mikudagur 17. desember 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 240 - 17. desember 2003
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f 2111,
Sp/f Laksafóður, 410
Kollafjørður.
Navn: P/F Laksafóður
Adressa: 410 Kollafjørður
Felagið er strikað eftir
samanlegging við
skrásetingar-nr. P/F 1008, P/F
Vestlax.
Skráseting Føroya tann 15.
desember 2003
Kristin Balle
________________________
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 1885,
P/F Vita Margarin, 100
Tórshavn.
Nevnd:
Farin frá sum formaður:
Erling Gardeweg Beyer,
Myggenesvej 6, 8200 Århus
N.
Innkomin í nevndina sum
formaður: Mogens Nielsen,
Åsvej 9, Silstrup, DK-7700
Thisted.
Farin úr nevndini: Peter
Foged Nielsen, Simons
Bakke 44, DK-7700 Thisted.
Skráseting Føroya tann 15.
desember 2003
Kristin Balle
________________________
Frá
Arbeiðarafelagnum
»Hæddini«
Skrivstovan er stongd vegna jólaferiu,
frá
22. desember til 5. januar 2004.
Nevndin
Vallistar
Sagt verður frá,at vallistar til løgtingsvalið 20.jan-
uar 2004 í Fuglafjarðar kommunu eru til skjals:
• Á kommunuskrivstovuni í Fuglafirði
• hjá Eli Jensen, Hellur
Frá 17. til 31. desember 2003
Kærur um skeivleikar á listanum skulu sendast
býráðnum í seinasta lagi 4 dagar eftir, at fram-
løgufreistin er úti.
Fuglafjarðar kommuna
Uppstilling til
formansval
í Føroya Postfelag
Sambært § 12 í lóg felagsins verður boðað til
uppstilling til formansval í Føroya Postfelag.
Uppskot skulu vera skrivstovu felagsins í hendi
innan 15. januar 2004, við skrivligari váttan frá
uppstillaða.
Formaður verður vald á aðalfundi felagsins, sum
verður 28. februar 2004.
Fráboðanir um uppskot verða at senda
Føroya Postfelag
Tinghúsvegur 15
100 Tórshavn
Havnar Arbeiðs-
kvinnufelag
Sambært lógum felagsins § 6 er val av formanni
á aðalfundinum 28. februar 2004.
Uppskot til formansevni skal skrivliga stílast til
nevndina og sendast til:
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Postsmoga 161
110 Tórshavn
innan 1. januar 2004.
Saman við uppskotinum skal sendast skrivlig
váttan frá viðkomandi, sum er í uppskoti um, at
viðkomandi vil taka við vali.
Nevndin
Havnar Arbeiðs-
kvinnufelag
Uppskot um mál til viðgerðar á aðalfundi felag-
sins tann 28. februar 2004, skal skrivliga stílast til
formannin og sendast til:
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Postsmoga 161
110 Tórshavn
innan 1. januar 2004.
Nevndin
Kunngerð
Tað verður hervið gjørt kunnugt, at vallistin fyri
Leirvíkar Kommunu til løgtingsvalið tann 20.januar
2004 liggur frammi til alment eftirlit á kommunu-
skivstovuni frá fríggjadegi 12. desember til fríggja-
dagin 19. desember 2003.
Kæra um, at onkur ikki er komin á listan ella, at
onkur av órøttum er tikin við, skal skrivliga verða
Leirvíkar kommuni í hendi í seinasta lagi mikudagin
23. desember 2003.
Valkort verða send øllum í Leirvíkar kommu,ið smb.
vallistanum hava atkvøðurætt til løtingsvalið tann
20. januar 2004.
Leirvík tann 12. desember 2003
Leirvíkar Kommuna
Suðuroyar Sjúkrahús
800 Tvøroyri
Læknaskrivari
Vegna barnsburðarfarloyvi er eitt hálvtíðarstarv
sum læknaskrivari leyst til setan í tíðarskeiðinum
frá 15. januar til 1 september 2004.
Løn sambært sáttmála millum Starvsmanna-
felagið og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar viðvíkjandi starvinum fáast við
at venda sær til Herfríð Petersen, læknaskrivara,
tlf. 37 11 33 lokal 122.
