Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. desember 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 240 - 17. desember 2003 Nr. 240 - 17. desember 2003 17 Bergur Hansen Fyrri partur Something’s happening here but you don’t know what it is, do you , Mr. Jones? - Bob Dylan Í tíðindasendingini á mid- degi hjá Útvarpi Føroya 30. oktober hoyrdist løgtings- maðurin Jørgen Niclasen siga, at um vit - føroyingar - ikki ansa eftir, so kunnu Føroyar fáa so nógvar inn- flytarar, at teir kunnu enda við at taka ræði í Føroyum. Jørgen Niclasen varð spurdur um, um hetta ikki var at mana fram eina ræðumynd. Tingmaðurin viðgekk, at soleiðis kundi tað í ringasta føri fara at ganga, um Føroyar fóru at lata standa til, hvat inn- flytarum viðvíkir. Kjarnin í hesum er ein hugburður, sum kann kall- ast innflytarapolitikkur sum eitt verndartiltak. Hetta er ikki nøkur óvanlig hugsan í Evropa; sum nú er - heldur tvørturímóti. Tað er ikki uttan grund, at Evropa stundum verður nevnt Fort Evropa, t.e. Skansin Evropa. Nógv eru tey, sum vilja sleppa ‘innum’, og Vesturevropa er sum ein vælferðaroyggj, sum merk- ir vaksandi trýstið frá fólki sunnaneftir og eystaneftir. Tað kemur ikki óvæntað, at føroyingar nú vilja orðað ein politikk á økinum og vilja yvirtaka innflyting sum málsøki, so fullur av- gerðarrættur fæst og føroy- ingar sostatt sjálvir kunnu avgera, hvussu innflytingin skal fara fram. Framgongd hevur verið í føroyska bú- skapinum seinastu árini, og Føroyar eru aftur vorðnar ein oasa í havinum. Takkað verið alnótini vita fleiri og fleiri um landið - eisini tey ópriviligeraðu. Havnin etur seg skjótari enn nakrantíð niðan brekkuna í Hoyvíks- haganum og nógvir útisetar (hóast mær ikki dámar hetta orðið nakað serligt) vilja flyta aftur til Føroyar. Haraftrat kemur, at ikki síðan seinast í 19. øld munnu fleiri útlendingar hava verið í landinum. Tá vóru tað onglendingar, sviar og serliga danir, sum "settu maskinuna í gongd í Havnini", sum William Heinesen tekur til í einum av sínum ritroyndum. Maskinan er steðgað upp fleiri ferðir, vita vit, men er altíð komin í gongd aftur og hevur í dag ment seg til eitt stórt samfelags- maskinarí, sum føroyingar av røttum eru stoltir yvir. Føroyar eru vorðið eitt rættiliga dynamiskt sam- felag eftir dygga smeitin í 1992. Men tað er sum at hugburðurin hjá politikk- arunum ikki fylgir við. Í grein í Fregnir herfyri sigur búskaparfrøðingurin Her- mann Oskarsson í viðtal við Brynhild Thomsen, at "Vit eru reyvatung og gamaldags og líða undir eini traditionellari fiski- skapsmentan, hjalsmentan, eini kovamentan - kalla tað tú vilt - sum sigur, at vit skulu dríggja tað, vit hava og annars byggja verju- múrar mótvegis ræðandi útheiminum". Hermann Oskarsson sigur hetta í samband við forboðini fyri útlendskum íløgum í Før- oyum. Fatanin hjá Jørgeni Niclasen, at innflytarar einans eru ein hóttan og ein trupulleiki endurspegla eitt átøkt afturhaldni. Ein kundi rátt tingmanninum til at hyggja út um fjarðamunnan og eygleiða havið allan vegin út í sjónarringin, har heimar byrja og enda. Nú stundar til jóla og kanska hevði tað verið upp á sítt pláss at komið við einum jólagávuhugskotið, sum hevur okkurt við upplýs- andi tilfar at gera. Bóka- gávurnar eru tær bestu, hóast tað ikki er meira enn, at ein torir at rekommen- dera bøkur í einum