Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. desember 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 240 - 17. desember 2003 Nr. 240 - 17. desember 2003 7 Sambandið og Javnaðurin vilja gjarna saman Verða tølini, sum veljarakanningin vísir, so er møguleiki fyri at venda aftur til gomlu heimastýris- samgonguna. Og tað vilja bæði Lsbeth L. Petersen og Jóannes Eidesgaard fegin VELJARAKANNING Ingi Rasmussen og Øssur Winthereig Bæði Listbeth L. Petersen, forkvinna í Sambands- flokkinum, og Jóannes Eid- esgaard, formaður í Javn- aðarflokkinum, síggja pos- itivt upp á eina samgongu eftir løgtngsvalið við teim- um báðum flokkunum. Úrslitið í veljarakanning- in vísir, at langt hevði ikki verið á mál hjá Sambands- flokkinum og Javnaðar- flokkinum at skipa eina samgongu einsamallir, men um sjálvstýrisflokkurin kann loysast frá Fólka- flokkinum, so vóru møgu- leikarnir har. – Kemur Sjálvstýris- flokkurin inn, so er møgu- leiki fyri tí gomlu heima- stýrissamgonguni. Hon var ikki so galin, og henni hevði eg einki havt ímóti at roynt aftur. Hinvegin mugu vit ongantíð útiloka aðrar, tí tað eru so nógvir møguleik- ar. Og tað skulu tað eisini vera, sigur Lisbeth L. Petersen. Jóannes Eidesgaard er ikki eins fegin um úrslitið, men er positivur um eitt samarbeiði við Sambands- flokkin. – Alternativið er sitandi andstøða. Ein andstøða vil altíð fegin vera alternativ til eina samgongu. Javnaðar- flokkurin og Sambands- flokkurin hava arbeitt væl saman í andstøðu, so eg hevði fegin viljað í eina samgongu við Sambands- flokkin, og hevði Sjálvstýr- isflokkurin eisini veirð við, so vóru vit aftur í heima- stýrissamgonguni, sigur Jó- annes Eidesgaard. Lisbeth L. Petersen er sera varin og vil hava allar møguleikar opnar. – Eg vil ikki avvísa eina breiða samgongu millum Fólkaflokkin, Javnaðar- flokkin og Sambandsflokk- in. Tað hevði verið ein stór samgonga við 23 mandat- um. Hinvegin er ikki altíð so gott við so nógvum, tí so vóru ov nógv, sum sluppu at ganga fríhjól. Tølini mugu ikki gerast ov høg Sambandsflokkurin hevur í øllum teimum seianstu veljarakanningunum havt høg tøl. Onkuntíð hava tøl- ini verið uppaftur hægri enn hesiferð. – Hetta sær framvegis gott út. Eg eri altíð nervøs, um tølini vera ov høg, tí vit mugu eisini vera realistisk. Men hetta er virkuliga flott, sigur Lisbeth L. Petersen. – Vit síggja, at tendensur- in stendur við, og tað sær út til, at Sambandsflokkurin fer at vinna valið. Tað merkja vit eisini millum fólk. Men tað er einki óvan- ligt í politikki, at vit síggja eina kraftiga reaktión ímóti tí, sum er hent politiskt. Men so skal eisini leggjast afturat, at vit hava heimsins bestu stevnuskrá, og tað tel- ur sjálvandi mest. Sama bjartskygni er ikki at hoyra frá Jóannesi Eides- gaard. Ein flokkur, sum hevur verið í andstøðu siðani mitt í 90-unum, átti kanska automatiskt at staðið til nøkur eyka- prosent. – Toganin millum sam- band og loysing hevur verið mest markanti spurningurin og tað merkir Javnaðar- flokkurin avleiðingarnar av, heldur Jóannes Eidesgaard. Fólkaflokkurin hægri enn vanligt – 21,1 prosent. Tað er í yvirkantinum av tí, sum veljarakanningar vanliga geva Fólkaflokkinum. Í mun til seinasta val standa vit í stað, og tað er gott, tí tað er á valinum, at fólka- floksfólk vanliga vísa okk- um álit. Men samstundis haldi eg sjálvur, at ein velj- arakanning beint nú, eftir tann turbulensin, vit hava verið ígjøgnum, kann vera merkt av so nógvum. Eg vóni bara, at hetta er ein tendensur, sum heldur, sig- ur Anfinn Kallsberg, for- maður Fólkafloksins. – Hetta er akkurát sum seinast. Báðir teir smáu flokkarnir eru inni í mynd- ini, og so kanst tú fáa allar kombinatiónsmøguleikar. Tað skal so lítið til. Flytir tú eitt mandat, so er myndin ein onnur. Men tað sær út til eftir hesari veljarakann- ingini, at teir smáu flokkar- nir kunnu gera av, hvør kemur í samgongu, sigur Anfinn