Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 165 — 3. SEPTEMBER 1998 tíðindablaðið fanir 5 Norðmenn keypa seg inn í tvær føroyskar alifyritøkur aftrat Norska felagid Norway Seafarms hevur keypt seg inn i smoltfyritøkuna Hovså og alifyritøkuna Norðaling. Talan er um ein nyggjan risa innan føroyska alivinnu, sum fyrst og fremst er figgjadur vid norskum pengum NICLAS JOHANNESEN Ein nýggjur avgjørdur tung- vektari innan føroyska aling hevur sæð dagsins ljós. Stjórin verður føroyskur. lløgukapitalurin fyrst og fremst norskur. Pluss før- oyskur. Norway Seafarms, ið longu nú eigur 100% í Laksaaling, sum norska felagið keypti frá Kristian á Neystabg fyri tveimum árum síðani, hevur nú keypt 33 prosent í smoltfyritøkuni Hovsá og 33 prosent í ali- fyritøkuni Norðaling. Nú virka allar hesar fyritøkur- nar undir einum hai. Leið- arin fyri alt samtakið er Rógvi Nielsen, sum framm- anundan átti Norðaling í Oyndarfirði saman við fa- miljuni. - Nú hevur familjan selt sín part — hetta er jú ein turbulent vinna — meðan eg framvegis eigi meginpartin í Norðaling, sigur Rógvi Nielsen við Sosialin. Sam stundis hevur Rógvi Niel- sen eisini sett pening í felag- ið Hovsá. Saman við Nor- way Seafarms eigur hann sostatt helvtina í áður so umstrídda felagnum hjá Hera Hjelm, ið loksins — sambært Rógva Nielsen — hevur fingið endaliga um- hvørvisg6dkenning frå Heilsufrødiligu Starvsstov- uni. Rok var annars fyrr i år um hetta málið, sum endaði í landsstýrinum, og sum síð- an var sent aftur til Heilsu- frødiligu Starvsstovuna, har Alt stórri partur av føroyska laksinum gleppur fóroyingum av hondum nýggj meting skuldi gerast. Nú er málið so avgreitt, og Hovsá hevur fingið um- hvørvisg6dkenning, sam- bært Rógva Nielsen. 100 milliónir Rógvi Nielsen sigur, at mál- ið er at fírfaldað framleidsl- una longu komandi ár. Í ár vera umleið 1800 tons av laksi slaktað. Komandi ár er ætlanin at slakta 10.000 tons. Umsetningurin fer at liggja um eina 100 milliónir krónur. Í fjør var samlaði umsetningurin í føroyskari alivinnu okkurt um eina hálva milliard krónur. Tað var undanfarna lands- stýrið við Ivan Johannesen, sum vinnumálaráðharra, ið avgjørdi, at útlendskar fyri- tókur ella einstaklingar hava ikki loyvi at eiga meira enn 33 prosent í føroyskum alifyritðkum Avgerðin kom í kjalar vórrinum á miklum orða skifti um, at næststørsta inn- tøkukeldan hjå føroyingum var um at verða keypt av útlendskum kapitali. Aðr- enn protektionistiska loysn in var sett í gildið, heyði eitt nú ådurnevnda Norway Seafarms keypt 100 prosent í alifyritókuni Laksaaling. Ein av heitu forsprákaru- num fyri at verja føroysk áhugamál var Bergur Poul- sen, stjóri í Havsbrún, ið eitt nú framleiðir fóður til ali- vinnuna. Rógvi Nielsen sigur, at higartil hevur Norðaling keypt alt fóður frá Havs- brún, meðan Laksaaling hevur keypt fóður frá norsku f6durfyritøkuni Skretting. Nú samanlegg- Við einari hálvari milliard í árligum umsetningi, er alivinnan næststørsta inntøkukelda i Føroum ingin er ein sannroynd, skal Havsbrún tó ikki rokna við at missa nakað av f60ursøl uni. Tvørturimoti kann roknast vid, at nýggja stór fyritøkan fer at keypa held- ur meira fóður frå Havsbrún enn undanfarin ár - Vit fara at keypa frá bæði Havsbrún og Skrett- ing, sigur Rógvi Nielsen. Tilsamans 40.000 tons av alifóðuri var í fjør selt í Før- oyum. Størsti parturin — upp móti 150 milliónir krónur — vóru sendar av landinum til tess at keypa útlendskt fóð- ur. Tilsamans 45 fólk arbeiða í nýggju fyritøkuni. 32 teirra hava fast starv, restin er til arbeiðis, tá slaktið er fyri. Í foroysku orðabókini eru: stívliga 66.000 leitorð um 70.000 dømi við tiltøkum fæst í tveimum útgávum: 230 nýteknaðar myndir, ið styðja upp undir fleiri enn 1.000 orðalýsingar. um 1.700 plantu-, fugla- og djøranøvn við altjóða freðiheitum. www.sleipnir.fo/ordabok — tå gører % TRS: Føroysk orðabók I-bind ella 2-bind *) Hvat amboð hevur bakbumm. fótatræ og vanga? Hvussu bendist orðið "månadur”? Hver er munurin á at "náða" og "nåa Hvat er ein undirløgubåtur? — svarti eru at finna í foroysku orðabókini Kostnaður: 2-bind: Kr. 670.- t-bind: Kr Teldutøk útgáva: Kr. 340, 450),- i uidutøk "+ Verðus cisint at fåa Utgevåri: Føroya Frédskaparfelag - % Í orðabókini eru mong vanlig talumálsorð, tokuorð Er og fremmandaorð, umframt hópin av yrkorðum við tilvising til nytsluøki. Bæði gamalt og nytt orðatilfar er í bókini, tilfar, ið er fingið úr skrivaðum og mæltum máli við mongum staðbundnum bygdarmálsorðum, t + * * på + lekum og oråtøkum æ — - — - — — Békasølan í SMS | H.N. Jacobsens Hjalmar Jacobsens | Bókabúðin Alfa Bókhandil | Boks 1247 | Bókhandil Bókhandil Heiðavegur Nólsoyarpálsgeta 2 | 110 Tórshavn Vaglið 1 N. Finsensgøta 14 600 Saltangará 00 Klaksvik Tlf. 31 95 75 | 100 Tórshavn 100 Térshavn TIL. 44 92 92 Tlf. 45 55 33 Fax 31 01 64 | Tlf 31 10 36 Tlf. 31 15 84 Fax 44 92 93 Fax 45 70 42 | Fax 31 78 73 | Fax 31 92 84 |