Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. desember 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 240 - 17. desember 2003 15 Virkið hjá Føroya Fiskavirking í Miðvági verður bygt út í næstum. Brúktar reinskerilinjur, sum eru keyptar úr Noreg, verða settar upp á virkinum beint eftir nýggjár FISKIVINNA Edvard Joensen Miðvági: Flakavirkið hjá Føroya Fiskavirking í Mið- vági stendur fyri eini størri útbygging. Reinskerilinj- urnar skulu skiftast út. Føroya Fiskavirking hev- ur keypt fýra flakalinjur frá einum virki hjá Findus í Hammerfest, sigur Mein- hard Jacobsen, stjóri á Før- oya Fiskavirking. Talan er um brúktar, men kortini rímiliga nýggja linj- ur, sum eru í goðum standi, sigur hann. Ein linja er sett upp á Føroya Fiskavirking í Havn, og hon er í gongd. Ein er um at vera klár í Vestmanna, og hinar báðar verða fyrst í komandi ári settar upp í Miðvági. Reinskeringarhøllin á virkinum í Miðvági skal ruddast, og nýggjar rennur skulu gerast í gólvið, eins og nýtt eisini verður lagt á gólvið, áðrenn maskinurnar verða settar upp, greiðir Meinhard Jacobsen frá. Hvussu langa tíð hetta ar- beiðið fer at taka, veit hann ikki reiðiliga at siga. Hel- dur ikki er nakar ávísur dagur ásettur enn til at fara í gongd. Men tað verður, sum skilst, helst beint eftir jól. Tað er so, at tey fegin vilja hava alla útgerðina liggjandi púra klára at taka inn á virkið. Einki við at standa og bíða eftir onkrum smátingi, tá tað skal brúk- ast. Til tess er tíðin ov kostnaðarmikil. Talan er um linjur, sum eru betri útgjørdar enn tær, sum í dag eru á virkinum. Ikki tí at tey ætla undir nakra nýggja framleiðslu, sigur Meinhard Jacobsen. Men tey vænta at fáa størri úrtøku burtur úr tí, tey gera, tá nýggju linjurnar eru setta upp. Hann heldur ikki, at tað eru so øgiliga nógvir møguleikar at gera nýtt burtur úr teirri rávøru, fiskavirkini í Føroyum fáa. Vørurnar eru kendar og fara eisini í framtíðini at verða tær somu í stóran mun. Tí soleiðis vil kundin hava tað. Matur er ikki mótavøra, men rættiliga siðbundin, staðfestir stjórin á Føroya Fiskavirking. Okkurt av tí, sum nú verður gjørt á virkinum i Miðvági, er eftir krøvum frá heilsuførðiligu myndug- leikunum, og okkurt er van- ligt viðlíkahald og nútím- ansgerð, sigur Meinhard Jacobsen, stjóri á Føroya Fiskavirking. Hann sigur, at linjurnar, sum keyptar vórðu úr Noreg, vóru keyptar fyri ein rímiliga prís. Hvussu nógv tað var, vil hann ikki siga, uttan at tað var ein rímiligur handil fyri Føroya Fiskavirking. Føroya Fiskavirking í Miðvági fekk her fyri nýggjan virkisleiðara. Tað er Ólavur Poulsen úr Vatns- oyrum. Hann sigur, at enn er ikki avgjørt, um arbeitt verður í jólavikuni. Tað velst um, um tey verða lið- ug við tað, sum kemur inn afturat hesa vikuna. Tey arbeiða hýsu á virkinum, sigur hann. Hon verður skorin i portiónir og fryst. Hýsa er vøra, sum vanliga verður seld til Bretlands. Nú árið er farið at halla, fara ymsu virkisleiðslurnar at hyggja at, hvussu að royndist. Meinhard Jacobsen, stjóri á Føroya Fiskavirk- ing, sigur, at hann veit ikki reiðiliga enn, hvussu úr- slitið fyri árið verður. Hann væntar eitt yvir- skot, sigur hann. Men einki soleiðis at skriva heim um, sum hann tekur til. Virkisútbygging í Miðvági Ósketni var orsøkin