landi, har tað løgið nokk verður hildið at vera beinrakið skot og comme il faut at seta niður á skribentar, sum hava lært og lisið. The Rise of the Creative Class Lat meg royna kortini. Í bókini The Rise of the Creative Class setur ameri- kanski professarin í bú- skaparfrøði Richard Flo- rida dynamikkin í samfe- lagnum serliga í samband við nógvar innflytarar og skapandi gávur. Bókin lýsir eina nýggja samfelagsstætt, sum hevur vaksið seg væl og virðiliga fram uttan at vit rættiliga hava givið tí gætur. Hetta er tann krea- tiva ella tann nýskapandi ella skapanarhugaða stætt- in, ið umfatar innfødd eins væl og innflytarar. Sum Florida sigur: er tú vísinda- fólk, verkfrøðingur, byggi- frøðingur, sniðgevi, rithøv- undi, listafólk, tónleikari ella um kreativitetur er av- gerandi fyri arbeiði hjá tær innan vinnulív, útbúgving og heilsuverkið, lógarar- beiði ella aðrastaðni í starvsheiminum, so ert tú limur í hesi stætt. Skapandi stættin hevur eftir heilt stuttari tíð ment seg til at vera størsta arbeiðskraftin í USA - ikki minst takka verið nógvu innflytarunum. 30 prosent ella okkurt um 38 miljónir av amerikan- arum hoyra til hesa stætt. Ávirkanin á samfelagið og hvønndagslívið er róttøkin og umfatandi. Nýggja postídnaðarsam- felagið vit liva í er sambært Florida ikki fyrst og fremst eitt kunningarsamfelag, men eitt skapandi samfe- lag. Øll dynamisk samfeløg til allar tíðir, sigur hann, eru eyðkent av fólki við nógvum skapandi gávum. Sum samfelagsliga fyri- mynd úr nútíðini - sum er hansara kanningarstøði - nevnir hann Silicon Valley í USA, ið er eitt stað eyðkent av opinleika og stórum vøkstri. Her eru sera nógvir innflytarar, og hetta hevur gjørt sítt til, at hesin dy- namiski dalur er vorðin ein búskaparligur miðdepil í USA. Richard Florida tosar fyri trimum t’um: tøkni, talent og tolsemi. Hetta eru teir avgerandi parametrar- nir fyri framgongd. Ment- unarlívið í breiðari merk- ing, sum nørist av skapandi hugum, er sambært honum, ein aðalhyrnissteinur fyri búskaparligum vøkstri. Til tess at skapa vøkstur skulu íløgur gerast í mentan. Talan er um alt slag av mentan: frá smáum sjón- leikarahúsum til náttklubb- ar. Tað snýr seg ikki minst um at skapa góðar karmar um uttanduramentan, sum dregur fólk til sín. Saman- hangur er millum opin- leika, tolsemi og skapan á ein bógvin og búskapar- vøkstur á hin bógvin. Sum við øðrum samfe- lagsstættum, ið eru komnar fram gjørnum tíðirnar, er búskapurin avgerandi grundarlagið undir skap- andi stættini. Á sama hátt sum feudala aristokratiið fekk sína makt og sín sam- leika frá arvaðum eftirliti við landi og fólki, borgara- skapið sína makt frá sínum limum, sum vóru handils- fólk og virkiseigarar, fær nýggja stættin sín samleika frá sínum skapandi útveg- arum, sigur Florida. Av tí at skapanarhugur er drívmeg- in í búskaparvøkstrinum nógvastaðni í dag, er skap- andi stættin vorðin ein ráð- andi stætt í modernaðum samfeløgum. Fyri at skilja tær alfevnandi og ofta ósamanhangandi broyting- arnar í nútíðarsamfelag- num, er tað umráðandi at kanna hesa stætt nærri. Kanningarnar hjá Ric- hard Florida byrjaðu við einari undran yvir verandi støðu, har ávís lond og landspartar klára seg væl og onnur illa uttan at hann rættiliga kundi greina fram- og afturgongdina. Tað, hann upplivdi, stríddi móti vanligari vitan innan bú- skaparfrøði, sum