Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 1998síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 165 — 3. SEPTEMBER 1998 tíðindablaðið SOSlalufn BR Í Lesið eisini itrottin á | Internetinum www.soslialurin.fo 2 I Smeitur at Sámal ikki verður við Fótbóltur: John Hansen hevur fyri fyrstu ferð í seks ár fingið landsliðsboð JÓANNES HANSEN Landsliðsvenjarin, Allan Simonsen, hevur fingið av- boð frá tveimum av teimum átjan, sum hann undan viku- skiftinum tók út til at um- boða Føroyar í heimadyst- inum móti Kekkia komandi sunnudag. Talan er um Jan Allan Miller og Sámal Joensen. Hin fyrr nevndi, sum hevur tað torført í Esbjerg, haðani hann ógvuliga fegin vil sleppa burtur frá, gav eisini avboð, tá hann fekk boð at fara við til Sarajevo. Sámal Joensen hevur havt trupulleikar við gðrum beininum í fleiri vikur. Sunnudagin var ætlanin, at hann skuldi spæla við GÍ í Klaksvík, men tá hann fyri fráferðina úr Gøtu royndi at renna, bar tað ikki til, og so spældi kanska mest týdn- ingarmikli spælarin hjá GÍ ikki við móti KÍ. Aftaná er so avrátt, at tað er neyðugt við hvíld frá fótbóltinum, soleiðis at miðvallarin kann koma fyri seg aftur, og hetta hevur so aftur havt við sær, at Sámal Joensen hevur giv- ið avboð til landsdystin Fyri fyrstu ferð í seks ár hevur John Hansen úr KÍ fingið boð um at meta til landsdyst. John hevur higartil havt eitt frálíkt ár við KÍ sunnudagin. Landsliðsvenjarin hevur havt eitt rættuliga gott eyga á Sámal Joensen síðsta árið. Gøtumadurin hevur spælt seks ferðir á landsliðnum hetta síðsta árið — fyrsti dysturin var móti Estlandi í Tartu, tá Sámal spældi síðs- tu 29 minuttirnar. Í báðum HM undankappingardyst- unum móti Kekkia í fjør varð hann skiftur inn, móti Spania á útivglli spældi hann 89 minuttir, og í báð- um dystunum í ár hevur hann saman við Juliani Johnsson verið fastur fúsur á verjukenda miðvgllinum. Yngsti maður vidaftur Landslidsvenjarin hevur givið tveimum nýggjum monnum landsliðsboð. Meðan teir báðir, sum hava givið avboð, eru álopsmað- ur og miðvallari, eru teir báðir nýggju menninir meiri verjukendir siduspælarar, og teir eru báðir vinstra- beintir. Jákup Eli Olsen fekk eisini landsliðsboð, tá onkr- ir av teimum, sum í fyrstu atløgu høvdu fingið boð um at koma vid til Bosnia-Hers- ogovina, g6vu avbod. John Hansen úr KÍ, sum í ár hevur verið ein tann besti —um ikki tann besti — vong- spælarin í vinstru — hevur ongantíð spælt á landsliðn- um, meðan Allan Simonsen hevur verið venjari. Tá Ísra- el var á Svangaskarði 5. august 1992 spældi KÍ mað- urin við í 65 minuttir. Hann er yngsti føroyski landsliðs- spælarin, sum hevur spælt í altjóða skrásettum lands- dysti. Okkurt árið hevur hann ikki spælt serliga nógv við KÍ — eitt nú í fjør, tå hann var sjómaður ein part av ár- inum og tískil ikki fór at venja fyrrenn í summar- steðginum — men í ár hevur John Hansen verið millum teir drúgvastu, og nú hevur venjarin so sent boð eftir honum. Tað er ein stórur smeitur hjá føroyska landsliðnum at skulu klára seg uttan Sámal Joensen úr GÍ, sum gjørdist skaddur i dystinum móti Budapest i Kekkia Fótbóltur: Tólv tíðindafólk úr Kekkia koma at siga frá dystinum á Svangaskarði sunnudagin JÓANNES HANSEN Kekkia er hægst styrkis- metta landið í bólki eitt í EM undankappingini, og tá sammett verður við onnur lond, sum føroyingar kundu havt fingið í sín bólk sum hægst styrkismetta landið, t.d. Týskaland ella Ongland, so er tað kanska ikki so nógv at tosa um, at kekkiska ferðalagið, sum kemur til Føroya í sambandi við landsdystin komandi sunn- udag, telur knapt sjeyti fólk. Umframt teir átjan spæl- ararnar eru tólv hjálparfólk og sekstan onnur umboðs- fólk frå kekkiska fótbólts- sambandinum. Millum hesi eru ein rúgva at stuðlum ella sponsorum hjá kekkiska fótbóltssambandinum. Harafturat koma níggju fók frá stuðulsfelagnum hjá landsliðnum, sum tað verð- ur rópt á listanum yvir tey, ið koma higar. Og so eru tað tíðindafólk- ini, sum eru tólv í tali. Tey flestu umboða blødini, men har eru tríggir frá einari sjónvarpsstóð, og tveir koma frá einari útvarpsstøð. Kend nøvn Kekkiska fótbóltssamband- ið hevur boðað FSF frá hverjir spælarar koma við. Storur áhugi Og skulu vit dóma út frá listanum, so koma teir við tí tunga skjútsinum. Av teimum átjan spælar- unum vinna trettan fyri gott og væl dagligt breyð uttan- fyri egið landamark., t.d. tann navnframi Pavel Kuka, sum spælir í týska Kaiser- lautern og Karel Poborský, sum hevur spælt í Manch- ester United, men sum nú spælir í Benfica í Portugal Nógv av nøvnunum kenna vit aftur frá tí, at Kekkia fyri einum ári síðani spældi á Svangaskarði í HM undan kappingini.