til, at ein persónbilur varð ákoyrdur og gjørdist vrak á vegnum innan fyri Sund mánakvøldið SAMFERÐSLA Edvard Joensen Ein myrkur, ómerktur persónbilur var mána- kvøldið atvold til eitt ferðsluóhapp innan fyri Sund. Eingin mansskaði hendi. Ein persónbilur, sum kom koyrandi út móti Sundi mánakvøldið, rendi á ein stein, og steðgaði upp. Førarin setti bilin frá sær uttan at tryggja sær, at hann stóð forsvarliga væl úti í vegjaðaranum. Høgra hjól- sett var uttan fyri strikuna, sigur vakthavandi á politi- støðini í Havn. Restin stóð inni á vegnum. Síðan fór førarin frá bil- inum uttan at lata nakað ávarðingaljós blinka ella seta skelti upp, sum søgdu frá, at her var møguligur vandi á ferð hjá teimum, sum aftan á komu. Ein lastbilførari, sum seinni kom suður eftir, sá ikki hendan myrka bilin á vegnum og koyrdi á hann. Bilurin var kroystur frá reyvini av og frameftir, og lastbilurin fekk eisini skaða, sigur løgreglan. Ósketni Tað er groft ósketni at fara frá einum bili uttan at seta nakað sum helst ávaringartekin upp. Ein slíkur var orsøk til óhapp á vegnum innan fyri Sund í murkrinum mánakvøldið. Bilurin varð vrak Mynd: Edvard Joensen Ein størri útskifting av maskinum stendur fyri á virkinum hjá Føroya Fiskavirking í Miðvági Mynd: Edvard Joensen Roknast kann við, at virkið hjá Føroya Fiskavirking í Miðvági fer at liggja stilt tað mesta av januar Mynd: Edvard Joensen 15 14 Nr. 240 - 17. desember 2003 – Soleiðis sum for- treytirnar eru nú, er tað fíggjarligt sjálv- morð at endurreisa alingina í Suðuroy, sigur alarin, sum misti alt, Heri Hjelm ALIVINNAN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Sum støðan er nú, er tað fíggjarligt sjálvmorð at fara undir aling í Suðuroy. Tað sigur Heri Hjelm, sum hevur verið alari í nógv ár. Eftir at hann sjálvur misti alt, er alivinnan í Suðuroy endurreist og nú er tað fe- lagið Faroe Farming, sum skal føra alingina í Suðuroy víðari Men Heri Hjelm er sann- førdur um, at tað eru fíggj- arlig óráð av teimum heilt stóru at endurreisa alingina í Suðuroy, soleiðis sum tað nú er gjørt, Hann hevur sagt tað fyrr, men hann endurtekur tað nú: – Tað er ein avgjørd for- treyt fyri framtíðar aling í Føroyum, at vit sleppa at koppseta laks fyri ILA. – ILA hevur fingið so fast tak í alingini í Føroy- um, at tað er púra ongin vón fyri at halda fram, so leingi vit ikki sleppa at koppseta fyri sjúkuni. Hinvegin dugir hann ikki at síggja, at nøkur útlit eru til, at vit sleppa at koppseta fyri ILA, tí hann heldur, at tað tykist sum um at før- oysku myndugleikarnir hava als ikki skilt álvaran í støðuni og tí hava teir gjørt alt ov lítið fyri at útvega okkum loyvi frá ES til at koppseta. Fíggjarligt sjálvmorð Í Suðuroynni er støðan tann, at ætlanin er at hava fisk, sum ikki er koppsett- ur, gangandi í ringum í einum aliøki, har ILA er staðfest. – Tað er ein so stórur vági, at tað má rætt og slætt metast at vera fíggjarligt sjálvmorð, sigur gamli stóralarin í Suðuroynni. Hann heldur, at skal alingin í Suðuroy endur- reisast, hevði tað einasta rætta verið at tikið alt av sum skjótast og so bíða við at sett nakað út aftur, inntil vit høvdu fingið loyvi til at koppseta fisk. Hann vísir á, at ILA er staðfest í Suðuroy og tað tað er framvegis stórt felli í ringunum av