leygardagur 5. september 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 167 - 5. SEPTEMBER 1998
tíðindablaðið SOS2NM
13
Teir tríggir sølumenninir frå Damfar høvdu úr at gera, tá myndamaður okkara skuldi
taka mynd av teimum, men tað eydnaðist kortini
— Skulu visa
vøruutbodio
Tad sigur Annelin Dal-Christiansen,
frå ADC-heilsøluni, sum selur bædi
skógvar, handskar og klæði
SVEINUR TRÓNDARSON
Ikki allar fyritøkurnar, sum
eru við á vørumessuni eru
ógvusliga stórar.
ADC-heilsglan er eitt
dómi um tað. Hon byrjaði í
smáum, við japanskum
kvalitetshandskum, men
hevur nú eitt umfatandi úr-
val í trygdarskóm, regn-
klæðum, draktum og undir-
klæðum eisini.
Um orsgkina fyri at hon
er við sigur Annelin, at tað
er fyri at vísa kundunum
úrvalið.
— Vit hava samband við
nógvar kundar dagliga, men
tað er um telefon og tí kenna
tey ikki alt úrvalið hjá okk-
um, sigur Annelin, sum rek-
ur ADC-sgluna, sum í dag
rættiliga hevur fingið vind í
seglini.
— Tað gongur framá, tí at
vøran er bílig. Vit innflyta
hana beinleiðis, eitt nú úr
Japan, og tað er nú einaferð
prísurin, sum avgerð hvgrj-
um kundarnir keypa frá.
Og har er nokk í at velja.
verða.
Birgir Poulsen greiðir frá,
at hann hevur fingið fyri-
spurningar úr Danmark.
— Men eg segði nei, tí
henda sølustevnan er ætla
føroyskum fyritøkum burt-
urav og tað skal tað eisini
verða í framtíðini, sigur
Birgir Poulsen
Básarnir fíggja
stevnuna
Tað sigur seg sjálvt, at tað
kostar pening at skipað fyri
eini tílíkari stevnu, men tað
sær út itl at hanga saman
fíggjarliga.
Fyritgkurnar gjalda ein á-
vísan kostna fyri fermeturin
og tann parturin fíggjar
steynuna, sigur Birgir Poul-
sen.
Tey vitjandi skulu gjalda
75 krónur fyri at koma inn,
men tað er einki legið í ti,
sigur Birgir Poulsen.
Til allar slíkar fram-
sýningar uttanlands gjalda
tey vitjandi atgongupening
og á tann hátt fær ein sort-
erað tey, sum ikki vilja nak-
að á framsýningini frá, sigur
Birgir Poulsen.
Væntar nógv vitjandi
Birgir Poulsen sigur fyri So-
sialinum, at hann væntar
nógv vitjandi.
— Eg vætni nú ikki at tey
koma fyrr enn í morgin,
men tó so, onkur hevur
longu verið, sum kemur úr
Vágum og úr Suðuroynni
SVEINUR TRÓNDARSON
Hevur tú eina »søta« tonn,
so gerst tú svangur tá tú
hyggur inn í básin hjá Dam-
far.
Har er alskyns góðgæti í
pakningum, sum eru so lit-
fagrir at ein hevur hug at
eta pakningin eisini.
Vit fingu eitt prát við
Fróða Olsen, sum er sølu-
maður hjá Damfar og sum
er ein av trimum sølumonn-
um hjå felagnum å Vøru-
messuni.
Hann greiddi okkum frå,
at henda stevnan hevur tann
tydning fyri teir, at teir
sleppa undan at ferðast so
nógv kring landið fyri at
vísa teirra vørur fram.
— Hetta er fyrsta messan
av sínum slag her heima, so
tað er torført at siga nakað
um frammanundan, men vit
kunnu í hvussu er rokna við
at fólk fáa gjørt burturav
sær, sigur Fróði Olsen
Men Vørumessan hevur
ikki bert tydning fyri søl-
una, hon hevur eisini stóran
— Goð stevna og
g00ð samvera
— sigur Fróði Olsen, frá Damfar, sum er við á Vørumessuni 98
týdning fyri sosialu sam-
veruna millum sølumenn-
inar, tí hóast teir selja somu
vørur, so er teir starvsfela-
gar og tey vinarbondini
skulu haldast við líka.
— Hetta er eitt sera gott
høvi at tosa við starvsfelag-
arnar. Her eru nógvir her
uppi og vit hugna okkum
við einum kaffikoppi og fáa
eitt gott prát, sigur Fróði
Men hann leggur dent á,
at tað eru kundarnir, sum
eru mittpunktið hóast alt.
Skrivstovufulltrúi/roknskaparfólk
til Stuðulsstovnin
Endurlýsing
Til at taka sær av lånsumsiting 0.ø.
roknskaparuppgávum, sekir Stuðuls
stovnurin eftir einum fólki.
Starvið fevnir í høvudsheitum um
roknskaparlig viðurskifti, sum hava við
lánsumsitingar at gera. Tann, ið settur
verður, kemur at hava dagligu ábyrgdina
av roknskaparviðurskiftum stovnsins.
Dagliga arbeiðið kemur m.a. at fevna um
skráseting av lånsutgjøldum, -inngjøldum,
renturokningum. Skråseting av rakstrar-
útreiðslum stovnsins, eins og eftirkannan av
roknskapum. Eisini skal viðkomandi kunna
avgreiða viðskiftafólk, sum hava fyri-
spurningar um teirra lánsviðurskifti.
Viðkomandi skal eisini vera tekur til annað
arbeiði, um tørvur er á hesum.
Vit vænta,
e at tú hevur staðið HH-prógv, bankalæru,
merkonom ella skrivstovulæru
* at tú hevur royndir innan bókhald
» at tú hevur góðan kunnleika til føroyskt
og danskt mál bæði skrivliga og
munnliga
s at tú ert før/ur fyri at arbeiða sjålvstødugt,
ert ågrytin og hevur góð samstarvsevni
Vit kunnu bjóða
; eitt gott og ábyrgdarfult starv, har tú fært
innlit í skrivstovuvirksemi í einum
virknum almennum stovni, sum fæst við
umsiting av lestrarstudningi og lestrar-
lánum
Starvi verður sett eftir sáttmála millum
Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið
í lønarflokki 20.
Setanarøkid er Undirvisingar- og
Mentamålastyrid og stovnar undir ti.
Arbeiðsstaðurin er Studulsstovnurin.
Fleiri upplysingar kunnu fåast frå
John Rajani, leidara, å tlf. 315555.
Umsókn saman við viðkomandi skjølum
skulu sendast til:
Stuðulsstovnurin
Falkavegi 6
Postrúm 3279
FO-110 Tórshavn
Umsóknarfreist 21. september 1998.
Stuðulsstovnurin hevur í løtuni 2 skrivstovufólk og 2 skrivstovulærlingar.
Arbeiði er býtt sundur í stuðulsumsiting og lánsumsiting. Stuðulsstovnurin rindar
mánaðarligan stuðul til umleið 2000 næmingar í Føroyum og årligan ferdastudul
til umleið 1600 lesandi uttanlands. Harumframt krevur stovnurin inn lestrarlán
frá umleið 3500 persónum. Fíggjarætlanin hjá útbúgvingarstuðlinum er
44,1 mió. kr i 1998 og samlaðu útlánini eru uml. 60 mió. kr.