Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-17, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. desember 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 240 - 17. desember 2003 Nr. 240 - 17. desember 2003 5 Sambandið ikki at steðga Nýggja veljarakanningin gevur sambandsflokkinum ein tingsess afturat, og Tjóðveldið missir tveir. Miðflokkurin stendur eisini at vinna ein tingsess Hvønn flokk fert tú at velja á løgtingsvalinum 20. januar 2004? Hvør av fylgjandi heldur tú er best egnaður sum løgmaður? 7,1 prosent svaraðu, at tey ikki vistu, og 3,8 prosent at tey antin ikki fóru á val ella fóru at atkvøða blankt Í prosentum av atkvøðunum hevði staðið á jøvnum millum gomlu samgonguna og báðar andstøðuflokkarnar Tingmannabýtið eftir kanningini, samanborið við løgtingsvalið 2001 Tvær sera einfaldar gongdir eru í nýggj- astu veljarakanning- ini. Sambandsflokk- urin gongur fram og Tjóðveldisflokkurin missir fótafestið mill- um føroyingar. Gamla samgongan og and- støðan standa til 50 prosent av atkvøðun- um hvør VELJARAKANNING Ingi Rasmussen og Øssur Winthereig Sambandsflokkurin hevur síðani løgtingsvalið í apríl í fjør staðið til eina fram- gongd. Og veljarakanningin, sum Gallup og Fjølmiðla- ráðgevingin hava gjørt fyri Sosialin og Útvarp Føroya staðfestir hesa gongdina. Sambandsflokkurin stendur til eina framgongd upp á 3,7 prosentstig í mun til valúrslitið og hevði fing- ið 29,7 prosent av atkvøð- unum, um val hevði verið nú. Stóri taparin hevði verið Tjóðveldisflokkurin. Flokkurin hevði fingið eina afturgongd upp á 4,3 pros- entstig og var endaður sum minsti flokkurin av teimum fýra stóru við 19,4 prosent av atkvøðunum. – Tjóðveldisflokkurin fekk sína stóru framgongd við fullveldinum, men nú er fullveldið meiri ella minni tikið av skránni, so nú sær út til at flokkurin endar aftur har, sum hann var áðrenn valið 1998, sigur Jóannes Hansen, valkønur. Vistu ikki Gallup Føroyar og Fjøl- miðlaráðgevingin hevur gjørt kanningina. 510 fólk vóru spurd, hvønn tey ætl- aðu at velja á løgtingsvalin- um 20. januar. Uppringingarnar vóru gjørdar í seinastu viku áðr- enn greitt var at "Hin stutt- ligi Flokkurin" stillaði upp. 7,1 prosent vistu ikki, hvat tey ætlaðu at velja og 3,8 prosent søgdu seg antin ikki fara á val ella atkvøða blankt. Hinir standa í stað Allir hinir flokkarnir - utt- an Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin - standa í stað. Við tí óvissu, sum er í slíkum kanning- um, so ber ikki til at tosa um framgongd og aftur- gongd, tá broytingarnar eru so smáar. Fólkaflokkurin stendur í stað við sínum umleið 20 prosentum. Ofta verður sagt um Fólkaflokk- in, at hann ikki stendur seg væl í veljarakanningum. So er spurningurin um hetta talið er tekin um, at hann í roynd og veru stendur til vøkstur ella um flokkurin hesiferð fær rættari tøl í eini veljarakaning. Javnnaðarflokkurin, sum hevur verið í andstøðu tyk- ist hava trupult at vinna seg fram. Flokkurin verður sambært kanningin liggj- andu á 20 prosentum av at- kvøðunum. Miðflokkurin hevur eina lítla framgongd og sjálv- stýrisflokkurin stendur at verja borg. Javnt millum gomlu samgongu og andstøðu Í prosentum eru Føroyar enn kvettar tvørtur um millum gomlu samgonguna og gomlu andstøðuna. Í prosentum hevði núverandi samgongan við Tjóðveldis- flokkinum fingið 49,7 prosent og andstøðan 50,3. Eftir valið 2001 hevði samgongan, sum tá var skipað, 53,1 prosent og andstøðan 46,9 prosent.. Tingbýti Tað ber til at rokna ting- mannabýti útfrá eini kann- ing, men óvissan verður stór, tí ikki verður lagt upp fyri, at summi valdømi eru sera smá og at óvissa er um, hvussu eykavaldu tinglim- irnir fella. Men verður royndin gjørd við verandi kanning, sum grundalag, so missir Tjóðveldisflokkurin tvey umboð á tingi og tey vinna Sambandsflokkurin og Miðflokkurin. Miðflokkurin stendur til eina framgongd upp 0,7 prosent, men í útrokning- unum av