leygardagur 5. september 1998síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið SOSU
Nr. 167 — 5. SEPTEMBER 1998
Fyrsta vørumessan latin upp
Í gjár lat fyrsta vørumessan, sum nakrantíð er hildin her á landi upp á Hotel Føroyum. Henda vørumessan er ødrvisi
enn aðrar sølustevnur á tann hátt, at hon ikki er fyri almenninginum, men vendur sær beinleiðis til handilsfólk, stovn-
ar og virkir kring landi. Og luttakararnir eru allir føroyskir
SVEINUR TRÓNDARSON
Klokkan níggju fyrrapartin
friggjadagin lat fyrsta vøru-
messan, sum nakrantid er
hildin i Føroyum upp
Hetta skal ikki skiljast so-
leiðis at ongar sølustevnur
hava verið í Føroyum áður,
men henda vørumessan í so
máta, at hon ikki er ætla
almenninginum
Hon er ætla virkjum, fyrr-
tókum, stovnum og handl-
um
Men hon er eisini ødrvis-
ið á tann hátt, at vørurnar,
sum settar eru á hillarnar á
hotellinum í hesum døgum
er nær tengd at jólunum
Stekkur tú inn á gólvið í
básinum hjá Landshandlin-
um á hotellinum, so kemur
tú í rættan jólahýrð - tað er
bara jólatónleikurin sum
vantar
Og í so máta er henda
sølustevnan munandi ødr-
vísið enn aðrar sølustevnur
vit fyrr hava sæd i Føroyum
Jógvan við Keldu
setti stevnuna
Klokkan var farin nakað av
; tá Birgir Poulsen
fyrireikari tók g
bjóðaði framsýnarunum
vælkomnum
Hann lat síðani
Jógvan við Keldu, borgar-
stjóra í Klaksvík, sum var
til Havnar at seta søl-
orðið og
rod til
tydning
søguligur og
nevndi, at Eiffiltornið m. a
var bygt i sambandi vid tær
sølustevnurnar, sum voru 1
årunum 1867 til
gvan vid Keldu nevndi
in av at gera
yggjar
vørur og
sambandinum
m tO IKKI €T
ar í sambandi
3 sølustevnuna í Phila-
phia í 1876 at Bell sýndi
fonina fram á fyrsta
Handilsfólkini hava
ikki bert skapt grundina
undir eimi dyggari menning
men teir hava eisini gjørt
heimin nógv meira spenn-
andi
— Hetta hava teir, eftir
mini meting, fingið alt ov
lítlan ágóða av frá pressuni
segði Jógvan við Keldu
Hann segði eisini, at tað
hevur stóran sosialan týdn-
ing at hava slíkar fakmess-
ur
Hann segði eisini eina
søgu frá einari sølustevnu í
Klaksvík í 1967.
Ta ferðina greiddi ein
maður frá telduheiminum,
sum tá at holkort. Tá var
orðið telda ikki uppfunnið,
segði Jógvan
— Hetta hevur helst verið
líkaforkunnugt fyri okkum,
sum tå Graham Bell sýndi
telefonina fram í 1876
— Til stuttleika kann eg
nevna at Thomas Watson,
sum var stjóri hjá IBM í
1943 ægði, at marknaðurin
fyri teldur kom ikki at rúma
meiri enn 5 teldur alt í alt!
— So vit hava sæð útvikl-
ingin
Fakmessa
Fyrireikararnir av Vøru-
messuni 98 siga, at henda
her er talan um eina fak-
messu, har fólk, sum dag-
liga samstarva vid útstill-
ararnar hava høvi at støkka
inn á gólvið og síggja vør-
urnar, sum tey annars bert
síggja myndir av
Og tað meta framsýnar-
arnir at vera ein fyrimun.
Henda vørumessan kann
ikki sammetast við tær fak-
messur, sum eitt nú verða
hildnar í Bella Certrinum í
Keypmannahavn.
