Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. september 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

rr mm = Føringurin gevst hini størri åbyrgd ø Í gjár frættist, at eitt av føroysku blødunum - Føringurin - sum serstakliga var ætladur føroyingum i Danmark og ødrum londum - legði årarnar inn. Orsøkin: ov lítil undirtøka tvs. at bladid fekk ikki teir haldarar, sum skuldu til fyri at fáa blaðið at bera seg figgjarliga. Tað er altid spell, at nýggj og góð tiltøk detta nidurfyri. Hóast blaðið í ávísan mun var kappingarneyti okkara í eitt nú Danmark, so er tað okkara uppfatan, at tað er gott við sunnari kapping. Ein skuldi annars trúð, at tervur var á einum slíkum blað, sum serstakliga vendi sær til teir mongu føroyingarnar, ið arbeiða og eru búsitandi uttan fyri Feroyar. HINVEGIN kann ein so siga, at jú færri blød eru á sera lítla og avmarkada marknaðinum i Føroyum, tess størri møguleika hava tey, sum eru eftir, at yvirliva. Ikki bert lesaraskardin er avmarkadur, tad eru lysingarnar eisini. Og tað er greitt, at finnast tað nógv blød, sum øll skulu hava fatur á lýsingunum, so verður lítið í part ella úrslitið verður - og tað var stødan fyri bert fáum árum síðani - at Dimmalætting sum stersta ávísin fer avstað við so gott sum ollum lýsingunum. Har er vent í holuni. TAÐ er meguligt, at brúk er fyri fleiri blødum í Føroyum enn teimum verandi, tí tað tænir demokratiinum. Hin- vegin vísa royndir alla staðni frá, at tú kanst ikki halda lív í fleiri blødum, um marknaðurin er so lítil sum okkara. Men tað er gott við kapping, og tað er eingin ivi um, at bæði Dimmalætting og Sosialurin hava hugt eftir, hvussu teir á Føringinum hava sett út í kortið, og at bæði blødini hava kanska ikki sørt stúrt fyri, at hetta blað kanska fyrr ella seinni skuldi fáa veruligt fótafesti her heima eisini, soleiðis at tað bleiv eitt blað fyri allar foroyingar kring alla klótuna. Tann vandin er so burtur nú í hvussu er HETTA er annars tað, sum bæði Sosialurin og Dimma lætting royna at røkka, men sum tey bert hava megnað lutvíst. Tí var her eitt tómrúm, sum Feringurin sá sær ein meguleika at fylla út - og kundi tað so vera spring- fjelin til heimlandið, so var tað jú sakin. Men soleiðis skuldi tað ikki ganga. Hetta hevur hvørki við ódugna- skap ella manglandi innsats frá teimum, sum góvu blaðið út, at gera. Tað er bert ein staðfesting av, hvussu torfert tað er at bróta upp úr nýggjum í føroyskari blaðútgávu. HONDINA á hjartað -samstundis sum vit halda hetta vera stórt spell, tí hetta blað hevði heilt givið spískaðog hækkað steðið í foroysku blaðverðini, nakað sum alla tíðina er neyðugt, so er tað eisini ein sannroynd at við nógvum bleðum á marknaðinum er torførari at fáa inntøkur til at kunna gera iløgur í framtíðina við dýrum teknikki og ikki minst fleiri útbúnum starvsfólkum MEN eitt herðaklapp til tykkum, sum tóku hetta óvan- liga men sera spennandi stigið. At tit so eru givnir við hesum tiltaki kann kanska koma eðrum til góða í og við, at feroyska samfelagið her fær heimaftur nakrar fínar journalistar. Tað er tað so sanniliga brúk fyri. Tit skulu vera vælkomin heimaftur í heimligu fjølmidla- verðina. Tað er greitt, at nú Feringurin er givin, so leggur tað enn størri ábyrgd á verandi blød í Foroyum. Uppgávan hjá okkum at geva føroyingum uttan fyri landoddarnar innlit í og upplýsingar um gongdina heima verður so mikið størri. Sosialurin fer at royna at liva upp til hesa ábyrgd og nettup av hesi orsøk leggja vit í letuni stóra orku í at menna okkara internetblað. Sohvert telda og internet verður ein alt meira vanligur partur av húsarhaldinum eins og komfýrar, koliskáp, sjónvarp og telefon eru tað, verður eftirspurningurin eftir tænastum eitt nú tíðind um á internetinum, størri og størri. Tað er henda eftirspurningin, sum Sosialurin longu fyrireikra seg til. Nettup í dag er okkara Internet- blað! år, og í hesum sambandi hava vit gjørt eina nýggja forsíðu, bæði í útsjónd og til innihald. Taðer vón okkara, at vit við hesum verða við til at fylla tað tómrúm út, sum verður eftir Føringin og annars at taka á okkum ta stóru uppgåvu, sum er at røkka út til allar føroyingar allataðni kring heim Sosialurin Viðmerking: Føroyar sum ferðamannaland Jeg har netop haft forngjel- sen - i forbindelse med et nordisk møde for naturfred- ningsforeninger - at genop- leve Færøerne. Det var mit tredje besøg. Tilfældigt læste jeg Peter Kemps læserindlæg fra den 15.8. Jeg er helt