tingsessum, gevur tað altso ein tingsess aftur- at. Verður hugt eftir sam- gongumøguleikum, hevði verandi andstøða fingið 16 tingsessir - Sambands- flokkurin 9 og Javnaðar- flokkurin 7. Sostatt hevði tað ikki verið nóg mikið til meiriluta. Tjóðveldisflokkurin sligin upp á pláss ÚTGREINGING Jóannes Hansen, valkønur Um vit skulu royna at seta nøvn á, hvat hevði hent um kanningin var valúrslitið, so skulu vit hava serlig fyrilit. Fyrilit skal sjálvandi takast fyri, at talan ikki er um kanning í valdømunum. Til- saman eru stívliga 500 veljarar í øllum landinum spurdir, og tað er ikki nóg nógv til eina sovorna kann- ing. Men um vit siga, at rák- ið verður tað, sum sæst í kanningini, og einki serligt tekur seg upp í onkrum val- dømi, so ber væl til at ímynda sær, hvat kundi hent: Tað liggur til, at Tjóð- veldið skal missa ein av trimum umdømisvaldum í Suðurstreymi og tann, sum teir hava í Norðstreymi. Um persónligu atkvøðutøl- ini høvdu havt verið umleið tey somu, sum tey vóru í 2002, so liggur tað til, at Kaj Leo Johannesen skal gerast umdømisvaldur í Suðurstreymi og Heðin Zachariassen í Norður- streymoy. Miðflokkurin fær ein eyka afturat, og hann verður í Eysturoy, og Sambandsflokkurin fær ein eyka afturat í Norðoya val- dømi. Har hava teir ikki havt tingmann síðani 1984. Eli Nolsøe, sáli, var eykavaldur 1978–1984. Tað komst av framgongd- ini, sum Sambandsflokkur- in hevði kring alt landið. Sambandsflokkurin var ikki nóg stinnur at vinna sær umdømisvalt umboð í Norðoyggjum, men Pauli Ellefsen effektin bar ein eykavaldan í Norðoyggjum við sær. Tá ið Pauli hevði verið løgmaður í fýra ár, misti flokkurin eykavalda umboðið í Norðoyggjum. Nýggja andlitið kann gerast Magni Laksáfoss, sum fekk flest atkvøður á Sambandslistanum í Norð- oyggjum í 2002. Nýggja andlitið í Eysturoy kann blíva Bill Justinussen ella onkur annar. Tordur Nicla- sen fekk flestar hjá Mið- flokkinum í Eysturoy í fjør, men hann sigst ikki fara at verða á listanum hesa ferð. Lat meg enn eina ferð undirstrika, at talan er um kanning, sum ikki er nóg stór til at býta valdømis- valdar tingmenn. Metingin er grundað á miðaltøl fyri alt landið. Um vit skulu gera eina kanning, har vit orduliga manna tingið, so mugu vit spyrja eini 400 í hvørjum valdømi. Tað varð gjørt undan valinum í 2002. Men nú vita flokkarnir, hvar teir eru staddir, áðrenn teir av álvara fara undir valstríðið. Hetta gevur í hvussu so er Sambands- monnunum í Norðoyggjum og Miðflokkinum í Eyst- uroy blóð á tonna! Samgongumøguleikarnir út frá tingmannabýtinum, sum kanningin vísir, eru fleiri. Tað er lítið sannlíkt, at somu flokkar, sum hava verið í samgongu, fara at halda fram saman. Sam- bært kanningini hava teir mist meirilutan. Hetta ting- mannabýtið leggur upp til gomlu heimastýrissam- gonguna – B+C+D. Spurn- ingurin er, um D vil "gera tað liðugt" við A, sum teir síðani 1998 hava verið í politiskum hjúnarlagi við. Ein annar møguleiki er borgarlig samgonga – A+B+H+D (er bara neyð- ugt við D ella H fyri at røkka 17), og ein annar er A+C+D+H. Nøvn og tøl C M Y K 5 4 JOHN DAM er ein hin týdningarmesti skiparin og vinnulívsmaðurin í føroysku siglingar- søguni. Hann var undangongumaður í rækjufiskiskapinum, men eisini innan laksa- hemara- og skeljaveiðu gekk hann ótráddar leiðir. Hetta er ein lívssøga um áræði og framskygni, soltnar tíðir og gulltíðir, vónir og vónbrot, eydnu og lagnu. JOHN DAM er 400 blaðsíður við hópin av spennandi myndum. Bókin er innbundin og kostar kr. 295,- SKIPALISTIN 2004 hevur lógarkravdan føroyskan álmanakka, streymtalvur og streymkort umframt dagførdar upplýsingar og hópin av nýggjum myndum av føroyska flotanum. Tilfarið í SKIPALISTANUM er álítandi og viðkomandi hjá øllum teimum, ið hava áhuga fyri skipi og sjógvi. Skipalistin – hentur at hava! SKIPALISTIN 2004 kostar kr. 175,- og innbundin kr. 240,- – Fæst í bókabúðunum Ein spennandi greipa … R E P R O Z