Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. september 1998síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 166 — 4. SEPTEMBER 1998 tíðindablaðið SS 3 Figgjarmálaráð- harrin heldur fast við tri- siffrað yvirskot Hóast trýstið frá ymsu landsstýrismonnunum er ófórt, so heldur fíggjarmálaráðharrin Kartin Hansen fast við, at yvirskotið á fíggjarlógini fyri 1998 ið hvussu er skal vera 100 milliónir krónur NICLAS JOHANNESEN Í glasbygninginum á Argj- um roynir fíggjarmálaráð- harrin at fáa føroysa størstu kabal at ganga upp. 1. ok- tober skal fíggjarlógin leggjast fram í tinginum, og so seinst sum hósmorgunin komu síðstu rakstrartølini sendandi úr Tinganesi út á Argir Og landsstýrismaðurin við fíggjarmálum váttar, at trýstið á hann er hart. — Ja, tað er onki at dylja yvir, at trýsti frá ymsu stýru- num at fáa stórri játtan enn undanfarna ár í summum fórum hevur verið øgiligt, sigur Kartin Hansen. Men hann ætlar sær ikki at slaka. Ið hvussu er ikki meira enn so, at upprunaligi málsetningurin um eitt trí siffrað millión yvirskot verður hildin ; Har er onki sum eitur. I dag koyrir føroyska sam- felagið á |. klassa. Nógvur fiskur er og prísurin er góð- ur. Vit hava samstundis fingið eina avkláring um, hvussu uttanlandsskuldin skal rindast aftur. Um vit undir slíkum treytum ikki megnað at hava eitt yvirskot á fíggjarlógini, so kann tað skjótt enda galið. Kartin Hansen sigur, at tað er nú lunnarnir undir eitt sjálvbjargi samfelag skulu leggjast. — Tí vit kunnu ikki rokna við, at kurvin verður altíð so upp eftir gangandi, sum hon er nú. Vit mugu læra at standa á egnum beinum, og vit mugu læra at seta av til at standa ímóti við, tá tíðir- nar ikki vera so góðar sum nú. 3% lønarhækkan Eina útreiðlsu fær figgjar- málaráðharrin so onki gjørt við. Og tað er lønarlækk- ingin upp á 3 prosent frå 1992-93 sum nú skal annu lerast, og sum fyri fíggjar- lógina í 1998 í veruleika- num merkir ein útreiðslu- øking upp á 3 prosent í mun til fíggjarlógina fyri 1997 Kartin Hansen sigur, at í sambandi við bygnaðar- broytingarnar verður eisini talan um ein vøkstur í løn- arútgjaldingum Nógv nýggj almenn størv eru sett, og talan í flestu fórum um leiðara- og stjórastórv, sum eru í tí tyngra lønarendanum. Fíggjarmálaráðharrin tek- ur eitt nú sjúkrahúsverkið sum dømid, at 87 prosent av játtanini fer til lønir. Nú skulu 3 prosent leggjast om- an á hesi prosentini, og hetta tyngir eisini um útreiðslu- síðuna. Kortini broytir hetta onki upp á málsetningin um at hava trísiffrað yvirskot. Tey flestu ráðharrastýrinum fáa meira ella minni júst somu játtan sum í fjør. Stirvið almannaverk Kartin Hansen sigur, at so skjótt sum fíggjarlógin er løgd fram, vera fólk sett at arbeiða við og rokna út, hvussu samfelagið á fleiri økjum kann gerast einfald- ari og bíligari at reka Hann nevnir almanna- verkið. Fíggjarmálaráðharr- in heldur, at fatanin millum nógv fólk er, at almanna verkið er stirvið, og tey upp- fata almannaverkið ofta sum ein mótpart heldur enn sum ein viðspælara. Og tað heldur Kartin Hansen ikki vera serliga heppið Kennir tú foroyingar í Alaska? í næstu viku fara ikki færri enn 16 føroyingar til Alaska at fregnast, hvussu oljuvinnan og samfelagið har klára upp. Við á ferðini eru eisini fleiri fjølmiðlafólk, -eitt nú umboð fyri Sosialin, Tað hevði verið forvitnisligt at komið á tal við føroyingar, sum eru búsitandi í Alaska. + Er tað nakar, sum veit um onkran, tá vinarliga ringið til Sosialin og spyrjið eftir Jan á lokal 116 ella Jonhard á lokal 132. Sosialurin Kartin Hansen: Sum er koyrir fóroyska samfelagið á 1. klassa. Tað er nú vit skulu seta pengar til síðis. Trísiffrað yvirskot á fíggjarlógini er málið % RN 2 bláur, reyður, moccabrúnur, svartur, lemon S-M-L 598,- HABITTJAKKI Langur 948,- Buksur 548,- CANVASTA Svartar, brúnar, stálgráar 1 1 8,- BUMMULLS- TROYGGJUR Svartar, nátúr, reyðlilla, lemon, S-M-L 499,- i Tréndargøtu tlf. 318200