í hesum førinum er tann, at jú størri virkini eru, jú betri. Stór virki skapa nógv arbeiði, og har sum arbeiði er, har fer fólkið. Í 1980’unum og 1990’unum vóru nógvir býir í USA og kring um í heiminum, sum strembaðu eftir at gerast eitt nýtt "Silicon Somewhere", sum Florida rópar tað. Til tess at náa hesum máli vórðu bygdar hópin av hátøkni- ligum startup-virkjum. Men skjótt gjørdist greitt, at lítil dugur var í hesum. Trupulleikin var vantandi kreativitetur. Eitt heimligt dømi er granskingar og framleiðsludepilin, so- nevndi Sundsdepilin, sum Hans Mortensen í 1980’unum legði fram fyri Havnarfólk í hugtakandi tilfari. Mong dømi eru um virki, ið eru flutt hagar, sum skapandi arbeiðskraftin er at finna. Í staðin fyri sum í ídnaðarsamfelagnum, har fólk flyta aftaná virkjunum, flyta virkini her aftaná fólkinum. Florida vildi hava eitt svar uppá, hví alt nú var vent á høvdið. Ein av megingrundunum er sterka einstaklingslyndi millum ung, sum samstundis sum tey velja arbeiði eisini velja ein ávísan lívsstíl. Saman- borið við ídnaðarsamfelag- ið eru tey harvið í minni mun stýrd av tí, ið er hent og høgligt. Florida við- gongur, at einstaklingslyndi hevur sínar myrku síður. Skapandi stættin er fram- søkin, men eisini sjálvsøk- in. Málið strembað verður eftir rúmar ikki øðrum enn júst einstaklinginum. Inn- vendi hugburðurin hevur havt við sær, at henda stætt lítla og onga tilvitan hevur havt um seg sjálva sum stætt. Við sínari bók vil Florida eisini skapa eina stættatilvitan í hesi nýggju stætt. Florida fann seinni út av, at serliga samkynd, bohem- ar og listaskapandi fólk av øllum slag eru limir í hesi stætt. Hann kundi tískil gera ta niðurstøðu, at bú- skaparligur vøkstur bundin saman við opinleika og tolsemi mótvegis teimum, sum vanliga hava livað í útryðjuni av samfelagnum. Silicon Valley er kanska besta dømi um eitt stað, har skapandi fólk av øllum slag vilja búgva og arbeiða. Niðurstøðan hjá Richard Florida hevur roynst so sannførandi at leiðandi fólk innan vinnuna, eftir at hava kunnað seg við hansara hugsanir um nýggju stætt- ina, beinanvegin fóru undir at leggja ætlanir við støði í hesari niðurstøðu. Heimføðingurin og globaliseraði heimurin Á sannførandi hátt ger Richard Florida seg til tals- mann fyri einum tolsamum innflytarapolitikki. Spurdur av danska útvarpinum, hvat hann helt um hørðu linjuna hjá donsku stjórnini mót- vegis innflytarum, segði hann, at um Danmark ikki vísir størri opinleika á hes- um øki, so kann úrslitið við tíðini vísa seg at fáa álvars- ligar avleiðingar fyri bú- skapin. Globalisering og innflyting kunnu ikki skilj- ast sundur. Danski grein- skrivarin og rithøvundin Carsten Jensen segði í Politiken herfyri um ráð- andi danska hugburðin til innflytarar: Fyri stívliga einum hálv- um ári síðani kundi orðið ‘globalisering’ feira sín tjúguára føðingardag. Tað var tann amerikanski marknaðarguruin, Theo- dor Levitt, sum 7. mai 1983 ið sum tann fyrsti brúkti hugtakið globali- sering, tá hann segði: "Globalisering av mark- naðinum er í nánd". Síðan tá hava vit fingið mobiltelefonir, CNN, al- nótina, evruna, teldur, miklagarðar, har árstíðir- nar eru horvnar, tí fruktir og grønmeti úr øllum heiminum eru til keyps árið runt. Fyri tjúgu árum síðani livdu helvtin av heimsins íbúgvum undir kommunistiskum harð- ræði; nú liva tey