Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. desember 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 240 - 17. desember 2003 Nr. 240 - 17. desember 2003 9 Landssjúkrahúsið á netinum Nýggjar tænastur síggja dagsins ljós á nýstovnaðu heima- síðu Landssjúkra- húsins KUNNINGARTØKNI Tíðindaskriv Tey, sum ynskja at vita meira um Landssjúkrahús- ið, hava nú fingið ein nýggjan møguleika at leita sær innlit. Á nýggju heimasíðu Landssjúkra- húsins finst rúgvismikið tilfar um sjúkrahúsið og um tær tænastur, sum sjúkra- húsið veitir borgarunum. Til ber at leita sær kunning um alt frá ferðaendurgjaldi og bíðitíðum til matskránna hjá matarhøllini á sjúkrahúsinum komandi mánaðin. Endamálið við heimasíð- uni er at viðvirka til at fremja opinleika og kunn- ing um virksemið á Lands- sjúkrahúsinum. Ein partur av innihaldinum á síðuni er stílaður breitt til allar borgarar, meðan aðrir partar venda sær serliga til tey, ið antin sum sjúklingar, avvarðandi ella fakfólk innan heilsuverkið hava serligt tilknýti til Landssjúkrahúsið. Umframt at vera kunn- ingarmiðil hjá Lands- sjúkrahúsinum er heima- síðan eisini karmur um nakrar rættiliga áhugaverd- ar tænastur, og ætlanin er at menna fleiri slíkar tænastur framyvir. Bílegg tíð til kanningar Ein av nýggju tænastunum á heimasíðu Landssjúkra- húsins er møguleikin at bíleggja tíð til kanningar beinleiðis um internetið. Við hesum ber nú til at bíleggja sær tíð til kanningar uttanfyri ásettu telefontíð. Enn kunnu bert tíðir til røntgenkanningar bíleggjast um internetið, men tænastan verður framyvir ment til eisini at umfata tíðarbílegging til aðrar kanningar. Teldupostur til sjúklingar Frá heimasíðuni ber eisini til hjá avvarðandi og vin- fólki at senda innløgdum sjúklingum eina heilsan. Heilsanin verður skrivað beinleiðis inn á heimasíð- una, og móttakarin fær heilsanina borna sama dag, sum hon er send. Við hesi tænastu fáa fólk uttanfyri sjúkrahúsið møguleika at koma í samband við tann innlagda á ein nýggjan og meira ómakaleysan hátt enn higartil. Boð um starvslýsingar Tey, ið kundu hugsað sær at arbeitt á Landssjúkrahús- inum, fáa eisini eina henta tænastu við nýggju heimasíðuni. Umframt at øll leys størv á Lands- sjúkrahúsinum verða lýst á síðuni, ber eisini til hjá áhugaðum at fáa beinleiðis boð um teldupost, hvørja ferð eitt starv á Lands- sjúkrahúsinum verður lýst leyst. Øll leys størv verða tó enn sum áður lýst í tíðindabløðunum eisini. Ein arbeiðsbólkur sam- ansettur av starvsfólki á Landssjúkrahúsinum hevur staðið fyri arbeiðinum at tilevna heimasíðuna, sum í vavi telist millum tær størstu í landinum. Heima- síðan er at finna á adressuni www.lsh.fo. JÓLAHUGNI Tíðindaskriv Í annaðkvøld, hóskvøldið, kl. 20.00 býður Havnarkór- ið til jólahugna í Komm- unuskúlanum í Havn. Á skránni eru kendir jólasálmar sum »Nú ringja klokkur jólafest«, »Jól hava einglaljóð«, »Eitt barn er føtt í Betlehem«, »Føgur er foldin« o.fl., har áhoyrarnir í ávísan mun fáa høvi at syngja við. Aftrat hesum koma m. a. ikki áður sungnir jólasangir, sum yrkjarin Alexandur Kristi- ansen hevur sett orð til og eisini eitt »Einglaljóð«, har Frits Johannesen eigur tekstin. Harumframt syngur kór- ið eisini enskar jólasangir við instrumentalum fylgi- spæli, og eisini syngur Petra Iversen solo onkran jólasálm. Til tess at luttakarar og áhoyrarar í aðrar mátar skulu kunna hugna sær saman, býður kórið drekka- munn við jólabollum í steðginum. Konsertin er ókeypis. Jólahugni við Havnarkórinum í Kommunuskúlanum Veljarakanningin: Tey eymu málini geva framgongd – Miðflokkurin hevur orðaðan politikk um øll tey grundleggjandi málini í samfelagnum, sum aðrir flokkar eftir øllum at døma halda verða ov