Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 1998síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið SOSTANN ýtt matstovu - og dansistað í Havn Har Kvøldlot áður hevði til húsa á Skålatrød, verður næsta ár latið upp vala matstova og dansistað. Væntandi verður greitt at lata upp áðrenn ólavsóku næsta ár, sigur Høgni Danielsen, sum keypti Kvøldlot fyri nókrum árum síðan og skal standa fyri nýggja virkseminum DAGNY JOENSEN Tað hevur ljóðað at áhugin fyri at stovna matstovu og annað virksemi, sum krevur skeinkiloyvi, er stórur í Havn. Nú eini seks- átta skeinki- loyvi eru tek at søkja, er ið hvussu er, ein itøkilig ætlan komin undan kavi. Tað er Høgni Danielsen, vinnulívsmaður, sum nú fer undir at gera ålvara av sin- um ætlanum, um at stovna matstovu og dansistad i Skålatrød Hann keypti Kvøldlot í sínari tíð, og heyði ætlanir um at leiga hann, til teir, sum stóðu fyri virkseminum Nakrar mánaðir seinni var Kvøldlot latið aftur og Høgni Danielsen stóð við einun tómum bygningi, sum hann ikki visti, hvat skuldi brúkast til. Síðani varð farið undir at umvæla bygningin kortini, við tí endamálið at lata upp aftur, men hetta arbeiðið varð stegað, av tí at útlitini fyri at fáa skeinkiloyvi, ikki vóru til staðar. Tá Maxim og Royal Club, sum høvdu til húsa í Albert Hall á Argjum, lótu aftur, keypti Høgni Daniel- sen part av innbúgvinum og bæði heitini, við tí endamáli brúka tey seinni. Høgni Danielsen sigur, at nú verður aftur farið undir at umvæla bygningin á Skålatrød, og at hann hevur sent umsókn inn at fáa skeiniloyvi. Enn er nógv eftir at umvæla, tí hetta skal vera eitt valastað. Tekningar og byggiloyvi eru fingið til vega, og eftir hesum verður partur av niðaru hædd gravað út. Maxim og Royal Club í Kvøldloti — Matstovan Maxim å ovaru hæddini verdur 155 fer- metrar til støddar, og somu- leiðis dansistaðið Royal Club á niðaru hædd, men at ein trappa bindir stødini saman. — Er talan um eitt alment stað, ella verður tað bert fyri limum? — Hetta verður alment stað, har øll kunnu koma, sigur Høgni Danielsen, sum ikki veit, hvussu nógv fólk fara at arbeiða á staðnum. Spurdur um heitini Max- im og Royal Club borgar fyri, at hetta verða valastød, sigur Høgni Danielsen, at tað helst verður í fínara lagi. Næsta ár verður aftur livligt á Skålatrød, har nyggja matstova- og dansistaðið letur upp. Fyribils skulu húsini um- vælast og innrættast eftir nútíðar tørvi Matstovan Maxim er i ovaru hædd, og er 155 fermetrar til støddar. Tå matstovan i Albert Hall å Argjum læt aftur, keypti Hegni Danielsen part av innbúgvinum, sum verður tikd í nýtslu, tá nýggja staðið letur upp. Skeinkiloyvini, sum nú verða tók í Tórshavnar Kommunu, skuldi gjørt tað møguligt at reka matstovu, og umsókn er longu send loyvisneyndini Ætlanin var at ríva Kvøldlot niður, fyri síðani at byggja nýggj hús, men sambært byggireglunum varð ikki loyvt at byggja so stóran bygning á staðnum. Nú verður stórur partur av kjallarahæddini grivin út, fyri at fáa so rúmligt dansihøli sum til ber. Samstundis verður pláss fyri trappu, sum bindur báðar hæddirnar saman Nr. 165 — 3. SEPTEMBER 1998 udstillingen ábner fredag d.4.september kl.16.00 Installationer skabt med udgangspunkt í begrebet identitet udstilles. kunstnerne | er tilstede og fremfører performance. alle er velkomne. legerum for børn Norðurtan áa RN í 0