Umsóknir við avriti av prógvum v.m. skulu send-
ast til:
Umsjónarmannin
Suðuroyar Sjúkrahús
800 Tvøroyri
Umsóknarfreist 31. desember 2003.
Kunngerð
Tað verður hervið kunngjørt, at vallistin til løg-
tingsvalið tann 20. januar 2004 liggur frammi til
alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í vanligari
skrivstovutíð frá týsdegnum 16. desember 2003
til mánadagin 22. desember 2003, báðir dagar
íroknaðir.
Kæra um, at onkur ikki er komin á listan, ella at
onkur av órøttum er tikin við, skal skrivliga vera
býráðnum í hendi í seinasta lagi 23. desember
2003.
Tvøroyrar Kommuna
Sjúkrakassalimir
í Sjúkrakassa
Vestmanna Læknadømi
Frá 1. januar 2004 verður limagjaldið fyri A- og B-
limir 210 kr. um mánaðin.
Gjaldshátturin er kvartalsliga, t.v.s. at limagjaldið kr.
630,- fellur til gjaldingar fyrsta í hvørjum
ársfjórðingi.
Eisini verður sagt frá,at frá 1/1-2004 eru avgreiðslu-
tíðirnar:
týsdag
10.00 - 16-00 og
hósdag
14.00 - 18.00
Sjúkrakassi Vestmanna Læknadømis
Vága
Javnaðarfelag
2. og møguliga 3. uppstillingarfundur verður í SÍ-
húsinum í Sørvági mikukvøldið kl. 20.00.
Vága Javnaðarfelag
Nr. 240 • mikudagur • 17. desember 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Hondbóltssambandið
hevur gjørt av, at tað
verða Flemming
Raben og Rógvi
Nielsen, sum í felag
fara at taka sær av
kvinnulandsliðnum
KVINNULANDSLIÐ
Jákup Mørk
Tað er nú nakað síðani, at
Hondbóltssambandið
so
spakuliga fór undir at leita
sær eftir venjara til kvinnu-
landslið. Eitt landslið, sum
tað onkra tíð hevur verið
tosað nógv um, men har tað
higartil ikki er blivið til
meira enn bara tosið, um
sæð verður burtur frá
tveimum landsdystum móti
Svøríki fyri nakað av tíð
síðani.
Kapping í apríl
Nú skal tó broyting koma í.
Eivind Jacobsen, sum er
formaður í Hondbóltssam-
bandinum, váttar, at HSF
hevur gjørt av, at tað verða
Flemming Raben og Rógvi
Nielsen,
sum
framyvir
koma at taka sær av
kvinnulandsliðnum.
- Onkrar aðrar umsóknir
vóru eisini til starvið, men
vit hava so gjørt av, at hesir
báðir eru teir, sum hóska
best til tað, sum vit hava
ímyndað okkum. Ikki minst
tí teir eisini hava sera góðan
kunnleika til einstøku leik-
ararnar, sigur Eivind Jacob-
sen um valið, sum nú er
tikið.
Og í mun til onkra aðra
ferð, tá tosið hevur verið
frammi, so hevur HSF
ógvuliga konkretar ætlanir
við
kvinnulandsliðnum.
Eitt nú hava vit áður víst á,
at HSF hevur sýnt áhuga
fyri tilmeldan til sonevndu
Challenge-Trophy
kapp-
ingina, sum er ein kapping
fyri tey lond, sum ikki
megna at ferðast í heims-
elituni. Hendan kappingin
verður í apríl mánaði, og
sambært formanninum, so
verður tað miðað ímóti, at
Føroyar tá skulu taka lut.
- Vit hava kanska ikki tær
heilt stóru peningaupp-
hæddirnar at arbeiða við,
men vit halda okkum tó
hava sett somikið av, av vit
kunnu
fara
spakuliga
ígongd. Ætlanin er so, at vit
vera við í apríl mánaði, tá
Challenge-Trophy
kapp-
ingin er, og fyri mær tykist
hendan kappingin vera eitt
sera hóskandi útgangsstøði,
heldur Eivind.
- Bæði tí vit her koma at
spæla móti londum, sum í
styrki eru á leið á okkara
støði, og ikki minst tí tað
fyri okkara viðkomandi
hóskar sera væl, at kapp-
ingin er í apríl, tá okkara
leikarar skuldu verið so væl
fyri, sum yvirhøvur gjør-
ligt.
