Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. desember 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 240 - 17. desember 2003 Nr. 240 - 17. desember 2003 13 VIÐMERKINGAR Zakarias Wang Nú stákast londini í Europa við at halda uppat at vera sjálvstøðug, og í staðin skipa ein nýggjan stat, sum fer at vera so stórur og sterkur, at hann kann vera við í talvinum um valdið í heiminum á jøvnum føti við lond sum Kina, India, USA og Rusland. Onkur heldur, at nú er sloppið undan hesum vanda, tí at samráðingarnar leygardagin tann 13. desember 2003 ikki endaðu við semju. Men tey sum halda so skulu minnast til, at tey lond, sum feldu semj- una, vóru Spania og Pól- land. Lítið er roknandi við, at tey leingi kunnu standa ímóti trýstinum frá øllum hinum, millum teirra Dan- mark, sum jú kunnu gera eina semju, so hesi bæði londini verða uttanfyri hetta nýggja ríki. Tá henda traktatin er gjørd, kemur spurningurin upp: hvat við okkum? Hvar gera mýsnar tá fílarnir fara at berjast? Um so var, at fólkaat- kvøðan í 1946 varð sett í verk, so var eingin ivi. Vit høvdu verið ein sjálvstøð- ugur ministatur, sum mátti fóta sær í heimspolitikkin- um sum aðrir smáir europeiskir statir (Andorra, Liechtenstein, San Marino, Monaco). Hesi lond eru ikki limir í uniónini, men hava tætt tilknýti til hana. Men fólkaatkvøðan í 1946 er ikki sett í verk enn, og tí er hvørki ríkisrættar- støða ella fólkarættarliga støða okkara broytt. Vit eru framvegis í tí ríki, sum fevnir um Grønland og Før- oyar, og hetta ríki er fram- vegis í unión við kongs- ríkið Danmark. Undir seinna heimsbar- daga lýsti USA, at Grøn- land var í tí parti av heim- inum sum Monroe-doktrin- in var galdandi fyri. James Monroe var tann 5. forsetin í USA (1817 - 25). Í 1823 boðaði hann kongressini frá, at USA helt tað vera eina óvinagerð um nakað land í Evropa royndi at leggja seg upp í innanhýsis viðurskifti í nøkrum landi í Amerika, ella fór at leggja undir seg nýggj umráði í ameri- kanska heimspartinum. Monroe-doktrinin hevur nú í skjótt tvær øldir verið hornasteinurin í uttan- ríkispolitikkinum hjá USA. Ringt er at vita, hvat ið teir í amerikanska uttan- ríkisráðnum State Depart- ment hava hugsað um støðu Føroya, eftir at teir løgdu Grønland inn undir Monroe-doktrinina. Í USA er galdandi lóg um alment skjalainnlit (Freedom of Information Act). Eg hitti einaferð ein amerikumann, sum hevði roynt at fingið nakað at vita um viður- skiftini millum USA og Føroyar. Hann segði, at tann embætismaðurin, sum hann tosaði við, segði at hann skuldi fáa skjølini. So kom embætismaðurin heilt ólukkuligur aftur og segði, at hevði tað verið eitt mál sum hevði við eitthvørt annað land at gera, so hevði tað verið í lagi, men tað gekk ikki tá ið talan var um Føroyar. Orsøkin var, at danska stjórnin hevði treyt- að sær, at lógin um alment skjalainnlit mátti dvína í hesum føri, og um hetta var gjørd ein avtala millum Danmark og USA, sum stóð oman fyri Freedom of Information Act. Kelda mín segði, at hann kundi verið farnir í rættin við hesum spurningi, men so nógv tímdi hann ikki at gera burturúr. Hóast vit sostatt ikki vita nógv konkret um hvat stjórnin í USA hevur hugs- að um Føroyar, er tó einki at ivast í, at teir vita um Haag-dómin í grønlands- málinum 1933 og tí hava kunnleika um, at Føroyar eru ein partur av tí ríki, sum Grønland er ein annar partur av, og tá ið teir siga, at Monroe-doktrinin er galdandi fyri Grønland, so meina teir, at hon er galdandi fyri alt tað ríki, Grønland er ein partur av, men sjálvandi ikki fyri Danmark, sum er eitt annað ríki. Monroe-doktrinini ásetur sum nevnt, at europeisk lond ikki sleppa at leggja upp í innanhýsis viðurskifti í ríkjum sum hoyra til amerikanska heimspartin. Síðan annan heimsbardaga hevur Danmark í stóran mun lagt seg upp í innan- hýsis viðurskifti í Grøn- landi og Føroyum. Atvoldin til at hetta hevur gingið kann bert vera ein, og hon er, at henda uppílegging er hend í bestu