Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. september 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 166 — 4. SEPTEMBER 1998 taka tveir av okkara mest náttúrligu samstarvspartn- arum umframr Noreg. Å båsunum var mest talan um at vísa fram útbúnað og lutir, sum verða brúktir í oljuvinnuni. -Stóra luttøkan og áhugin fyri hesi messuni og ráð- stevnuni siga mær so mikið, at fólk hava sera stóran á- huga fyri olju og ikki minst fyri umhvørvinum í sam- bandi við eina oljuvinnu. Eyðun Elttør fylgdi eisini fleiri av fyrilestrunum og orðaskiftunum, sum vóru á rådstevnuni, og sum nettup snúðu seg um umhvørvis- spurningar. . Har vóru fleiri framstand- andi oljufólk, sum tosaðu um umhvørvi, og har vóru eisini umbod fyri Green- peace, id løgdu fram teirra sjónarmið. -Eg haldi tað er umráðandi, at vit lurta og leggja okkum í geyma, hvat sagt verður um hesar spurn- ingar, ikki minst nú vit sum eitt nýtt land ætla at seta skjøtil á oljuvinnuna. Landsstýrismaðurin, sum sjálvur umsitur bæði olju og umhvørvi, heldur tað vera av stórum týdningi, at hesi bæði ganga hond í hond, og tað verður í hvussu er eitt av hansara aðalmálum kom- andi árini at tryggja, at so verður. A bori Sum útbúgvin maskinmað- ur hevði vitjanin á teimum mongu básunum við út- búnaði av ymsum slag ikki minst stóran áhuga hjá Eyð- un Elttør, men tann parturin av Noregsvitjanini, sum kanska hugtók og mest nøktadi forvitni landsstýris- mansins var vitjanin um- borð á Statoil boripallinum Veslefrigg, sum lá og boraði nakað væl úr landi. -Tað eg beit merki í var, at eingin olja var at síggja nakra staðni. Har var so reint og reint, og tað segði mær so mikið, at tað ber til at arbeiða við olju og sam- tíðis hava eitt reint um- hvørvi. Saman vid landsstýris- manninum vóru eisini tvey umboð fyri Oljufyrisiting- ina á boripallinum. Tey vóru Alex Buvik, sum er rådgevi í umhvørvismålum og Annie á Hædd, sum júst er sett til at taka sær av løg- frødiligum spurningum. Harumframt var eisini John Inderhaug, ein av leidandi jardfrødingunum hjå Statoil i Danmark, vid. Hann stendur å odda fyri kann- ingunum å føroyskum øki. -Nú løgmaður fegin vildi síggja, hvussu arbeiðið fer fram á einum oljufram- leiðslupalli, helt eg, at tað kanska var rætt av mær sum oljumálaráðharra at síggja, hvussu arbeitt verður á ein- um veruligum boripalli sig- ur Eyðun Elttør, sum eisini vísir á, at boripallarnir vera teir, ið vit fyrst fara at síggja um okkara leiðir. Stóru framleiðslupallarnir liggja so eitt sindur longur frammi í tíðini - tað veldst um oljan verður funnin - og tá vita vit heldur ikki, um tað verða framleiðsluskip av sama slag sum tey, ið verða brúkt vestan fyri Hetland, sum fara at verða brúkt um okk- ara leiðir eisini. burtur úr Statoil hevði gjørt nógv burtur úr vitjanini hjá før- oyska oljumálaráðharranum á Veslefriggpallinum. Høv- ið var at síggja, hvussu arbeiðið fer fram alla staðni á pallinum. Teir fylgdu sjálvum boriarbeiðinum á boridekkinum og inni frá eftirlitsrúminum. Eisini vóru tey á brúnni og sóu annars, hvussu fólkið bú- leikast umborð. -Hetta var ein sera langur dagur men eisini ein 6- gloymandi dagur. Tað var einastandandi áhugavert at síggja, hvussu arbeitt varð við boringini. Eyðun Elttør ivast ikki í, at henda vitjanin á boripalli kann verða góð barlast, tá vit sjálvi um vónandi ikki so langa tíð fara í gongd við at bora á føroyska land- grunninum. -Tá kanst tú síggja hetta við ødrum eygum, tí tú hev- ur upplivað tað longu. Og tá kunnu vit eisini betur siga, at tað ber til at seta krøv til eitt nú trygdina og umhvørvid. tíðindablaðið S0slZalurin Oljumálaráðharrin her mitt í gerandisdegnum í veruligu oljuverðini Hitti fýra orkumálaráðharrar Tað var so ikki bert talan um at síggja oljuútbúnað á eini oljumessu og at síggja boring á einum oljupalli, nú fyrsti føroyski oljumálaráð- harrin vitjaði í einum olju- landi. Hann hevði eisini høvi til at hitta mong fram standandi fólk í hesi vinnu. Og tað var so heppið, at hann hitti ikki færri enn fýra av sínum starvsfeløgum, nevniliga bretska orkumála- ráðharran John Battle, tann norska Marit Arnstad og tann danska Svend Auken. Haraftrat heilsaði landsstýr- ismaðurin eisini uppá kvinnuliga orkumålaråd- harran úr Angola, sum var við á rådstevnuni. Frá Stavanger gekk leiðin aftur til Føroya, har steðg- urin tó er stuttur. Tí longu sunnudagin fer Eyðun Elt- tør til Alaska, har høvi verð- ur at kunna sum vid olju- vinnuna har. Hann er ferða- lagi saman við 15 ødrum føroyingum. Tad er oljusamtakid vid Texaco, Conoco, Arco og Murpy Oil, sum hevur bodid føroyska ferdalagn- um til Alaska, har tad m.a. skal siggja fleiri av olju- installatiónunum hjá Arco. Hesi fýra amerikonsku olju- feløgini leggja í løtuni nógva orku í at kanna før- oyska landgrunnin við tí fyri eygað at vera við í fyrstu útbjóðingini næsta ár. Arco og Conoco funnu fyri stuttum eina stóra oljukeldu inni á bretskum gki skamt frå føroyska fiskimarkinum. Eyðun Elttør, landsstyrismadur í oljumálum her á vitjan á Saga-básinum á ONS 98- messuni. Hann f. rt um, at Føroyar eru komnar á oljukortið - hóast enn eingin olja er funnin. To skål komandi útbjóðing geva okkum varið uppá "" Elttør hittir norska starvsfelagan Marit Arnstad rnhann hittir danska Svend Auken Myndir Jan Miller og Statoil 17