Hava góðar
møguleikar
Eivind Jacobsen hevur í
mangar mátar verið ein av
teimum, sum hevur lagt eitt
stórt arbeiði eftir sær innan
kvinnuhondbólt, og hann
dylir ikki fyri, at eftir hans-
ara fatan hava kvinnurnar
góðar møguleikar at gera
seg galdandi.
- Vit eru nokk fleiri, sum
halda, at kvinnurnar í sín
part hava størri møguleika
at røkka nøkrum góðum
úrslitum, enn menninir
hava tað. Í mun til aðrar
ítróttargreinar, so tykist
hondbólturin hava eitt nógv
betri tak á kvinnunum, og
hartil eri eg ikki so bangin
fyri, at fysiski munurin
verður so stórur, sum hann
ofta er tað í manshondbólti.
Tí vil tað í nógvar mátar
vera lættari at koma upp at
støðinum hjá fleiri av mót-
støðuliðunum, men móti
teimum stóru hondbólts-
tjóðunum koma vit helst
ongan tíð at hava nakran
møguleika, kortini, heldur
hann.
Hvussu er og ikki, so er
einki at ivast í, at fyri
kvinnuligu
leikararnar
kring landið, eru tað góð
tíðindini, sum HSF-for-
maðurin nú borðreiðir við.
Sum skilst, so hava venjar-
arnir báðir longu gjørt av,
hvussu fyrsti bruttohópurin
upp á 25 leikarar sær út.
Boðini til hesar fara út nú
ein av fyrstu døgunum, og
longu mánadagin er ætlan-
in at hava fyrstu venjingina.
Føroyar fluttu seg eitt
pláss upp, nú FIFA
fyri seinastu ferð í ár
kunngjørdi styrkis-
listan
FIFA-LISTIN
Jákup Mørk
Brasilia er framvegis á
ovasta sessinum, og Frak-
land og Spania á teimum
báðum næstu.
Tað er støðan, nú altjóða
fótbóltssamgongan, FIFA,
fyri 12. og seinastu ferð í ár
hevur kunngjørt, hvussu
teirra styrkislisti sær út.
Fyri flestu norðanlondini
er støðan hampuliga huga-
lig. Danmark er follið eitt
pláss aftur hetta seinasta
árið, men teir teljast fram-
vegis upp ímóti avgjørdi
toppinum. Tað er Svøríki so
smátt eisini farið at gera,
eftir at teir fyri einum ári
síðani vóru niðri óg vendu
sum nummar 24.
Hjá Noreg stendur hin-
vegin einki til. Í nógv ár
kappaðust teir um plássini
á listanum við Svøríki og
Danmark, men seinastu
tvey árini hevur fallið verið
øgiligt. Og hetta tykist
halda fram. Í øllum førum
munnu tey í Noreg vera alt
annað enn fegin um, at tey
fyri fyrstu ferð, síðani
styrkislistin varð gjørdur,
eru at finna niðanfyri Finn-
land.
Ísland stendur í stað á
listanum, og so eru tað vit í
Føroyum. Skal metast eftir
styrkislistanum, so stendur
ikki so væl til hjá okkum.
Vit vóru nummar 113 fyri
einum ári síðani, men hetta
er so broytt til 127. Ein lítil
glotti er tað tó kanska, at vit
eru farin eitt pláss upp síð-
ani november mánað.
Seinasta styrkislistin á
árinum sær annars soleiðis
út. Tølini í klombrum sýna,
hvørja styrkismeting lond-
ini høvdu við ársbyrjan.
1
Brasilia (1)
2
Frakland (2)
3
Spania (3)
4
Holland (6)
5
Argentina (5)
6
Kekkia (15)
7
Mexico (8)
8
Ongland (7)
8
Turkaland (9)
10 Italia (13)
13 Danmark (12)
19 Svøríki (24)
40 Finnland (43)
42 Noreg (26)
58 Ísland (58)
126 Føroayr (113)
Flemming og Rógvi skulu
venja kvinnurnar
Formaðurin í HSF tykist sera
væl nøgdur um, at tað
loksins hevur borið til at fara
undir aftur arbeiðið við
kvinnulandsliðnum
Endaðu við framgongd
C
M
Y
K
23
22