Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 1998síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Janus Petersen um ómaksgjaldið: — Hasum fer eingin á heysin av — Talan er um eitt so lítið gjald, at tað verri enn so dekk- ar allar útreiðslurnar, sum vit hava av skipanini, sigur Janus Petersen, bankastjóri, sum annars heldur, at hetta við ómaksgjóldum er tann rætti vegurin at ganga SVEINUR TRÓNDARSON Í blaðnum í gjár skrivaðu vit um lønarflytingar og 6- maksgjøld Føroysku peningastovn- arnir og Postverkid hava av- gjørt at taka 3 krónur fyri hverja lønarflyting, tí teir meta ikki at tað er ein pen- ingastovnsuppgáva, at flyta lønir. Í hvussu er ikki 6- keypis Tað eydnaðist okkum ikki at fáa nakra viðmerking frá peningastovnunum í gjár, men eftir at blaðið var farið til prentingar fingu vit orð á Janus Petersen, stjóra í Føroya Banka. Vit spurdu hann fyrst um tað ikki var heldur seint, at koma út við einum tílíkum skrivi so stutt áðrenn skip- anin kom í gildi. — Tað veit eg ikki. Tað hevði møguliga verið rætt- ari, at boða frá fyrr, men soleiðis gjørdist tað ikki, og í og fyri seg er tað líka- mikið, um boðini eru komin nú ella um tey komu fyrr. Janus Petersen heldur, at reaktiónin hevði komið all- íkavæl. — Tað er altíð soleiðis, tá ein broyting kemur í. Vit sóu tað tå PBS innførdi gjøld fyri noturnar frå slet- unum, men tað vardi bert stutta tíð, so var tað góð- tikið. Janus Petersen sigur, at tað er dýrt hjá peninga- stovnunum at umsita lønar- flytingarnar hjá virkjunum. — Tad er væl hugsandi, at tað í framtíðini koma Janus Petersen, stjóri i Føroya Banka fleiri omaksgjøld í bankunum, sigur — Vit skulu, afturat øllum ødrum kostnadum, hava fólk til at taka sær av lønar- flytingunum og tann kostn- aðurin er so nógv hægri enn 3 krónur pr. flyting, sigur hann Bara manuellar flyti Janus Petersen heldur ikki, at hetta við ómaksgjøldum hevur so nógv uppá seg, sum tað verður gjørt til. Tey flestu av teimum stóru virkjunum brúka longu sum er tær elektron- isku skipaninar, t.. e. antin disklar ella heimabanka- skipaninar, meðan tað ser- liga eru smærru fyritøkur- nar, sum brúka manuellar flytingar. Og tað verða tær tidindabladid SOSU smærru fyritøkurnar, sum koma at gjalda fyri tænast- urnar, sigur Janus og skund- ar sær at leggja afturat: — Men hesum fara tær ikki á heysin av, tað er púra vist. — Hugsa tær ein handil við tveimum starvsfólkum. Fáa tey månadarløn, so er ómaksgjaldið seks krónur um mánaðin. Tað er ikki nógv, hóast alt, sigur Janus Petersen. Verður brúkt alla aðrastaðni Í gllum ødrum londum kring okkum er tað so, at kundarnir hjá peningastovn- unum gjalda ómaksgjald fyri tænasturnar. Her í Føroyum gera vit tað ikki og tað heldur Janus verða skeivt. — Brúkaragjaldið er ein skilagóð loysn, sigur hann . — Peningastovnarnir fara altíð at kappast uppá rentu- marginalin, men hann er so nógv minkaður og fer fram- vegis at minka, sigur Janus Petersen og leggur aftruat: — Tað er jú ikki møguligt hjá okkum, at áseta tann rentumarginal vit ynskja. Tað ber jú ikki til, at áseta ein rentumargingal uppá 10 prosent, tí so rýma kund- arnir til aðrar peningastovn- ar. Tí verða vit noyddir at laga okkara virksemi eftir tí hjá kappingarneytunum og tá gerst okkara rentu- marginalur líka lítil, sum hjá hinum peningastovnunum. Soleiðis er tað. — Tað merkir so eisini , at vit verða noyddir til at hyggja at hvørjir kostnaðir eru tengdir at hvørji ein- stakari tænastu. Janus Petersen, stjóri sig- ur, at henda útrokning hevur