Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Okkara kosnu finna loysnir fyri smáplássini Oddagrein So kom umsíðir álitið frá Kommununevnd- ini - og sum vit hevdu roknað við, var tilmælið púra greitt: Kommunurnar skulu gerast færri í framtíðini. Tað er einki at ivast í, at ymsar meiningar verða um hetta álit - og soleiðis eigur tað at vera. Eins og hjá løgmanni er tað trupult hjá politikarum beinanvegn at gera niður- stoður út frá álitinum, tí tað er so rúgvu- smikið, og har eru so nógv fyrilit at taka. Eitt er talið á kommununum - hvussu stórt tað skal vera. Tað eru helst ikki tveir for- oyingar, sum eru ósamdir um, at 50 kommunur er ov nógv til okkara lítla sam- felag - í ollum forum, um vit vilja hava kommunur, sum hava meguleikar fyri at gera eitt munagott arbeiði - nærsamfel- agnum at gangi. Hinvegin skerst ikki burt, at smáu komm- unumar hava ein trupulleika. Vit hoyrdu eitt nú bygdarráðsformannin við Gjógv siga, at hendan ætlanin, sum nú varð løgd fram - nærmast var ein deyðadómur fyri smáplássini. Og tað kann hann av røttum siga, tí miåsavnanin verður at størru plåss- unum - og helst eisini sum bygdarráðs- formaðurin í Gøtu sigur í blaðnum í dag, at fólkið fyrst fer at flyta til storsta plássið í teimum sjey kommununum. Men hetta er kortini ikki nóg mikið til tess at siga, at ætlanin má vrakast. Hinvegin leggur hetta bara størri ábyrgd á politikarar okkara um at gera skipanir, soleiðis at vit á annan hátt bjarga smáplássunum. Hetta verður tá ein spurningur um, hvussu nógv samfelagið vil gjalda til tess at varðveita búsetingarmynstrið í landinum. Ein annar eymur spurningur hevur verið um kommunalu útjavningina. Í álitinum verður nortið við bæði útreiðslujavning og inntekujavning. Hetta verður sera trupult at fáa semju um, men at vit oll í felag skulu gjalda fyri lógarbundnu útreiðslumar av samfelagnum - eisini kommununum, tað er sjálvandi í lagi, men ringt verður at fáa semju um, at kommunur skulu lata av vinninginum til aðrar kommunur, ið ikki hava stóran vinning. Við vælaarbeiðinum, sum Kommunu- nevndin hevur lagt fram, eru lunnar lagdar undir eitt neyðugt kjak, sum skal fara fram í samfelagnum øllum, og vit vilja gera okkara til at hýsa øllum sjónarmiðum, so vit í felag finna bestu loysnina Sosialurin Viðmerking: Ti er neyðugt við stjórnarskipanarnevnd Tað eru serliga tjóðveldis- menn sum eru vorðnir so firtnir yvir at Javnaðar- flokkurin hevur sett uppskot fram um at seta stjórnar- skipanarnevnd. Teir tykjast ikki rættiliga at skilja mein- ingina við tí. Tí er neyðugt at seta upp, hvat í veruleik- anum er munurin á tí fram- ferðarhátti, íð Javnaðar- flokkurin skjýtur upp, og framferðarháttinum hjá landsstýrinum. Í fyrsta lagi kemur upp- skotið um stjórnarskipanar- nevnd sum ein logisk fylgja av at Javnaðarflokkurin ikki tekur undir við landsstýris- uppskotinum, sum er ein fullmakt til landsstýri at fara undir at seta fullveldispro- jektið ígongd. Í øðrum lagi er tað ein konstruktiv fylgja av teirri felags niðurstøðu hjá gllum flokkum á tingi, at ríkisrættarligar broyting- ar eru neyðugar fyri øktum føroyskum sjálvstýri. Javnaðarflokkurin skjýtur upp: — at landsstýrið fær heim- ild til at seta fyrireikingar- arbeiði ígongd, avmarkað til útgreiningar og kanningar av týdningi í — samband við ríkisrætt- arligar broytingar, og at løg- maður setir eina parlament- ariska stjórnarskipanar- nevnd, umboðandi allar flokkar á tingi, undir fyri- sæti landsstýrisins, og við luttøku av vísindaligum sakkunnleika, at gera upp- skot til nýggja stjórnarskip- an fyri Føroyar. Mótvegis hesum er fram- ferðarhátturin hjá landsstýr- inum, at vilja avgreiða eitt mál, sum inniber kanska størstu stjórnarskipanarligu broyting nakrantíð í Føroya søgu, sum eitt samgongu- mál, har bert stívliga helvtin av tinginum stendur aftan- fyri. Hesin framferðarháttur var fríggjadagin samanfat- aður av fyrrverandi lands- stýrismanni og núverandi løgtingsmanni Tjóðveldis- floksins, Jógvani Durhuus, soleiðis, at "landsstýrið skal fara undir at fyrireika og taka upp realitetssamráð- ingar um ein millumlanda- sáttmála, sum síðan skal leggjast fyri tingið, so at hesar samráðingar