mikudagur 17. desember 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 240 - 17. desember 2003
Nr. 240 - 17. desember 2003
11
Sosialurin og Útvarpið kunngera nú fyrstu veljarakann-
ingina eftir at valið var útskrivað. Gallup hevur gjørt hana.
Lat tað vera sagt, at veljarakanningar eru góðar, tá røðast
skal um tær stóru linjurnar í undirtøkuni hjá politisku
flokkunum. Tó skal fyrivarni takast, tá t.d. talan er um
hvørjumegin sperrumarkið ein lítil flokkur er, tí tá eru
marginalarnir so smáir, at ein veljarakanning hevur sera
avmarkað virði.
Viðvíkjandi teimum smáu flokkunum, er tað ikki
óvæntað, at Sjálvstýrisflokkurin stendur til at varðveita
sín eina tinglim. Fólk hava fyrr spátt um deyða Sjálv-
stýrisfloksins, men hava ikki fingið rætt enn, og ivasamt
er, um tey fáa rætt hesuferð. Miðflokkurin, stendur til eina
framgongd. Ikki er hetta so løgið, tá hugsað verður um,
hvussu hesin flokkur er sloppin at seta dagsskránna í júst
slitnu samgongu.
Samgongan hevur mist sín meiriluta í fólkinum sambært
veljarakanningini. Hetta kløkkar neyvan nakran, tá
hugsað verður um avrikini í brátt farna valskeiði. Tað, ið
kann bítast merki í, er, at serliga Tjóðveldisflokkurin
stendur til at missa. Hetta er kanska ikki so løgið, tá
hugsað verður um, hvussu tjóðskaparmálið bert gjørdist
til eitt mál um at yvirtaka undir Heimastýrislógini. Heldur
ikki kann tað undra nakran, at ein flokkur missir, ið hevur
staðið á odda fyri einari raðfesting, ið hevur merkt, at
almenni raksturin er dýrkaður sum ongantíð fyrr, sam-
stundis, sum man hevur spart í heimahjálp til tey gomlu.
Hetta verður sjálvandi straffað av veljarnum. Tey gomlu
hava betur uppiborið enn at sita í óvaskaðum húsum part
av árinum, tí at ein samgonga ikki dugir at raðfesta.
Tað kann kanska undra, at Fólkaflokkurin heldur stand,
sæð út frá avdúkingunum um Anfinn Kallsberg. Hetta
sigur okkum helst nakað um Fólkaflokkin og veljarar
hans. Vit kunnu nevna hvussu fyrrverandi Fólkafloks-
formaðurin Thorstein Petersen sáli var gjørdur til martyr
av Fólkafloksveljarum, tá hann misti valbarið eftir dóm í
samband við Sjóvinnubankafallitið í fimmtiárunum.
Í andstøðuni stendur Sambandsflokkurin til framgongd,
meðan Javnaðarflokkurin stendur í stað við sama
tingmannatali. At Sambandsflokkurin gongur fram merkir
tó ikki, at polariseringin millum loysing samband er líka
sterk, sum hon var í tveimum teimum undanfarnu
valunum. At Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin halda
stand, meðan Tjóðveldisflokkurin viknar og teir smáu
flokkarnir samanlagt vinna fram, kann merkja, at veljarin
til komandi val fer at hugsa meir um annað, enn um
tjóðskaparspurningin, ið hevur verið altdominerandi
seinastu fimm árini.
Í ljósinum av hesum er orsøk til at rópa varskó. Um
veljarakanningin er eftirfarandi, so er talan um eina
høgrasnaring, ið kann koma føroyska samfelagnum aftur
um brekku. Betur verður støðan heldur ikki, tá nú partar
av Tjóðveldisflokkinum hálsfevnast við einari "lat standa
til" liberalismu, ið helst ikki er sæð nakrastaðni í
framkomna heiminum síðani fimmtiárini. Tað er at vóna,
at valstríðið og búskaparligi veruleikin fær fólk at vakna
og innsíggja, at vælferðarsamfelagið og arbeiði til allar
hendur ikki er nøkur sjálvfylgja. Hetta krevur rætta
politiska raðfesting, og tað hevur høgrivongurin ikki at
bjóða.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Høgrasnaring
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Tórbjørn Jacobsen
Immi Dam legði harðliga
frá landi nú val til Føroya
løgting varð útskrivað. Sum
ein einmansherur sveiggjar
hann slíðraspjótið, og tað
man
kennast
mongum
undarligt, at tað serliga eru
tjóðveldismenn, ið skula
stingast niður hiðani og
fram til 20. januar.
