Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. desember 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 240 - 17. desember 2003 Nr. 240 - 17. desember 2003 21 UTTAN ÚR HEIMI Lóg skal tryggja fleiri kvinnur Í næstum fer svenska stjórnin at leggja fram eitt lógaruppskot, sum skal tryggja, at kvinnurnar verða betur umboðaðar í partafelagsnevndum. Eitt yvirlit yvir nevndirnar í teimum svensku parta- feløgunum vísir, at bara seks prosent av nevndar- limunum eru kvinnur. Tað er alt ov lítið, sigur ráð- harrin í javnstøðumálum, Mona Sahlin, og tí hevur hon nú boðað frá einum lógarinntrivi. Mona Sahlin sigur, at kunnu svensku partafeløgini ikki næsta ár vísa á, at fjórði hvør nevndarlimur er ein kvinna, verður kravið ásett við lóg. Ætlandi kemur lógaruppskotið eina ferð næsta summar. Umframt sjálvt kravið um kvinnur í parta- felagsnevndum fer lógin at áseta, hvussu feløg skulu revsast, halda tey ikki ásetingarnar. Undir illgruna fyri 40 morð Løgreglan í statinum New Jersey í USA hevur ill- gruna um, at ein 43 ára gamal sjúkrarøktarfrøðingur hevur beint fyri næstan 40 sjúklingum tey seinastu sekstan árini. Sjúkrarøktarfrøðingurin, sum eitur Charles Cullen, varð tikin seinasta fríggjadag og skuldsettur fyri at hava verið einum sjúklingi á sjúkrahúsinum Somerset Medical Center at bana. Løgreglan hevði eisini illgruna um, at hann hevði tikið lívið av einum øðrum sjúklingi, men nú er illgruni um, at hann kann hava dripið ímillum 30 og 40 djúklingar. 15 teirra skal hann hava dripið á Somerset Medical Center, og hini skal hann hava dripið á níggju sjúkrahúsum í statunum New Jersey og Pennsylvania. Á fleiri sjúkrahúsum eru leiðslurnar nú farnar at kanna skjølini hjá fólki, sum doyðu, meðan tey vóru har. Á nøkrum av sjúkrahúsunum hava líkskoðanir avdúkað, at summi høvdu leivdir av ymsum heilivági í blóðinum, sum tey ikki áttu at havt. Forsetin sigur nei Tað er ikki á hvørjum degi, at nakar dittar sær at mæla italska forsætisráðharranum, Silvio Berlusconi, ímóti, men tað ger italski forsetin nú. Carlo Azeglio Ciampi, forseti, kunngjørdi mána- dagin, at hann vil ikki staðfesta eina nýggja fjølmiðla- lóg, sum tjóðartingið hevur samtykt, og hann hevur tí koyrt hana aftur í tingið til nýggja viðgerð. Tjóðar- tingið í Rom samtykti annars lógina tann 3. desember. Nýggja lógin strikar eina reglu í verandi lóg, sum sigur, at eingin má eiga meiri enn tvær landsumfat- andi útvarps- ella sjónvarpsrásir. Fjølmiðlafyritøkan hjá Silvio Berlusconi, Mediaset, hevur tríggjar landsumfatandi rásir, og sum forsætisráðharri hevur hann eisini óbeinleiðis eftirlitið við almenna út- og sjónvarpinum RAI. Tað er hetta, forsetin ikki vil góðtaka. Nógv ólógligt fílabein Ein kanning hevur avdúkað, at tað finnast umleið fýra tons av ólógligum fílabeini á goymslu í teimum trimum vesturafrikonsku londunum Nigeria, Senegal og Fílabeinsstrondini. Nøgdin svarar til fílabeinið av umleið 760 fílum, og í hesum londunum eru bara umleið 550 livandi fílar. Síðani 1990 hevur tað verið bannað at keypa og selja fílabein, men enn er lætt at fáa fatur á ólógligum fílabeini á marknaðunum í fleiri afrikonskum londum. Sambært kanningini eru tað serliga ferðafólk úr USA, Kina, Italia, Japan og Suðurkorea, sum keypa lutir úr fílabeini, hóast tað er ólógligt. Men almenn umboð so sum útlendskir diplomatar bróta eisini bannið, sigur