í markn- aðarbúskapi. Heimurin er vorðin minni, vit eru komin nærri hvør øðrum. Globalisering er vorðið veruleiki, men bara bú- skaparliga, ikki politiskt. Fjallið hevur føtt, men tað gjørdist ein mús. Jens Hansen, ein danskur hugnafundamentalistur, sum livir sítt lív í flog- setrum ávegis millum heimspartarnar og svevur á altjóða gistingarhúsum, tolir ikki útlendingar í sínum egna landi, har hann so á hin bógvin er farin í útlegd inni í jóla- gásini. Hvussu nógva globalisering tolir eitt menniskja? Ikki serliga nógv. Carsten Jensen sipar til eitt upplivilsi hjá stóra týska sosiologinum Ulrick Beck (sum er framvið á Frue Plads í Keypmannahavn í hesum døgum). Beck hevði møtt manninum, sum Carsten Jensen velur at kalla Jens Hansen, umborð á einum flogfari. Undir samrøðuni rósti Jens Hansen EU upp til skíggja, men tá Beck fregnaðist, um hann kendi seg mest sum dani ella evropeari svaraði Jens Hansen: "Hvørki - eg kenni meg sum heimsborg- ara". Jens Hansen ferðaðist um allan heim og kendi seg heima allastaðni. Hann tosaði lítaleyst enskt, búði altíð á gistingarhúsum, sum hoyrdu til somu hotellket- una. Ulrick Beck, sigur Carsten Jensen, tekur Jens Hansen sum dømi um eitt menniskja, sum samstundis er kosmopolitiskt og heim- føðisligt, eitt eyðkent mo- dernað menniskjað, hvørs sjónarmið ikki hanga sam- an. Carsten Jensen leggur aftrat, at Jens Hansen eisini kann takast sum dømi um, at ikki ber til at vera heims- borgari. Hvat er úrslitið, spyr Carsten Jensen, tá ein útnevnir seg sjálvan sum heimsborgara. Carsten Jen- sen svarar: Lítla Danmark, sum hann uttan at vita tað minkar niður til ein støðuhyl, ein framsýningarglugga við etniskum fólkaminnum, jólatræi, reyðkáli og gás. Hetta er endaliga úrslitið av hansara kosmo- politismu. Hon endar við at ala fram provinsial- ismu. Jens Hansen byrjar sum heimsborgari og endar sum danskur hugnafundamentalistur. Skal ein gera av sjúku, sigur Carsten Jensen, so er ikki talan um xenofobi, óttin fyri fremmandum, men um mixofobi, óttin fyri at tingini verða blandað saman - heimurin og heim- landið. Tróndur Patursson og ríka jomfrúa Í Føroyum hava vit ein heilt serligan Jens Hansen: Tróndur Patursson. Í sjón- varpssending hjá danska sjónvarpsmanninum Søren Ryge Pedersen tók Tróndur Patursson dýran til herfyri: "Vit skulu liva sum føroy- ingar". Hetta vóru orðini. Føroyingar skulu sostatt liva, sum vit livdu í ‘fyrri- tíðini’ við einum beinleiðis sambandi við natúrina. Tróndur Patursson hoyrir til romantiska slagið av heimsborgarum. Hann er víðferi, hevur siglt um verðinshøvini og sæð og uppliva ting, vit onnur ferðafólkaferðandi bert kunnu droyma um. Gott at vit hava myndirnar hjá honum. Tær hava hóast alt størri týdning enn eitt sjón- varpsúttalilsi. Men hetta er ikki fyrstu ferð, ein hevur hoyrt okkurt líknandi frá hansara munni og øðrum við. Tílík antimodernað út- talilsi, sum Tróndur Paturs- son bar fram í sendingini, eru tíbetur ikki algongd, hóast moderniteturin kundi havt frægari vakstrarlíkindi í dagsins Føroyum. Múr- arnir eru tjúkkir í Kirkjubø, vita vit, og rekaviðurin gamal, men moderniteturin kann ikki stongjast úti. Tað mátti Tróndur havt lært av sínum mongu ferðum á víðafangi. Tað er sum at Jens Hansen og Tróndur Patursson í sínum samfe- lagsfatanum hava skorað vatntøtt skoddir millum bráðskiftandi