Fyrsta blóðoffurið var
Høgni Hoydal. Immi legði
hann undir at taka undir við
fríari fosturtøku. Eitt høgg í
blindum og av órøttum, tá
ið formaður Tjóðveldis-
floksins meiri enn einaferð
alment hevur boðað frá, at
hann als ikki tekur undir
við fríari fosturtøku. Leyg-
ardagin royndi maðurin at
sníkja seg burturúr ósann-
indunum aftur. Ikki við at
bakka. Ein nýggjur offen-
sivur verður royndur. Al-
ternativa blóðoffurið er
undirritaði.
Tað er bara Immi Dam,
sum avger, hvørjum hann
atkvøður fyri á valinum og
á valum frameftir. Hevur
hann einaferð latið mær
sína atkvøðu takki eg
honum
fyri
tað.
Men
harfyri farið eg ikki at finna
meg í at hann leggur mær
orð í munnin.
"……………..Tá
Bill
Justinussen
landsstýris-
maður vildi stramma upp
og kunnaði okkara læknar,
at hann vildi hava lógina
hildna, kenna øll, at eingin
úr
Tjóðveldisflokkinum
kom honum til hjálpar,
heldur tvørturímóti. Hugsa
bert um orð Tórbjørns á
Danatingi. Tobbi, um eg
livi og havi heilsuna, tú
fært ikki atkvøðu mína
aftur…………..". Endur-
tøka úr leygardagsdimm-
uni.
Eg krevji av sannleika-
vitninum Imma Dam, at
hann sigur mær og øllum
Føroya fólki hvat og nær
undirritaði hevur tosað um
fría fosturtøku á Danatingi?
Alt tað sum sagt verður á
Fólkatingi verður niður-
skrivað og lagt út á
heimasíðu tingsins. Ynskir
Immi at eftirkanna síni
ósannindi, so vænti eg, at
hann vendir aftur, tá ið
hann hevur staðfest, at
undirritaði ikki hevur nevnt
fosturtøku við einum orði í
danska
parlamentinum,
tíansheldur á Føroya løg-
tingi.
Tað ber til at vera ímóti
fríari fosturtøku uttan at
misnýta málið í politiskari
spekulatión. Hetta er mín
støða. Og hon broytist ikki,
líkamikið hvussu harður
ágangurin verður.
Birgir Mohr
Sandi
Javnaðarflokkurin er klárur
– fólkið skal setast fremst!
Síðani 1998 hevur Før-
oya land verið stýrt av eini
fullveldissamgongu.
Hóast flestu føroyingar
leingi hava sæð, at endin
var nær, so hava nakrir
lærhvølpar roynt til tað
seinasta at varta upp í fjøl-
miðlunum við sínum óbúna
naiviteti og óvitan. Men
lítið hjálpti, tí veruleikin
kann ikki krógvast í allar
ævir.
Í dag vita vit, at nærum
allur tann politikkur, sum
hevur verið trúttaður niður í
okkum síðan 1998 og til
nú, hann bar ikki. Hettar
hava vit onnur roynt at siga
samgonguflokkunum frá,
men teir vildu ikki lurta.
Nú eru teir við at eta hvønn
annan.
Javnaðarflokkurin segði
greitt frá, at vit komu ikki
longur fram á sjálvbjargnis-
og sjálvstýrisleið við at:
1) Fara til Danmarkar at
sláa nevan í borðið og
bresta við hurðunum –
vit bert eyðmýktu okk-
um sjálvi.
2) Fara til ST í New York at
forklaga – vit vóru
vendir í hurðini.
3) Halda fólkaatkvøður um
grundlóg og loysing utt-
an ein stóran meiriluta
av veljarunum aftan fyri
seg.
4) At minka blokkin úr
Danmark við risafetum
– tað skaðir okkara væl-
ferð, og tað vil fólkið
ikki.
Nei, bert ein gongd leið er
framá við meira sjálvstýri,
og tað er tann leiðin, sum
Javnaðrflokkurin
hevur
gingið og er til reiðar at
ganga, tó bert við so
nógvari ferð, at tað ikki
nervar okkara búskap og
harvið vælferð Føroya fólk.
Men fullveldisflokkarnir
vildu ikki lurta. Teir sigldu
á eitt sker fyri og annað
eftir, og nú er fullveldis-
skútan – sambært Jógvan
Mørkøre – kollsigld og
sokkin.