Kallsberg. Til arbeiðis Jóannes Eidesgaard heldur seg duga at síggja, at bara eitt ódnartak frá øllum javnaðarfólkið kann hjálpa flokkinum. – Hvørki ein sterkur Sambandsflokkur ella Tjóðveldisflokkur kunnu loysa sjálvstýrisgongdina. Miðjan má við, heldur Jóannes Eidesgaard. – Nú er at fara til arbeiðis og fáa ruddað upp í tølun- um, sum kanningar sein- astu tíðina hava víst, sigur Jóannes Eidesgaard. Tjóðveldisflokkurin stendur til at bera alla afturgongd, sum veljarakanningin vísir VELJARAKANNING Ingi Rasmussen og Øssur Winthereig – Hetta er eitt varskó um, at vilja vit halda fram á sjálvstýriskós, so má Tjóðveldisflokkurin koma inn, sum ein sterkur flokkur, heldur Høgni Hoydal. Í eini roynd at vera bjartskygdur vísir Høgni Hoydal til, at flokkurin seinastu mongu kanning- arnar hevur ligið sum størsti flokkur og tað hev- ur kanska ikki verið besta útgangsstøði. – Kanska er tað ikki so galið einaferð at liggja aft- ast í eini veljarakanning, sigur Høgni Hoydal. Kostar at taka ábyrgd – Tann sum stendur fremstur fær flestu skolur- nar. So vit mugu bara stað- festa, at tað kostar at taka ábyrgd. Soleiðis forklárar Høgni Hoydal stóru afturgongd- ina hjá Tjóðveldisflokkin- um. – Okkara mál er at savna allar sjálvstýriskreftir. Tað krevur nógv, men vit hava góð fólk, sum nú skulu út í eitt valstríð, sum helst skuldi bøtt um úrslitið hjá Tjóðveldisflokkinum. Innspræning til Tjóðveldisflokkin Fólkið heldur hondina yvir Anfinn Kallsberg Anfinn Kallsberg er best egnaður sum løgmaður, heldur meira enn triði hvør veljari. Hann tekur tað sum eina álitis- váttan frá fólkinum eftir alt tað rumblið, sum hevur verið um hansara persón. Fyri fyrstu ferð ger Lis- beth L. Petersen púra greitt, at hon fer eftir løgmanssessinum eftir valið LØGMANSEVNI Ingi Rasmussen Øssur Winthereig Rokið um fortíðina hjá An- finni Kallsberg, sum fekk hann at útskriva val í úrtíð, hevur ikki nortið við, at hann er nógv tann best um- tókti politikarin í Føroyum. Tað vísir ein veljarakann- ing, sum Gallup hevur gjørt saman við Fjølmiðlaráð- gevngini fyri Sosialin og Útvarp Føroya. Heili 36 prosent av teim- um 510 veljarunum, sum hava svarað, siga Anfinn Kallsberg vera best egnað- an sum løgmann av teimum seks floksleiðarunum. Hetta er umleið tann sama undirtøkan, sum hann hevur havt áður, um sæð verður burtur frá seinastu kanningini, tá ið heili 48 prosent peikaðu á Anfinn Kallsberg. Síðan tá hava tjóðveldisveljarar í stórum tali vent honum bakið, men stóra undirtøkan í fólkinum er framvegis greið. – Hetta er ein fantastisk uppbakking. Eg kenni hetta sum eina heilsan frá fólkin- um, sum vísir, at tey fram- vegis hava álit á mær hóast alt tað, sum er hent. Tað er hugaligt at fáa eina slíka álitisváttan. Serliga huga- ligt er tað, at so nógvir norðoyingar taka undir við mær, sigur Anfinn Kalls- berg, sum kendi seg noydd- an at skriva út nýval, tí Tjóðveldisflokkurin ikki longur segði seg hava álit á honum. Tað hava føroyingar sum heild og serliga fólkafloks- veljarar. Heili 84 prosent av fólkafloksveljarum síggja framvegis Anfinn Kalls- berg sum besta boð upp á løgmann. Tað talið var 81 prosent í kanning, sum varð gjørd í apríl, men heili 93 prosent í kanningini, sum varð gjørd í oktober. Serliga noroyðingar sláa manngarð um Anfinn Kallsberg, tí har peikaðu 54 prosent av øllum veljarum á Anfinn sum tann best egnaða løgmann. Vil vera løgmaður Hinir floksleiðararnir fáa langt frá so stóra undirtøku. Stóri vinnarin á valinum sambært kanningini, verður Sambandsflokkurin, sum stendur til at fáa góð 29 prosent av atkvøðunum. Men føroyingar duga ikki at síggja forkvinnuna fyri sær sum løgmann. Bara 14 prosent av føroy- ingum halda Lisbeth L. Petersen vera best egnaða sum løgmann. Heldur ikki í Sambandsflokkinum er undirtøkan ovurstór. Har siga 40 prosent Lisbeth L. Petersen vera besta boð, men tað er ein lækking í mun til tær seinastu kann- ingarnar, tá ið tølini vóru ávikavist 52 og 45 prosent. 