ganske uenig med min landsmand. Den danske turist er util- freds med tre forhold: I. Et ordentlig bykort over Thorshavns udkant kunne ikke fås i Vagar luft- havn, så man blev tvunget til at spørge om vej. 2. Der er ikke lys og nød- telefoner i tunnellerne, 3. Passagerne bliver våde, når de skal ud til fuglefjel- dene fra Vestmanna. At disse småproblemer irriterer en turist så meget, at han føler sig kaldet til at skrive et læserbrev og deri stille spørgsmålstegn ved om Færøerne overhovedet er interesseret i at få turister synes jeg er beskæmmende. Jeg synes indlægget er udtryk for den holdning, at som turist skal servicenive- auet svare til det man kom- mer fra. Kulturen skulle nø- digt være for forskellig. Faktist er vi nogle der ta- ger ud i Verden - bl.a. til jeres land - for at opleve anderledes forhold end dem vi kender fra vores hjem- land. At skulle spørge en fæ- ring om vej til sit opholds- sted i udkanten af Thors- havn kan da kun »risikere« at resultere i en positiv kon- takt med lokalbefolkningen. At skulle køre gennem en mørk tunnel, er en oplevel- se, netop fordi forholdene ikke er som i Danmark. At få et saltvandssprøjt på tøjet og i hovedet mens man bevæger sig mod fuglefjel- dene fra Vestmanna og en del af det spændende møde med Atlanten og Færø-na- turen. Sådan er oplevelserne så forskellige. Jeg glæder mig til mit næste besøg og ser frem til regnen, solen, salt- vandet, samtalerne, lunde- kolonierne og alt det andet spændende og fremmedar- tede Færøerne kan berige mig med! Poul Henrik Harritz, Svendborg Tingmannalønir vid meira Nakað av tosi og skriving hevur verið um hetta evnid, ført hevur verið fram, at tingmenn áttu at hægri lønir. Í hesum sam- bandi havi eg hesa viðmerk- fingið ing Í dag er væl umtókt og alment góðtikið, eisini í Føroyum, at útboð og eftir- spurningur avgera prisin Mær kunnugt hevur aldri staðist á, at fingið fólk, ið bjóða seg fram sum valevni, tá nýtt løgting skuldi veljast, heldur tvørturim6ti Eitt gott hugskot hevði helst verið at gjørt almenn- ingin kunnugan við, hvussu lítið tingmenn og landsstýr- ismenn fáa í løn frå tí al- menna, alt íroknað, td. samsýningar fyri nevndar- arbeiði og aðrar samsýning- ar, áðrenn nakað verður gjørt við hetta mál. Neyvan er tað nøkur hungursløn tal- an er um. Til dømis fær tingmadur, ið býr heldur 6høgliga fjart frá Havnini, viðbót fyri tað, einar 80.-90.000 kr. um árið, skattafrítt, hóast við- komandi í mongum fórum helst býr í høvudsstadnum hjá familju ella kenningum. At hugsa sær, tað er eins nógv sum tveir pensionistar fáa at liva av um árið. Fólkapensiónin er kr. 3.600 um mánaðin fyri hvønn, tá talan er um hjún. Henda upphædd hevur ver- ið óbroytt í nógv ár og als ikki prístalsregulerað, hóast útreiðslur til sjúkrakassa, útvarps- og sjónvarpsgjald o.a. eru hækkaðar munandi. Sostatt er fólkapensiónin al- samt minkandi. Sum flestum kunnugt gjalda danir helmingin av fólkapensiónini, henda kemur eisini upp í nógv um- talaða >blokkin<. Danir hava pristalsvidgjørt teirra fólkapensiónir, sostat kem- ur danski parturin hækkaður upp í >blokkin<. Enn hava fólkapensionistar í Føroy- um einki fingið. Ein kann freistast at spyrja: Er tað hesin pening- ur, ið tingmenn ætla at hækka egnu løn sina við? Einki prógv finst fyri, at hægri løn gevur betri ar- beiðsúrslit. Besta regulering í so máta er løn eftir avrikum. I so måta hava okkara politik- arar sera lítið at reypa av Samanbera vit okkum við t.d. Danmark, eru vit 21 ferðir meira umboðaðir á løgtingi, enn danir á fólka- tingi, í mun til fólkatalið John Petersen, fiskimála- ráðharri hevur tosað nógv um størri umsetiligheit við fiskivinnuni. - Hvat við stórri umsetiligheit við ting- manningini??? Takk fyri upptøkuna. Eiko Apol og langabbi åra gamal. kl. 14.00. + Sagt verður frá, at okkara kæri maður, pápi, abbi JÁKUP JOENSEN á Skælingi andaðist í heiminum mikudagin 2. september 82 Gravarferðin verður úr Kvívíkar kirkju leygardagin Jóhanna, Jórun, Kathrina, Petur og Malan fríggjadagin kl. 14.06. kl. 13.00. t Kunngjørt verður at kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara MARIN MOURITSEN andaðist á Ellisheiminum í Havn mikudagin 2. sept. 87 ára gomul. Farið verður av Ellisheiminum Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju leygardagin Vegna tey avvarðandi Fanny og Poul Tey, ið vilja senda blómur ella krans, kunnu ístaðin lata Ellis- heiminum í Havn eina peningagávu á konto i Føroya Sparikassa