Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-04, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. september 1998síða 16

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið S0S2aluin Eyðun Elttør, landsstýrismaður eftir Noregsvitjan: - Havi fingið g00a barlas — Hetta hevur verið ein ómetaliga góður túrur, har eg havi fingið eitt nógv betri innlit í oljuverðina. Ég komi heimaftur við eini barlast, sum skal koma fóroyskari olju- vinnu og samfelagnum her til góða sigur Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum, sum júst er heimafturkom- in av drúgvari vitjan í Noregi. Sunnudagin gongur leiðin til Alaska. Jan MØLLER Eyðun Elttør, landsstýris- maður í oljumálum, hevði bert sitið í nýggja sessinum í nakrar fáar mánaðir, tá boð vóru eftir honum úr einum av heimsins mest fram- komnu oljuframleiðara- londum, nevniliga Noregi. Norska stjórnin sá fegin, at ein føroyskur oljumála- ráðharri fekk høvi til at síggja, hvussu arbeitt verður í oljuvinnuni, og tí var Eyð- un Elttør boðin at vitja bæði stóru altjóða oljumessuna í Stavanger, Oljudirektoratið Evðun Elttør, landsstýrismaður, í Stavanger og á einum nú- tímans boripalli úti til havs. Heimafturkomin kennir landsstýrismaðurin = seg hava fingið eina nógv stérri barlast, tá talan er um kunn- leika til oljuvinnuna sum heild. -Fyri tann, sum ikki hevur verið á eini oljuframsýning og -ráðstevnu av slíkum slag sum ONS 98 var tað, er tað ein ótrúlig uppliving at vera har fyri fyrstu ferð. Hetta er ein sera ógvuslig men eisini sera áhugaverd verð sigur landsstýrismað- urin, sum nýtti høvi til at vitja fleiri av båsunum å oljumessuni, teirra millum fleiri av teimum norsku båsunum so sum Kværner, ABB, Aker, Statoil, Norsk Hydro og Saga. -Tað er eingin ivi um, at vit hava nógv at læra av eitt nú norðmonnum, og vón- andi kunnu vit brúka teirra royndir og vitan í uppbygg- ingini av eini føroyskari oljuvinnu. Men lat meg undirstrika, at vit harfyri ikki venda øðrum bakið. Vit eru opnir fyri samarbeiði til allar síður, ja bæði við Bret- land og Danmark fyri at í elevatorinum á Veslefriggboripallinum saman við Alex Buvik,, Annie á Hædd og John Inderhaug leitingarstjóra hjá Statoil í Føroyum Nr. 166 — 4. SEPTEMBER 1998 Omanfyri Alex Buvik og Anni á Hædd saman vid Eyðun Elttør, landsstyrismanni um- borð á Statoil boripallinum Veslefrigg. Nidan fyri landsstýrismaðurin i arbeiðsklæðum á boripalli í Norðsjónum. A