semju við USA. Danir hava ansað væl eftir ikki at taka nakað stig, sum hevur verið ímóti áhugamálunum hjá USA, soleiðis sum tey eru ásett í Monroe-doktrinini. Tí hevur Danmark kunn- að sýtt fyri, at USA hevur havt atomvápn á donskum land- og sjóøki, men hetta hevur ikki verið galdandi fyri grønlendskt og før- oyskt land- og sjóøki. Somuleiðis hevur Danmark sýtt fyri, at USA hevur støðir á landi í Danmark, men loyvir at USA hevur støðir á landi í Grønlandi (Thule!) og í Føroyum. Bara fyri at nevna eitt dømi: tann støð, sum stend- ur á Eiði, skal hava sam- band við aðrar støðir. Ein er í Grønlandi, men í Damark er eingin. Tann sum skuldi verið har, er sett í Týsklandi beint sunnan fyri danska markið! Men sjálvt um tað hevur gingið higartil hjá Dan- mark at røkt áhugamálini hjá USA í Grønlandi og Føroyum, er tað ikki vist, at tað fer at eydnast í fram- tíðini. Her er gongdin í EU av- gerandi. Tað er formliga einki til hindurs fyri, at Danmark fer upp í Europastatin við eini altjóða traktat, sum eisini fevnir um Grønland og Føroyar. Hetta kann gerast við tí heimild, sum vit í 1661 góvu kongi at taka avgerðir í uttan-ríkis- politiskum málum. Men er tað vist, at USA heldur, at hetta er ein av- gerð, sum er í samsvar við áhugamálini hjá USA? Tað er sera ivingasamt. USA hevur einki havt ímóti, at eitt lítið og veikt land sum Danmark hevur havt formliga yvirræði yvir Grønlandi og Føroyum. Í hesi skipan hava ameri- konsk áhugamál verið í góðum hondum. Tað er eitt heilt annað mál, at ein europeiskur superstatur við dupult so nógvum íbúgvum sum USA fær valdið á hesum ríki. USA hevur higartil sagt seg stuðla samein- ingarroyndunum í Europa, men harfrá og so at geva ein part av tí umráði, sum hoyrir undir Monroe- doktrinina, yvir til henda nýggja statin, er eitt rætti- liga stórt stig, serliga tá hugsað verður um at størsta landið í Europa, Týskland, longu nú ikki tykist at vera at flættast við. Tað er tí ikki óhugsandi, at Danmark frá USA fær tvinnar kostir í at velja, nevnliga hvørt tað vil vera ein partur av hesum nýggja superstati, ella tað fram- vegis vil vera saman við Grønlandi og Føroyum. Føroyar og Monroe-doktrinin Frank Davidsen Sørvágur Meðan fólkaflokslimir bera í bøtuflaka fyri lógarbrotin- um hjá »fráfarna« løg- manni, hevði tjóðveldis- kvinnan Kristina Háfoss herfyri eina sera væl skrivaða grein í Sosialinum har hon staðfestir tað, sum veruliga fór fram í hesum málið. Nevniliga, at tað var ikki ein feilur, men ein væltil- rættisløgd roynd ígjøgnum 4-5 ár, at broyta avreið- ingartølini soleiðis at t.d. 2.500 kg. blivu til 12.500 kg. tí eitt 1 tal var sett frammanfyri. Hervið 5 faldaðist av- reiðingarvirði, soleiðis at munurin ferð aftaná ferð kundi drenast úr virkinum. Hevði frostvirkið verið á stødd við størru virkini, so varð svikið kanska ongan- tíð uppdagað. Og at gera tjóðveldisflokkin til synda- bukk er tí burtur við, tvørtur ímóti eigur tjóð- veldisflokkurin rós uppi- borið fyri teirra leiklut í hesum málið. Eitt notat, sum er skrivað, bert fyri at krógvað tað lógarbrot sum fram er farið, reinsar ongan, tvørturímóti, so er tað moralskt forkasti- ligt, tá Óli Breckmann, Jógvan við Keldu og aðrir í fólkaflokkinum billa fólki inn, at tað bert var »ein feilur« ið var gjørdur fyri 25 árum síðani. Dupultmoralur Fólkafloksins Edva Jacobsen Sambandsflokkurin vil varðveita ríkisfelags- skapin við Danmark. Fyri okkum sambands- fólk er felagsskapurin við Danmark meir enn bara krónur og oyrir. Londini bæði hava verið í felagsskapi í fleiri hundrað ár, og hetta eru bond, sum ikki kunnu kvettast. Bæði kanningar í Føroyum og í Danmark vísa, at fólkini í báðum londum vilja varðveita og styrka felagsskapin millum londini bæði. Í tí støðu, sum vit eru í dag, hava føroyingar danskan ríkisborgara- skap, sum merkir, at vit kunnu virka á jøvnum føti við aðrar danskarar í Danmark. Hetta kom sera væl við hjá okkum í kreppuárunum, tá umleið 15 % av okkara