kanningin. Djóraverndarfelagsskapir krevja, at myndugleik- arnir í teimum afrikonsku londunum leggja størri dent á at revsa tey, sum bróta bannið. Felagsskapirnir siga, at fílurin er hóttur nógvastaðni, og at hann er í vanda fyri at verða útruddaður summastaðni. Saddam Hussein er tikin, men Osama bin Laden gongur fram- vegis leysur, og tað verður neyvan so lætt at fáa fatur á honum LEITING Árni Joensen fartekst@mail.dk Nú Saddam Hussein situr í fangabúri eina ella aðra- staðni, kunnu amerikanar- arnir aftur hugsa um at fáa fatur á leiðaranum í al- Qaeda, Osama bin Laden. - Saddam er ikki nakar trupulleiki longur, so nú er tað bin Laden, vit hugsa um, sigur amerikanski sendiharrin í Afghanistan, Zalmy Khalizad, sum ikki ivast í, at bin Laden er á lívi. Fleiri serfrøðingar halda, at bin Laden er ein nógv størri hóttan ímóti USA, enn Saddam Hussein var, áðrenn hann varð tikin seinasta vikuskiftið. Ein teirra er tann kendi yvir- gangsserfrøðingurin Rohan Gunaratna, sum hevur skrivað eina bók um al- Qaeda. - Størsti veikleikin hjá amerikanarunum eru tær miseydnaðu royndirnar at gera av við Osama bin Laden og Ayman al-Zawa- hiri, sum er næsti maður í al-Qaeda, sigur Rohan Gunaratna við Aftenposten. Hann og aðrir serfrøð- ingar eru á einum máli um, at tað verður munandi truplari at fáa fatur á bin Laden enn at finna Saddam Hussein. Og orsøkin er munurin teirra millum. - Saddam Hussein var ein harðrendur einaræðisharri, sum hevði nógvar fíggindar ímillum síni egnu, og sum vóru til reiðar at svíkja hann. Soleiðis er ikki við bin Laden. Hann fær stuðul frá sínum. Hann er sum ein fiskur ímillum aðrar fiskar, sum ikki gera honum ilt, sigur Hussain Haqqani á Carnegie Endowment í Washington. Hann og Rohan Guna- ratna ivast ikki í, at Osama bin Laden fjalir seg á marknaleiðunum millum Pakistan og Afghanistan. Har hevur hann hildið til í meiri enn tíggju ár, og fólk har stuðla honum. Ameri- kanararnir hava einki gjørt fyri fólkið har. Fyri teimum er bin Laden ein hetja, og tí verja tey hann, sigur Rohan Gunaratna. ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, heldur ikki, at Saddam Hussein skal dømast til deyða. Amerikanararnir hava harafturímóti einki ímóti deyða- revsing REVSING Árni Joensen fartekst@mail.dk Hvørja revsing eigur Saddam Hussein at fáa, tá hann einaferð kemur fyri ein dómsatól? Tann spurningurin hevur verið dúgliga umrøddur, síðani fyrrverandi einaræð- isharrin varð tikin seinasta leygardag. Formaðurin í irakska stjórnarráðnum, Abdel Aziz al-Hakim, hevur sagt, at irakar skulu sjálvir avgera revsingina, og at talan kann verða um deyðadóm. Amerikanska stjórnin segði longu mánadagin, at hon fer ikki at seta seg upp ímóti einum deyðadómi. Men tað ger ST. Kofi Annan, aðalskrivari, sigur, at dómstólurin, sum skal døma Saddam Hussein, skal halda seg til altjóða reglur og grundleggjandi siðvenjur. - ST-dómstólar hava ong- antíð dømt nakran til deyða, og sum aðalskrivari fari eg heldur ikki at taka undir við, at tað verður gjørt í hesum førinum, sig- ur Kofi Annan. Hann hevur boðið irakum løgfrøði- hjálp, hava teir tað fyri neyðini. So er tað bin Laden Eigur ikki at fáa deyðadóm Osama bin Laden verður ikki so lættur at finna sum Saddam Hussein. Serfrøðingar halda heldur ikki, at hann fer heldur ikki at lata seg taka á lívi, verður hann funnin Mynd: Reuters C M Y K 21 20