Fyrsta sjálvstýris-lands-
stýrið yvirtók jólaheilsan-
irnar. Tað næsta sendi 367
milliónir krónir árliga retur
til Danmark. Og nú fingu
teir ikki fíggjarløgtings-
lógina at hanga saman,
rýmdi tí í ótíð, sjálvt um vit
hava havt tey sjey feitu
árini búskaparliga. Slíkt
eru garpar?
Nú má tað vera gingið
upp fyri føroya fólki, at
okkum tørvar ein annan
politikk, eitt annað lands-
stýri, eina aðra samgongu á
løgtingi, helst við Javnaðar-
flokkinum á odda.
Fullveldisfestin er av, tey
rýmdu frá uppvaskinum.
Men Javnaðarflokkurin er
klárur at taka yvir. Tí verð-
ur biðið um fólksins stuðul
tann 20. januar 2004.
Fullveldis-samgongan kollsigld!
Einmansherurin Immi
VIÐMERKINGAR
John S. Myllhamar
Í onkrari av fólksins mongu
»bíblium« standa tvey væl-
kent ørindi, ørindi, sum ein
fjøld dugir betur enn Faðir-
vár, og, sum brúkt vera sum
skjøldur, at verja seg við,
ugga seg við, og at byggja
sína ævigu sælu á:
Betur er at standa á
markini og hugsa um
kirkjuna,
enn at sita í kirkjuni og
hugsa um markina.
Hitt ljóðar:
Tú undrast, at eg ei sat í
kirkjuni og bíndi,
meðan sólin í várgleði
fjøllunum kíndi;
kennir tú meg rætt, so
veitst tú væl at eg
má leita mær burtur hagar,
himinin er høgur,
hagar, lotið og fuglurin eitt
várkvæði kvøður;
tí er hagin nógv betrið enn
kirkjan fyri meg.
o.s.f. o.s.f..
Góð herklæði at brynja
seg við til bardaga móti tí,
sum vágar at koma við
einari áminning um skyldu
okkara sum doypt menn-
iskju at møta upp í Guðs
húsi. Men hetta er rein und-
anførsla. Markina, fjøllini,
hagan, lotið, fuglin hevur tú
allar hinar dagarnar og
tímarnar í vikuni.
Harvið vil tú eisini ráða
øðrum frá at koma í kirkju.
Men sjálvandi hevur tú ikki
skyldina at so tómligt er í
kirkjuni, tað skyldast hin-
um: Prestarnir eru ov linir,
kirkjutænararnir ov stívir,
meinigheitsráðið ov deyð-
ligt, formarnir ov trongir,
sangirnir ov tungir. Harvið
hevur tú sagt, at í kirkjuni
er einki at koma eftir.
Slættið
veg
Harrans,
gerið beinar leiðir hansara,
verður rópt í adventini. Við
bara at finnast at, ger tú júst
tað
øvugta,
tú
leggur
forðingar á vegin fyri
øðrum at koma í Guðs hús.
Hvussu um tú sjálvur,
heldur enn at koma við
hundratals
umberingum,
fór í Guðs hús og vermdi
og lýsti upp har? Hvussu,
um tú eggjaði øðrum: Komi
við í Guðs hús, komi og
stimbri, komi og eggi presti
og kirkjutænarum til, so at
teir fáa dirvið og hug at
halda á? Tá ruddar tú vegin
og slættar gøtuna fyri øðr-
um til Guðs hús.
Kirkjuliðið er brúður
Krists. Tað skal vera liv-
andi, síggjandi, vakin, og
vænta komu brúðgómsins.
Fyri tí er advent alt árið.
Eitt fólk, sum hevur vent
kirkjuni í heimbygd síni
bakið, tað hevur latið
andaligt lív.
Í
einari
afrikanskari
kirkju, har einaferð var eitt
blómandi, trúfast og livandi
kirkjulið, vendi bygdar-
fólkið so við og við kirkj-
uni bakið. Kirkjan stóð at
enda tóm, Kristi brúður var
sovnað burtur. Ein dagin
lýsti prestur til jarðarferð.
Og sum til hvørja jarðar-
ferð eins og her hjá okkum,
fór maður av húsi, hóast tey
ikki vistu hvør var deyður.