lands- monnum leitaðu sær til Danmarkar at fáa arbeiði, tí pláss var ikki fyri teimum her. Vit kunnu fara niður at fáa okkum eina útbúgv- ing í Danmark, og í dag fara umleið 95% av øll- um føroyingum, sum fara uttanlands at lesa, til Danmarkar at fáa sær út- búgving. Lesandi føroy- ingar í Danmark fáa lestrarstuðul og fáa eisini íbúðarstuðul, sum ger, at leigan er bíligari. Tær ungu føroysku barna- familjurnar fáa eisini ein eykastuðul fyri hvørt barnið. Á sjúkrahúsøkinum hava vit eitt fyrimyndar- ligt samstarv við Ríkis- sjúkrarhúsið, tá í sjúka rakar onkran av okkara. Danmark hevur eitt væl- útbygt sjúkrahúsverk, sum vit hava stóra gleði av. Nógvir av okkara yvir- monnum eru á brúnni og í maskinrúmunum á tí danska handilsflotanum. Tað er ógvuliga ilt at meta um, hvussu nógvir føroyingar búgva í Dan- mark í dag, men taka við aðru generatión við, so er talið møguliga 25.000. Vit vilja ikki slíta bond- ini til okkara landsmenn í Danmark. Onnur viðurskifti knýta okkum at danska samfelagnum. Á mangan hátt hava vit felags søgu og mentan. Navnframir danskarar sum Grundt- vig, Brockmann, Bror- son, Ingemann og Bech hava havt stórt árin á okkara samfelag, sum hevur verið gagnligt fyri Føroyar. Uttanríkismál, politi- mál og løgreglumál eru mál, sum ríkismyndug- leikarnir enn umsita fyri okkum, og eru hesi mál væl umsitin og eru ikki knýtt at heildarveitingini. Heildarveitingin ella blokkurin úr Danmark er í dag umeið 634 milliónir og taka vit hini málini við, er hetta umleið kr. 840 milliónir. Enn eina- ferð skal eg undirstrika, at undanfarna loysingar samgonga, hevur skorið blokkin við kr. 366 milli- ónum, og yvirir fýra ár er hetta tal umleið 1,5 milli- ard, so skjótt verður talið 366 milliardir. Vilt tú varðveita ríkis- felagsskapin á núverandi støði við vælferðarsam- felagnum Føroyar - og tað vilt tú -, so er bert ein flokkur, sum kann hjálpa tær við hesum, og tað er við at velja lista B - Sambandsflokkinum.. Fyrimunirnir við ríkisfelagsskapinum NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Finnbjørn Zachariasen nýggjur stjóri í KPMG Frá 1. januar 2004 tekur Finnbjørn Zachariasen í Hvalvík við sum nýggjur stjóri hjá KPMG í Føroy- um. Finnbjørn er hvalvík- ingur, sonur Hildigunn og Petur Zachariasen í Hval- vík. Hann læs í Danmark frá 1988-93 og er útbúgvin cand. merc. aud. Hann ar- beiddi hjá Landsgrann- skoðaranum frá 1993- 96. Síðan 1996 hevur hann arbeitt á grannskoðaravirk- inum KPMG í Havn. Í november 2003 stóð hann royndina sum løg- gildur grannskoðari (Stats- aut. revisor) og verður nú ein av stjórunum í fyri- tøkuni. Hinir eru Árni Ellefsen, Pauli Ellefsen og Súni Schwartz Jacobsen. Finnbjørn býr í Hvalvík saman við Nainu Jacobsen, sum ættað úr Saltnesi, tey eiga trý børn. Føroysk fyritøka KPMG í Føroyum er ein føroysk fyritøka, ið er lim- ur í altjóða KPMG-kervin- um av ráðgeving- og grann- skoðaravirkjum. KPMG í Føroyum grannskoðar, veitir rokn- skapartænastu og ráðgevur í skatta- og vinnuviður- skiftum. Felagið arbeiðir m.a. fyri einstaklingar, handilsfyritøkur, ídnaðar- fyritøkur, kolnetnisfeløg, reiðaravirki, peningastovn- ar, fíggingarstovnar, kommunur og almennar stovnar. Hjá KPMG í Føroyum starvast 26 fólk. Bókstavirnir KPMG standa fyri: Kleynweld, Peat, Marwick og Goer- deler. Hesi nøvn stava frá ristórum altjóða grann- skoðaravirkjum í Hálandi, Týsklandi og USA. Dagurin 17. desember.Albina, deyð umleið ár 250. Ung kvinna, sum varð tikin av døgum, tá ið Decius keisari ráddi. Carita Bjørklund gevst sum formaður Formaðurin í Føroya Peda- gogfelag seinastu seks árini, Carita Björklund, boðar nú frá at hon stillar ikki upp aftur sum for- mansvalevni á aðalfundi felagsins, sum verður 24. februar 2004. Hetta stendur at lesa í oddagreinini í Pedagog-blaðnum fyri de- sember 2003. Blaðið kemur út fýra ferðir um árið og verður sent limum í Føroya Pedgogfelag ókeypis. C M Y K 13 12 www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo