mikudagur 17. desember 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 240 - 17. desember 2003
Nr. 240 - 17. desember 2003
3
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá okkara elskaði maður, babba, abbi og abbilang
Sverri Djurhuus
Tórshavn
doyði og varð jarðaður.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Kollafjarðar
kirkju.Tøkk øll tit, sum vóru um hann til tað
seinasta, og tit øll, sum hjálptu so væl til
jarðarferðina.
Familjunnar vegna
Ingeborg
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu,
tá okkara kæra og elskuliga mamma, vermamma,
omma, langomma og systir
Ebba Restorff Johansen
doyði og varð jarðað.
Tøkk til Ellisheimið í Havn, Sonju Klein prest, organist,
kirkjutænarar, sangarar, gravarar, Hotel Hafnia
og tykkum, ið hjálptu til við jarðarferðini.
Tøkk fyri blómur, kransar og heilsanir.
Familjunnar vegna
Oddvør og Hjørdis
Tøkk
Tøkk fyri sýnda samkenslu, tá góða mamma,
systir, vermamma, omma og langomma okkara
Selma Kjærbo
Fuglafirði
andaðist og varð jarðað.
Tøkk tit, sum vóru um hana, tá ið hon var sjúk.
Tøkk øll, sum hjálptu so væl til við jarðarferðina,
tøkk fyri troystarrík orð, fyri blómur, kransar
og gávur til kirkjuna, og tit, sum fylgdu henni
til hennara seinasta hvíldarstað.
Eini gleðilig jól og eydnuberandi nýggjár
ynskist tykkum øllum.
Piddi,Terje og Marit
Lýsingin hjá Mentamálaráðnum, sum var
í blaðnum leygardagin, skuldi ikki verið
komin í blaðið.
UPPSTILLING
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Ein kvinna og fimm mans
bjóða seg fram sum valevni
hjá Sambandsflokkinum í
Norðoyggjum, sum hevði
uppstillingarfund fríggja-
kvøldið.
Av tí at bert ein kvinna
var á listanum, gav fundur-
in nevndini heimild til at
finna onkra kvinnu afturat,
áðrenn listin varð almann-
akunngjørdur.
– Elisabeth Joensen, bý-
ráðslimur hjá Sambands-
flokkinum í Klaksvík, hev-
ur boðað frá, at hon stillar
ikki
upp,
sigur
John
William Joensen, formaður
í
sambandsfelagnum
í
Norðoyggjum.
Tískil sær listin fyribils
soleiðis út:
Magni Laksáfoss,
Streymnes, búskapar-
frøðingur
Erika Elttør, Klaksvík,
handilskvinna
John Kári Jacobsen,
skipari , Hvannasund
Karl Olgar Joensen,
Klaksvík, stýrimaður
Bjørn Kalsø, lærari,
Syðradalur
John William Joensen,
prentari, Klaksvik
– Fyribils er Erika Elttør
einasta kvinnan á listanum,
men ein seinasta roynd
verður nú gjørd at fáa eina
kvinnu afturat á listan,
sigur John William Joen-
sen.
Norðoya Sambandsfelag
fer at lata inn listan um
vikuskiftið, og tá verður
greitt, um sjeynda valevnið
verður ein kvinna.
Sambært veljarakanning-
ini, sum verður almanna-
kunngjørd í blaðnum í dag,
stendur Sambandsflokkurin
til at fáa ein tingmann
afturat teimum átta.
Sum Jóannes Hansen,
samfelagsfrøðingur vísir á
aðrastaðni í blaðnum, kann
tað metast sannlíkt, at
flokkurin fær ein eykavald-
an tingmann í Norðoya
valdømi – sjálvsagt um
veljarakanningin er eftir-
farandi.
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum, sum vitjaðu
inn á gólvið føðingardagin og gjørdu
mær dagin minnisríkan.
Eisini takki eg fyri gávur, blómur, fjarrit
og telefonsamrøður.
