Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. desember 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 240 - 17. desember 2003 Nr. 240 - 17. desember 2003 19 Hesin fiskigigantur – kapp- ingarneyti við Sundaberg – og nýggja "Skálaberg" – norði í Klaksvík – er ein veldigur luxus fiskitrolari. Nógv skal til at fylla teir – og manningin skal hava sína løn fyri tær súru – líkasovæl sum tær góðu løturnar. Enniberg er smíðaður í Bergen, Noregi. Byggiárið er 1990 Eigari: P/F Enniberg Útgerðarmaður: Hildigunn Johannesen, Tórshavn Tekning & ummæli: Jógvan Háfjall (Sosialurin fer at prenta gamlar sum nýggjar tekn- ingar av føroyskum fiski- skipum. Um onkur lesari ynskir at ogna sær tekning kann hann venda sær til Jógvan Háfjall, telf. 310345) NÝGGJAR BØKUR Høvundar og útgevarar hava úr at gera undan jólum at signera bøkur kring landið. Tað varð so eisini luturin hjá Óla Petersen, teknara undan jólum. Leyg- ardagin var hann á heima- beiti og signeraði bøkur. Óli, sum sjálvur er føddur og uppvaksin í Klaksvík, signeraði nýggju Skemt 03 bókina í Leikalund í Klaks- vík. Mong leitaðu sær innar at ogna sær hesa 15. bókina í røðini og fyri at hitta teknaran. Í farnu viku var hann eisini í Bókabúðini í SMS og signeraði bøkur. Skuldi onkur ynskt at ogna sær hesa seinastu og tær undanfarnu Skemt-bøkur- nar, signeraðar, ber til at venda sær til Sosialin. Óli Petersen signerar bøkur í Leikalund. Mynd Bárður Lydersen 15 ára eru millum hesar myndir. Tann fyrra varð tikin í 89, tá fyrsta Skemt- bókin kom út, tann seinna er tikin í farnu viku, tá 15. Skemtbókin kom á markn- aðin. Óli P og Kári Árting í SMS. Mynd Jan Müller Enniberg TN-180 Tórshavn Skemt í SMS og í Leikalund óli P signerar á heimavølli, í Leikalund í Klaksvík Mynd: Bárður Lydersen 15 ár eru millum hesum myndir. Tann fyrr var tikin í SMS, tá fyrsta Skemtbókin kom út í 89, og tann seinna aftur í SMS, tá 15. bókin kom út. Vit síggja teknaran saman við Kára Árting Okkurt nýtt og risastórt oljufelag við OLJULEITING Jan Müller Mánadagin 15. desember var freistin úti at nominera, velja út nýggj øki til olju- leiting á føroyska land- grunninum. Sigurd í Ják- upsstovu, stjóri á Jarðfrøð- issavninum, sum tekur sær av málinum í fyrstu atløgu sigur, at teir hava fingið 5 formellar nominatiónir, tvs. har feløg skrivliga hava peikað á øki, sum tey halda vera áhugaverd at taka við í eina 2. Útbjóðing á land- grunninum. Haraftrat hava tey fingið tríggjar munn- ligar fyrispurningar ella havt sokallaðar óformellar samrøður við nøkur feløg, har hesi kortini bæði bein- leiðis og óbeinleiðis hava peikað á øki, sum tey halda vera áhugaverd. Sigurd í Jákupsstovu vil ikki siga, hvørji feløgini eru, men viðgongur, at talan er um feløg, sum eru virkin her longu og feløg, sum ikki eru her. Hann vil ikki gera nakra viðmerking til, um hetta er eitt gott ella ringt úrslit men vísir á, at vit eiga ikki at taka nominatiónina sum nakað endaligt, tí fyri tað um feløg ikki vísa á øki í hesum umfarinum, so kunnu tey væl bjóða, tá sjálv útbjóðingin verður. Jarðfrøðissavnið hevði gjørt eina meting av økjum, sum kunnu vera áhugaverd, og henda metingin líkist nógv tí, sum feløgini hava víst áhuga fyri. Men har- aftrat eru onkur onnur nýggj øki, sum okkurt felag hevur víst á og sum kanska yvirraskar eitt sindur. Økini, sum feløgini vísa á, eru í høvuðsheitum norðan fyri og fram við markinum, eisini longur inni á land- grunninum og fevna tey um eitt rættiliga stórt øki. Sigurd í Jákupsstovu sig- ur, at teir vistu ikki, hvussu stórur áhugi fór at verða fyri nominatiónini. Teir høvdu sjálvandi vónað, at tey feløgini, sum eru í Før- oyum, fóru at velja út øki, men tað eru verri enn so øll, sum hava gjørt tað. Men mong feløg hava vent sær til Jarðfrøðissavnið og sagt frá, hví tey ikki hava nominerað. Orsøkin er í flestu førum tann, at tey hava ikki uppdaterað tað regionala arbeiðið, sum lá til grund fyri fyrstu útbjóð- ing. Tí sóu tey seg ikki før fyri at gera eina veruliga nominering nú. Tey gera vart vit, at fyri tað, at tey ikki hava nominerað, so merkir tað ikki, at tey ikki verða við tá avtornar. - Hetta er eitt frontierøki tvs. liggur fjarskotið og er lutvíst ókent. Tí verða tað tey stóru feløgini, sum koma at dríva verkið. Tá hesi eru við er eisini møgu- leika hjá teimum meðal- stóru og minni feløgunum, at hekta seg uppí. Nú verður so farið at gera eitt tilmæli til Oljumálaráð- ið. Ætlanin er fara í tingið í vár við uppskoti til útbjóð- ingina. Síðani verður út- bjóðing latin upp í summar. Umsóknirnar skulu so lat- ast inn í heyst og loyvini verða latin um ársskiftið næsta ár. Sosialurin veit frá keld- um, at helst verður tað risa- stóra oljufelagið, Chevron- Texaco við í nominatiónini. Hetta telist millum heims- ins størstu oljufeløg og hev- ur fleiri leitiloyvi á bretsk- um øki tætt upp at føroyska markinum. So hugsast kann, at felagið hevur ein áhuga í at vera báðumegin markið, tá tað í framtíðini fer at bora. Fyrireiking til 2. útbjóðing: Varisligur áhugi fyri útveljan Svørtu pílarnir eru okkara skot uppá tey økini, sum oljufeløgini hava nominerað og sum helst verða leitiøkini í 2. Útbjóðing. Áhugavert er at merkja sær, at risastóra oljufelagið ChevronTexaco hevur fleiri av blokkunum beint hinumegin markið og at tað ljóðar, at hetta felagið møguliga er við í føroysku nominatiónini Sigurd í Jákupsstovu, stjóri á Jarðfrøðissavninum, heldur áhugan vera hampuliga góðan Mynd Maria Olsen C M Y K 19 18