21 prosent av sambands- veljarum halda, at Anfinn Kallsberg er besti løg- maður. – Vit hava ikki profilera meg sum løgmann, og tað er óivað orsøkin til, at eg ikki fái fullan stuðul. Men tað er ikki tað týdningar- mesta, hvør er løgmans- evni, tí tað sleppur veljarin ikki at gera av. Tað hevur mest týdning, at vit fáa atkvøður, og tað fáa vit, sigur Lisbeth L. Petersen. Altso er tað ógreiða út- meldingin hjá flokkinum, sum er orsøkin til, at sam- bandsveljarar og føroyingar ivast í Lisbeth L. Petersen. Men hvør er so støðan til løgmanssessin hjá flokk- inum? – Vit ganga ikki so høgt upp í persónar, og tí hava vit ikki tosað so nógv um, at vit skulu hava løgmann í eini komandi samgongu. Men tað gera vit nú. Vit fara eftir løgmanssessinum, og tað skal vera við mær sum løgmanni, sigur Lis- beth L. Petersen avgjørd. Eitt feilskot Einans 10 prosent av føroy- ingum halda, at Høgni Hoydal, formaður Tjóð- veldisfloksins, er eitt gott boð upp á løgmann. So- leiðis hevur verið leingi. Í Tjóðveldisflokkinum halda umleið 36 prosent, at hann er eitt gott boð. Tað er ein lítil hækking. Tað løgna er kortini, at hóast tjóðveld- isveljarar hava vent Anfinni Kallsberg bakið, so fara hesir ikki til Høgna Hoydal. 32 prosent siga seg antin »veit ikki« ella »eingin«, tá ið tey vera spurd. Sostatt eru tjóðveldisveljarar ikki serliga sannførdur um, at teirra floksformaður er eitt gott løgmansboð. – Vit vilja hava, at valið skal snúgva seg um politikk og ikki persónar. Fyri Tjóðveldisflokkin eru tað ikki persónar, sum eru av- gerandi. Tað er eitt feilskot, at gera politikk í Føroyum til ein spurning um per- sónar, sigur Høgni Hoydal. Hóast tað var Tjóð- veldisflokkurin, sum gjørdi av við Anfinn sum løg- mann, so fær hann fram- vegis stuðul frá 27 prosent av tjóðveldisveljarum. Um stóru undirtøkuna, sum Anfinn Kallsberg fær, sigur Høgni Hoydal: – Vit hava tikið tey neyð- ugu stigini, so má veljarin taka støðu út frá tí. Tey pol- itisku málini eru avgerandi. Ein løgmanseffekt Jóannes Eidesgaard, for- maður Javnaðarfloksins, er kanska mest upplagda boð- ið upp á ein løgmann eftir valið. Men tað halda bara 15 prosent av veljarunum. Hinvegin halda 58 prosent av javnaðarveljarunum nú, at Jóannes Eidesgaard er best egnaði løgmaður. – Allar kanningar, síðan Anfinn Kallsberg gjørdist løgmaður, hava víst, at sit- andi løgmaður fær størstu undirtøkuna. Eg haldi tað vera eitt slag av løgmans- effekt, sum ger seg gald- andi. At 58 prosent av javn- aðarveljarunum vilja hava meg sum løgmann, er huga- ligt. Ein floksformaður skal helst hava, at meiri enn helmingin av hansara veljarum vilja hava hann til løgmann, sigur Jóannes Eidesgaard Hóast føroyingar peika á Anfinn Kallsberg sum løgmann, so er lítið sann- líkt, at hann sleppur aftur í løgmansembætið eftir valið, tí hinir flokkarnir siga seg ikki vilja í stjórn við Fólkaflokkin, um An- finn Kallsberg skal vera løgmaður. Fólkaflokkurin hevur ikki viðgjørt, hvør skal vera løgmansboð floks- ins, um Anfinn Kallsberg ikki sleppur. – Vit hava ongantíð gjørt so nógv hóvasták burturúr viðurskiftum innanfloks. Vit ganga ikki so høgt upp í persónar, og sjálvur havi eg ongantíð roynt at hildið meg framat. Hinvegin havi eg heldur roynt at sloppið undan. Lat okkum nú fáa valið afturum, so fáa vit at síggja, sigur Anfinn Kallsberg. -ir Fólkaflokkurin letur løgmans- boðið liggja Hetta er ein fantastisk uppbakking, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður, nú triði hvør føroyingur framvegis sigur seg hava álit á honum, hóast hann noyddist at leggja kongin, tí hann fekk ein meiriluta av løgtinginum ímóti sær Mynd: Jan Müller KANNING Hvønn er best egnaður sum løgmaður? Anfinn Kallsberg 36 % Lisbeth L. Petersen 14 % Jóannes Eidesgaard 15 % Høgni Hoydal 10 % Kári P. Højgaard 1 % Jenis av Rana 1 % Veit ikki 11 % Eingin 11 % C M Y K 7 6