Gleðilig jól og gott nýggjár.
Jutta Heinesen
Klaksvík
Seks valevni á sambandslista í Norðoyggjum
Verður valt við bræv-
atkvøðu, ber til at
velja ávíst valevni,
hóast uppstillingin
ikki er liðug. Men
best er bara at velja
flokk, um trygd skal
fáast fyri, at atkvøðan
skal telja við
VAL
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hóast flokkarnir enn ikki
eru lidnir við uppstillingar-
nar, so ber til hjá fólki, sum
fara uttanlands og ikki
verða heima valdagin at
velja kortini. Hetta kann
gerast við brævatkvøðum.
Onkur lesari hevur spurt
okkum, um tað ber til at
velja ávíst valevni, hóast
listarnir ikki eru klárir.
Vit hava sett spurningin
víðari til Jens Marius Poul-
sen,
kommunustjóra
í
Havn. Hann sigur, at tað
kortini ikki er so einfalt.
Um fólk skriva navnið á
ávísum valevni á brævat-
kvøðuna, so fær viðkom-
andi valevnið og flokkurin
atkvøðuna – um viðkom-
andi kemur á listan. Hendir
tað, at viðkomandi ikki
verður uppstillaður kortini,
so verður atkvøðan ógyld-
ug, tí tað ber bara til at velja
valevni, ið eru uppstillað.
– Fólk sum fara uttan-
lands kunnu bara velja
flokk, men eru tey vís í, at
eitt valevni verður uppstill-
að, kunnu tey eisini skriva
navn
hansara/hennara.
Verður viðkomandi ikki
uppstillað/ur er atkvøðan
ógildug, sigur Jens Marius
Poulsen.
Brævatkvøður:
Tryggast at velja flokk
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæra mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Oliva Jóhanna Petrina Sørensen
Klaksvík
andaðist fríggjadagin 12. desember, 88 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni
leygardagin 20. desember kl. 13.00.
Ása og Villi
Brynhild, Simon og Andrea
Anja, Høgni og Oliva
Sara og Øssur
Hjørdis
Meðan triði og
seinasti filmurin í
røðini um Ringanna
Harra koyrir fyri
fullum sali kring
heimin, kunnu
føroyingar nú fegnast
um, at fyrsti parturin
av bókini er komin út
á føroyskum
BÓKAÚTGÁVA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Mest lisna skaldsøgan,
besta bókin í 20. øld, størsta
skaldsøgan í heiminum,
uttan iva klassikarin hjá
Tolkien og so framvegis.
Hetta eru rósandi orðini,
sum skaldsøgan Ringanna
Harri fær allastaðni, har
hon verður nevnd. Øll
kenna hesa søguna á ein
ella annan hátt. Mong
munnu tey vera, sum bæði
hava sæð filmarnar og lisið
bøkurnar.
Føroyingar hava tó verið
noyddir at lisið hana á øðr-
um máli enn okkara móður-
máli. Men tað broytist nú.
Fyrsti parturin av bókini er
komin út á føroyskum og er
at fáa í bókabúðum kring
landið. Og sum skilst so
kann tað ikki fara at ganga
alt ov long tíð, til hinar
koma eisini koma út.
Axel Tórgarð, sum týðir
bókina, er komin rættuliga
væl áleiðis. Fyrsti partur er
komin út, annan part er
hann liðugur við, og tað
væntar bert umleið ein trið-
ingur av triðja partinum, so
hevur Axel, sum fyllir 81 ár
í mars, umsett allar 1.500
blaðsíðurnar, sum Ring-
anna Harri er.
Bar seg undan
Á framløguni av Ringanna
Harra í Bókasøluni í SMS
segði Zacharias Wang, at tá
heitt varð á Axel um at týða
Ringanna Harra, bar hann
seg undan. Undanførslur
sum aldur og manglandi
orka vóru nýttar.
