hósdagur 3. september 1998síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið S0S2U
ann gav tjóðini nýtt
politiskt og andaligt flog
Á summarstevnu Javnaðarfloksins í Trongisvågi hugleiddi Thomas Michael
Smith um Petur Mohr Dam
4 jubileumsstevnuni hjá
Javpadarflokkinum, sum
varð hildin á Tvøroyri 14.
Og 15. August, segði
Thomas Michael Smith
hetta um P. M. Dam
Inngangur
Tað er so ómetaliga nógv at
siga um Petur Mohr Dam.
Tað, sum eg fyrst og
fremst havi hug at minnast
hann fyri í dag, er hann sum
pápa fyri síni egnu børn, og
hansara góðsku ímóti teirra
systkinabørnum. Sjálvur
helt eg hann vera bestan við
meg av øllum, men nú skal
tað ikki undra, um hver í
sínum lagi hevur havt hesa
somu kensluna, tí tey, hann
tosaði við, høvdu øll lika
stórt menniskjavirði, og
vórðu tikin í álvara.
Mangan á ein skemtilig-
an og elskuligan hátt eisini
Tað, sum serliga hevur
fest seg í minnið, eru tey
mongu leygarkvøldini, eg
var úti hjá teimum. Tær lær-
andi samtalurnar rundan um
kgksborðið.
Hóast hann hevði nógv
um at vera, so hevði hann
altíð tíð til at tosa við okk-
um børn og ungu. Hann
hevði eisini tíð til at lurta.
Eg hoyri fyri mær enn
skrivimaskinuna uttar úr
køkinum inn í kamarið, har
eg mangan svav leygarnæt-
urnar hjá teimum.
Tað var so trygt at vita,
at hann hevði hundavaktina
meðan vit høvdu frívakt.
Sunnumorgum vaknaði
man við, at skrivimaskinan
langt, langt burturi frá,
nærkaðist við síni vælkendu
tikkan. Og so morgundrekk-
að við trumfakgku aftur við,
sum hann bar okkum, og so
væl unti okkum tann styrkj-
andi nåttarsvøvnin, sum vit
varliga blivu vakt úr.
Sum øll vita, so var hann
ein skrivandi maður, og tað
vóru ikki bara politiskar
tankar, hann festi á blað,
men eisini nógvar fínar og
hugtakandi og hugvekjandi
yrkingar - bæði um náttúr-
una og um kærleika - ja um
lívið alt.
Men tað, sum hann
brendi fyri - ja tað, sum lív
hansara mest snúðið seg um
var næstrakærleiki og soli-
daritetur ímillum okkum
menniskjur.
Tað er hann kendur fyri
av hvgrjum mansbarni í
Føroyum og uttan fyri Før-
oyar við.
Hansara mongu talur
bæði á Løgtingi og í Fólka-
tingi eru víðagitnar og re-
spekteraðar - og avgjørt ikki
minni av hansara andstød-
ufólki. Vit hoyra enn í dag
fólk úr gllum flokkum siga:
Petur Mohr Dam var ein
stór persónligheit.
Havi valt at byrja við
einum kristiligum sangi
yrktur í 1920, helst meðan
Dam var sjúkur av tí, tey tá
nevndu tuberklar í ryggi-
num ella spondilitis. Hetta
forðaði honum at taka við
starvi sum lærari beinan-
vegin, hann hevði fingið
læraraprógv.
Yrkingin eitur »Um mær
tykir tungt at stríða
Síðani ein náttúru- og
kærleikslýsing ið nevnist
>Á Sumbiarhólmi<
Tað sum upptók Petur
— Tað er mín sannféring,
at fóroyska tjóðin heyði
eitt nógv dyggari og fræls-
ari flog tá P. M. Dam
legði árar inn enn áðrenn
hann fór undir lívsverk
sítt. Hann - fram um aðrar
- gav henni nýtt politiskt
og andaligt flog, segði
Thomas Michael Smith m.
a.
Mohr Dam eina mest í hans-
ara vaksandi politiska virk-
semi seinnu helvt av tjúgu-
num og triatiårini var fræls-
isgeran av hini stóri arbeid-
andi fjøldini og at biða hana
skina á, hvat kundi metast
sum veruligt frælsi anda-
liga, fíggjarliga, socialt og
tjóðskaparliga, mótvegis
einum følskum frælsi, har
fosturlandskensla og móð-
urmálsalskur beint gvugt av
tí, sum liggur í orðunum
vóru amboð í trælkan og
ómynduggeran av stríðandi
fjøldini, sum framvegis
skuldi arbeiða fyri vælferð-
ini hjá einum fåmannaveldi.
Tað er Ogjørligt at lýsa
breiddina í teirri samfelags-
viðgerð og analýsu, sum
Petur Mohr Dam í skrift og
talu alt sítt lív virkaði við.
Hartil er spektrið ov vítt
Havi tí valt tvær greinir við
sama evni, nevniliga hug-
takinum >Frælsi< ! Tær eru
skrivaðar við 30 ára mill-
umbili, men út frá hvgr síni
fortreyt. Onnur mest lýsandi
munin á frælsi undir sosial-
istiskari skipan og so kapi-
talistiskari. Hin skrivad tå
nýggj stjórnarskipan hevði
verið roynd í eini 15 ár og
grundgevur hví Dam held-
ur, at sjálvsavgerðarrætturin
kann veruliga verða stórri í
samvinnu, heldur enn tá ein
stendur einsamallur. Her eru
tí ávísar endurtøkur.