eym at taka støðu til, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum MIÐFLOKKURIN Eyðun Klakstein Framgongdin hjá Mið- flokkinum verður staðfest í enn einari veljarakanning. Gongur tað, sum kann- ingar seinastu tíðina hava sagt, fær flokkurin eitt ting- fólk afturat, tá ið valið verður í januar. – Eingin trýr, hvussu óhugaligt tað er at vera einsamalt umboð fyri ein flokk í løgtinginum. Eg havi í fleiri ár longst eftir einum tingfólki afturat, og eg vóni, at vit fara at fáa eitt umboð afturat á komandi vali, sigur Jenis av Rana, formaður fyri Miðflokkin. – Sum einsamalt umboð fyri ein flokk skalt tú verða inni í øllum økjum í sam- felagnum, og tað er ógjør- ligt, ja, tað er næsta ómenn- iskjaligt at krevja tað. Tí eru vit sera fegin um úr- slitið í nýggju kanningini, sigur hann. Tora at siga nei Ofta verður sagt, at flokkar missa undirtøku av at sita við valdið, men hetta er eft- ir øllum at døma ikki gald- andi fyri Miðflokkin. Flokkurin hevði lítla fram- gongd á løgtingsvalinum seinast, og framgongdin heldur nú fram. – Miðflokkurin fæst fyrst og fremst við tey grund- leggjandi økini í samfel- agnum, har flokkurin ikki er bangin fyri at hava greið- ar meiningar og ein orðað- an politikk. Tað hava allir hinir flokkarnir ikki, og tað er kanska við til at skapa ein framgongd hjá okkum, sigur Jenis av Rana. – Vit byggja okkara polit- ikk á kristin virði, og tá ið rák uttaneftir skaka hesi virði, tá tora vit at siga nei. Vit hava greiðar meiningar um fosturtøku, rúsdrekka, og tey kynsvillu, og tað vita fólk av, sigur hann. Jenis av Rana sigur, at flokkurin hevur eisini ar beitt fyri at føroyingar, sum eru væl fyri, skulu lata fleiri pengar til tey, sum eru illa fyri úti í heimi, og hann sigur, at skal flokkurin aftur í samgongu, verður tað eitt krav, at Føroyar fara at lata størri menningarhjálp. – Eg ivist als ikki í, at vit fara at fáa um- boð í tingið, og eg rokni við, at valið hjá Sjálvstýrisflokk- inum verður gott, sigur ein bjart- skygdur Kári P. Højgaard SJÁLVSTÝRIS- FLOKKURIN Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo – Tað er hugaligt at frætta, at nýggja kanningin vísir, at vit eru við. Soleiðis sigur Kári P. Højgaard, tá ið hann fær at vita um úrslitið í nýggju veljarakanningini, har Sjálvstýrisflokkurin gongur 0,1 prosent aftur, men varðveitir umboðið í tinginum. – Eg ivist ikki í, og havi ongantíð ivast, at vit fara at fáa umboð í tingið eftir valið. Eg rokni við, at valið hjá Sjálvstýrisflokk- inum verður gott, sigur Kári P. Højgaard. Hann heldur, at veljar- arkanningar ikki siga allan sannleikan um flokkin, tí Sjálvstýris- flokkurin er serliga sterkur í trimum valdøm- um – í Norðoyggjum, Eysturoynni og Suður- streymoy - meðan hann ikki hevur fingið so nógv- ar atkvøður í øðrum valdømum og enntá ikki hevur stillað upp alla- staðni. Hetta kann verða trup- ult at taka hædd fyri í eini veljarakanning, heldur hann. Lykilin til samgongur Sjálvstýrisflokkurin miðj- ar eftir at stilla upp í øll- um valdømum á valinum 20. januar, og Kári P. Højgaard heldur, at leik- luturin hjá Sjálvstýris- flokkinum er langt frá út- spældur í føroyskum politikki. – Sjálvstýrisflokkurin hevur seinastu 50 árini verið lykilin til tær flestu samgongurnar, og tað eru framvegis – ja, kanska ongantíð meira enn nú, sigur hann. Veljarakanningin: – Vit fáa eitt gott val - Ivasamt er, um skip- ið kemur á Gøtu, Runavík ella Fugla- fjørð. Tað veldst um veðrið, tá ið skipið kemur – antin leygar- dagin ella sunnu- dagin, sigur gumman og kona reiðaran, Lena Jacobsen FINNUR FRÍÐI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Týsmorgunin fóru reiðarin á Finni Fríða, Jákup Jacobsen, saman við øðrum yvir til Noregs eftir nýggja skipinum. Við í ferðini eru skrivstovufólk, sakførari og onnur, sum hava tilknýti til verkætlanina og skulu verða við til at fáa allar smálutir uppá pláss. 