fríggjadagur 4. september 1998síða 21
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 166 — 4. SEPTEMBER 1998
Lagt til rættis: Eirikur Lindenskov
Ein Volvo-buss
ættargranskari
tíðindablaðið S0812/
út at koyra
Kim Løvenskiold hevur so stóran áhuga fyri B59 Volvo-
bussum, at hann hevur leitað sær til Føroya við tí eina
endamálinum. at granska bussin Toru, hjá Sámali Blá-
hamar í Havn. Kim hevur søguna hjá øllum bussunum av
hesum slagnum, sum bygdir eru
Nú um dagarnar fekk Sámal
Bláhamar í Havn forkunn-
uga vitjan av einum dana,
við einum serligum áhuga.
Orsøkin til at hann júst
vildi hitta Såmal Blåhamar
var, at Såmal eigur ein buss
av merkinum Volvo og
sniðnum B59. I Føroyum
eru fleiri bussar av hesum
salgnum, men tann hjå
Såmali er ein serlig útgáva
- og var hann upprunaliga
bygdur sum jubileumsbuss-
ur til Volvo-verksmiðjuna í
1977. I 1978 keypti danski
ferdavinnukongurin Simon
Spies bussin, sum hann
nytti til sinar marlætisferdir
å donsku landavegunum.
Seinni keypti Såmal Blå-
hamar bussin, sum hann
hevur kallad Tora, og er
hann væl kendur i Føroyum,
her hann eisini plagar at
verda nyttur til serligar
bussferðir.
Men aftur til vitjanina...
Maðurin, sum vitjaði Sámal
eitur Kim Løvenskiold, og
hann hevur serligan áhuga
fyri bussum - og serliga Vol-
vo B59 bussunum, og ørindi
hansara í Føroyum vóru
bara at síggja bussin hjá
Sámali, taka myndir av hon-
um og annars >læra bussin
at kenna<.
— Eg havi altíð havt sera
stóran áhuga fyri bussum,
sigur Kim, sum sjálvur ar-
beiðir við at selja bussar,
koyra buss umframt at hann
eisini skrivar greinar um
bussar í ymisk buss-tíðarrit,
bæði donsk og ensk.
Kim Levenskiold sigur
við Sosialin, at tað serliga
er í Onglandi, at so stórur
áhugi er fyri bussum, og
serligu buss-entusiastafelg-
gini í Onglandi hava einar
50.000 limir. Um áhugin
ikki er so stórur í Danmark,
so eru tó fleiri danir, ið hava
hendan áhuga, so mikið at
tað verða givin út fleiri tíð-
arrit og bøkur um bussar.
Við á Sosialin hendan
dagin hevði Kim ein langan
lista av øllum B59 Volvo-
bussunum, sum eru bygdir
- minnist blaðmaðurin vóru
teir gott og væl 2.000 í tali.
Á hesum lista hevði hann
allar upplýsingar um buss-
arnar, sum hann síðin roynir
at dagføra - sum t. d. í hes-
um føri, har hann er komin
til Føroyar at fregnast um,
hvat gamli bussurin hjá Spi-
es ger.
Og á listanum hjá Kim
fingu vit hesar upplýsingar
um bussin hjá Sámali:
Bygginummarið er 001496,
og er hann bygdur á verk-
smiðjuni í Jonckheere í Bel-
gia. Undirvognurin og mot-
orur (chassis) er VOLVO
B59-55 frá 1977. Fyrsti eig-
ari er VOLVO Buser Svør-
iki. Svenska skråsetingar-
nummar nummarplåta CBA
510.
Tå vit tosa um bussar -
og um hvar bussarnir eru
bygdir, so er tad ikki sum
við bilum, at teir verða
bygdir á einari verksmiðju.
Tosa vit um ein Opel Astra,
so vita vit, hvussu bilurin
sær út. Men tosa vit um
bussar er gðrvísi. Ein Volvo
B59 - so segði hann - er eitt
vítt begreb.
- Volvoverksmidjan
byggir bert rammuna vid
motori og undirvogni. Síð-
ani eru nógvar verksmiðjur
kring heimin, sum byggja
bussarnar upp, sigur Kim
Løvenskiold.
Såmal Blåhamar leggur
afturat, at tað er sum at
byggja skip. Tann, ið bí-
leggur bussin kann sjálvur
gera av, hvussu bussurin
skal síggja út, hvørji setur
skulu nýtast, og hvussu
hann annars skal verða inn-
an.
Og vit spyrja Kim, hvat
hann heldur um bussarnar í
Føroyum:
— Jú, nógvir av teimum
eru bygdir í Belgia, meðan
flestu bussarnir í Danmark
eru bygdir í Danmark.
Hann sigur, at Danmark
er kent víða um fyri sítt
góða handverk, og at Volvo-
bussarnir, sum eru upp-
bygdir í Danmark, serliga
teir úr Silkeborg, eru væl-
kendir fyri dygd og góðsku.
Bussarnir úr Belgia eru
knapt so væl kendir fyri
dygd og góðsku, men prís-
irnir eru har eftir, sigur
hann.
— Tað er eisini so ymiskt,
hvat bussánarar úr ymsu
londunum leggja dent á.
Summir vilja bara hava bí-
ligar bussar, meðan eitt nú
danir leggja stóran dent á,
at bussarnir eru behagiligr
Sámal Blåhamar, busseigari og Kim Løvenskiold, buss-ættargranskari
at sita í, og at umhvørvid
inni í bussunum er gott, sig-
ur Kim.
Kim Løvenskiold vildi
eisini fegin sloppid at
granskað teir bláu bussarnar
hjá Bygdaleiðum, men tað
eydnaðist honum íkki
hesaferð. Hann hevur eisini
spurt seg fyri á
Bileftirlitinum, um hann
kundi fáa ein lista yvir allar
bussarnar í Føroyum við
ymsu upplýsingunum, men
tað bar ikki til. Kim heldur
tað helst vera tí, at eingin í
Føroyum er vanur við, at
fólk hava áhuga fyri slíkum.
— Men skipalistarnir eru
almennir og i
ålmanakkunum fært tå allar
upplysingar um skipini -
soleidis skuldi kanska eisini
verid vid bussum, heldur
Såmal Blåhamar, sum eftir
hesa vitjanina er vorðin ikki
sørt bitin av hesum ítrivi.
Hesin B59 Volvo bussurin
hjá Sámali Bláhamar er
bygdur á somu rammu, sum
bussarnir høgrumegin -
hetta er tad snidid, sum
hevur serliga åhugan hjå
Kim
f
Mynd: Ålvur Haraldsen
21
—"
»lvo B59-bussurin koyrir i Bri
sbane i Australia