Tá ið fólkið hevði stúga
allar kirkjubríkarnar, kom
prestur berandi kistuna inn
eftir kirkjugólvinum, setti
hana frammi við kórsgátt-
ina, tók lokið av, og bað
síðan kirkjufólkið ganga
framvið kistuni at síggja
líkið og siga tí hitt seinasta
farvæl. Røðin var long,
sum í forvitnið vildi síggja
hin deyða. Hin deyða fingu
tey eisini at síggja, tí á
botninum á kistuni lá ein
stórtur spegil, og har sóu
tey beint í andlitið á líkin-
um, á sær sjálvum.
Eitt av fornkirkjuliðinum
reypar og sigur soleiðis um
seg sjálvt: "Eg eri ríkur og
havi fingið almikið og havi
onga neyð!" Men kirkj-
unnar Harri svarðar hesum
sama kirkjuliðið nakað
annað aftur: "Tú veitst ikki,
at tú ert vesælur og eymur
og fátækur og blindur og
nakin!"
Eitt bygdafólk, sum hev-
ur sett seym í kirkjudyrnar
og vent heilgidóminum
bakið, eitt fólk, ið heldur
seg vera nóg væl fyri, eitt
fólk, ið er fult av sjálv-
rættvísi, eitt fólk ið kann
klára seg uttan Guð, eitt
fólk, sum ikki kennir trong
ella hevur stundir at koma í
Guðs hús ein til hálvan-
annan tíma einaferð um
vikuna, er ikki eitt ríkt og
sterkt fólk, men fátækt og
vesælt, líkamikið hvat tað
so annars eigur av heimsins
góðsi og gulli. Eitt slíkt
kirkjulið er bara til, tað livir
ikki. Har kann vera sungið,
at "kirkjan hon er eitt gam-
alt hús", men hon er "fallin,
um tornini standa".
Í bretsku kolanámunum
brúktu teir í gomlum døg-
um hestar at draga kol-
vognarnar aftur og fram
gjøgnum tær myrku gongd-
irnar, men hvønn sunnudag
vóru teir leiddir upp og út í
ljósið. Um tað ikki var
gjørt, vildu teir innan heilt
stutta tíð gjørst blindir.
Soleiðis eisini við einum
kirkjuliði.
Men er kirkjan afturlatin
tí kirkjuliðið er vorðin blint
og deytt, tá er eisini opin
marknaður
fyri
øllum
møguligum átrúnaðum at
gera innrás. Og kunnu hesir
brádliga herseta staðin, so
svermarí
og
andaligur
ruðuleiki koma at valda.
Tá ið kirkjuliðið liggur lík
Bill Justinussen
Bill.teletech.fo
Hvat
feilar
Kristian
Magnussen? Í grein í
Sosialinum leygardagin
sigur hann, at "..hóast vit
hava havt stóra búskapar-
liga framgongd seinastu
árini, eru ikki stórvegis
ábøtur gjørdar innan al-
manna- og heilsuøkið og
skúlaverkið."
Hesum
verði eg noyddur at aftur-
vísa, tí seinasta árið eru
ítøkilig framstig hend.
Stór framstig í
sjúkrahúsverkinum
Komandi ár letur ein
nýggjur sjúkrahúsbygn-
ingur upp. Ein íløga fyri
uml. 200 mill. kr. við
innmati. Eitt stórt fram-
stig fyri føroyska sjúkra-
húsverkið, sum kemur at
hækka
tænastuna
til
sjúklingin munandi. Og
útbyggingin heldur fram,
um verandi samgonga
heldur fram, við 35 mill.
árliga í nógv ár framyvir,
so niðurslitnu bygning-
arnir verða umvældir.
Eisini er ætlanin at seta
skjøtil á útbygging í
Klaksvík í 2005.
Psykiatri
Støðan hjá teimum sálar-
sjúku hevur í mong
tíggju ár verið vanæris-
lig. Ongin politiskur vilji
hevur verið at lyfta hond
frá síðu í hesum máli.
Men nú er gongd komin
á - vónandi - tí nú eru
fyri fyrstu ferð settur
peningur av til at fara
undir
økispsykiatri.
Sosialpsykiatriin er eisini
undir uppbygging, sam-
stundis sum farið er undr
at dagføra lógarverkið.
Heilsuskipan
Í fíggjarlógaruppskotin-
um, sum nú er farið í
skrell, eru 5 mill. settar
av til eina heilsuskipan
fyri
alt
heilsuverkið.
Hetta arbeiðið er nú
komið so mikið áleiðis,
at komandi ár verður
farið undir at seta fyrstu
partar av hesi í verk til
miklan bata fyri bæði
sjúklingin og heilsu-
starvsfólk umframt polit-
isku skipanina. Fyri-
liggjandi útgreiningar-
arbeiði, sum í hesum
árinum er gjørt, vísir á
gongdar leiðir, og vóni
eg, at hildið verður fram
við hesum arbeiði.