Nøkur fá brot úr hugleið-
ingum um >Hitt falsa og hitt
sanna frælsi« sum hann
skrivaði í 1933/34
Frælsi
Hitt falsa og hitt sanna
frælsi.
»Ikki hvør og ein, ið róp-
ar Harri, Harri, skal ognast
ríkið Guds!< Tað ræður um
at gera mun ímillum hitt
sanna og falsa.
Frælsi! Man nakað orð
hava slíkan vakran og heil-
agan klang sum tað? Valla!
Tílíkan klang eigur tað,
slíka makt hevur tað yvir sál
og sinni, at tá ið alt raplar
og brotnar í stríðnum, er
tað einasta merki, ið mana
kann fram hina sigrandi
kraftina. Hetta veit eisini
yvirgangskroppurin - og hó-
ast hann hatar hin sanna
livgevndi tydningin av hes-
um orði, aftrar hann seg
onga løtu við at nýta tað,
nýta ta rúnandi kraftina, ið
tað goymir í sær, til at
fremja harðræðis og træl-
dóms ætlan sína
O, frælsi, hvørja mis-
gerdir eru ikki gjørdar i
navni tínum, segði Madame
Roland á sinni. Hesi orð
Nógv fólk vóru og lýddu á
hugleiðingarnar í høllini í
Trongisvágs skúla
Nr. 165 — 3. SEPTEMBER 1998
hóska ídag eins og tey hava
hóskað gjógnum øldirnar, ið
fóru.
Við frælsismerkinum í
>húnar hått«, í tess navni,
við tess giglandi kraft løgdu
maktgirndir keisarar, kong-
ar og fúrstar í stríð hvør
móti óðrum. Teir vóru >úlv-
ar í rodi« móti fólkinum, ið
teir við kóldum blóði leiddu
út á eggina - og stúrtaði tað
oman í navni frælsisins, í
dýpið, í lívsins myrkur og
daprastu ólukku: morð, hat-
ur, svøltur, sorg og sút og
svárasta vesaldóm.
Tað er ikki bert teir, ið
stríðast við kanónum, gas-
bumbum og ðrum djevuls-
skapi, ið hevja hitt falsa
frælsismerki í húna hátt.
Peningafúrstavaldið er ikki
minni ósmæði í nýtsluni av
hesum heilaga merki, tá ið
arbeiðarin, hin stóra fjøld-
in, skal nektast, trælkast og
kroystast til jarðar. >Hin
persónliga fríheitin at gera
og vera eins og ein sjálvur
vil í handli og framleiðslu
er ókronkilig< rópa teir.
„Eingin hevur rætt til at
seta mark fyri útnýtsluni av
arbeiðsmegini. Rætturin til
ágóða, veri so stórur hann
vil, má ikki skerjast. Her
hevur eingin rætt til at
leggja uppí við lógum, sam-
tókum og reglum, ið nerva
hina persónligu fríheitina
0.s.fr. > er tala, »frælsis-
læra« og krav peningavald-
sins. Hetta >frælsisherróp-
ið< hevur - so løgið tað ljóð-
ar - rúna - og trállbundið
mannahugsanina, hóast tað
av sonnum hevur verið og
er hin reini trældómur fyri
fólkið, ta stóru arbeiðandi
fjøldina. Ja, tað eru
tíðarskeið í søguni, tá ið
henda falska >frælsistala<
hevur heilt og als valdað
samfelaginum, verið ó-
kroynkilig. Vit kunnu vísa á
tíðarskeið í t.d. Englands
socialu søgu, tá ið hetta
>frælsisrópið< var ein
»dogma«, ein læra, ið var
førd út í lívsins ytstu æsir.
Men ongantíð hevur hins
enski arbeiðarin verið so
langt komin niður undur
sum tá: Ongar hjálpandi
samtøkur, fakfeløg; tey vóru
noktað! Hvør einstaklingur
skuldi eiga tað „persónliga
friheitina« at selja sína ar-
beiðskraft sum honum sjálv-
um lýsti: Henda >persón-
liga friheitin« segði tað
sama sum, at hann var
noyddur at lata sína ar-
beiðsmegi fyri tað honum
var boðið. Gjørdi hann ikki
tað, vóru tað túsund aðrir,
ið fegnir tóku við. Henda
sermerkta av peningafúrst-
unum prísaða >fríheit< gav
arbeiðarunum »fritt val«
millum at taka vid trælakor-
um ella at svølta i hel - soc-
ial forsorg var sjålvandi ikki
talan um! Hvør einstakling
ur skuldi hava »friheitina«
- at bjarga sær sjålvum!
Lønin var å svøltingamark-
inum. Konurnar og børnini
måttu arbeida vid i fabrikk-
unum, niðri í minunum. Tað
hendi mangan, at móðurin
bær barnið í heim við sið-
una av maskinuni, sum hon
ikki tordi at fara frå, um hon
ikki skuldi missa plássið.
Hvussu nógv lív myrdust
ikki her!
Tað er henda >persón-