Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 1998síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 tíðindablaðið S08alurin Nr. 165 — 3. SEPTEMBER 1998 Vetrarskráin: Nýggjar sendingar i SVF Ein nýggj kjaksending við Øssuri Winthereig og ein sending við tíðind- um uttan úr heimi, er millum tað Sjónvarp Føroya bjóðar hyggjaru- num komandi veturin Tur KJøLBRO Sjónvarp Føroya fer nú undir vetrarskránna, og tað merkir, at føroysku send- ingarnar koma aftur á skíggjan Hvert sunnukvegld kl. 20.00 verður ein føroysk sending á skránni, og nú sunnukveldið verður tað >Ein gerandisdagur<. Tað er Corona Film, sum hevur gjørt átta slíkar sendingar um føroyingar, vit øll kenna, og sum siður er, verður ikki avdúkað, hver persónurin er fyrr enn send- ingin fer í luftina Mentanarsendingin Ba- salt verður aftur á skránni í vetur. Farna vetur var hon eina ferð um mánaðin, men nú verður hon triðju hverja viku. Sum nakað nýtt verður ein sending hvert tyskvøld eftur Dag og Viku við uttan- ríkispolitiskum tíðindum. Hon hevur fingið heitið Globus og mál verða við- gjørd, sum júst nú eru sera aktuell uttan í heimi. Fyrstu ferð henda sendingin verður á skránni er annað tyskvøld, 15. september, og tað verð- ur Birita Weihe, sum áður hevur tikið sær av Flogmús- ini, ið framyvir arbeiðir við hesum Eingin broyting verður í tilboðnum til tey smáu, - KO Tey smáu børnini fáa týs-, miku- og håskvøld teknifilm við føroyskari talu og Fimlu, sum Gundur Mortensen tekur sær av sum vant eiga tey hvort týs- kveld, mikukvøld og hós- kveld kl. 19.00 teknifilm við føroyskari talu. Týs- kvøld verður tað Krokk, mikukvøld Mumi og hós- kveld er Fimla á skránni, og sum vant verður tað Gundur Mortensen, sum tekur sær av teirri sendingini. Hvørt mikukvøld kl. 20.00 er kjak á skránni í SvF. Tróndur Djurhuus, stjóri í Sjónvarpi Føroya, heldur fram við Krosskasti. Øssur Winthereig, sum ar- beiddi í SVF fyri ngkrum árum síðani, kemur nú aftur og uppgáva hansara verður at gera eina kjaksending, sum verður send annað hvørt mikukvøld. Hendan verður fyrstu ferð á skránni mikukveldið 23. september. SvF um SvF, sum er send- ingin ið sigur frá skránni komandi vikuna umframt ødrum áhugaverdum innan loftmiðlaheimin, kemur aft- ur á skránna hvert fríggja- kveld aftaná tíðindini. Grannarnir koma somuleið- is aftur og sum vant leygar- kveld kl. 20.00, men tó ikki fyrr enn seinni í hesum mánaðinum. Nú sunnudagin byrjar SYF við fótbólti. Dysturin í EM-undankappingini mill- um Fgroyar og Kekkia, sum verður kl. 15.00 verður sjónvarpaður. Og kl. 17.00 verður fráfaringarguðstæn- astan, sum var í Vesturkirkj- uni seinasta sunnudag í sambandi við, at Høgni Poulsen, prestur, fer frá, verður send í SvF. Í vetur byrjar Sjónvarp Føroya at senda leygardag og sunnu- dag kl. 14.00. Handilshúsið »LEl« i Vagsbotni Í dag letur forvitnisligur mótahandil upp í húsunum, har Jóan Jakku í ein mansaldur seldi skógvar. Inger Jensen, leiðari og eigari sigur, at hon hevur lagt seg eftir at selja klædnamerkir, sum ikki fáast aðrastaðni í Fóroyum DAGNY JOENSEN ÁLVUR HARALDSEN Umhvørvid í Vágsbotni, sum eftir fáum árum er vorðið hugnaligt og li vandi, gevur nú viðskftafólk høvi at fara í ein nýggjan handil. Tað er Inger Jensen, sum seinnapartin í dag letur mótahandil upp í Vágsbot- ni. Handilin hevur til húsa, har skógvahandilin hjá Jóan Jakku var. Hon hevði í seks ár barnahandil í SMS, men tá hon fekk ein son, valdi hon at selja handilin, fyri at vera heima hjá soninum. Nú er sonurin vorðin stór- ur, og mamman hevur brúk fyri at fara undir eitthvert Vøruirvalid í nýggja mótahandlinum er fjøl- broytt,og er ætlað bæði ungfólki og meira tilkomn- um kvinnum. Á myndini Inger Jensen við úrvali av nýggja merkinum Tara Jarmon, sum kemur úr Fraklandi arbeiði. Urslitid bleiv, at Inger Jensen seinnapartin í dag letur upp mótahandilin »Lei», sum merkir kvinna í italskum. Hetta er serhandil, har klædnamerkini Lei og Tara Jarmon eru at fáa. Hesi merkini verða ikki seld aðrastaðni í Føroyum. Um- framt verða eisini San An- tonio klæðir at fáa í handili- num. Til tær ungu og tær meira kræsnu Veruúrvalið í nýggja handl- inum er fjølbroytt. Nógv nýtt er at fáa, sum ungfólk halda vera smart, til ein sámuligan prís, men um viðskiftafólkið eru tilkomn- ar kvinnur, so er eisini meira klassiskt úrval, sumkostar eitt sindur meir. — Ætlanin er at hava klædir til breidan aldurs- bólk - frå 16 ár og uppeftir, og at øll kunnu keypa sær eitt plagg, alt eftir hvussu nógv viðkomandi vil lata, sígur Inger Jensen »Lei» merkið, sum handi- lin hevur fingið heitið eftir, eru klæðir, sum serhandlar í Danmark selja. Áður vóru hesi klæðir seld víða um í klædnahandl um í Danmark, men nú verða >Lei> klæðir bert seld í serhandlum, sigur Inger Jensen. Tara Jarmon er nýtt klæd- namerki, sum verður fram- leitt í Fraklandi. Í fyrstuni verður bert stovuhæddin tikin í nýtslu, men ætlanin er sum frálíður, at hetta skal verða eitt vøru- hús, sum verður útbygt so hvørt sum frálíður, við yms- um vørusløgum. Spurd hvussu útlitini eru fyri enn einum mótahandli í Havn, sigur Inger Jensen, at hon hevur kannað markn- aðin, og at nógvir handlar selja eins væl í dag og í áttaiárunum. . — Hevur tú réttu vøruna, og dugir at fara væl um við- skiftafólkini, ivist eg ikki í, at útlitini til at reka handil av hesum slag, eru góð, sig- ur Inger Jensen.