globaliseraða heimin og óbroytiliga heimið. Hvat er hetta fyri mixofobisk jomfrúilig- heit!? Hvar er samtalan? Hav og sjónarringur - sum Tróndur Patursson hevur granskað við hug- flognum - eru aldagamlar myndir uppá nýggjar heim- ar, og hesin veruleiki hevur ongantíð verið meiri tíðar- bærur. Modernitetsótti ella at seta heimin á skránna Um tað er mixofobi, vanligur modernitetsótti ella okkurt annað, sum býr undir úttalilsunum hjá Jørgeni Niclasen um inn- flytarar, veit eg ikki, men einaferð vóru partar av hansara flokki evropeiskir framherjar, tá tað snúði seg um at verja apartheid-poli- tikkin í Suðurafrika. Spor- ini ræða, hóast maðurin sum sigraði á Apartheid, Nelson Mandela, nærum er vorðin eitt ikon fyri manna- rættindi við einari sjálvbio- grafi, ið gongur sum heitt breyð. Tað var eftir øllum at døma í lagi, at teir hvítu innflytararnir í Suðurafrika tóku valdið einsamallir og soleiðis tóku upprunafólkið av ræði. Man tað sama fara at henda í Føroyum?! At yvirtaka innflytaraøki sum politiskt málsøki: ja takk. Men hugburðurin til inn- flytarar skal eisini fram í ljósið. Í so máta liggur lut- urin hjá Jørgeni Niclasen ikki eftir. Vit hava nóg mikið av afturhaldni, afturlatnum hurðum í ymsum hamum í Føroyum. Nú vit eru væl ávegis inn í eitt nýtt sam- felag, har opinleiki og tol- semi verða avgerandi fyri hvørji lond fara at klára seg væl, er bara eitt at siga: vit hava ikki ráð til vantandi tolsemi. Tosa vit um flóttafólk kunnu Føroyar ikki taka ímóti miljónum av heim- sins neyðstøddu og undir- privilegeraðu, men vit kunn stremba eftir at skapa eina rímiliga javnvág millum flóttafólkahjálp og ein inn- flytarapolitikk, sum bjóðar dugnaligum fólki aðra- staðni frá góðar arbeiðsum- støður og onnur priviliegiir. Vit hava skyldu til at hjálpa, men eisini at hjálpa okkum sjálvum. Hvat við at snara hugsanini eitt vet, so ikki einans havsins tilfeingi - fiskur og olja - men eisini heimsins tilfeingi eru á skránni. Keldur Richard Florida: The Rise of the Creative Class. And how it’s transforming work, leisure, community and everyday life. New York 2002. Brynhild Thomsen: "Fiskivinnulobby’in stýrir isolationismuni". Fregnir 31.okt.-6.nov. 2003. Carsten Jensen: Vi bliver aldrig verdensborgere. Politiken 16. november 2003. Nýggja skapandi stættin Vit hava ikki ráð til vantandi tolsemi Jørgen Niclasen gjørdi í greitt í Útvarpinum herfyri, at hann var alt annað enn hugaður fyri at fáa innflytarar til Føroya. Ivaleyst verður hugsað um muslimar, sum er nýggja fíggindamyndin. Men hesin hugburður til innflyting er alt ov eintáttaður og haraftrat vandamikil. Nógv er sum bendir á, at tolsemi og opinleiki fara at verða avgerandi fyri, hvørji lond fara at klára seg væl. Ein av teimum, sum hevur víst á og greinað møguleikarnar, sum goyma seg í tolsemi og opinleika er amerikanski búskaparfrøðingurin Richard Florida. Í fjør gav hann út bókina »The Rise of the Creative Class«, sum hevur vakt stóran ans í USA. Hann vísir hann m. a. á møguleikarnar, sum liggja í at taka ímóti innflytarum og at hjúkla um skapandi lyndi í fólki Jørgen Niclasen, tingmaður Búskaparfrøðingurin Richard Florida Tróndur Patursson, listamaður –Vit eru reyvatung og gamaldags. Citat eftir Herman Oskarsson í Fregnum Tilvildarliga vald mynd Globalisering og innflyting kunnu ikki skiljast sundur C M Y K 17 16