sjúkuni. Tí sigur hann, at sum støðan er nú, er tað vón- leyst at endurreisa alingina í Suðuroy og tí hevur hann heldur ongar sum helst vónir um, at tað fer at verða nøkur varandi vinna í Suð- uroy og vandi er fyri, at alt fer fyri bakka aftur. Annars dugir hann heldur ikki at síggja, hvaðani fígg- ingin skal koma frá. – Sparikassin boðaði í Sosialinum í farnu viku frá, at alivinnan hevði bráneyð- ugan tørv á at økja egin- peningin einar 180-200 milliónir krónur longu næsta ár, annars bar ikki til at fíggja alivinnuna longri. Sparikassin vísti eisini á, at árið í ár hevur prógvað, at so stórar upphæddir fáast ikki í Føroyum. Hinvegin hava útlendingar ikki loyvi til at eiga meiri enn ein triðing av einum alibrúki. – Tí veit eg ikki, hvaðani framhaldandi fígging til alivinnuna í Suðuroy skal koma frá, serliga tá ið hugsað verður um, hvussu støðan er við ILA og hvussu príslegan á markn- aðinum er, sigur Heri Hjelm Hann vísir á, at tað er ikki bara alingingin hjá honum, ið er farin fyri bakka. – Tað er ikki eitt tað einasta alifelag, ið ikki er í sera álvarligum trupulleik- um og summi av teimum hava havt líka stórt hall, sum alingin í Suðuroy hevði. – Tí dugi eg ikki at síggja, hvør skal átaka sær at fíggja alivinnuna, soleið- is sum støðan er í løtuni. Vágin við at fíggja ali- vinnuna er so mikið stórur so leingi vit ikki sleppa at koppseta, at eg dugi als ikki at ímynda mær, hvør ið yvirhøvur hættar sær undir tað. Heri Hjelm sigur, at tað hevur mangan verið ført fram, at tað vóru óhappini, tá ið aliringar slitu á Trong- isvágsfirði og nógvur laks- ur doyði, sum gjørdi at alingin í Suðuroy fór fyri bakka. – Tað er ikki rætt. Tey óhappini gjørdu okkum onki. Tað, sum beindi fyri okkum, var ILA og tann lági prísurin á marknaðin- um. Og tað er eisini tað, sum hevur forkomið hinum alibrúkunum. Heri Hjelm sigur, at tann vansin er als ikki burtur og tí stúrir hann fyri, at hóast alivinnan í Suðuroy er endurreist, verður tað ein stokkutur hiti, tí hann dugir ikki at síggja hvørjar møgu- leikar, hon hevur. Tí heldur hann, at tað hevði verið nógv betri í longdini at tikið allan laks- in av, og alt smoltið og so latið økið ligið óvirkið, inntil vit fingu loyvi at koppsett fyri ILA og so kundi nýtt verðið sett út aftur tá. Veit onki Annars er tað lítið og onki, sum Heri Hjelm frættir um støðuna. Tað einasta, hann veit um støðuna hjá alivinnuni í Suðuroy, er frá fjølmiðlun- um. Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í vinnumálum, hevur gjørt av at flyta aliloyvi frá felagnumhjá Hera Hjelm, yvir til nýggja felagið, Faroe Farming, sum er sett á stovn at endur- reisa alivinnuna í Suðuroy. Men ein treyt fyri tí er, at felagið, sum hevði loyvið, letur tað innaftur til Vinnumálaráðið. Heri Hjelm sigur, at hann hevur ikki ánilsi av, hvar hann stendur, men hann hevði bara væntað, at hann verður noyddur at lata aliloyvi inn. Og hvat framtíðin annars hevur at bjóða honum, nú hann hevur mist alla alingina, veit hann enn minni um. – Men onkuntíð hevur sæð verri út, leggur hann kortini afturat. Tá ið laksurin, sum nú svimur í ringun- um, er tikin, skal fjørðurin friðast fyri aling í eina tíð í eini roynd at basa ILA ALING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nýggja felagið, sum