hósdagur 3. september 1998síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið S0Sjaluin
Nr. 165 — 3. SEPTEMBER 1998
Jan Mortensen, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag:
Týdningarmikið
at staðfesta
leiklutin hjá
foroyskari vinnu
- Tá ið ein glotti verður í marknastríðnum kemur ein út-
bjóðingarrundu, og tá er tað av týdningi, at fóroyska
vinnan hevur funnið út av, hvønn leiklut hon vil hava í
eini komandi oljuvinnu. Tað verður ov tungt at fara í
gongd, tá ið oljuvinnan er byrjað, sigur Jan Mortensen,
stjóri í Fóroya Arbeiðsgevarafelag
TurIÐ KiOLBRO
Básurin hjá føroyingum á
oljuframsýningini í Sta-
vanger í farnu viku varð væl
vitjaður, og føroyingar vóru
sum heild væl nøgdir við
undirtøkuna. Men tað var
greitt, at marknatrætan
millum bretar og føroyingar
gjørði, at leiðandi persónar
í oljufeløgunum, ið áður
hava sýnt Føroyum stóran
áhuga, ikki høvdu so stóran
áhuga hesa ferð fyri tí, sum
føroyingar høvdu at vísa.
- Ahugin er nakad minni
orsakað av marknastríðn-
um, og tað varð týðiligt. Vit
meldaðu jú út og søgdu, at
útbjóðingarrundan skuldi
vera í vár, so broyttist tað
til í heyst, og nú vita vit, at
tað verður í fyrsta lagi næsta
ár. Og tað eru ikki tekin,
sum oljufeløgini taka so væl
undir við, sigur Jan Mort-
ensen, stjóri.
- Hinvegin haldi eg ikki,
at tað ger so nógv, tí høvdu
vit eina útbjóðingarrundu
nú, við teimum prísum, sum
eru í løtuni, høvdu oljufel-
øgini kunnað pressað føroy-
ingar nógv, hugsa vit um
skattastigið, sum verður
lagt
Jan Mortensen heldur, at
økta virksemið í Føroyum,
og at tíðirnar eru batnaðar
munandi, hevur gjørt, at
áhugin hjá føroyskum
fyritøkum at vera við í eini
komandi oljuvinnu, ikki er
so týðiligur nú sum bara fyri
einum ári síðani.
- Kanska eru fyritgkurnar
nú ikki so ónggdar við, at
alt ikki byrjar her og nú, tí
tær hava nóg mikið at gera.
Samstundis kunnu vit á-
sanna, at arbeiðsloysið er
minkað so mikið nógv, at
vit skjótt kunnu renna okk-
um út í nakrar fløskuhåls-
trupulleikar, tá ið oljuvinn-
an kemur. Tað kann henda,
at vit fara at vanta fólk við
rætta førleikanum, sigur Jan
Mortensen.
Samstarv
Saman við Oljufyrisitingini
og Menningarstovuni fyri-
reikaði Føroya Arbeiðsgev-
arafelag føroysku luttøkuna
á oljuframsýningini, sum
var í Stavanger í farnu viku.
Flestu fyritøkurnar, sum
vóru við, eru limir í Føroya
Arbeiðsgevarafelag.
- Áhugin hjá okkum er,
at føroyskar fyritøkur eru
við og fáa ein leiklut í eini
komandi oljuvinnu. Higartil
hevur tað verið so, at út-
lendskar fyritøkur bert hava
havt åhuga i føroyskum
fyritgkum, sum hava við
Hesi fólkini umboðaðu
føroyska båsin, og tað
gjørdu tey avbera væl.
Mynd jan
Merkið átti heiðursplássið
við høvudsinngongina til
ONS, her lið um lið við
Grønland, Italia og
Noreg. Mynd jan
fiskiframleiðslu, ídnað og
tænastu innan hetta gkið at
gera. Men nú venda olju-
feløgini seg javnan til okk-
ara og spyrja eftir sokallad-
um neutralum upplysingum
um føroyska vinnu. Og tað
er har tær brúka okkum,
sigur Jan Mortensen.
- Føroya Arbeidsgevara-
felag hevur fingið eitt sam-
starv í lag við Næringsfor-
eningen í Stavanger, og í
samstarvi við teir hava vit
vent okkum til føroysku
fyritøkurnar og heitt tær á
at brúka okkum til at fáa
samband við útlendingar. Á
eini oljuframsýning kann
vera trupult at fáa fatur á
teim røttu fólkunum, øll
renna runt og hava nóg mik-
ið at gera. Vit kunnu brúka
Stavanger Næringsforening
sum eitt slag av hurðaopn-
ara, sigur Jan Mortensen.
Føroya Arbeiðsgevarafel-
ag arbeiðir eisini saman við
Oljufyrisitingini um leik-
lutin hjá føroysku vinnuni í
eini komandi oljuvinnu. Í
juni í ár vóru Oljufyrisit-
ingin og Arbeiðsgevarafel-
agið í Danmark og Noregi
og kannaðu, hvussu leik-
luturin hjá vinnuni best
verður tryggjaður. Norð-
menn høvdu líka til teir fóru
í EBS-samstarvið eitt inn-
keypskontór, sum skuldi
tryggja, at vinnan fekk ein
leiklut.
- Og spurningurin er, um
vit skulu hava eitt líknandi,
sigur Jan Mortensen.
Samskifti
Fyritreytirnar og vitanin hjá
føroyskum fyritøkum um
oljuvinnu er merkt av, at
fyritøkurnar eru småar.
- Føroysku fyritøkurnar
vilja gjarna vera vid. A olju-
framsýningunum útvega
tær sær sambond og sam-
starvsfelagar í grannalond-
unum, sigur Jan Mortensen.
-Tað vil siga, at samskift-
ið er týdningarmesti part-
urin á eini oljuframsýning ?
- Avgjørt. Føroyingar
klåra seg væl målsliga,
nøkur virki hava fólk vid,
sum duga enska málið rað-
ið. So samskiftið vísir seg
at ganga væl.
At fyritøkur og feløg eru
við á eini oljuframsýning er
ein fløga í framtíðina. Tey
flestu fáa onga beinleiðis
inntøku av at vera við tey
nógvu komandi árini.
- Vit standa so nær olju-
vinnuni, og tá ið ein glotti
verður í marknastríðnum,
kemur ein útbjóðingar-
runda, og tá fara tingini í
gongd. Og tá er tað av
týdningi, at feløgini hava
funnið út av, hvgnn leiklut
tey vilja hava. Tað verður
ov tungt at fara í gongd, tå
ið oljuvinnan er byrjað.
- Leikluturin hjá føroysku
fyritøkunum verður av-
markaður i fyrstuni, tí okk-
um vantar orku og vitan,
Jan Mortensen, stjóri
tosar við útlendskar gestir
á fóroyska básinum. Mynd
jan
men so trúgvi eg, at vit
mennast stigvíst eins og vit
hava sæð í grannalondun-
um, sigur Jan Mortensen.
Nú oljuframsýningin er
av, verður ein felags eftir-
meting gjørd saman við
Menningarstovuni. Í næst-
um verða gll virkini, sum
Føroya Arbeidsgevarafelag
hevur skråsett at hava åhuga
í oljuv'nnuni, kallað til
fundar. Har verður tosað
um, hvussu føroyingar
framhaldandi arbeiða við
evninum.