Men Zacharias greiðir frá,
at tá tann fyrsti filmurin av
Ringanna Harra so kom,
var hann á vitjan hjá Axeli.
Teir báðir tosaðu so um
filmin, og tá segði Axel, at
hann hevði umsett yrking-
arnar í bókini. Tá var Zac-
harias ikki seinur at spyrja,
hvat so var í vegin fyri at
umseta restina av bókini.
Tað gekk ein tíð, men so
fór Axel undir at týða hesa
miklu bók. Og í dag restar
sum sagt bert ein triðingur
av bókini, so er hon øll
somul á føroyskum.
Zacharias vil tó onki siga
um, nær hinar báðar bøk-
urnar koma út. Hann sigur,
at ikki er avgjørt enn, um
annar og triði partur skulu
koma út í senn ella ikki.
Leikandi løtt
Mangan hevur verðið sagt,
at serliga ungum dámar
betur at lesa bøkur á donsk-
um enn á føroyskum. Hetta
skuldi koma av, at tær før-
oysku kundu vera dekan ov
háfloygdar til tíðir. Men
hetta er ikki longur ein
trupulleiki,
sigur
Kári
Árting, leiðari í bókahandl-
inum í SMS.
Zacharias sigur, at hann
hevur tosað við nøkur, sum
eru farin í holt við at lesa
týðingina hjá Axeli, og tey
siga, at tað er leikandi lætt
at lesa bókina.
– Tað er eitt ávíst flog
yvir skrivingini hjá Axeli,
sigur Zacharias Vang.
Myndprýtt bókina hevur
Tróndur Patursson. Kápu-
myndin, sum hann hevur
valt, bindur verkið saman
við fornsøgur okkara. Hon
myndar ein ring, samstun-
dis sum tað er ein dreki. Og
tað kann bindast saman við
ormin í Sjúrðarkvæðnum.
Hetta er ikki av tilvild, tí
Tolkien var kønur í forn-
máli okkara, og nógv av
nøvnunum í bókini eru
fornføroysk. Jóan Hendrik
W. Poulsen hevur hjálpt til
við at finna nútíðarhósk-
andi nøvn til persónarnar í
bókini.
Ringanna Harri er inn-
bundin, 460 blaðsíður og
kostar 350 krónur. Men frá
nú av og fram til jóla verður
hon at fáa fyri 300 krónur.
Tað er forlagið Stiðin, sum
gevur bókina út.
70. bind av Varðanum
er komið út. Tíðar-
ritið er komið reglu-
liga út einaferð um
árið síðani 1990
BÓKAÚTGÁVA
Tíðindaskriv
Hetta bindið av Varðanum
hevur eitt fjølbroytt innihald
við mongum ymiskum søg-
um.
Jákup Dahl, próstur, skriv-
aði á gamalsaldri brot úr
ævisøgu síni. Hetta er um
barnaárini í Vági, inntil hann
15 ára gamal fór til Havnar
at ganga í skúla. Ætlanin
hevur verið at skriva meira,
men helst er ikki meira
skrivað. Povl Skårup hevur
grein við heitinum Summar-
náttin blíða og Nackens
polska. Hanna Absalonsen
skrivar um bygdarnavnið á
Økrum/á Øgrum og Hjalmar
P. Petersen um orðið vare í
Finninum Fríða.
Kristin
Nielsen
hevur
grein við heitinum Ein trú-
bøtari á kongstrúnuni, sum
er um egyptiska kongin
Akhnaton. Hanus Kamban
hevur skrivað eina stuttsøgu,
sum hann nevnir Hin Sandra.
Egon Hansen hevur aftur í ár
ættargrein í Nólsoy, hesaferð
um fólkini av Stórumýru.
Í heyst varð lisið upp í út-
varpinum søgan um tey stóru
seglskipini,
sum
vórðu
nevnd Windjamarar. Jóannes
Skaale hevur týtt søguna um
hesi seglskipini, og fyrsta
brot er við hesaferð.