skuldi endurreisa alingina í Suð- uroy, hevur nú fingið ali- loyvi. Seinnapartin mánadagin tók Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnu- málum, avgerð um at flyta aliloyvi frá gamla felagnum hjá Hera Hjelm, yvir til nýggja felagið. Tað hevur hann gjørt, treytað av, at nýggja felagið annars lýkur tær treytir, sum eru settar í alilógini. Felagið hevur fyrr upp- lýst, at tað ger tað. Sakførarin hjá felagnum fekk boðini munnlig seinnapartin mánadagin, at aliloyvið varð flutt og seinni, møguliga longu seinnapartin í gjár, skuldi felagið fáa tað skrivligt. Nú nýval er útskrivað er landsstýrið bara er ein starvsstjórn, sum bara kann taka tær mest neyðugu avgerðirnar fyri at landið kann haldast ígongd. Tí ivaðist landsstýris- maðurin í, um hann yvir- høvur hevði heimild til at taka eina avgerð um at flyta aliloyvið. Hartil kom, at hetta var ein nýggj støða í alivinnuni, at aliloyvi skuldi flytast frá einum felag til annað, uttan at táið talan er um húsa- gang, so landsstýrismaður- in vildi tryggja sær, at hann tók eina rætta avgerð, tí hetta fór uttan iva at verða brúkt sum fordømi. Bjarni Djurholm sigur, at løgfrøðingarnir eru komnir til ta niðurstøðu, at hóast talan bara er um eina starvsstjórn, hevur hann heimild til at taka av-gerð- ina. Harafturat hevur málið eisini vinnupolitiskan týdn- ing, tí avgerðin kann fáa stóra ávirkan á alivinnuna í Suðuroy og eini 50-60 arbeiðspláss. Bjarni Djurholm sigur, at hann hevur áður havt fund við floksformenninar og teir hava boðað frá, at hetta er ein avgerð, sum Lands- stýrismaðurin eigur at taka, men at teir vildu styðja avgerðini, sum hann tók. – Støðan hjá alivinnuni í Suðuroynni er so, at allur ivi eigur at koma vinnuni til góðar, annars kann tað fáa álvarsligar avleiðingar. Bjarni Djurholm sigur, at út frá eini samlaðari meting tók Bjarni Djurholm sostatt avgerð um at nýggja fe- lagið fær aliloyvi. Hava mist 1000 fiskar um dagin Sum tað sæst í hinari grein- ini her á síðuni, hevur gamli alarin í Suðuroy, Heri Hjelm ikki stórvegis vónir um, at alingin í Suðuroy hevur nakra framtíð, sum støðan er. Vit fingu ikki teir, sum eiga nýggja felagið á tal. Men á fiskasjúkudeildini á Heilsufrøðiligu Starvsstov- uni siga teir, at ILA er stað- fest í alibrúkunum á Vágs- firði og á Lopransfirði. Teir vita ikki, hvussu støðan er í løtuni. Seinastu tølini, tey høvdu sæð, vóru einar 14 dagar gomul og tá var fellið fleiri túsund laksar um dagin. Sostatt misti alibrúkið fisk í tonsatali um dagin. Men í alivinnuni kann tað broytast skjótt, bæði til tað betra og til tað verra, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstov- an sigur, at fiskurin verður tikin so skjótt sum tilber. Teir vænta at verða liðugir í februar og tá verður ali- brúkið lagt óvirkið í eina tíð í eini roynd at sleppa undan sjúkuni. Vanliga skal eitt øki liggja óvirkið í seks mánaðir. Vágsfjørður friðast fyri aling í eina tíð Aling í Suðuroy er fíggjarligt sjálvmorð –Heri Hjelm heldur, at tað er vónleyst at endurrreisa alivinnuna í Suðuroy, soleiðis sum støðan er, tí hann heldur rætt og slætt ikki, at fortreytirnar fyri lønandi vinnu eru til staðar Nýggja alifelagið í Suðuroy hevur nú fingið aliloyvi, men fyrsta uppgávan verður at fáa bilbukt við ILA sjúkuna C M Y K 14