Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 165 — 3. SEPTEMBER 1998 Reidar Nónfjall, stjóri á SL: skal kannast Eystasta farleidin æ Í næstum fer stjórin á Strandafara- skipum Landsins, Reidar Nónfjall, at seta ein arbeiðsbólk, sum skal kanna farleiðina til eystastu bygdirnar í Føroyum, Fugloy og Svínoy TURIÐ KJøLBRO Enn er hol ikki sett á tær 300.000 kr., sum Føroya Løgting i vår samtykti å eykajáttanarlógini til at kanna farleiðina til eystastu bygdirnar í Føroyum, Svín- oy og Fugloy. Upprunaliga vórðu 5 mill. kr. settar av til at longja strandfaraskipið Másan, men Skipaeftirlitið sýtti fyri at geva loyvi til hetta. Um svínoyingar og fugl- oyingar fáa nýggja ferju ella eina brúkta ella onkra triðju loysn, torir Reidar Nónfjall, stjóri á Strandfaraskipum Landsins, ikki at siga í løt- uni. — Einki itøkiligt er farið í gongd enn, men tað verður skjótt. I løtuni gera vit fyri- reikingararbeiðið til kann- ingarnar, sum skulu gerast á farleiðini. Sama manna- gongd verður brúkt, sum tá ið tørvurin á Sandoyar far- leidini skuldi kannast og metast. Tad vil siga, at ein innanhysis bólkur verður settur við umboðum fyri umsitingina á stovninum, manningina umframt eg sjálvur, sigur Reidar Nón- fjall, stjóri. — Tá ið tað er sagt, má eg eisini vita, hvat er politiskt møguligt. Vit kunnu gera forarbeiðið, so er tað gjørt. Tá ið 300.000 kr. eru settar av á fíggjarlógini fyri í ár, er tað ikki heilt við síðuna at vit spakuliga fara undir fyrireikingarnar. Kenna umsteðurnar Fyri stuttum vóru stjórin og leiðslan annars á Strand- faraskipum Landsins í Svín- oy og Fugloy á kunningar- ferð. Og tey fingu væl burt- ur úr. — Vit fingu ein varhuga av, hvussu fólkið búleikast og undir hvørjum fortreyt- um tey liva. Eisini fingu vit at vita, hvussu manningin á Másanum arbeiðir, hvgrjar fortreytir eru galdandi í teirra arbeiði. Og tað var alt mikið áhugavert, sigur Reidar Nónfjall. Másin, sum varð bygdur í 1959 og stórtsæð hevur røkt farleiðina til Svínoyar og Fugloyar síðani, hevur tænt fyri seg. Tíðin er farin frá honum bæði viðvíkjandi fólka- og farmaflutningi, og fólkini á hesum oyggjum dylja ikki fyri, at eitt nýtt skip er besta og einasta loysnin. Meðan Másin var á skipasmiðju fyrr í vár, var Súlan sett inn í staðin, og hesa loysnina vóru svínoy- ingar og fugloyingar sera ónggdir við. — Vit eru til fyri at røkja útjaðarauppgávurnar. Sjálv- tíðindablaðið S082lVrn Másin hevur røkt farleiðina til Svínoyar og Fugloyar nærum uttan íhald síðani 1959 andi hava vit áhuga í at loysa uppgávurnar, vit hava, so væl sum til ber. Tað eru ymiskir mátar at gera tað uppá. Eitt kann vera ferða- ætlanin, annað skipini tú brúkar og so víðari. Um eitt nýtt skip verður bygt ella keypt til farleiðina til Svín- oyar og Fugloyar skulu vit finna út av, sigur Reidar Nónfjall. Olagaligt samband Ein bági hjá fólkunum í Svínoy og Fugloy hevur eisini verið ferðaætlanin. Tey hava verið ónggd við, at so fáir túrar verða gjørdir. Um veturin ber ikki til at sleppa til og frá oynni sama dag, ei heldur hvgnn dag. Og fólkið á staðnum hevur víst á, at hesi viðurskifti hava avgerandi týdning fyri trivnaðin. Í summarferða- ætlanini eru tó fleiri túrar. — Tey hava ynskt fleiri túrar, men út frá ferðafólka- hagtølum hava vit gjørt eina meting og hareftir lagt ferðaætlanina. Tørvurin hjá teimum er ikki so nógv at koma til og frá arbeiði. Vit meta um støduna alla tíðina, hyggja at tórvinum og gera broytingar um neyðugt. Sjálvandi hava vit áhuga í at hava nøgdar kundar, sigur Reidar Nónfjall at enda. SOSIALURIN HEVUR Á TÍÐINDINI Internetstuðlari Lýst verður eftir tveimum fólkum at taka sær av installatión, rakstri og viðlíkahaldi av ymsari internetútgerð. Av ti at Internetskipanin í Føroyum er i stødugari menning, økir Føroya Tele manningina á internet deildini. Lyst verður ti eftir tveimum fólkum at taka sær av installation, rakstri og vidlikahaldi av ymsari internetútgerð Vit bjóða sera åhugaverdar arbeidsumstødur á Internetdeildini á Foroya Tele, sum m.a. umfata: * umsiting og menning av Internetkervinum, herundir uppseting av ambætarum, beinarum o.ø tólbúnaði * uppseting og vidlikahald av vev-, post- og navnaøkis- ambætarum, * veita viðskiftafólki ráðgeving um internet spurningar * veita stovnum og virkjum fast tilknýti til Internetið Tað er ein fyrimunur, um tú: * í stóran mun dugir at arbeiða sjålvstødugt og ert nærlagdur/nærløgd * hevur kunnleika og royndir innan Internet TCP/IP Unix og Windows NT * hevur nógvar royndir við teldum og Internetinum * ert fyrikomandi og dugir væl at tosa við viðskiftafólk * hevur hugsjónir um Internet * dugir enskt Útbúgving: EDV-útbúgving, tekniska útbúgving ella møguliga aðra útbúgving. Starvsstadurin er Torshavn og starvsbyrjan er skjótast gjørligt. Løn sambært forleikar og royndir. Áhugaði sum vilja frætta meira, kunnu venda sær til Jógvan Martin Grástein, Páll Wiberg Joensen ella Poul Henrik Poulsen á tel. 30 30 30 Umsóknir skulu sendast til: Foroya Tele Att.: Starvsfólkaleiðarin Postsmoga 27 FO 110 Tórshavn og vera okkum í hendi í seinasta lagi 21. september 1998 FØROYANELE Y Postsmoga 27 - Tórshavn - www.tele.fo