Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 1998síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 165 — 3. SEPTEMBER 1998 EIRIKUR LINDENSKOV Borgarstjórin í Havn, Leiv- ur Hansen, er í høvudsheit- inum væl nøgdur við álitið frá Kommunubólkinum, og hann kann taka undir við fleiri av tonkunum í áliti- num. — Tórshavnar Kommuna hevur eftir okkara tykki ta stødd, sum vit kundu hugs- að okkum - serliga nú Koll- afjórður er komin afturat, sigur Leivur Hansen. — Vit eru sjálvandi áhugað í einum góðum samstarvi við Kirkjubgar kommunu, men vit hava ikki nakað brennandi ynski um at leggja saman við enn fleiri kommunum. Men vilja pol- itikararnir hava at vit skulu leggja saman, so hava vit ongar trupulleikar við tí, sigur Leivur Hansen. Í seinna valskeiði vóru samráðingar millum Tórs- havnar kommunu og Nóls- oyar kommunu, men Nóls- oyar kommuna trekti seg aftur år hesum samstarvi, sigur Leivur Hansen, sum tó ikki sjálvur tók lut í hes- um samráðingum. Men hann váttar tó, at kommun- an hevur eisini tosað við Kvívíkar kommunu, sum hevði følarar úti, eftir at Kollafjaðrar = kommuna gjørdi av at leggja saman við Havnini. — Vit greiddu teimum frá tilgongdini, sum førdi til ta samanleggingina, men kví- víksingar tók seinni følar- arnar aftur, sigur Leivur Hansen. Tað er einki dulsmál, at fleiri politikarar í høvuds- staðnum hava verið sera negativir, tá tosað hevur verið um eina kommunala útjavning. Men Leivur Han- sen heldur, at eingin orsøk er at øsa seg - ella fegnast - um tað enn. — Her er Kommunubólk- urin komin til tað sera skil- agóðu niðurstøðu, at mælt verður at seta nýggja bólk at taka sær júst av hesum eyma spurningi. Tað verður jú tosað um tvær útjavning- ar, eina útreiðsluútjavning - til lógarbundnar útreiðslur, har tær >ríkaru< kommun- urnar skulu verða við til at gjalda fyri eitt nú skúla á smáplássunum - og tað er í fínasta ordan, sigur Leivur Hansen. Hinvegin, so skilir Leivur Hansen ikki grundgevingar- nar fyri eini inntgkuútjavn- ing. — Her mugu vit vera var- in, so vit ikki gera somu mistøk, sum grannalond okkara hava gjørt, sigur hann. — Vit skulu ikki javna - bara fyri at javna - fyri at allar kommunur skulu vera líka, tí sum høvudsstadur hevur í hesum føri Havnar Kommuna serliga útreiðslur og serligar uppgávur, sum hinar kommunurnar ikki hava. Tað skal hevur ikki vera so, at hinar kommun- urnar leggja seg afturá og siga, at Havnin skal gjalda alt. Heldur ikki má hetta drepa virkishugin úti um landið. Vit skulu framvegis eisini hava møguleika fyri tíðindablaðið SOSlaluFn Ov tidliga at øsa seg um útjavning enn — Enn er ov tíðliga at ýsa seg - ella at fegnast - um útjavn- ingarskipanina, sum Kommununevndin mælir til, sigur Leiv- ur Hansen, borgarstjóri í Havn. Hann vísir á, at eingin út- javningarskipan verður gjørd, fyrr enn kommunurnar eru lagdar saman - og tá kunnu vera fleiri sterkar kommunur Leivur Hansen, borgarstjóri í Havn at kappast um tey bestu til- boðini. — Vit fáa helst eina slíka skipan, men vit fáa onga útreiðsluskipan fyrr enn kommunurnar eru lagdar saman, og so skulu