og forvitni at meta
eini mentan, sum líkist okk-
ara, men tó ókend, hevur
verið týdningarmikið, með-
an vit hava arbeitt við okk-
ara >installatiónum<.
Framsýningin kl. 16.00 4.
sept. '98 byrjar við eini
framførslu, og er framsýn-
ingin í Norðurlandahúsin-
um til 4. okt. '98.