Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. september 1998síða 4

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 tíðindablaðið S 0 SU NN Nr. 166 — 4. SEPTEMBER 1998 Kappingin herðist á tryggingarøkinum Hóast munandi príslækkingar hevur Brunatryggingin mist eini 1300 viðskiftafólk í kapping við P/F Trygd. — Vit fara at berjast fyri at fáa viðskiftafólkini aftur, sigur Gunnar í Liða, stjóri á Brunatrygging. — Bert seinastu 14 dagarnar hava vit fingið 500 viðskiftafólk, og tað eru vit sera væl nógdir við, sigur Christian Nielsen, stjóri á Trygd DAGNY JOENSEN — Vit harmast stórliga, at viðskiftafólk okkara hava valt at flyta til kappingar- neytan, men tað ger eisini, at vit fara at kýta okkum meir, fyri at fáa tey aftur Tað sigur Gunna í Liða, stjóri á Brunatryggingini Uppsagnartíðin í Bruna- trygging er |. april og 1 september, og eftir hesum eru tær stóru broytingarnar innan privata tryggingar- marknaðin sjónligar Nógv hava skift Viðskiftafólkini hava bert eitt stað at fara, og tað er til P/F Trygd, sum seinstu tíð- ina hevur fingið eina ør- grynnu av áheitanum frá fólki, sum hava hug at skifta tryggingarfelag — Vit hava fingið 1432 viðskiftafólk. Verður mett, at 12000 húski eru í Føroy- um, so er tað 12 pst. av narknaðinum, sigur stjórin fe gd Serliga stórt hevur virk- semið verið á Trygd í august mánaða, og seinastu 14 dag- arnar hava 500 fólk teknað tryggingar í nýggja felag- num. Hetta eru tryggingar- takarar, sum hava skift fel- ag — Umframt tað koma ný- tekningar so hvørt sum frá- líður, sigur Christian Niel- sen. Hann er væl nøgdur við úrslitið higartil, og heldur, at tað hevur verið gagnligt fyri føroyska tryggingar- marknadin, at nyggja fel agið er stovnað. Tað sæst aftur á prísleguni,sum nú er galdandi — Eitt úrslit er at gamla felagið hevur lækkað trygg- ingarprísirnir, sigur stjórin á Trygd.. rá Ongar prís- - bro åsettu GR AE trygg- ingargjøldini frå byrjanini, og hava ikki broytt upp- hæddirnar síðan byrjanina, meðan Brunatryggingin hevur lækkað gjøldini, so tey sita til okkara príslegu Vit hava kortini ongar ætlanir um at broyta prísir- nir, sum vit halda verða á rímiligum stødi, sigur stjór- in á Trygd. Gunnar í Liða var stadd- ur á Flogvøllinum, tá vit tosaðu við hann í gjár. Hann hevði tí ikki tey sein- astu tølini fyri flytingarnar, men sigur at eini 1200 - 1300 viðskiftafólk hava skift tryggingarfelag. Tað er 6 pst. av tryggingunum hjá Brunatrygging. Brunatrygging: Vit eru bíligari í flestu førum — Vit hava sett tryggingar- prísirnir munandi niður, og í flestu førum er Bruna- trygging bíligari enn P/F Trygd, eftir at vit broyttu tryggingarprísir í mars mán- að í ár, sigur Gunnar í Liða. — Hvussu ber tað tilat tit nú kunnu lækka tryggingar- prísirnir? — Tað kemst av, at trygg- ingarvirksemið hjá okkum ikki gav yvirskot frá 1988 - 95, av tí at nógvir skaðar vóru hesi árini Frá 1995 - 97 fingu vit yvirskot, av tveimum or- søkum: Ein var at skaðarnir ikki vóru so stórir, og hin at endurtryggingarnar gjørd- ust bíligari, sigur Gunnar í Liða. Gunnar í Liða, stjóri á Brunatrygging: Spurdur um stóra frá- gongdin fær avleiðingar fyri tryggingarprisirnir fram- eftir, sigur stjórin á Bruna- trygging, at so verður ikki. — Vit fara at gera alt fyri at fáa viðskiftafólkini aftur, eitt nú við at vera meira sjónligir á privata trygging- armarknaðinum, eins og roynt verður at betra um tænastuna, og bjóða góðar tryggingar. Fara at kýta okkum so mikið meir — Er hetta ein dyggur smeit- ur fyri Brunatrygging? Sjálvandi er tað harmi- ligt at viðskiftafólk velja annað felag, men tað ger bert, at vit fara at kýta okk um so mikið meir, fyri at veita so góða tænastu, at tey koma aftur til okkara. - Harnæst er at siga, at tá vit missa viðskiftafólk, ger- — Tað er gagnligt fyri privata føroyska trygging- armarknaðin, at Trygd kom, tí nú eru prísirnir komnir í eina rímiliga legu, sigur Christian Niel- sen, stjóri á Trygd — Tað er harmiligt at viðskiftafólk okkara hava valt at flyta til kappingarneytan, men tað ger eisini, at vit fara at kýta okkum so mikið meir, fyri at fáa tey aftur ast skaðarnir eisini færri, sigur Gunnar í Lida. Tað er eitt sindur 6javnt, hvussu tryggingarfeløgini meta um sín part av privata tryggingarmarknaðinum í Føroyum. Gunnar i Liða sigur, at teir hava mist 6 pst., av til- samans 21000 teknadum tryggingum, meðan Christi- an Nielsen sigur, at Trygd hevur fingið 12 pst. av priv- ata marknaðinum, og hevur teknað 2866 tryggingar Góða tænastu og skjóta máisviðgerð Christian Nielsen: — Tað eru vit sera væl nøgdir við, og fara ikki at gera stórvegis fyri at kappast við Bruna trygging, tí pláss skal vera fyri | áðum felggunum. Or søkin til at vit hava fingið so stóranpart av trygging unum er, at vit hava veitt góða tænastu, og skjóta málsviðgerð. — Tað ber til hjá okkum at tekna tryggingar eftir fá- um minuttum, eisini úti á bygd, har Føroya Banki hevur deildir, sigur stjórin á Trygd..