Sune Joensen, sum hevur
skrivað manga áhugaverda
søgu og hugleiðing um lív og
arbeiðslag á bygd fyri 60-70
árum síðani, hevur hesaferð
søguna, sum hann nevnir At
taka ímóti jólagestum.
Tríggjar stuttsøgur eru
eftir Ernest Hemingway:
Indiánaralegan, Læknin og
kona læknans og Okkurt
endar. Tað er Sámal Kristin
Jacobsen, sum heur týtt
stuttsøgurnar til føroyskt.
Sámal Kristian hevur eisini
skrivað nøkur orð um skald-
ið og um søgurnar.
Sámal
Jákup
Petersen
skrivar um sín fyrsta túr til
skips, og Tórður Johannesar-
son skrivar um Fuglakvæðið,
eitt dømi um kjakmentan.
Yrkingar eru eftir Óðin
Ódn og Absalon Absalonsen.
At enda í Varðanum hesaferð
er brot úr Eysturoyar vár-
tingsbók fyri 1699, sum
Nicodemus Rasmussen hev-
ur skrivað av úr teimum
gomlu tingbókunum.
70. bind av Varðanum er 220
síður til støddar og kostar
195 krónur í bókabúðunum.
Limagjaldið í Varðanum er
140 krónur um árið, og limir
fáa Varðan ókeypis.
Mín jólabók 2003 er
nú at fáa í bóka-
búðum kring landið.
Henda jólabókin er
tann 53. í røðini
BÓKAÚTGÁVA
Tíðindaskriv
Í bókini eru nógvar ný-
skrivaðar søgur: Beinta og
Rasmus eftir Riu Hansen,
Ravnurin eftir Páll Jacob-
sen, Herverk eftir Maud
Heinesen, Jólakrím eftir
Iris Johannu Thomsen, Tina
og violinin eftir Elina Mor-
tensen, Svartaklukkan og
grindalokkurin eftir Petur
Mohr Reinert, Jólagásin ið
slapp við lívinum eftir
Bettu á Dalinum, Dunnujól
eftir Elina á Rógvu, og
Søgan hjá ommuni eftir
Moniku Stauss Joensen.
Sonja Klein, prestur hevur
skrivað inngangin Mark-
leysi
gleðiboðskapurin
røkkur um ævir.
Yrkingarnar eru: Tann
fyrsta flykran fall í dag og
Ein dag eg lá í bønum eftir
Sólrún Michelsen, Vetrar-
morgun og Vøgguljóð eftir
Halldóru Dam, Jólakvølds-
vísa, Abbasa vinur og Tey
smáu míni eftir Óðin Ódn,
og Jólasálmur og Nyggjárs-
sálmur eftir Kjartan Stakk-
sund.
Afturat hesum eru eisini
ein týdd søgn og tríggjar
týddar søgur: Tutokanula,
Jólakortið, Jól á sjúkrahúsi
og Húskallurin hja einkj-
uni.
Hendan jólabókin er sum
sagt tann 53. í røðini. Tann
fyrsta kom í 1950, og síðan
er hon komin á hvørjum ári
uttan í 1958.
Mín jólabók 2003 er 118
síður, heft og kostar kr. 70 í
bókabúðunum. Bókin er
umbrotin, prentað og heft á
Pf. Einars Prent.
Tanya Joensen hevur
myndprýtt bókina í ár.
Ringanna Harri á føroyskum
– Hóast Ringanna Harri er útgivin í trimum bókum, so helt Tolkien uppá, at talan er um eina bók. Ein bók uppá 1.500 síður,
sum kortini er alt ov stutt, segði Zacharias Vang millum annað í framløgu sínari av fyrsta partinum av bókini
Mynd: Jens Kr. Vang
Mín jólabók 2003
Varðin komin út
C
M
Y
K
3
2