uppgáv- urnar verða lagdar út. Hetta verður so í fyrsta lagi um fimm ár, sigur Leivur Han- sen. Hann heldur tí, at stundir verða til at fáa eina skila- góða javningarskipan, og hann væntar eisini, at tá kommunur eru lagdar sam- an, so verða eisini onnur øki, ið vera so mikið væl fyri, at tey eisini >hava yv- irskot«, ella kunnu lata til tey øki, ið eru verri fyri. Annars heldur borgar- stjórin í Havn at tað er skil- agott at hava Sundalags- kommununa sum lægsta felagsnevnara fyri, hvgrji øki kunnu leggjast út til kommunurnar at umsita. Hann heldur, at við hesum verða øll tey øki løgd út, sum Tórshavnar kommuna kundi hugsað sær at um- sitið. Eysturoy ein kommuna EIRIKUR LINDENSKOV — Skal nøkur meining vera í at leggja kommunurnar saman, so skulu tær leggjast saman soleiðis, at tað verða stórri eindir. Hetta sigur Jógvan Greg- ersen, sum er borgarstjóri Gøtu kommunu. Gøtu kommuna er júst tann kommunan, sum sambært kommunuálitinum skal gera av, um Eysturoyggin skal skipast í eina ella tvær kommunur. Velur Gøtu kommuna at leggja saman vid Fuglafirdi og Leirvik, so kunnu hesar triggjar komm- unurnar leggja saman í eina. Men velur Gøtu kommuna hinvegin at leggja saman við Runavíkar kommunu, so skulu Fuglafirðar og Leirvíkar kommunur fylgja við, sigur Kommunubólkur- in. — Eg haldi, at hatta er eitt sindur klossut lagt upp, tí tað kann als ikki koma upp á tal, at vit fara at leggja saman við Leirvík og Fugl- afirði - tí endamálið má sjálvandi vera, at vit gerast ein stórri kommuna. Saman við hasum báðum bygdu- num, so vera vit ikki stórri, enn Runarvíkar kommuna er í dag, heldur borgarstjór- in í Gøtu. Jógvan Gregersen heldur, at sjálvandi skal øll Eystur- oyggin sum hon er (við ella uttan bygdirnar í Sundalag- num) vera ein kommuna, tí endamálið má sjálvandi vera at kunna kappast við Havnina, sum hann tekur til. Um ikki kommunurnar verða lagdar saman beinan- vegin, so heldur Jógvan Gregersen, at byrjað kundi verið við at ávís øki vóru lagd út til eitt nú eina felags- kommunu, so kommunur- nar eitt nú kundu havt verk- frødingar 0. o. fakfólk í fel- ag. Jógvan Gregersen skilir væl tey í smærru kommun- um, sum eru í iva. — Smærru plássi verða ikki betur fyri av hesum. Verða sjey kommunur, so fáa vit eisini sjey »høvuds- staðir< - skilt á tann hátt, at fólkið fer at flyta móti stórra plássinum í kommununi - og kanska seinni til mið- staðarkommunurnar, heldur hann. Men Gøtu kommuna hev- ur ikki vidgjørt Kommunu- álitið enn - og tann nýggja kommunan hevur heldur ikki verið í samráðingum um samanlegging. — Vit taka tað róligt, og vit ætla ikki at loypa á leist- um, sigur Jógvan Greger- sen. STEPHANSSONS HUS TLF. 31 42 91 HOUSE OF LE! Dún TILBOÐ | 08 TILBOÐ Jakkar | einans har prýði og forkunnug pløgg til kvinnuna eru í hásæti. Her fært tú rákið úr nýggjasta mótanum. LEI, er ódýr klæðir úr høgari góðsku Tara Jarmon, fronsk klæðir til tann kræsna kundan -og Italskar smykkur ið kunnu setast saman alt eftir tínum tørvi og sum eru stóra dyllan beint nú. - VÁGSBOTNUR "Letur upp hósdagin 3. sep. kl. 14.00 - FO 100 TÓRSHAYN - TLF. 320 840