64 ára gamli, Kári Hansen – ein av parteigarunum, sum vit høvdu samrøðu við í Sosialinum leygardagin, var eisini við í flogfarinum til Noregs týsmorgunin, og hann ætlar sær at sigla heim til Føroya við skipinum. Frammanundan er øll manningin, sum fer við skipinum í byrjanini, har yviri. Hesir eru einir 12 í tali. Leyardagin ella sunnudagin Vit høvdu reiðaran, Jákup Jacobsen, í telefonini, tá ið hann var staddur á flogvøll- inum týsmorgunin, men hetta var eftir, at hann og hinir í ferðalagnum vóru róptir út í flogfarið. So, stundir vóru ikki til prát. Kona Jákup og onnur av gummunum, tá ið Finnur Fríði varð navngivin, Lena, sigur, at enn er ikki heilt greitt, nær skipið loysir í Noregi. - Tá ið Finnur Fríði var royndartúr, var brek á róðurskipanini, soleiðis at skipið mátti takast upp- aftur. Brekið er umvælt, og nú fer skipið enn ein roynd- artúr. Gongst sum ætlað, loysa teir í Noregi antin fyri midnátt hóskvøldið ella eftir midnátt fríggjakvøld- ið. Hon sigur, at tá ið sátt- málin varð undirskrivaður, skuldi skipið sambært hesum handast eigarunum, 19. desember. - Men tá mundi fáur – ella eingin – hugsa um, at hetta er ein fríggjadagur. Kenni eg hesar menninar rætt, taka teir ikki ímóti skipinum ein fríggjadag. Somikið fast er fríggja- dagurin enn grógvin í okk- um her norðuri – og mong- um øðrum við. Lena sigur, at tað tekur umleið eitt samdøgur at sigla skipið heim úr No- regi, og ætlanin hjá eigar- unum er at koma higar til lands í ljósi. Tríggir møguleikar Vit spurdu eisini Lenu, um hátíðarhaldið verður í Gøtu, men sum skilst, veldst alt um veðrið. - Eg minnist bara eina- ferð, at Tróndur í Gøtu hevur ligið á Gøtu, og tað var, tá ið skipið kom. Hesi bæði skipini stinga so djúpt, at tað er bara í besta veðri, at tey kunnu leggja til bryggju í Gøtu. Hon vísir á, at bæði Fuglafjarðar kommuna og Runavíkar kommuna hava bjóðað skipinum vælkomið at leggja til bryggju har, men sum hon hevur skilt, er ætlanin fyrst at vita, um til ber at leggja at í Gøtu. Lena sigur, at við tað, at neyðugt hevur verið at taka skipið uppaftur til umvæl- ingar av róðurskipanini, er reiðskapurin ikki komin umborð enn. - Áðrenn farið verður úr Noregi, skal reiðskapurin eisini roynast, sigur Lena Jacobsen. Gumman væntar tó, at hátíðarløtan antin verður leygardagin ella sunnu- dagin komandi. Arni Hansen, sum hevur ført Trónd í Gøtu, verður skipari á Finni Fríða. Sunnudagin var hátíðarhald í Leir- vík, tá ið nýbygn- ingurin, Sæborg, fyrstu ferð legði til bryggju í Leirvík NÝGGJUR BÁTUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sunnudagin var hátíðar- hald í Leirvík, tá ið nýggja Sæborg, sum SpF Sæborg hevur latið byggja í Íslandi, kom til landið. Hetta er ein stálbygdur bátur av sama slagi sum Gáshøvdið, sum norðoyingar hava bygt har yviri. Nýggi báturin hjá leir- víkingur kemur í flotan fyri gomlu Sæborg, ið er fyrrverandi Núgvunes. Sosialurin fer at venda aftur til nýggju Sæborg í vikuni, og vit fara eisini at prenta myndir frá hátíðarhaldinum. Nýggja Sæborg er bygd á Ósey í Íslandi. Hon kemur í flotan fyri gomlu Sæborg, ið er fyrrverandi Núgvunes Leirvíkingar eina nýggja Sæborg Eru farnir til Noregs eftir Finni Fríða Eitt snotuligt dekk. Áðrenn Finnur Fríði fer úr Noregi, fer skipið nýggjan royndartúr, og somuleiðis skal reiðskapurin roynast Mynd: Vilmund Jacobsen Arni Hansen verður skipari á Finni Fríða. Her er hann avmyndaður – í føroyskum klæðum - í skiparastólinum á brúnni Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 9 8