um at skipa Føroyar sum eitt full- veldi kunnu byrja longu nú í hesum árinum." Eftir hesum er avgjørt frammanundan, hvat allar kanningar og fyrireikingar skulu enda við. Einasta 6- vissa er, hvussu lagaligar treytir kunnu fáast frá døn- um. Í hesum skundav- greiðslumáli ber tí eisini illa til at síggja teir veruligu møguleikarnar fyri aktivari luttøku hjá andstøduni, id er knappliga helvtin av ting- inum, sum annað enn bert ein formlig ávirkan, av- markað til at umrøda og ummæla tær avgerðir, sum samgongan annars einsa- møll er samd um framman- undan - ella kanska bert partar av samgonguni. Tað er neyvan nakar ivi um, at tvíheldur landsstýrið um sína mannagongd og fer at trumfa sín vilja igjøgn- um, bert við stívliga helvtini av tinginum aftan fyri seg, fer tað eisini til at elva til eitt øgiligt klandur og stríð í øllum fólkinum um hetta málið. Tað verður onki sak- ligt orðaskifti, men eitt elju- stríð við skuldsetingum og illgitingum. Tað verða tær vers umstødurnar sum hugsast kunnu undan nakr- ari fólkaatkvgðu. Eg vóni ikki, at tann smáhysteriski tónin, sum longu var at hoyra í tinginum fríggja- dagin, so hvgrt tað leið út á dagin, og mánadagin við, var ein fráboðan um hvussu tann komandi dialogurin fer at ganga. Sjálvt um løgmaður óivað hevði eina aðra adressu í huganum, so má eg tó fult taka undir við orðum hans- ara fríggjadagin; og sum hann endurtók mánadagin, tá hann mælti til "at sláa kalt vatn í blóðið" og at vit seta okkum niður og fáa hesa neyðugu, breiðu undirtøk- una, bæði í tinginum og í fólkinum. Og tað er júst tí at Javn- aðarflokkurin kemur við uppskoti sínum um at løg- maður skal seta eina stjórn- arskipanarnevnd at viðgera ” og skjóta upp tær ríkisrætt- arligu broytingarnar, sum gerast skulu. Í eini stjórnarskipanar- nevnd tryggjar tú gllum tinginum ein aktivan leiklut Sem Hans Pauli Strøm, løgtingsmadur Javnaðarfloksin í arbeidinum. Her verður ikki bert ging- ið eftir tí eina møguleik- anum, men her er uppgávan at fáa allar møguleikar fram á borðið; og teir kunnu verða nógvir og munirnir sera stórir, frá tí minst til tann mest víðgangandi mát- an at skipa føroyskt sjálv- stýri uppá. Grundað á allar neyðugar kanningar og útgreiningar ger stjørnarskipanarnevndin uppskot sítt uppskot at leggja fyri tingið. Tá verða heilt aðrir og betri møguleikar hjá tingi- num - og gllum fólkinum - at viðgera og taka stóðu til, um stjórnarliga framtíðar- stóða Føroya skal vera ein fullveldisskipan ella ein- hvør onnur frælsari stóða í ríkisfelagsskapi. Føroya løgting kann tå gera greitt, hvat løgtingid vil, og hvat føroyingar vilja fara eftir. Tá er klárt at fara at taka upp samráðingar við danir um at fáa gll neyðug við- urskifti landanna millum greið í einum broyttum ella nøggjum sáttmála. Landsstýrið hevur tí onki at vera bangi fyri í uppskoti Javnaðarfloksins. Tad er tvørturim6ti ein útrætt hond frá Javnaðarflokkurin til landsstýrið, so sleppast kann undan stríðselvandi polariseringum, bæði í ting- inum og í fólkinum. Ikki Internet-Sosialurin í morgin við nýggjari útgávu minst tá hugsað verður um hvussu nógv bæði løgmaður og landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum siga seg - og ivist eg ikki í at tað eisini er av fullum huga - vilja arbeiða fyri eini breiðari undirtøku í hesum måli- num. Tað hevði eisini so dygg- iliga gjørt teimum illgiting- um til skammar, sum siga at tað í høvudsheitum eru tvær orsgkir til at landstýrið vil gjøgnumtrumfad sín egna máta at orna hesi ting- ini uppá: Í fyrsta lagi for- fongiligheit: tí hesir flokkar, ella rættari menn úr hesum flokkum síggja nú ein kjans til at sleppa at skriva seg inn í søguna sum teir í tóku loysingina, og í gðrum lagi tí at fullveldisætlanin er so víðgangandi, at hon fæst bert ígjógnum í stórum skundi - tað má smíðast meðan jarnið enn er heitt eftir samanbrestirnar við danir og ødina um danskar ráðagerðir í skømaskotum - kemur tað at ganga ov seint fyri seg og ov drúgt verður at bíða eftir úrslitum, so er vandi fyri at fullveldiseld- hugin kólnar og áhugin vendist móti gðrum lívs- viðurskiftum. Hans Pauli Strøm, løgtingsmadur fyri Javnadarflokkin www.sosialurin.fo