Útbúgving av læknum
Fleiri pengar eru settir av
til
útbúgvingarpartin.
Serliga við atliti til
kommunulæknatørvin,
sum øll vita um er stórur.
Hví man ikki fyri fleiri
árum síðani hevur sæð
skeivu gongdina, er mær
ein gáta, men nú eru so
ítøkilig stig tikin til at
broyta skeivu gongdina.
Vónandi verður ringasta
trýstið
á
kommunu-
læknaøkinum av, tá við
koma nakað inn í 2005.
Eisini
er
ein
nýggj
vaktarskipan á veg, sum
skal bøta um stressand
vaktarviðurskiftini.
Skúlalæknaskipan
Ein nýggj lóg um skúla-
lækna fyri allar Føroyar
er liðug og hevur verið til
hoyringar. Verður hendan
samtykt, verður hetta til
stóran bata fyri hetta
økið, sum hevur vanrøkt í
nógv ár.
Sjúkraflutnings-
tænastan
Støðan við sjúkrabilum
er betri enn nakrantíð, nú
flestu økir hava nýggjar
ella
næstan
nýggjar
sjúkrabilar.
Ílegugransking
Lógin um ílegugransking
er klár at senda til hoyr-
ingar, og verður hendan
eitt týðandi framstig fyri
alt heilsuøkið, um hon
verður samtykt.
Fólkaheilsupolitikkur
Her eru ítøkilig stig tikin,
sum eg skal nema við í
aðrari grein.
Samanumtikið
sigur
Kristian Magnussen sera
ósatt, tá hann sigur, at
lítið og onki er hent á
heilsuøkinum. Fyri at
lesarin ikki skal møðast
av einum ov longum
lesarabrævi, havi eg ikki
kunnað nevnt fleiri økir
afturat, sum ábøtur eisini
eru framdar á.
Framstig á
heilsuøkinum!
Finnur Helmsdal
Vit, sum minnast, vit minn-
ast hvussu áltráður Jørgen
Astrup Hansen, stjóri í
Føroya Banka var eftir at
avhøvda Elektron 1993,
men vit minnast eisini, at
danski stjórin tapti tann
dystin. Tá slapp hann ikki
at flyta virksemið, sum
Elektron dagliga tekur sær
av, til Danmarkar. Fáum
dáma at tapa, og man
Astrup teljast millum teir,
sum serliga illa vilja lata
sær lynda at vera við undir-
lutan.
Og tað sær heldur ikki út,
sum hevur maðurin givið
upp. Hann vil framvegis,
og hann ætlar framvegis at
senda arbeiðið hjá Elektron
út av landinum. Og tað sær
út sum leiðslan á Elektron
ikki ætlar at forða honum í
hesum. Tað sær út sum fær
Astrup stuðul frá ávísari
politiskari síðu. Tað sær út
sum, at teir sum ikki taka
undir við ætlanunum ella
seta spurnartekin ja, teir fáa
sekkin.
Nú skal ein ikki loypa á
leistum, tá ein ikki kennir
málið fult og helt frá øllum
síðum. Men tað sær alt
annað líka út, sum sleppur
Astrup at gera sum honum
lystir við Elektron. Tað sær
út sum sleppur hann at
niðurgera og til einkis gera
føroyska
ekspertisu
á
økinum. Havi frætt um
kanningar, ið gjørdar eru av
kostnaðarstøðinum
hjá
Elektron og so donskum
fyritøkum. Og at tulkingin
av hesum kanningum tykist
vera bæði ørkymlandi og
ósakligar, donsku fyritøk-
unum til fyrimunar.
Kann sjálvandi ikki pá-
standa, at Jørgen Astrup
Hansen, stjóri í Føroya
Banka og nevndarformaður
í Elektron ætlar at oyði-
leggja og knúsa føroyska
ekspertisu, sum er uppbygd
á Elektron. Tað kann eg
ikki, tí eg havi eingi prógv
fyri tí. Men er tað ongin,
sum hevur myndugleika og
ikki minst dirvi til at seta
dagsskránna hjá Jørgen
Astrup
Hansen
undir
luppin. Sleppa sambands-
menn og javnaðarmenn at
valdinum eftir 20. januar
2004, tá verður valla nakað
gjørt við málið.
Setið dagsskránna hjá Astrup Hansen
undir luppin
C
M
Y
K
11
10