Hesar fakmessur eru burt-
urav fyri eitt nú klæðir ella
ítrótt og har eru allir fram-
sýnararnir í somu sølugrein
Soleiðis er ikki við mess-
uni á Hotel Føroyum
Vørumessan er ein fak-
messa, men tað er sam-
stundis greitt, at Føroyar eru
ikki nóg stórar til at hava
stórar fakmessur, sum bert
avmarkað seg til eina ser-
liga grein
Nógvir framsýnarar
Hugurin at luttaka á fram-
sýningini á Hotel Føroyum
hevur verið stórur
Av tí at plássið ikki er so
stórt, sum eitt nú í eini ítr-
óttarhgll, men hølini eru
lægri og hugnaligari av tí
sama.
Eisini kann sigast, at tað
verður munandi hugnaligari
og styttri millum handlarnar
tá hølid ikki er so stórt.
Vekur og væl uppsett
Eftir at hava sæð framsýn-
ingina má viðgangast. at tal-
an er um eina sera snøgga
framsýning.
Onkrir framsýnarar hava
roynt at fingið kanska í
meira lagið inn, men tað er
skilligt, tí tað ræður um at
vísa so nógvar vørur fram á
teimum fáu fermetrunum
ein fær tillutaðar.
Harafturímóti sær út til at
hesir somu, sum hava fylt
nógv inn, hava gjørt nógv
fyri at fáa tað at síggja vak-
urt út, og sigast má at tað er
eydnast teimum.
fram á gólvið
Tað er rættuligur jólahýrur í básinum hjá La
Eingin orsøk er at ganga tystur. Eysturoyar Heilsøla hevur alskins leskivørur á hyllunum
ndshandlinum. Har vóru nissurnar settar
+:
- Storur áhugi
Tað sigur Birgir Poulsen, sum hevur fyrireika Vørumess-
una 98, sum er á Hotel Fóroyum hetta vikuskiftið. — Fyri-
tókur úr Danmark hava eisini biðið um pláss, men henda
messan er fyri fóroyskar fyritókur burturav, sigur hann
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað er ikki bara sum at siga
tað, at skipa fyri einari sølu-
stevnu, ella vørumessu, sum
henda verður kallað.
Birgir Poulsen, sum fyri-
reikar stevnuría, sigur við
Sosialin, at hann byrjaði at
arbeiða við hesari sølu-
stevnuna í mei-juni mánað
í ár.
— Vit sendu skriv út til
fyritøkurnar og tað gingu
ikki meira enn 14 dagar, so
var alt fullteknað og síðan
hava fleiri fyritøkur spurt,
um tær ikki eisini kunnu
verða við, men tíverri, sigur
Birgir Poulsen.
Tað er ætlanin at gera
hesa stevnuna til fastan tátt,
um tað er møguligt. Um tað
er so, kemur henda stevnan
at avgera.
— Ber henda vørumessan
seg, so royna vit aftur næsta
ár aftur, tað er vist.
Góðar umsteður
Birgir Poulsen er sera væl
nøgdur við umstødurnar á
hotellinum til eina slíka
stevnu sum hesa.
— Her er sera hugnaligt,
men sjálvandi er plássið
avmarkað. Tað kann verða
ein vansi, men í løtuni er
tað fyrimunur, sigur Birgir
Poulsen.
— Eg haldi at tað er fræg-
ari, at tað standa nakrar fyri-
tøkur á bíðilista fyri at
sleppa við heldur enn at vit
flyta stevnuna í eina ítrótt-
arhøll, tí tað er sera torført
at fáa eitt umhvørvi sum
hetta í eini ítróttarhgll, sigur
Birgir Poulsen.
Fyrispurningar
úr Danmark
Sum nevnt hevur áhugin
fyri at verða við verði stór-
ur. So stórur at tað hevur
frætst uttanfyri landoddar-
nar at ein slík stevna skuli