víst, at tað kostar pening- astovnunum rættuliga fitt av peningi, at halda slíkar tæn- astur opnar fyri kundunum, og tær eru allar ókeypis, fyri kundarnar. Sum dómi nevnir hann Nr. 165 — 3. SEPTEMBER 1998 Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka heldur ikki at nakar vandi er fyri at fyritókurnar fara á húsagang av ómaksgjóldunum, sum peningastovnarnir hava lagt á lønirnar lønarflytingarnar å post- verkinum. — Postverkid hevur ongan rentumarginal at vinna út- reidslurnar av lønarflyting- unum inn aftur. Tí hava teir í grundini eina útreiðslu av at gera lønarflytingar og tað kann so avgjørt ikki vera meingin, sigur Janus Pet- ersen. Hann nevnir at føroyska peningarensli kostar eini 50 mió. krónur at reka og at tad eru peningastovnarnir sum gjalda meginpartin av hesum. — Vit halda tí at tað er rættari, at kundarnir koma at gjalda ein part av hesum útreiðslum, sigur Janus Pet- ersen. Fleiri nýggjar edv-tænastur Hóast tað tekur eitt sindur longri tíð í Føroyum, so er edv-tænastan og útboðið av slíkum rættiliga gott. Peningastovnarnir hava fleiri tænastur til kundarnar og tað er bara ein spurn- ingur at fáa kundarnar at brúka hesar tænastur. Men er tænastugjaldið ikki eitt slag av pressión, soleiðis at kundarnir hugsa tann vegin? — Tað er ikki ætlað so, men tað kann síggja soleiðis út. Og tað ger heldur einki, at teir fara at hugsa handa vegir. — Vit eru væl á veg við eini dagførdari heimabank- áskipan til virkir og tað sig- ur seg sjálvt, at vit fegnir vilja hava virkini at brúka tær skipanir vit gera, sigur Janus. — Hetta gevur eisini virkj- unum ein møguleika at sleppa undan 6maksgjøld- unum, sigur Janus Petersen, stjóri at enda Harmonikuspælarar úr Íslandi vitja Fríggjadagin fáa fuglfirðingar vitjan av einum bólki av ís- lendskum harmonikuspælarum. Yngsti spælarin í bólkinum er 12 ára gamal meðan elsti maðurin er um tey áttati. Fríggjadagin kemur ein har- monikub6lkur til Føroyar vid >Norrønu< úr Íslandi. Hetta eru eldri og yngri har- monikuleikarar úr Nes- keypstaði. Yngsti spælarin er um 12-åra aldur, meðan tann elsti er út í móti teim áttati. Spæld verða undir- halds- og dansiløg. Bólkurin kemur hendan vegin partvís fyri at síggja land okkara, sum teir hava høyrt so nógv gott um og partvís tí at leiðari teirra, Egill Jónsson, eisini er leið- ari fyri Luðrarsveit Nes- keypsstaðar og er komin at kenna Fuglafjarðar Horn- orkestur, tá ið íslendingarnir vitjaðu fyri tveimum árum síðan Avgerðin um at koma hendan vegin bleiv endaliga fastløgd, tå ið Fuglafjarðar Hornorkestur var á kon- sertvitjan í Íslandi í summar og ferðaðist um Eystur- og Norðurlandið, har tað helt ikki minni enn fimm kon- sertir. Íslendingarnir koma fyri at síggja landið og at heilsa uppá fólk. Teir spæla í SMS nú fríggjadagin, 4. sept. kl. 16.00 og vera helst eisini at hoyra í Útvarpinum sama dag. Leygarkvøldid, 5. sept., hevur Fuglafjarðar Hornorkestur boðið íslend- ingunum til eina hugnasam- komu í Lonini í Fuglafirði. Seinni um kvgldið bjóða íslendsku spælimenninir til undirhalds og dans í Ar- beiðsmannafelagshúsunum. Við hetta høvid, hava ísl- endingarnir ynskt at fáa nakrar føroyskar harmon- ikuspælimenn at luttaka saman við sær. Íslendingarnir vilja, at dansurin skal vera ókeypis, so at teir kunnu síggja so nógv fólk sum tilber. Her er bara at finna dansiskógv- arnar fram og meta upp, skulu vit heilsa frá Fugl- afjarðar Hornorkestri. Egil Jónsson, her av- myndaður við abbasynum sínum, kemur til Føroya friggjadagin at vitja fuglfirðingar